týsdagur 29. mai 2007síða 28
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
[ Nr. 100 - 29. mai 2007 ]
Atli fekk fyrsta málið
Á pappírinum var uppgávan hjá Frem yvirkomilig, tá
ið teir í gjár møttu Brabrand í donsku 1. deild í
fótbólti. Frem gjørdi eisini bart, og vann ein tryggan 4-
1 sigur. Føroyski landsliðsspælarin Atli Danielsen
skeyt málið til 1-0, tá ið bert ein minuttur var farin av
dystinum. Hetta var fyrsta málið hjá Atla fyri danska
felag sítt.
Frem liggur eftir dystirnar um vikuskiftið á áttanda
plássi í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Fýra dystir
eru eftir at spæla.
Frá 14. plássi til niðurflyting
Tað er ikki ofta vit síggja eitt lið flyta heili fýra pláss skeiva vegin í
einari deild. Hetta gjørdist tó beiski veruleikin hjá italska felagnum
Chievo um vikuskiftið. Heldur óheppið var hetta á seinasta leikdegi, og
enn óhepnari kostaði hetta teimum eina kvittan uppá eina niðurflyting.
Undan seinasta umfarinum lógu teir nummar 14, og teimum var so
gott sum tryggjað pláss í deildini komandi kappingarár. Men eitt tap í
botnuppgerðini ímóti Catania, sumstundis við at botnliðini Parma,
Reggina og Siena vunnu teirra dystir, hevið við sær, at tað var Chievo, ið
endaði við at sita við svartaperi í hondini. Saman við Chievo mugu
Ascoli og Messina ganga tungu leiðina niður í Seriu B.
Sundalagsmenn vóru
væl betri allan fyrra
hálvleik, men tóktist
ikki vera sinnaðir
at geva seg fult og
heilt fyri sigurin.
Gøtumenn hinvegin
vístu, at teir vildu
stríðast fyri eina
stiginum, sum teir at
enda eisini fingu
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Tað verður ikki nógv long-
ur, at EB/Streymur er odda-
lið í Formuladeildini. Í
hvussu so er ikki, um metast
skal út frá viljanum til at
stríðast fyri sigrinum. Fót-
bóltsspæl vísti felagsliðið
frálíkt í fyrra hálvleiki, men
í seinna hekk tað ikki líka
væl saman hjá Sundalags-
monnum. Men tá tað ikki
riggar at spæla, so ber altíð
til at stríðast.
Hetta gjørdu sundalags-
menn tó ikki. Hinvegin
stríddust teir gulu og bláu
manniliga. Tá tíggju minutt-
ir restaðu av dystinum – og
bara tíggju GÍ-leikarar vóru
eftir á vøllinum – fekk GÍ
løn fyri stríðið, tá Pól
Jóhannus Justinussen stút-
aði bóltin í netið, soleiðis at
dysturin endaði við javn-
leiki 1-1.
EB/Streymur
á tí mesta
Fyrri hálvleikur var ein fín
fótbóltsuppliving. GÍ vísti
millum lítið og einki, men
EB/Streymur spæla frálíkan
fótbólt. Teir lótu bóltin
arbeiða fyri seg, fluttu hann
væl runt sína millum. Somu-
leiðis lá eisini væl fyri at
variera spæli soleiðis, at tað
annaðhvørt var við skjótum
og stuttum sendingum, ella
at bólturin var fluttur heilt
út í borðið, har oftast Gert
Hansen royndi seg við long-
um bóltum tvørtur um vøll-
in.
Tíverri fyri GÍ mátti Sám-
al Joensen lata seg skifta út
eftir bara tíggju minuttir, og
hetta var møguliga ein
orsøk til, at liðið einki hevði
at bjóða upp á í fyrra hálv-
leiki.
Stóran hálvan tíma inn í
dystin eydnaðist tað sunda-
lagsmonnum at fáa bóltin í
netið.
Tað var Brian Olsen, sum
seinastu dystirnar er byrjað-
ur inni, ið skoraði málið,
eftir eitt frálíkt kontraálop,
sum Hans Pauli Samuelsen
setti í gongd, tá hann vann
bóltin á egnari hálvu. Hann
gav bóltin víðari til Hanus
Eliasen, sum við eini frá-
líkum bólti inn um verjuna
sendi Brian Olsen avstað.
Sendingin var um at gerast
ov long, men maðurin úr
Tjørnuvík tveitti seg fram
og takklaði bóltin í netið.
Eitt kontraálop eftir bókini.
Undan hesum hevði Leif
Niclasen havt tvær fínar
royndir eftir frísparksinn-
legg, og við eitt sindur
meiri
hepni
førdi
EB/
Streymur við meiri enn ein-
um máli í steðginum.
Brenna brotsspark
og fáa útvísing
Í seinna hálvleiki gekk ikki
líka væl hjá EB/Streymi.
