Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-29, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. mai 2007síða 29

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 [ Nr. 100 - 29. mai 2007 ] Linderoth er harður hundur Svenski miðvallarin Tobias Linderoth ger tað skitna arbeiðið á miðvøllinum hjá FC Keypmannahavn, og nú superligan er endað, vísir ein uppgerð, at hann hevur eisini fingið flest gul kort í kappingarárinum. 12 ferðir hevur Linderoth, sum er liðformaður hjá FCK, fingið ostaflísuna frá dómaranum. Næstur í røðini er Baye Djiby Fall hjá Randers við 11 gulum og Christopher Poulsen hjá Viborg við 10 gulum kortum. Rommedahl skal skifta felag Danski landsliðsspælarin í fótbólti Dennis Rommedahl heldur ikki fram í enska felagnum Charlton. Men tað er framvegis ikki greitt, hvar kviki vongspælarin skal spæla eftir summarsteðgin. - Tað hevur verið áhugi fyri mær, men eingi ítøkilig boð, sigur Rommedahl við viasatsport.com. Rommedahl spældi í Premier League farna kappingarár, men Charlton kláraði ikki at halda plássið í deildini og flutti niður í næstbestu deildina. Brúk fyri stuðli Nýggi KÍ-venjarin var væl nøgdur við avrikið hjá sínum spælarum leygardagin. - Vit manglaðu fleiri av okkara stuðulsspæl- arum til dystin, men spælararnir, sum fingu kjansin, kláraðu seg sera væl. Vit høvdu eitt sera ungt lið, og teir stríddust sera væl. Í løtum spældu vit eisini væl, og vit skaptu nakr- ar stórar kjansir, sigur Eyðun Klakstein. - Vit kundu saktans havt vunnið dystin, men javnleikur er eisini til at liva við. Dysturin vísir, at vit eru á rættari kós, og nú skulu fólk bara hava tol við liðnum. Áskoðararnir stuðlaðu okkum sera væl, og tað er júst tað, sum vit hava mest brúk fyri næstu tíð- ina, sigur KÍ-venjarin. Ikki heilt nøgdur Klæmint Matras hjá B36 var ikki heilt nøgd- ur um, at teir bert fingu eitt stig við sær úr Klaksvík. - Tað var so ikki tað, sum vit fóru eftir. Hin- vegin haldi eg, at soleiðis sum dysturin gekk, var tað nokk í lagi. Bæði liðini skapa sær møguleikar at avgera, og so er javn- leikurin kanska ok. Mánadagin kundi B36 so staðfesta, at munurin upp til EB/ Streym ikki vaks, tá oddaliðið spældi javn- leik. Men tað var tó við blandaðum kenslum, at Klæmint fekk úrslitini mánadagin. - Sjálvandi er tað gott, at munurin ikki økist uppeftir. Men hin- vegin eru bæði HB og EB/Streymur, sum nú av álvara anda okkum í nakkan, so teimum skulu vit ansa eftir, sigur Klæmint Matras. Ikki serliga væl upp­ lagdu favorittarnir úr B36 fingu bara eitt stig burturúr í Klaksvík, har heima­ menninir stríddust yvir evni og eisini vístu, at teir ikki hava gloymt at spæla fótbólt Fótbóltur Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Eitt stig á heimavølli hevur ikki altíð verið nøktandi hjá klaksvíkingum. Hvítusunnu- aftan var úrslitið 1-1. KÍ viðhaldsfólkini vóru í góð- um hýri, og mongu B36 við- haldsfólkini vóru ikki heilt nøgd. B36 legan harmaðist ikki um úrtøkuna júst henda dag- in, men heldur um avrikið, sum ikki var so sannførandi, sum tað oftast hevur verið seinnu árini. B36 útgangsstøðið var varðið. Verjan var ótrygg og setti ofta seg sjálva undir trýst, og í uppspælinum hevði væl mannaði miðvøll- urin við fýra landsliðsspæl- arum og fína Santos í vinstru ilt við at finna stevið. Teir trivust ikki við, at heimaliðið var ágangandi