Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-29, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. mai 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 100 - 29. mai 2007 nøvn Hendan myndin er av børnum og lærarum í fyrsta ella øðrum millumskúla­ flokki umleið 1917. Tey einastu vit vita nakað um eru lærarafólkini á fremra rað f.v.: Kristoffer­ sen, Jødal, J. Lauritsen (fer frá í 1918, yvirlærari 1903-18), Olaf Skaalum og frøken Rafn. Um onkur veit meira um hesa myndina og kennir nøvn á børnum á myndini er viðkomandi vælkomin at kontakta Jórunn Dánials­ dóttir. Adressan er Sílagøta 3, FO-100 Tórshavn. Tel. 316024 ella 226024. Jórunn fer at skipa fyri eini framsýning á ólavsøku í ár í Kommunuskúlanum í Havn. Framsýningin letur upp við eini kvøldsetu tann 23. juli kl. 19.00 har ymisk fólk koma at hugleiða um skúlatíðina. Borgarstjórin Heðin Mortensen fer at seta framsýningina, sum verður opin hvønn dag til og við 5. august kl. 20.00. Annars verða tíðirnar, tá opið er, nærri lýstar seinni. Tíðarfreistin til at koma við myndum er sett til 10. juni, og vónar Jórunn at fáa allar myndirnar til høld­ar til tað tíð. Mynd­ irnar kunnu eisini latast inn ”navn­merktar” í Wrangl­er Shop í N. Fin­ sens­gøtu 23 (tel. 314710). Myndaeigari: Føroya Fornminnissavn Færøernes Mellem- og Realskole: Kennir nakar hesi ?