Gøtumenn
vóru
meiri
ágrýtnir nú, og tað órógvaði
smáspæli hjá EB/Streymi,
at bólthavarin beinanvegin
var lagdur undir øgiligt
trýst.
Tíðliga í seinna hálvleiki
fekk GÍ brotsspark, tá bólt-
urin rakti armin á Gert
Hansen. Poul Ennigarð tók
sær av hesum, men buldraði
bóltin á tvørtræið og skoraði
ikki.
GÍ trýsti tó fyri at fáa
útjavnandi
málið.
Men
hóast teir vóru ágrýtnir og
væl megnaðu at órógva smá-
spæli hjá EB/Streymi, so
fekk GÍ ikki spælt seg til
teir stóru kjansirnar.
Hinvegin eydnaðist tað
EB/Streymi at koma fram
til nakrar kjansir. Hetta eftir
einmansavrik
frá
Hans
Paula Samuelsen, har hann
fyrst krúllaði seg framvið
Niclas Niclasen og royndi
seg við skoti, sum Geza
Turi vardi fyri við beininum.
Síðani eftir kvikar driblingar
á baklinjuni, har skotroyndin
tók á stongina, og eina aðru
ferð legði hann bóltin inn í
feltið, har ikki færri enn
tríggir EB/Streymar royndu
seg uttan eydnu.
Hesir báðir síðst nevndu
kjansir komu, tá umleið
hálvur tími var spældur.
Stutt frammanundan hesum
varð Niclas Niclasen vístur
av vøllinum, eftir sítt seinna
gula kort.
Við einum manni færri á
vøllinum, eydnaðist tað tó
at fáa mál. Pól Jóhannus
Justinussen stútaði frísparks-
innlegg í netið. Eitt fínt mál
frá fyrrverandi NSÍ-arinum,
sum nú hevur skorað fýra
dystir á rað. Hann er topp-
skjútti hjá GÍ við fimm mál-
um, og vert er at leggja til
merkis, at seinastu fýra mál-
ini øll eru skallaði í netið.
Neyðugt at stríðast
Seinastu minuttirnar trýsti
EB/Streymur fyri at fáa
sigursmáli, men nú var ov
seint at stríðast. Hetta áttu
teir at gjørt nakað fyrr, tí GÍ
megnaði at standa ímóti, so
at dysturin endaði við javn-
leiki 1-1.
Vantandi stríðsviljin kost-
aði í dag sundalagsmonnum
sigurin. Og sundalagsmenn
skulu rokna við, at tað eisini
kann kosta teimum odda-
sessin, um teir ikki ætla at
stríðast fyri honum.
GÍ prógvaði hinvegin, at
stríðsvilji í sjálvum sær
kann bera langt. Móti HB
spældi teir væl og stríddust
– tað gav trý stig. Í gjár
spældu teir minnu væl, men
stríddust kortini – tað gav
eitt stig.
EB/Streymur – GÍ 1-1 (1-0):
Skurarnir stríddu seg
til stig í Streymnesi
– Vit vakna
ov seint
Brian Olsen, sum legði
EB/Streym á odda í
dystinum í gjár, heldur,
at hansara lið átti at
fingið meiri enn eitt
stig burtur úr dysti-
num.
– Vit eiga allan fyrra
hálvleik sum hann var,
hava fleiri kjansir og
teir ongan. Í seinna
hálvleiki detta ov langt
aftur á vøllin, uttan at
vita av tí, men hava
kortini nakrar kjansir.
Ikki minst aftan á, at
teir skora, metir Brian
Olsen.
Fremstu orsøkina til
mista sigurin heldur
Brian vera, at EB/
Streymur vaknar ov
seint.
– Og so eru vit eisini
óhepnir, haldi eg. Vit
spældu betur og burdu
fingið trý stig, sigur
Brian Olsen hjá EB/
Streymi.
– Stríðs-
viljin
funnin
framaftur
Sverri Jacobsen ivast
ikki í, at javnleikurin
og eina stigi móti sunda-
lagsmonnum var uppi-
borin.
– Figtherviljin fekk
inn í aftur dystin. Bein-
anvegin í seinna hálv-
leiki vísti vit, at vit
vildu stríðast, og vit fáa
eisini brotsspark tíðliga.
Hetta brenna vit, men
vit forseta og tað gevur
at enda úrslit. Og soleið-
is sum dysturin tók seg
út, so haldi eg tað var
uppiborið, sigur Sverri
Jacobsen.
Móti HB seinasta
sunnudag stríddu gøtu-
menn seg til sigurs, og í
dag stríddu teir seg til
eitt stig.
– Vit hava mangla
stríðsviljan aðrar dystir
í ár, men hesin stríðs-
viljin sær nú út til at
vera funnin fram aftur,
sigur Sverri Jacobsen.
GÌ
EB/Streymur
EB/Streymur tók ikki av, tá teir høvdu møguleikan at økja um leiðsluna í oddinum á stigatalvuni
Mynd: Sofus Debes Johannesen