Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-29, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. mai 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 100 - 29. mai 2007 Við hesum verður endurlýst eftir frítíðaravloysarum til farmastøðina í Tórshavn Uppgávur hjá farmastøðunum Høvuðsuppgávan hjá farmastøðunum er at fyriskipa, samskipa, viðlíkahalda og menna farmafl utningin millum meginøkið og útjaðarøkini í Føroyum. Førleikakrøv • Kunnleika til frankering • Koyrikort til lastbil/trailara • Koyriloyvi til trukk/tugmastara Setanartreytir Vit rokna við, at tú hevur góð samstarvsevnir, dugir at arbeiða sjálvstøðugt, ert kundavinalig/ur og røkin. Størvini verða sett sambært høvuðssáttmálanum hjá viðkomandi yrkisfelag. Umsóknir Umsóknir við avriti av próvskjølum, ummælum, CV og tilvísingum skulu sendast til: Strandfaraskip Landsins att. Páll Heinesen Boks 88 FO-110 Tórshavn Størvini skulu setast beinanvegin, og tí skulu umsóknir vera fyritøkuni í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 1. juni kl. 12:00. Um tú ynskir nærri upplýsingar, kanst tú ringja til Heina á Borg, deildarleiðara, á tlf. 543061 ella T-post: hab@ssl.fo Endurlýsing: Frítíðaravloysarar til Farmastøðina í Tórshavn Strandfaraskip Landins (SSL) eru landsfyritøka undir Innlendismálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innan- lands fólka- og farmafl utningi. Fyritøkan umsitur 29 farleiðir: 22 Bygdaleiðir og 7 Oyggjaleiðir. Samlaða talið av ferðafólkum við SSL í 2006 var 1,1 millión: 620 túsund við bussunum og 480 túsund við ferjunum. Talið av fl utningsanleggum er 40 bussar, 8 ferjur og farmafl utningsútbúnaður. Starvsfólkini eru á leið 170 í tali, svarandi til 120 ársverk. Fyrisitingin á SSL er skipað í fi mm deildir: Samferðslu-, Rakstrar-, Fíggjar-, Starvsfólka-, Farma- og cateringdeild. Søkt verður hervið eftir deildarleiðara til Sjódeildina á Strandfaraskipum Landsins at byrja skjótast gjørligt. Viðmerkjast skal, at Sjódeildin er fyrrverandi Rakstrardeildin Starvið fevnir um Leiðarin hevur dagligu fyrisitingarligu ábyrgdina av deildini, sum uppgáva er at seta mál og tryggja at fyrisiting og skipsleiðsla arbeiða miðvíst sum eitt "toym" móti sama máli. Høvuðsuppgávan hjá deildarleiðarinum er at tryggja eff ektivan rakstur av strandfaraskipunum, herundir samskipa manningarviðurskifti, viðlíkahald og trygd. Deildin hevur tætt samstarv við Skipaeftirlitið, klassa, skipasmiðjur v.m.. Leiðarin kemur eisini at virka sum designeraður persónur. Aðrar uppgávur eru: • Fyriskipa deildina eftir tekniska stýringartørvinum • Leypandi meta um viðlíkahaldstørvin á anleggum og útbúnaði • Fyriskipa verkætlanir í sambandi við størri broytingar innanfyri tekniska økið • Fyriskipa projektarbeiðið í sambandi við nýbyggingar • Tryggja undirvísing og upplýsing um trygd á skipum (ISM, altjóða trygdarkrøv) • Hava innanhýsis ISM-audit Førleikakrøv • Skipsføraraútbúgving ella útbúgving sum kann samanberast • Arbeiða sjálvstøðugt og hava lætt við at samstarva • Kunnleiki og royndir í prosjektleiðlsu er ein fyrimunur • Kunnleiki og royndir inna EDV-nýstlu • Góð evni at orða seg bæði skrivliga og munnliga á føroyskum, donskum og enskum Setanartreytir Starvið er lønt í 35. lønarfl okki hjá Tænastumannafelag Landsins, tó uttan at vera tænastumannastarv. Eftirlønartrygging fylgir við starvinum. Arbeiðsstaðið er í løtuni Yviri við Strond 4 í Tórshavn. Frá 1. januar 2008 er arbeiðsstaðið á Tvøroyri Umsóknir Starvið verður sett skjótast gjørligt. Tú fært meira at vita við at seta teg í samband við Regin Vágadal, stjóra, tel 343012 ella t-post rev@ssl.fo Umsókn við próvskjølum skal sendast til: Strandfaraskip Landsins Att: Páll Heinesen Yviri við Strond 4 Postboks 88 FO-110 Tórshavn Ella teldupost: pah@ssl.fo Og skal vera fyritøkuni í hendi í seinasta lagi mánadagin 11. juni 2007 kl. 12:00 Leiðari til Sjódeildina Strandfaraskip Landins (SSL) eru landsfyritøka undir Innlendismálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmafl utningi. Fyritøkan umsitur 29 farleiðir: 22 Bygdaleiðir og 7 Oyggjaleiðir. Samlaða talið av ferðafólkum við SSL í 2006 var 1,1 millión: 620 túsund við bussunum og 480 túsund við ferjunum. Talið av fl utningsanleggum er 40 bussar, 8 ferjur og farmafl utningsútbúnaður. Starvsfólkini eru á leið 170 í tali, svarandi til 120 ársverk. Fyrisitingin á SSL er skipað í fi mm deildir: Samferðslu-, Rakstrar-, Fíggjar-, Starvsfólka-, Farma- og cateringdeild. Toy til skjúrt Toy til skjúrt, ið er framleitt í Føroyum, fæst í litunum reytt/ svart, reytt/blátt og blátt/blátt. Fæst í hesum handlum: • Norðoya Heimavirki • Eysturoyar Heimavirki • Skálabúðin • Sonja Design • Marjun Heimá • Seymiskrínið • Vágs Heimavirki Telefon 31 43 35 lýsingar StórdanSur Orkestrið Sputnik spælir til dans í Ítróttarhøllini á Hálsið 30 juni, eisini syngur kriStel og eliS leggur fløgur á. Argja Bóltfelag Lesið Sosialin - so eru tit við