Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-29, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. mai 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 100 - 29. mai 2007 ] SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf. 341800 ítróttur – Eg havi tikið doping, og eg havi tikið EPO Bjarne Riis VIT STUÐLA FREMAD AMAGER Neyðugt verður hjá FSF at seta tjald upp við niðara vøll, so tey mongu fjølmiðlafólkini kunnu hýsast Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Um Føroyar leygardagin fara at megna at fáa stig, tá ið mótstøðuliðið á Tórsvølli verður italsku heims­meist­ ararnir, so verður talan um eina tí størstu sensatiónina nakrantíð í altjóða fótbólts­ søguni – eisini størri enn tá ið Føroyar vunnu 1-0 á Eyst­ urríki í Landskrona fyri knapp­liga seytjan árum síðani. Tað verður fullsett kring Tórsvøll, og tað er greitt, at metið hvat tíðindafólkum viðvíkur verður tikið leygar­ dagin. At tað kring fótbólts­heim­ in ikki uttan víðari fer aftur við borðinum, at Italia fer at vitja í Føroyum sást á lista­num yvir fjølmiðlafólk, sum fara at møta upp leygar­ dagin. Tað er ikki bara ítróttar­ liga, at avbjóðingin móti heims­meistarunum er størsta takið, sum føroyskur fótbóltur skal undir. Eisini fyrisitingarliga er talan um rimmar uppgávu. 21 myndafólk, 61 skriv­ andi tíðindafólk, 18 útvarps­ fólk og 58 sjónvarpsfólk hava teknað seg til dystin. Tað er væl meiri enn metið innan fjølmiðlaumboðan hig­a­rtil. Tað varð sett, tá Týsk­land vitjaði. Tá vóru um 115 fjølmiðlafólk til stað­ar. Umframt mongu fjøl­ miðla­fólkunum, so skal FSF eisini hýsa hópin av so­nevndum VIP’arum. Hesi verða úti við 300 í tali, og tí er ikki hugsingur um at hýsa øllum í sjálvum FSF- hús­inum. Tí verða tvey tjøld sett upp á Niðara vølli í Gundadali. Eitt til fjøl­ miðlafólkini og eitt til part av VIP-gestunum. Seinastu 120 VIP’ararnir sleppa at halda til í sjálvum FSF-húsi­ num. At tað ikki eydnaðist AB at vinna botn­upp­ gerðina móti VB/ Sumba tóktist vera dropin, sum sendi Oddbjørn Joensen úr AB Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Seks stig eftir 11 dystir. Tað er laka úrtøkan, sum AB hevur havt fyrsta partin av fyrsta Formula-árinum, og tað var leiðslan í felagnum ikki nøgd við. Í tíðindaskrivi, sum er lagt á heimasíðuna, verður stað­fest, at samstarvið mill­ um felagið og venjaran, Oddbjørn Joensen, er slitið, og at felagið fyribils hevur sett Terja L. Hansen sum venj­ara hjá hópinum. Oddbjørn Joensen var venjari, tá AB í 1999 byrjaði leiðina úr fjóðru deild upp móti føroysku fótbólts­tind­ unum. Uppflyting til triðju deild varð vunnin fyrsta árið, men tá felagið flutti í aðru deild, hevði Sámal Erik Hentze tikið við sum venjari. Eftir at uppflyting til For­ mula-deildina varð vissað, varð Oddbjørn í vetur settur sum venjari hjá felagnum, har málið var at halda sess­ inum í Formula-deildini. Við sigri á B36 í kapp­ing­ ini um Løgmanssteypið fekk AB eina framúr byrjan upp á kappingarárið, men í landskappingini hava teir tó ikki livað upp til hetta. Ein­ asti sigurin á árinum er vunn­in móti Skála á útivølli, og hartil hevur AB á heima­ vølli fingið javnleik móti GÍ, HB og VB/Sumba. Sámal hevur givið avboð Tíðliga í dystinum móti EB/Streymi noyddist GÍ-liðskiparin av vøllinum við vøddaskaða Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo – Hetta er av fanan og til. At fáa møguleikan at spæla móti heimsmeistarunum kemur kanska ongan tíð aftur í lívinum, so sjálvandi var hetta ein dystur, sum eg havi glett meg heilt nógv til. Lagið á Sámali Joensen var einki serligt, tá hann í gjár­kvøldið gav landsiðsvenjaranum, Jógvani Martin Olsen, avboð til komandi landsliðsuppgávurnar móti Italia og Skotlandi. - Talan er um ein fipurskaða í lærinum. Hvussu leingi tað tekur at vinna á hesum, veit eg ikki, men vónandi kann eg vera við aftur, tá vit um tvær vikur spæla móti AB, sigur Sámal Joensen. Hinvegin kann Jógvan Martin fegnast um, at Súni Olsen eftir øllum at døma er tøkur. - Súni hevur vant við fullari ferð í vikuni, og tað hevur gingið væl. Enn hevur bóltur tó ikki verið við, men boð­ ini frá honum í dag vóru, at hann er klárur at spæla, sigur Jógvan Martin Olsen. Eftir avboðið telur landsliðshópurin nú 20 spælarar. Av hesum er Fróði Benjaminsen leikbannaður til dystin móti Italia. Á dómaraseðilin sleppa tó bert 18 spælarar, og við evstamark okkara var ikki greitt, hvørt Jógvan Mart­in Olsen fer at taka nýggjan spælara í hópin fyri Sámal Joensen. 158 fjølmiðlafólk á Tórsvølli Oddbjørn fekk sekkin Eftir 11 umfør er Oddbjørn Joensen triði venjarin, sum fær sekkin í ársins útgávu av Formula-deildini Mándagin komu fleiri bussar hjá italskum sjónvarpsliði til Føroya Mynd: Eirikur Lindenskov