týsdagur 29. mai 2007síða 29
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
[ Nr. 100 - 29. mai 2007 ]
Linderoth er harður
hundur
Svenski miðvallarin Tobias Linderoth ger tað skitna
arbeiðið á miðvøllinum hjá FC Keypmannahavn, og nú
superligan er endað, vísir ein uppgerð, at hann hevur
eisini fingið flest gul kort í kappingarárinum. 12 ferðir
hevur Linderoth, sum er liðformaður hjá FCK, fingið
ostaflísuna frá dómaranum. Næstur í røðini er Baye Djiby
Fall hjá Randers við 11 gulum og Christopher Poulsen hjá
Viborg við 10 gulum kortum.
Rommedahl skal skifta
felag
Danski landsliðsspælarin í fótbólti Dennis Rommedahl
heldur ikki fram í enska felagnum Charlton. Men tað er
framvegis ikki greitt, hvar kviki vongspælarin skal spæla
eftir summarsteðgin.
- Tað hevur verið áhugi fyri mær, men eingi ítøkilig boð,
sigur Rommedahl við viasatsport.com.
Rommedahl spældi í Premier League farna kappingarár,
men Charlton kláraði ikki at halda plássið í deildini og flutti
niður í næstbestu deildina.
Brúk fyri
stuðli
Nýggi KÍ-venjarin var
væl nøgdur við avrikið
hjá sínum spælarum
leygardagin.
- Vit manglaðu fleiri
av okkara stuðulsspæl
arum til dystin, men
spælararnir, sum fingu
kjansin, kláraðu seg
sera væl. Vit høvdu eitt
sera ungt lið, og teir
stríddust sera væl. Í
løtum spældu vit eisini
væl, og vit skaptu nakr
ar stórar kjansir, sigur
Eyðun Klakstein.
- Vit kundu saktans
havt vunnið dystin, men
javnleikur er eisini til at
liva við. Dysturin vísir,
at vit eru á rættari kós,
og nú skulu fólk bara
hava tol við liðnum.
Áskoðararnir stuðlaðu
okkum sera væl, og tað
er júst tað, sum vit hava
mest brúk fyri næstu tíð
ina, sigur KÍ-venjarin.
Ikki heilt
nøgdur
Klæmint Matras hjá
B36 var ikki heilt nøgd
ur um, at teir bert fingu
eitt stig við sær úr
Klaksvík.
- Tað var so ikki tað,
sum vit fóru eftir. Hin
vegin
haldi
eg,
at
soleiðis sum dysturin
gekk, var tað nokk í
lagi. Bæði liðini skapa
sær
møguleikar
at
avgera, og so er javn
leikurin kanska ok.
Mánadagin
kundi
B36 so staðfesta, at
munurin upp til EB/
Streym ikki vaks, tá
oddaliðið spældi javn
leik. Men tað var tó við
blandaðum kenslum, at
Klæmint fekk úrslitini
mánadagin.
- Sjálvandi er tað
gott, at munurin ikki
økist uppeftir. Men hin
vegin eru bæði HB og
EB/Streymur, sum nú
av álvara anda okkum í
nakkan,
so
teimum
skulu vit ansa eftir,
sigur Klæmint Matras.
Ikki serliga væl upp
lagdu favorittarnir
úr B36 fingu bara
eitt stig burturúr í
Klaksvík, har heima
menninir stríddust
yvir evni og eisini
vístu, at teir ikki
hava gloymt at spæla
fótbólt
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Eitt stig á heimavølli hevur
ikki altíð verið nøktandi hjá
klaksvíkingum. Hvítusunnu
aftan var úrslitið 1-1. KÍ
viðhaldsfólkini vóru í góð
um hýri, og mongu B36 við
haldsfólkini vóru ikki heilt
nøgd.
B36 legan harmaðist ikki
um úrtøkuna júst henda dag
in, men heldur um avrikið,
sum ikki var so sannførandi,
sum tað oftast hevur verið
seinnu árini.
B36 útgangsstøðið var
varðið. Verjan var ótrygg
og setti ofta seg sjálva undir
trýst, og í uppspælinum
hevði væl mannaði miðvøll
urin við fýra landsliðsspæl
arum og fína Santos í
vinstru ilt við at finna
stevið. Teir trivust ikki við,
at heimaliðið var ágangandi
og stríðshugað.
