týsdagur 29. mai 2007síða 30
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
[ Nr. 100 - 29. mai 2007 ]
Fremad Amager á
niðurflytingarkós
Tað gongur illa hjá Fremad Amager í donsku 1. deild. Um
vikuskiftið spældi liðið botndyst ímóti HIK, og tað endaði
við 2-0 tapi. Todi Jónsson byrjaði í álopinum hjá Fremad
Amager, men eftir fyrru 45 minuttirnar fór hann av vøllin
um. Tem Hansen spældi í ein tíma, og Jónas Tór Næs varð
sendur á vøllinum seinasta korterið. Líka lítið hjálpti tað,
Fremad Amager tapti, og liggur nú undir niðurflytingar
strikuni í næstbestu donsku deildini. Fýra dystir eru eftir at
spæla.
Todi bað um umbering
Todi Jónsson spældi við í ein hálvleik, tá ið Fremad
Amager tapti botndyst í donsku 1. deild um vikuskiftið, og
hann áskoðararnar um umbering eftir dystin.
- Tá ið vit hugsað um okkara støðu í deildini, var tað ein
skuffandi innsatsur frá okkara liði í dag. Vit standa við
rygginum ímóti múrinum, og tí hevði eg væntað ein størri
innsats frá øllum spælarunum, segði Todi við heimasíðuna
hjá Fremad Amager eftir dystin.
- Eg skilji, um okkara viðhaldsfólk eru vónbrotin eftir
dystin í dag, og eg eri eisini keddur um avrikið, men tað er
nú, av vit hava brúk fyri stuðli, segði Todi.
Eftir heimasigrar til
HB og NSÍ tættnaði
tað í toppinum, har
EB/Streymur og B36
ikki megnaðu at
liva upp til favoritt
leiklutin
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Hóast ikki meiri enn javn
leik á heimavølli ímóti GÍ,
so er EB/Streymur framveg
is topplið. Men í løtuni
spælir samansetta liðið ikki
sum
topplið.
Dyggastu
álopsvápnini resta, og tað
sást aftur á avrikunum.
Nú er steðgur í landskapp
ingini í tvær vikur. Ikki
minst hjá EB/Streymi kem
ur hetta væl við. Arnbjørn
Hansen og Sorin Anghel
hava sitið uttanfyri, og tað
hevur kostað nógv. Nú er
møguleiki fyri, at teir fara
at bjóða seg til aftur.
B36 vísti ikki meistara
spæl í Klaksvík. Heimsmeist
ararnir vitja leygardagin.
Tað er ikki útilokað, at tilvit
anin er størri um henda
veruleikan millum landsliðs
spælararnar, enn hon er
millum hinar. Í hvussu so er
tóktist tað í Klaksvík sum
um, at teir, sum eru boð
sendir at stríðast við heims
meistararnar, høvdu hug at
toga eitt sindur í hondbrems
una undan risastóru avbjóð
ingini, meðan tað í sær
sjálvum var ivaleysa stór
avbjóðing hjá ungu klaks
víkingunum at dystast ímóti
B36.
At EB/Streymur og B36
bara fingu eitt stig burturúr
uppgávum, sum teir tóktust
vera favorittar at vinna, ber
við sær, at NSÍ eftir heima
sigur á B71 bara er eitt stig
frá sjálvum toppinum.
50 ára føðingardagsgávan
– fyrsta FM heitið nakrantíð
– er tað altso góður møgu
leiki hjá teimum í Runavík
at vinna. Um tað skal
eydnast, so er alneyðugt at
fáa stig og vinna á størstu
kappingarneytunum, og tað
er neyðugt at fáa stig ímóti
teimum á útivølli.
Higartil hevur NSÍ tapt
tríggjar ferðir. Hvørja ferð
hevur tað verið á útivølli – í
Gundadali ímóti HB, í
Streymnesi og í Klaksvík.
Annan sunnudag skal NSÍ
spæla í Gundadali ímóti
B36. Í 2. umfari vann NSÍ
trivaligan 3-0 sigur á heima
vølli ímóti B36. Um knapp
ar tvær vikur fær NSÍ góðan
møguleika at vísa, at tað av
álvara skal roknast við teim
um gulu og svørtu fimmti
ára gomlu!
Hóast HB hevur tapt
tríggjar ferðir, og hóast
úrslitini hava verið óstøðug,
og meistararnir bara hava
vunnið aðru hvørja ferð, so
verður altíð roknað við, at
HB at enda fer at verða part
ur av FM kappingini. Sigurs
mentanin
fornoktar
seg
ikki.
Tað er einki at liggja
omaná, at tað eftir eyðmýk
ingina í Gøtu hevur verið
trýst á spælarunum og ser
liga venjaranum. Hesa ferð
smurdi HB Skála av, og um
tað næstu ferð fer at eydnast
at fáa fulla úrtøku á Sandi,
kann tað væl vera, at meist
ararnir fara at verða heilt
tætt at toppinum. Umframt
NSÍ bíðar eisini EB/Streymi
torfør avbjóðing á Skála.
GÍ hevur rættuliga reist
seg. Spælararnir eru teir
somu, men stirilin tykist
vera ein annar. Hesa ferð
mistu teir beinanvegin lið
formannin og drívmegina á
miðvøllinum. Tað kann av
røttum spyrjast, hvussu tað
mundi havt tørnað út í
Streymnesi, um Sámal Joen
sen hevði verið á GÍ mið
vøllinum alla tíðina.
Á Skála er tað aftur av álv
ara vorðið gerandisdagur. Í
Klaksvík vóna tey, at gamli
gerandisdagurin nú er við at
upprenna av nýggjum, eftir
at fótbóltsflaggskipið har
norðuri í langa tíð hevur
verið heilt við síðuna av sær
sjálvum – bæði so og so.
Ungu og framfýsnu menninir
fingu ivaleyst blóð á tonna
hvítusunnuaftan.
B71 hevur higartil verið
eitt av frísku íslettunum í
ár. Í Runavík var lítið veiggj
í. At B71 einki fær burturúr
útidysti ímóti NSÍ er iva
leyst at liva við. Stóri trupul
leikin er, at tað gongst so
illa at fáa fulla úrtøku á
heimavølli.
Í botninum broyttist einki
hesa ferð. AB fekk rættu
ligan hvøkk, men tað endaði
við stantum, og hjá VB/
Sumba verður talan um
meiri enn týdningarmikla
lyklauppgerð, tá ið teir á
Vágs eiði næstu ferð fara at
fáa vitjan av KÍ. Sum avleið
ing av tungu gongdini hjá
AB varð Oddbjørn Joensen
í morgun sagdur úr starvi.
Næsta ferð er um tvær
vikur.
Landsliðssteðgurin
kemur væl við hjá teimum,
sum eru nógv skaðaplágaðir.
Í 12. umfari verður spælt
soleiðis: B36-NSÍ, GÍ-AB,
Skála-EB/Streymur, B71-
HB og VB/Sumba-KÍ.
Nú skal NSÍ standa royndina
Tað tók fast hjá báðum botnliðunum, at tey máttu taka til takkar við javnleiki í innanhýsis uppgerðini
Mynd: Álvur Haraldsen