Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-29, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. mai 2007síða 30

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 [ Nr. 100 - 29. mai 2007 ] Fremad Amager á niðurflytingarkós Tað gongur illa hjá Fremad Amager í donsku 1. deild. Um vikuskiftið spældi liðið botndyst ímóti HIK, og tað endaði við 2-0 tapi. Todi Jónsson byrjaði í álopinum hjá Fremad Amager, men eftir fyrru 45 minuttirnar fór hann av vøllin- um. Tem Hansen spældi í ein tíma, og Jónas Tór Næs varð sendur á vøllinum seinasta korterið. Líka lítið hjálpti tað, Fremad Amager tapti, og liggur nú undir niðurflytingar- strikuni í næstbestu donsku deildini. Fýra dystir eru eftir at spæla. Todi bað um umbering Todi Jónsson spældi við í ein hálvleik, tá ið Fremad Amager tapti botndyst í donsku 1. deild um vikuskiftið, og hann áskoðararnar um umbering eftir dystin. - Tá ið vit hugsað um okkara støðu í deildini, var tað ein skuffandi innsatsur frá okkara liði í dag. Vit standa við rygginum ímóti múrinum, og tí hevði eg væntað ein størri innsats frá øllum spælarunum, segði Todi við heimasíðuna hjá Fremad Amager eftir dystin. - Eg skilji, um okkara viðhaldsfólk eru vónbrotin eftir dystin í dag, og eg eri eisini keddur um avrikið, men tað er nú, av vit hava brúk fyri stuðli, segði Todi. Eftir heimasigrar til HB og NSÍ tættnaði tað í toppinum, har EB/Streymur og B36 ikki megnaðu at liva upp til favoritt leiklutin Fótbóltur Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Hóast ikki meiri enn javn- leik á heimavølli ímóti GÍ, so er EB/Streymur framveg- is topplið. Men í løtuni spælir samansetta liðið ikki sum topplið. Dyggastu álopsvápnini resta, og tað sást aftur á avrikunum. Nú er steðgur í landskapp- ingini í tvær vikur. Ikki minst hjá EB/Streymi kem- ur hetta væl við. Arnbjørn Hansen og Sorin Anghel hava sitið uttanfyri, og tað hevur kostað nógv. Nú er møguleiki fyri, at teir fara at bjóða seg til aftur. B36 vísti ikki meistara- spæl í Klaksvík. Heimsmeist- ararnir vitja leygardagin. Tað er ikki útilokað, at tilvit- anin er størri um henda veruleikan millum landsliðs- spælararnar, enn hon er millum hinar. Í hvussu so er tóktist tað í Klaksvík sum um, at teir, sum eru boð- sendir at stríðast við heims- meistararnar, høvdu hug at toga eitt sindur í hondbrems- una undan risastóru avbjóð- ingini, meðan tað í sær sjálvum var ivaleysa stór avbjóðing hjá ungu klaks- víkingunum at dystast ímóti B36. At EB/Streymur og B36 bara fingu eitt stig burturúr uppgávum, sum teir tóktust vera favorittar at vinna, ber við sær, at NSÍ eftir heima- sigur á B71 bara er eitt stig frá sjálvum toppinum. 50 ára føðingardagsgávan – fyrsta FM heitið nakrantíð – er tað altso góður møgu- leiki hjá teimum í Runavík at vinna. Um tað skal eydnast, so er alneyðugt at fáa stig og vinna á størstu kappingarneytunum, og tað er neyðugt at fáa stig ímóti teimum á útivølli. Higartil hevur NSÍ tapt tríggjar ferðir. Hvørja ferð hevur tað verið á útivølli – í Gundadali ímóti HB, í Streymnesi og í Klaksvík. Annan sunnudag skal NSÍ spæla í Gundadali ímóti B36. Í 2. umfari vann NSÍ trivaligan 3-0 sigur á heima- vølli ímóti B36. Um knapp- ar tvær vikur fær NSÍ góðan møguleika at vísa, at tað av álvara skal roknast við teim- um gulu og svørtu fimmti ára gomlu! Hóast HB hevur tapt tríggjar ferðir, og hóast úrslitini hava verið óstøðug, og meistararnir bara hava vunnið aðru hvørja ferð, so verður altíð roknað við, at HB at enda fer at verða part- ur av FM kappingini. Sigurs- mentanin fornoktar seg ikki. Tað er einki at liggja omaná, at tað eftir eyðmýk- ingina í Gøtu hevur verið trýst á spælarunum og ser- liga venjaranum. Hesa ferð smurdi HB Skála av, og um tað næstu ferð fer at eydnast at fáa fulla úrtøku á Sandi, kann tað væl vera, at meist- ararnir fara at verða heilt tætt at toppinum. Umframt NSÍ bíðar eisini EB/Streymi torfør avbjóðing á Skála. GÍ hevur rættuliga reist seg. Spælararnir eru teir somu, men stirilin tykist vera ein annar. Hesa ferð mistu teir beinanvegin lið- formannin og drívmegina á miðvøllinum. Tað kann av røttum spyrjast, hvussu tað mundi havt tørnað út í Streymnesi, um Sámal Joen- sen hevði verið á GÍ mið- vøllinum alla tíðina. Á Skála er tað aftur av álv- ara vorðið gerandisdagur. Í Klaksvík vóna tey, at gamli gerandisdagurin nú er við at upprenna av nýggjum, eftir at fótbóltsflaggskipið har norðuri í langa tíð hevur verið heilt við síðuna av sær sjálvum – bæði so og so. Ungu og framfýsnu menninir fingu ivaleyst blóð á tonna hvítusunnuaftan. B71 hevur higartil verið eitt av frísku íslettunum í ár. Í Runavík var lítið veiggj í. At B71 einki fær burturúr útidysti ímóti NSÍ er iva- leyst at liva við. Stóri trupul- leikin er, at tað gongst so illa at fáa fulla úrtøku á heimavølli. Í botninum broyttist einki hesa ferð. AB fekk rættu- ligan hvøkk, men tað endaði við stantum, og hjá VB/ Sumba verður talan um meiri enn týdningarmikla lyklauppgerð, tá ið teir á Vágs eiði næstu ferð fara at fáa vitjan av KÍ. Sum avleið- ing av tungu gongdini hjá AB varð Oddbjørn Joensen í morgun sagdur úr starvi. Næsta ferð er um tvær vikur. Landsliðssteðgurin kemur væl við hjá teimum, sum eru nógv skaðaplágaðir. Í 12. umfari verður spælt soleiðis: B36-NSÍ, GÍ-AB, Skála-EB/Streymur, B71- HB og VB/Sumba-KÍ. Nú skal NSÍ standa royndina Tað tók fast hjá báðum botnliðunum, at tey máttu taka til takkar við javnleiki í innanhýsis uppgerðini Mynd: Álvur Haraldsen