Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-29, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. mai 2007síða 28

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 [ Nr. 100 - 29. mai 2007 ] Atli fekk fyrsta málið Á pappírinum var uppgávan hjá Frem yvirkomilig, tá ið teir í gjár møttu Brabrand í donsku 1. deild í fótbólti. Frem gjørdi eisini bart, og vann ein tryggan 4- 1 sigur. Føroyski landsliðsspælarin Atli Danielsen skeyt málið til 1-0, tá ið bert ein minuttur var farin av dystinum. Hetta var fyrsta málið hjá Atla fyri danska felag sítt. Frem liggur eftir dystirnar um vikuskiftið á áttanda plássi í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Fýra dystir eru eftir at spæla. Frá 14. plássi til niðurflyting Tað er ikki ofta vit síggja eitt lið flyta heili fýra pláss skeiva vegin í einari deild. Hetta gjørdist tó beiski veruleikin hjá italska felagnum Chievo um vikuskiftið. Heldur óheppið var hetta á seinasta leikdegi, og enn óhepnari kostaði hetta teimum eina kvittan uppá eina niðurflyting. Undan seinasta umfarinum lógu teir nummar 14, og teimum var so gott sum tryggjað pláss í deildini komandi kappingarár. Men eitt tap í botnuppgerðini ímóti Catania, sumstundis við at botnliðini Parma, Reggina og Siena vunnu teirra dystir, hevið við sær, at tað var Chievo, ið endaði við at sita við svartaperi í hondini. Saman við Chievo mugu Ascoli og Messina ganga tungu leiðina niður í Seriu B. Sundalagsmenn vóru væl betri allan fyrra hálvleik, men tóktist ikki vera sinnaðir at geva seg fult og heilt fyri sigurin. Gøtumenn hinvegin vístu, at teir vildu stríðast fyri eina stiginum, sum teir at enda eisini fingu FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Tað verður ikki nógv long­ ur, at EB/Streymur er odda­ lið í Formuladeildini. Í hvussu so er ikki, um metast skal út frá viljanum til at stríðast fyri sigrinum. Fót­ bóltsspæl vísti felagsliðið frálíkt í fyrra hálvleiki, men í seinna hekk tað ikki líka væl saman hjá Sundalags­ monnum. Men tá tað ikki riggar at spæla, so ber altíð til at stríðast. Hetta gjørdu sundalags­ menn tó ikki. Hinvegin strídd­ust teir gulu og bláu manniliga. Tá tíggju minutt­ ir restaðu av dystinum – og bara tíggju GÍ-leikarar vóru eftir á vøllinum – fekk GÍ løn fyri stríðið, tá Pól Jó­hannus Justinussen stút­ aði bóltin í netið, soleiðis at dysturin endaði við javn­ leiki 1-1. EB/Streymur á tí mesta Fyrri hálvleikur var ein fín fótbóltsuppliving. GÍ vísti millum lítið og einki, men EB/Streymur spæla frálíkan fótbólt. Teir lótu bóltin arbeiða fyri seg, fluttu hann væl runt sína millum. Somu­ leiðis lá eisini væl fyri at variera spæli soleiðis, at tað annaðhvørt var við skjótum og stuttum sendingum, ella at bólturin var fluttur heilt út í borðið, har oftast Gert Hansen royndi seg við long­ um bóltum tvørtur um vøll­ in. Tíverri fyri GÍ mátti Sám­ al Joensen lata seg skifta út eftir bara tíggju minuttir, og hetta var møguliga ein or­søk til, at liðið einki hevði at bjóða upp á í fyrra hálv­ leiki. Stóran hálvan tíma inn í dystin eydnaðist tað sunda­ lagsmonnum at fáa bóltin í netið. Tað var Brian Olsen, sum seinastu dystirnar er byrjað­ ur inni, ið skoraði málið, eftir eitt frálíkt kontraálop, sum Hans Pauli Samuelsen setti í gongd, tá hann vann bóltin á egnari hálvu. Hann gav bóltin víðari til Hanus Eliasen, sum við eini frá­ líkum bólti inn um verjuna sendi Brian Olsen avstað. Sendingin var um at gerast ov long, men maðurin úr Tjørnuvík tveitti seg fram og takklaði bóltin í netið. Eitt kontraálop eftir bókini. Undan hesum hevði Leif Niclasen havt tvær fínar royndir eftir frísparks­inn­ legg, og við eitt sindur meiri hepni førdi EB/ Streym­ur