týsdagur 29. mai 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 100 - 29. mai 2007
15
Andlát og jarðarferðir
nøvn
Kistan við Hjørdis í Jansagerði kemur í Miðvágs
kirkju í kvøld klokkan 18.00. Jarðarferðin verður
mikudagin 30. mai klokkan 14.00. Tey, sum vilja
minnast Hjørdis kunnu lata eina peningagávu til
Miðvágs kirkju, konto í peningastovninum.
Hvítusunnudag andaðust Rosa og Ditleif Eldevig.
Jarðarferðin verður lýst seinni.
Andlát og jarðarferðir
Eftir svára sjúku hesi seinastu árini,
doyði Ernst langafríggjadag. Ernst
flutti heim til tann Harra og meistara,
sum hann so trúliga hevði tænt frá
ungum árum av. Ernst var ein sterkur
maður bæði til likams og sálar. Sjálvt
um hann hevði nógva pínu, og likam
hansara so við og við viknaði, fylgdi
hann væl við í tí, sum fyrifórst rund
an um hann. Hann megnaði eisini at
hava umsorgan fyri sínum kæru og
trúarfeløgum sínum til tað seinasta.
Ernst hevði eitt sera virkið lív.
Hann var virkin innan kommunalpol
itik, sat í ymiskum almennum nevnd
um, var virkin í vinnulívi og ikki
minst í kirkju og missiónsarbeiði.
Hann var deknur í kirkjuni, til hann
fyri sjúku mátti leggja frá sær. Í missi
ónshúsinum var hann formaður í
meira enn tríati ár, til hann, í oktober
seinasta ár, mátti leggja frá sær vegna
sjúku. Eitt av hansara stóru hjartamál
um var Blái Krossur, har hann var
sera virkin og eisini sat í landsnevndini
í rúma tíð.
Í arbeiðinum í missiónshúsinum og
í kirkjuni, haðani eg sjálv best kenni
Ernst, kann eg siga, at slíkan trúskap
mótvegis arbeiðinum, eru tað ikki
mong, sum hava. Eg kann minnast
heilt frá barni av, hvussu væl hann
dugdi at siga frá bíbliusøgu, tá ið
hann hevði sunnudagsskúla. Eftir at
eg eri vorðin vaksin, havi eg mangan
hugsað um ta arbeiðsorku og tíð,
hann hevur lagt fyrst í tað gamla
missiónhúsið og síðan í at byggja tað
nýggja húsið og fáa tað at bera til.
Tað er eingin, ið ger honum tað eftir.
Í øllum hesum hevur hann verið væl
stuðlaður av konuni og børnunum.
Hann var sera trúfastur at taka lut í
teimum tiltøkum, sum vóru í missións
húsinum. Hann hevði eisini sera
góðar gávur at bera orðið fram. Í øll
um hansara virki, var tað Gud, sum
fekk æruna fyri alt.
Hann var góður við børnini og tey
ungu. Honum dámdi so sera væl sang
og fekk ongantíð nóg mikið av sangi.
Til tað seinasta, livdi Ernst við í øll
um, sum gekk fyri seg í meinigheitini,
og hann royndi at koma á møti, sjálvt
um orkan mangan var lítil.
Eftir at eg í 2001 varð biðin at
koma í stýrið fyri missiónshúsið,
hava vit havt eitt sera tætt samstarv,
og kendi eg, at Ernst vísti mær álit
og lurtaði eftir tí, eg hevði at siga.
Tað var sera týdningarmikið fyri
Ernst, at leggja tann seinasta rokn
skapin fram fyri meinigheitini á ein
virðiligan hátt. Hann kendi á sær, at
hetta hevði skund, tí hann visti ikki,
hvussu framtíðin kom at vera, sum
hann sjálvur segði. Hann legði tí rokn
skapin fram eitt sunnukvøld fyrst í
mars mánaði, og var hetta eisini tað
seinasta kvøldið, hann var á møti.
Vit hava mist ein trúgvan, vísan og
sterkan leiðara í meinigheit okkara.
Tað er tómt, eftir at Ernst er farin,
men tann sami Gud, sum Ernst trúði
á, er eisini hjá okkum, sum eftir eru.
Tað er mangt, sum kundi verið sagt,
men eg vil við hesum fáu orðum,
takka fyri alt tað, Ernst hevur givið
mær og okkum, sum savnast í
missiónshúsinum Tabor á Toftum.
Nú Ernst er fluttur til ein betri
stað, er saknurin stórur hjá tykkum
Kate, Maritu, Tummas, Kristu,
Eyðun, Kaj Eli, svigarbørnum og
barnabørnum. Jesus styrki tykkum
og hjálpi tykkum í komandi tíð.
At enda vil eg minna okkum øll á
orðið úr Hebrearabrævinum 13,7:
”Minnist til vegleiðarar tykkara, sum
hava talað Guds orð til tykkara; lítið
at endalyktini á ævi teirra, og fylgið
so trúgv teirra eftir.”
Friður veri við minninum um
Ernst Hansen.
Leila Højgaard
Minningarorð um Ernst Hansen, Toftir
f. 6. september 1931 • d. 6. apríl 2007
Nýggjur koyrilærari
Jóhan Sjóstein ættaður av Viðareiði, búsitandi í
Klaksvík, hevur tann 25. mai staðið royndina sum
koyrilærari á Dansk Kørelærerskole í Brøndby
Føroyar vunnu 3. pláss í
stórari frímerkjakapping.
Á hvørjum ári skipar týska
frímerkjablaðið Deutsche Bri
efmarken Revue fyri kapping
millum lesarar blaðsins um
vakrasta frímerki í Evropa.
Á frímerkjaframsýningini
í Essen 5. mai varð úrslitið
av kappingini “Vakrasta frí
merki í Evropa 2005” av
dúkað, og gjørdist Postverk
Føroya nr. 3 við smáarkin
um “Gerandisdagurin í vík
ingaøld” FO 515-517. Hetta
smáarkið varð givið út
07.02.2005, og sv iin Martin
Mörck hevur sniðgivið og
rist smáarkið.
Eysturríki vann kapping
ina og Týskland gjørdist nr.
2. 25 lond vóru ið í kapping
ini.
Frímerkjakapping:
Føroyar vunnu 3. pláss
Prógv
Tann 18. mai í ár varð ein
tann fyrsta føroyska pisan
í ár klakt. Tað er Herborg
Silja Strøm úr Vestmanna,
ið tók studentsprógv sítt á
Red Cross United World
College í Noreg.
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Dagurin
30. mai. Vigand. Helst tann sami sum hin heilagi
Venantius úr Arles í Suðurfraklandi, sum var av heidnari
ætt, men gjørdist kristin. Doyði umleið ár 400 á ferð í
Eysturlond. Rasmus Effersøe varð føddur hendan dagin
í 1857.