og stríðshugað. Bergur Midjord kundi havt skorað í 17. minutti, tá ið hann eftir mistak í KÍ miðverjuni gjørdist púra leysur, men bólturin fór skeivu megin stólpan, tá ið hann lyfti upp um Meinhard Joensen, sum hesa ferð var stinnur. B36 hevði lítið at siga í 1. hálvleiki, tá ið teir noyddust at siga farvæl við Sylla, sum varð skaddur í nær- dysti. Tá ofraðu teir gjøgnumbrotsstinna Berg Midjord í vinsra borði og settu hann í álopsódnina. Hóast B36 hevði lítið at siga í fyrra umfarinum, so megnaðu teir at javna til 1- 1 í yvirtíðini. Flatt Santos frísparksinnlegg úr høgru sigldi framvið allari rúgvuni og endaði mitt í málinum. Hetta málið var dyggur smeitur fyri heimaliðið og átti at havt lyft gestirnar. B36 var oman á fyrstu løtuna í 2. hálvleiki. Heini í Skorini var fluttur heilt í høgra borð, har teir løgdu stórt trýst á. Talan var um nær við og næstan støður og skotroyndir í og uttanvert brotsteigin, men oftast vórðu tær blokeraðar av heimamonnunum, sum ofraðu seg fullkomuliga. Hava slept botninum Fyritreytirnar hjá KÍ vóru vánaligar. Paul Clapson og Heðin á Lakjuni vóru lagdir aftur at langa skaðalistanum í vikuni, tá ið nýggi venjarin skuldi debutera á heima- vølli. Fimm av teimum fjúrt- an, sum vóru á vøllinum, høvdu spælt millum lítið og einki á besta liðnum. Við avrikunum seinastu vikurnar í huga lúrdi vandin fyri stórtapi. Men KÍ stóð truplu royndina. Í hugburði, arbeiðssemi og eisini spæli var talan um avrik, sum var betri, enn avrikini higartil hava verið. Jan Andreasen var fínur stýrimaður í miðverjuni, sentralu miðvallararnir arbeiddu uppaftur meiri, enn teir plaga at gera, og Kristoffur Jacobsen, sum í fjør og higartil í ár hevur verið marginalspælari, vísti ferð eftir ferð dømi um, at hann framvegis hevur góð evni. KÍ stríddist og á lagnum sást, at venjarin hevði givið teimum boð um eisini at vísa evnini at samanspæla og varðveita bóltin soleiðis, sum klaksvíkingar plagdu at gera. Tað eydnaðist lut- falsliga væl. Serliga í vinstru eydnaðist at bróta ígjøgnum. Erling Fles var akkurát ov stuttur at stýra innleggi í málið í 3. minutti, og tjúgu sekund seinni sendi hann bóltin við síðuna av. Eftir knappan hálvan tíma sendi Leon Bjartalíð úr høgru og í handara stólpan. Møguleikarnir vóru fleiri, og tað var avgerandi, tá ið 1-0 málið kom í 33. minutti. Jan Andreasen legði frí- spark úr høgru til handara stólpa, har Símun Joensen við høvdinum stýrdi til Gunnar Nielsen. Hangandi álopsspælarin hevði trupul- leikar at vera við í spælinum, men hesa ferð bilti ikki, og bólturin fór í málið aftanfyri trygga Jákup Mikkelsen. Sveinaroyndina stóð nýggja KÍ liðið eftir steðgin. B36 legði bragdligari fyri, og KÍ noyddist at seta fleiri nýggjar menn á vøllin. Sum umfarið leið, mentist heima- liðið aftur, og fram ímóti dystarenda var spenningurin ofta størri frammanfyri málið hjá favorittunum, enn hann var í hinum endanum. Tað boðaði frá, at KÍ hevur verið á botni og vent og ætlar at fóta sær. At B36 er topplið, ivast eingin í. Heldur ikki viðhaldsfólkini, sum í góðveðrinum ikki vóru nøgd við hugburðin og avrikið hjá teirra monnum. KÍ-B36 1-1 (1-1): KÍ hevur verið á botni og vent B36 KÍ Tað tók fast, at Sylla noyddist út við skaða. Ístaðin varð Bergur Midjord fluttur á toppin, tá misti B36 nógv av gjøgnumbrotsstyrki í borðinum Mynd: Álvur Haraldsen