Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-29, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. mai 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 100 - 29. mai 2007 15 Andlát og jarðarferðir nøvn Kistan við Hjørdis í Jansagerði kemur í Miðvágs kirkju í kvøld klokkan 18.00. Jarðarferðin verður mikudagin 30. mai klokkan 14.00. Tey, sum vilja minnast Hjørdis kunnu lata eina peningagávu til Miðvágs kirkju, konto í peningastovninum. Hvítusunnudag andaðust Rosa og Ditleif Eldevig. Jarðarferðin verður lýst seinni. Andlát og jarðarferðir Eftir svára sjúku hesi seinastu árini, doyði Ernst langafríggjadag. Ernst flutti heim til tann Harra og meistara, sum hann so trúliga hevði tænt frá ungum árum av. Ernst var ein sterkur maður bæði til likams og sálar. Sjálvt um hann hevði nógva pínu, og likam hansara so við og við viknaði, fylgdi hann væl við í tí, sum fyrifórst rund­ an um hann. Hann megnaði eisini at hava umsorgan fyri sínum kæru og trúarfeløgum sínum til tað seinasta. Ernst hevði eitt sera virkið lív. Hann var virkin innan kommunalpol­ itik, sat í ymiskum almennum nevnd­ um, var virkin í vinnulívi og ikki minst í kirkju og missiónsarbeiði. Hann var deknur í kirkjuni, til hann fyri sjúku mátti leggja frá sær. Í missi­ ónshúsinum var hann formaður í meira enn tríati ár, til hann, í oktober seinasta ár, mátti leggja frá sær vegna sjúku. Eitt av hansara stóru hjartamál­ um var Blái Krossur, har hann var sera virkin og eisini sat í landsnevndini í rúma tíð. Í arbeiðinum í missiónshúsinum og í kirkjuni, haðani eg sjálv best kenni Ernst, kann eg siga, at slíkan trúskap mótvegis arbeiðinum, eru tað ikki mong, sum hava. Eg kann minnast heilt frá barni av, hvussu væl hann dugdi at siga frá bíbliusøgu, tá ið hann hevði sunnudagsskúla. Eftir at eg eri vorðin vaksin, havi eg mangan hugsað um ta arbeiðsorku og tíð, hann hevur lagt fyrst í tað gamla missiónhúsið og síðan í at byggja tað nýggja húsið og fáa tað at bera til. Tað er eingin, ið ger honum tað eftir. Í øllum hesum hevur hann verið væl stuðlaður av konuni og børnunum. Hann var sera trúfastur at taka lut í teimum tiltøkum, sum vóru í missións­ húsinum. Hann hevði eisini sera góðar gávur at bera orðið fram. Í øll­ um hansara virki, var tað Gud, sum fekk æruna fyri alt. Hann var góður við børnini og tey ungu. Honum dámdi so sera væl sang og fekk ongantíð nóg mikið av sangi. Til tað seinasta, livdi Ernst við í øll­ um, sum gekk fyri seg í meinigheitini, og hann royndi at koma á møti, sjálvt um orkan mangan var lítil. Eftir at eg í 2001 varð biðin at koma í stýrið fyri missiónshúsið, hava vit havt eitt sera tætt samstarv, og kendi eg, at Ernst vísti mær álit og lurtaði eftir tí, eg hevði at siga. Tað var sera týdningarmikið fyri Ernst, at leggja tann seinasta rokn­ skapin fram fyri meinigheitini á ein virðiligan hátt. Hann kendi á sær, at hetta hevði skund, tí hann visti ikki, hvussu framtíðin kom at vera, sum hann sjálvur segði. Hann legði tí rokn­ skapin fram eitt sunnukvøld fyrst í mars mánaði, og var hetta eisini tað seinasta kvøldið, hann var á møti. Vit hava mist ein trúgvan, vísan og sterkan leiðara í meinigheit okkara. Tað er tómt, eftir at Ernst er farin, men tann sami Gud, sum Ernst trúði á, er eisini hjá okkum, sum eftir eru. Tað er mangt, sum kundi verið sagt, men eg vil við hesum fáu orðum, takka fyri alt tað, Ernst hevur givið mær og okkum, sum savnast í missiónshúsinum Tabor á Toftum. Nú Ernst er fluttur til ein betri stað, er saknurin stórur hjá tykkum Kate, Maritu, Tummas, Kristu, Eyðun, Kaj Eli, svigarbørnum og barnabørnum. Jesus styrki tykkum og hjálpi tykkum í komandi tíð. At enda vil eg minna okkum øll á orðið úr Hebrearabrævinum 13,7: ”Minnist til vegleiðarar tykkara, sum hava talað Guds orð til tykkara; lítið at endalyktini á ævi teirra, og fylgið so trúgv teirra eftir.” Friður veri við minninum um Ernst Hansen. Leila Højgaard Minningarorð um Ernst Hansen, Toftir f. 6. september 1931 • d. 6. apríl 2007 Nýggjur koyrilærari Jóhan Sjóstein ættaður av Viðareiði, búsitandi í Klaksvík, hevur tann 25. mai staðið royndina sum koyrilærari á Dansk Kørelærerskole í Brøndby Føroyar vunnu 3. pláss í stórari frímerkjakapping. Á hvørjum ári skipar týska frímerkjablaðið Deutsche Bri­ efmarken Revue fyri kapping millum lesarar blaðsins um vakrasta frímerki í Evropa. Á frímerkjaframsýningini í Essen 5. mai varð úrslitið av kappingini “Vakrasta frí­ merki í Evropa 2005” av­ dúkað, og gjørdist Postverk Føroya nr. 3 við smáarkin­ um “Gerandisdagurin í vík­ ingaøld” FO 515­517. Hetta smáarkið varð givið út 07.02.2005, og sv iin Martin Mörck hevur sniðgivið og rist smáarkið. Eysturríki vann kapping­ ina og Týskland gjørdist nr. 2. 25 lond vóru ið í kapping­ ini. Frímerkjakapping: Føroyar vunnu 3. pláss Prógv Tann 18. mai í ár varð ein tann fyrsta føroyska pisan í ár klakt. Tað er Herborg Silja Strøm úr Vestmanna, ið tók studentsprógv sítt á Red Cross United World College í Noreg. Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Dagurin 30. mai. Vigand. Helst tann sami sum hin heilagi Venantius úr Arles í Suðurfraklandi, sum var av heidnari ætt, men gjørdist kristin. Doyði umleið ár 400 á ferð í Eysturlond. Rasmus Effersøe varð føddur hendan dagin í 1857.