við meiri enn ein­ um máli í steðginum. Brenna brotsspark og fáa útvísing Í seinna hálvleiki gekk ikki líka væl hjá EB/Streymi. Gøtumenn vóru meiri ágrýtnir nú, og tað órógvaði smáspæli hjá EB/Streymi, at bólthavarin beinanvegin var lagdur undir øgiligt trýst. Tíðliga í seinna hálvleiki fekk GÍ brotsspark, tá bólt­ urin rakti armin á Gert Hansen. Poul Ennigarð tók sær av hesum, men buldraði bóltin á tvørtræið og skoraði ikki. GÍ trýsti tó fyri at fáa út­javnandi málið. Men hóast teir vóru ágrýtnir og væl megnaðu at órógva smá­ spæli hjá EB/Streymi, so fekk GÍ ikki spælt seg til teir stóru kjansirnar. Hinvegin eydnaðist tað EB/Streymi at koma fram til nakrar kjansir. Hetta eftir einmansavrik frá Hans Paula Samuelsen, har hann fyrst krúllaði seg framvið Niclas Niclasen og royndi seg við skoti, sum Geza Turi vardi fyri við beininum. Síðani eftir kvikar driblingar á baklinjuni, har skotroyndin tók á stongina, og eina aðru ferð legði hann bóltin inn í feltið, har ikki færri enn tríggir EB/Streymar royndu seg uttan eydnu. Hesir báðir síðst nevndu kjansir komu, tá umleið hálvur tími var spældur. Stutt frammanundan hesum varð Niclas Niclasen vístur av vøllinum, eftir sítt seinna gula kort. Við einum manni færri á vøllinum, eydnaðist tað tó at fáa mál. Pól Jóhannus Justinussen stútaði frísparks­ innlegg í netið. Eitt fínt mál frá fyrrverandi NSÍ-arinum, sum nú hevur skorað fýra dystir á rað. Hann er topp­ skjútti hjá GÍ við fimm mál­ um, og vert er at leggja til merkis, at seinastu fýra mál­ ini øll eru skallaði í netið. Neyðugt at stríðast Seinastu minuttirnar trýsti EB/Streymur fyri at fáa sigursmáli, men nú var ov seint at stríðast. Hetta áttu teir at gjørt nakað fyrr, tí GÍ megnaði at standa ímóti, so at dysturin endaði við javn­ leiki 1-1. Vantandi stríðsviljin kost­ aði í dag sundalagsmonnum sigurin. Og sundalagsmenn skulu rokna við, at tað eisini kann kosta teimum odda­ sessin, um teir ikki ætla at stríðast fyri honum. GÍ prógvaði hinvegin, at stríðsvilji í sjálvum sær kann bera langt. Móti HB spældi teir væl og stríddust – tað gav trý stig. Í gjár spældu teir minnu væl, men stríddust kortini – tað gav eitt stig. EB/Streymur – GÍ 1-1 (1-0): Skurarnir stríddu seg til stig í Streymnesi – Vit vakna ov seint Brian Olsen, sum legði EB/Streym á odda í dystinum í gjár, heldur, at hansara lið átti at fing­ið meiri enn eitt stig burtur úr dysti­ num. – Vit eiga allan fyrra hálvleik sum hann var, hava fleiri kjansir og teir ongan. Í seinna hálv­leiki detta ov langt aftur á vøll­in, uttan at vita av tí, men hava kort­ini nakr­ar kjansir. Ikki minst aftan á, at teir skora, metir Brian Olsen. Fremstu orsøkina til mista sigurin heldur Brian vera, at EB/ Streym­ur vaknar ov seint. – Og so eru vit eisini óhepnir, haldi eg. Vit spældu betur og burdu fingið trý stig, sigur Brian Olsen hjá EB/ Streymi. – Stríðs- viljin funnin framaftur Sverri Jacobsen ivast ikki í, at javnleikurin og eina stigi móti sunda­ lagsmonnum var uppi­ borin. – Figtherviljin fekk inn í aftur dystin. Bein­ anvegin í seinna hálv­ leiki vísti vit, at vit vildu stríðast, og vit fáa eisini brotsspark tíðliga. Hetta brenna vit, men vit forseta og tað gevur at enda úrslit. Og so­leið­ is sum dysturin tók seg út, so haldi eg tað var uppiborið, sigur Sverri Jacobsen. Móti HB seinasta sunnudag stríddu gøtu­ menn seg til sigurs, og í dag stríddu teir seg til eitt stig. – Vit hava mangla stríðs­viljan aðrar dyst­ir í ár, men hesin stríðs­ viljin sær nú út til at vera funnin fram aftur, sigur Sverri Jacob­sen. GÌ EB/Streymur EB/Streymur tók ikki av, tá teir høvdu møguleikan at økja um leiðsluna í oddinum á stigatalvuni Mynd: Sofus Debes Johannesen