Bergur Midjord kundi
havt skorað í 17. minutti, tá
ið hann eftir mistak í KÍ
miðverjuni gjørdist púra
leysur, men bólturin fór
skeivu megin stólpan, tá ið
hann lyfti upp um Meinhard
Joensen, sum hesa ferð var
stinnur.
B36 hevði lítið at siga í 1.
hálvleiki, tá ið teir noyddust
at siga farvæl við Sylla,
sum varð skaddur í nær
dysti.
Tá
ofraðu
teir
gjøgnumbrotsstinna
Berg
Midjord í vinsra borði og
settu hann í álopsódnina.
Hóast B36 hevði lítið at
siga í fyrra umfarinum, so
megnaðu teir at javna til 1-
1 í yvirtíðini. Flatt Santos
frísparksinnlegg úr høgru
sigldi framvið allari rúgvuni
og endaði mitt í málinum.
Hetta málið var dyggur
smeitur fyri heimaliðið og
átti at havt lyft gestirnar.
B36 var oman á fyrstu
løtuna í 2. hálvleiki. Heini í
Skorini var fluttur heilt í
høgra borð, har teir løgdu
stórt trýst á. Talan var um
nær við og næstan støður
og skotroyndir í og uttanvert
brotsteigin,
men
oftast
vórðu tær blokeraðar av
heimamonnunum,
sum
ofraðu seg fullkomuliga.
Hava slept botninum
Fyritreytirnar hjá KÍ vóru
vánaligar. Paul Clapson og
Heðin á Lakjuni vóru lagdir
aftur at langa skaðalistanum
í vikuni, tá ið nýggi venjarin
skuldi debutera á heima
vølli. Fimm av teimum fjúrt
an, sum vóru á vøllinum,
høvdu spælt millum lítið og
einki á besta liðnum.
Við avrikunum seinastu
vikurnar í huga lúrdi vandin
fyri stórtapi. Men KÍ stóð
truplu royndina. Í hugburði,
arbeiðssemi og eisini spæli
var talan um avrik, sum var
betri, enn avrikini higartil
hava verið.
Jan Andreasen var fínur
stýrimaður í miðverjuni,
sentralu
miðvallararnir
arbeiddu uppaftur meiri,
enn teir plaga at gera, og
Kristoffur Jacobsen, sum í
fjør og higartil í ár hevur
verið marginalspælari, vísti
ferð eftir ferð dømi um, at
hann framvegis hevur góð
evni.
KÍ stríddist og á lagnum
sást, at venjarin hevði givið
teimum boð um eisini at
vísa evnini at samanspæla
og varðveita bóltin soleiðis,
sum klaksvíkingar plagdu
at gera. Tað eydnaðist lut
falsliga væl.
Serliga í vinstru eydnaðist
at bróta ígjøgnum. Erling
Fles var akkurát ov stuttur
at stýra innleggi í málið í 3.
minutti, og tjúgu sekund
seinni sendi hann bóltin við
síðuna av. Eftir knappan
hálvan tíma sendi Leon
Bjartalíð úr høgru og í
handara stólpan.
Møguleikarnir vóru fleiri,
og tað var avgerandi, tá ið
1-0 málið kom í 33. minutti.
Jan Andreasen legði frí
spark úr høgru til handara
stólpa, har Símun Joensen
við høvdinum stýrdi til
Gunnar Nielsen. Hangandi
álopsspælarin hevði trupul
leikar at vera við í spælinum,
men hesa ferð bilti ikki, og
bólturin fór í málið aftanfyri
trygga Jákup Mikkelsen.
Sveinaroyndina
stóð
nýggja KÍ liðið eftir steðgin.
B36 legði bragdligari fyri,
og KÍ noyddist at seta fleiri
nýggjar menn á vøllin. Sum
umfarið leið, mentist heima
liðið aftur, og fram ímóti
dystarenda var spenningurin
ofta
størri
frammanfyri
málið hjá favorittunum, enn
hann var í hinum endanum.
Tað boðaði frá, at KÍ
hevur verið á botni og vent
og ætlar at fóta sær. At B36
er topplið, ivast eingin í.
Heldur ikki viðhaldsfólkini,
sum í góðveðrinum ikki
vóru nøgd við hugburðin og
avrikið hjá teirra monnum.
KÍ-B36 1-1 (1-1):
KÍ hevur verið á
botni og vent
B36
KÍ
Tað tók fast, at Sylla noyddist út við skaða. Ístaðin varð Bergur Midjord fluttur á toppin, tá misti
B36 nógv av gjøgnumbrotsstyrki í borðinum
Mynd: Álvur Haraldsen