Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-29, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. mai 2007síða 31

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 [ Nr. 100 - 29. mai 2007 ] AaB vann bronsuna Um vikuskiftið spældi AaB avgerandi dyst ímóti OB um bronsuna í donsku superliguni. Tað var AaB, sum hevði munin í dystinum og vann 3-1. Harvið tryggjaði felagið úr Aalborg sær triðfremsta plássi í donskum fótbólti í ár. Føroyski landsliðsspælarin Jón Rói Jacobsen sat á beink­ inum allan dystin, meðan Súni Olsen, sum hevur verið skaddur, ikki var við í hópinum. Súni hevur tó vant í vikuni og er klárur til landsdystirnar í næstum. Venjarin bardist við spælara Danska Ekstrablaðið vil verða við, at rok var millum venj­ aran og ein spælara hjá Esbjerg, tá ið liðið um vikuskiftið helt veitslu, nú kappingin endaði. Misnøgd hevur verið við leiðsluháttin hjá Troels Bech í Esbjerg, og sunnukvøldið brustu hann og Nicolai Høgh saman á einum vertshúsi. Sam­bært keldum hjá Ekstrblaðnum, hevði Troels Bech fingið nógv innanborða og irriteraði ein av sínum spæl­ar­ um, sum vildi sláa hann. Áfast var millum teir báðar, men teir vóru skildir at. Formil 1 koyringin í Monako var ein stórsigur fyri McLaren Mercedes, og gleðisrómurin var øgiligur á liðnum, inntil ungi stjørnukoyrarin Lewis Hamilton var dekan ov opin­skáraður, og avdúkaði, at liðið hevði nýtt ivasaman taktikk. Hetta kann enda við kolldøming av úrslitinum Formil 1 Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Formil 1 koyringin í Mon­ ako í ár var millum keði­lig­ astu koyringar í langa tíð. Men eftirspælið kann gerast munandi meira áhugavert. McLaren var nógv tað besta liðið á degnum, og Felipe Massa í Ferrari og Giancarlo Fisichellla fingu einki gjørt fyri at bjóða teimum silvurgráu bilunum av. Ja, móti endanum fóru McLaren bilarnir eitt heilt umfar framum Renaultbilin á fjórða plássi. Hóast heimsmeistarin Fern­ando Alonso vann seg upp á eitt deilt fyrsta pláss í HM við formil 1 sigrinum í Monako, so var ungi liðfelagin Lewis Hamilton, ta einu løtuna heilt tætt aftan fyri Alonso, og hann sá út til at trýsta liðfelagan eina stutta løtu, áðrenn hann gavst við at trýsta og fekk enn eitt annað pláss. Hetta er fjórða annað pláss á rað fyri Hamilton, ið nú hevur koyrt fimm formil 1 koyringar. Í fyrstu koyr­ing­ ini fekk hann triðja plássið. Viðgekk liðboð Sum so tyktist einki undar­ ligt í, at Hamilton gavst við at trýsta Alonso, tí í Monako er nær­um ómøguligt at fara fram­við bilum, og yvirhál­ ing­ar­nar kunnu teljast á einari hond. Men eftir koyr­ ing­ina viðgekk Hamilton, at hann hevði fingið boð um ikki at trýsta ella fara framum lið­fel­agan Alonso. Sambært regl­unum hjá FIA er tað ikki loyvt at brúka sonevnd lið­boð, har ein av koyranum fær boð um ikki at fara fram­­um hin. Motor­ ítrótt­ar­felagið FIA kannar tí McLar­en sigurin í Monako. Hamilton vísti á, at á hansara bili stóð eitt tveytal, og at hetta merkti, at hann var annarkoyrari hjá McLaren, og at hetta mátti hann bara góðtaka. Serliga Ferrari hevur vunnið nógv við at hava greiðar fyrsta- og annan­ koyrara. Tó uttan at nakar hevur sagt hetta beinleiðis, og tí hevur tað ikki borið til at dømt liðið fyri tað. McLar­en stjórin, Ron Denni­s, hevur verið ein av teimum mest atfinningar­ somu móti hesum áður, men tykist nú at vera dottin í somu grøv. Avgjørdu raðfylgjuna áðrenn koyringina Ron Dennis vísir tó aftur, at tey brúka liðboð í McLaren. Hann sigur tó, at júst breytin í Monako er so serlig, at liðið frammanundan koyr­ ing­­ini mátti gera av, hvør bilur skuldi vinna, og hvør skal gerast nummar tvey. Tí tað er nærum ógjørligt at fara framvið bilum á smalu breytini. Fyri bretska liðið McLaren kann henda hend­ ing verða sera óheppin. Tí at eitt bretskt lið gevur ein­ um spaniumanni, ið áðrenn koyringina lá nummar tvey í HM, fyrimun framum ein­ um breta, ið lá nummar eitt í HM, kann vera ov nógv av tí góða fyri motorítróttar fjepparar í Bretlandi. Ron Dennis er kendur fyri rættiliga kontanta við­ ferð móti fólki, ið ikki gera sum hann vil, tí er spurn­ing­ urin, hvat hetta fer at hava av avleiðingum fyri Hamil­ ton, ið man vera størsta stjørnan í formil 1 í løtuni. Ymiskur taktikkur Umframt greiða McLaren sigurin, so var ikki nógv at skriva heim um í Monako. Nakrir bilar kláraðu seg væl í byrjanini, serliga Scott Speed í Torro Rosso, ið vann fimm pláss í byrjanini. Umleið helvtin av bilunum høvdu harafturat ein pitt­ steðg meðan hin helvtin hevði tveir, hetta var eisini við til at blanda kortini eitt sindur. Tó so, so gjørdi hetta ikki tann stóra munin fyri onnur enn Honda og Ferrari. Kimi Räikkönen byrjaði av 16. plássi orsakað av óhappi í tíðarkoyringini. Hann royndi sítt besta, og hevði fullan bil av bensini í byrjanin, soleiðis koyrdi hann á mál við bert einum pittsteðgi. Við hesum eydn­ aðist honum at bjarga sær eitt stig. Hetta var tó mest orsakað av sera løgnari pittsteðgistrategi hjá Honda, sum í Barrichello og Button høvdu somikið tungar bilar í byrjanini, at eisini teir kundu havt ein pittsteðg. Men av órannsakiligum or­søk­um valdu teir tveir pitt­steðgir, og mistu sostatt stig. Greiður sigur men ivasamur taktikkur Úrslitið 1 Fernando Alonso McLaren-Mercedes 10 stig 2 Lewis Hamilton McLaren-Mercedes 8 stig 3 Felipe Massa Ferrari 6 stig 4 Giancarlo Fisichella Renault 5 stig 5 Robert Kubica BMW 4 stig 6 Nick Heidfeld BMW 3 stig 7 Alexander Wurz Williams-Toyota 2 stig 8 Kimi Räikkönen Ferrari 1 stig 9 Scott Speed STR-Ferrari 10 Rubens Barrichello Honda 11 Jenson Button Honda 12 Nico Rosberg Williams-Toyota 13 Heikki Kovalainen Renault 14 David Coulthard Red Bull-Renault 15 Jarno Trulli Toyota 16 Ralf Schumacher Toyota 17 Takuma Sato Super Aguri-Honda 18 Anthony Davidson Super Aguri-Honda 19 Christijan Albers Spyker-Ferrari Givnir - Adrian Sutil Spyker-Ferrari - Mark Webber Red Bull-Renault - Vitantonio Liuzzi STR-Ferrari HM fyri koyrarar 1 Lewis Hamilton Ongland 38 2 Fernando Alonso Spania 38 3 Felipe Massa Brasilia 33 4 Kimi Räikkönen Finland 23 5 Nick Heidfeld Týskland 18 6 Giancarlo Fisichella Italia 7 Robert Kubica Póland 12 8 Nico Rosberg Týskland 5 9 David Coulthard Skotland 4 - Jarno Trulli Italia 4 11 Heikki Kovalainen Finland 3 12 Alexander Wurz Eysturíki 2 11 Ralf Schumacher Týskland 1 - Takuma Sato Japan 1 HM fyri lið 1 McLaren-Mercedes 76 2 Ferrari 56 3 BMW 30 4 Renault 16 5 Williams-Toyota 7 6 Toyota 5 7 Red Bull Racing Renault 4 8 Super Aguri - Honda 1 McLaren bilarnir vóru fremstir frá byrjan til enda í Monako mynd: Polfoto