Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-29, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. mai 2007síða 27

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 [ Nr. 100 - 29. mai 2007 ] Lyngby mist av leiðsluni Fyri nøkrum vikum síðani tóktist Lyngby hava beina kós ímóti donsku superliguni, men tveir javnleikir á rað hava havt við sær, at liðið hevur mist burtur av síni tryggu leiðslu. Lyngby er tó fimm stig frammanfyri næstu liðini, og tað eru bert fýra dystir eftir at spæla, so tað skal ganga illa hjá liðnum, har Christian Lamhauge Holst er ein av spælarunum, um uppflytingin skal kiksa. Um vikuskiftið spældi Lyngby javnleik ímóti Kolding. Benitez vil hava Malouda Enskir fjølmiðlar skriva, at Liverpool-venjarin Rafael Benitez roynir at fáa franska landsliðsspælaran Florent Malouda til felagið. Malouda spældi við á franska landsliðnum, sum kom í HM-finaluna í fjør, og dagliga spælir hann fyri franska felagið Lyon. Liverpool skal hava givið Lyon eitt boð upp á 110 milliónir krónur fyri Malouda, sum varð kosin til ársins spælara í Fraklandi seinasta kappingarár. Fjórði sigurin á rað varð vunnin í­móti sandoyingum, sum vóru so mikið jánkas­ ligir, at teir tóktust frí­ganga um hví­tusun­ nuna Fótbóltur Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Tað er háspenningur í luft- ini í og kring NSÍ. Í gjár vann fótbóltsflaggskipið fjórða landskappingardystin á rað, og nú er bara eitt stig fram í oddin. Um teir gulu og svørtu megna avbjóðingina at lyfta seg heilt upp á toppin, bar ikki til at staðfesta 2. hvítu- sunnudag. Mótstøðuliðið av Sandi kundi ikki brúkast sum barometur fyri at finna út av toppdygdunum hjá NSÍ. Sandoyingar tóktust hava fingið skeiva beinið fyrst út um songarstokkin – um teir yvirhøvur vóru útpurraðir! Teir vóru lítið nærlagdir í nærdystunum, vunnu ong- antíð næstu bóltarnar, fluttu seg ikki fyri hvørjum øðr- um, tá ið teir høvdu møgu- leika at fara í álop, og tá ið teir royndu við longum sendingum fram til einsa- malla Clayton Soares bar illa til, tí NSÍ miðverjan tók sær væl av vandamikla manninum. Eftir steðgin varð Símun Hansen í roynd at fáa størri tyngd í álopspartin settur fram við síðuna av Clayton. Tað tóktist bøta eitt vet um tann partin, men bara í eina lítla løtu, og tá ið NSÍ hevði økt um leiðsluna til 2-0, var púrt eingin broddur í gest- unum. Í NSÍ miðverjuni var nýggj manning. Liðformað- urin Óli Hansen, sum hevur verið mest eyðsýndi NSÍ spælarin higartil í ár, noydd- ist orsaka av sjúku at geva avboð. Einar Hansen varð fluttur av vongverjanum og í miðverjuna, har hann sam- an við einum øðrum ungum manni, Johan Troest David- sen, greiddi uppgávuna til fulnar, meðan veteranurin Sjúrður Jacobsen tók sær av vongverjanum. Óneyðugur spenningur Heimaleiðslan var bara eitt mál, inntil tað restaði minni enn ein hálvur tími. Tá ið munurin er so lítil, er møgu- leiki fyri, at mótstøðuliðið burtur úr ongum skal fáa mál og harvið stinga av við einum stigi. Tí varð tað óneyðuga spennandi hjá heimaáskoð- arunum. Andy Olsen setti hol á, tá ið hann tamdi eftir blokeraða skotroynd og heg- nisliga lyfti upp um U 21 málverjan Símun Rógva Hansen. So svam NSÍ í leikligari yvirvág og nær við og næst- an støðum, sum stóðust av góðum flytingum og ofta fínum eyga fyri at spæla í tómrúmini. At teir ikki megnaðu at umseta yvirvág- ina til økta leiðslu komst partvís av, at B71 var væl skipað kring egnan brots- teig. Men tað komst eisini av, at NSÍ hevur trupulleikar í at umseta leikliga yvirvág til úrtøku. Hetta síðsta hevur kostað higartil í ár, og tað kosaði eisini fyrsta stóra tíman í gjár. Andersson, Elttør og Frederiksberg eru keyptir til Løkin fyri at skjóta mál, men tað er so sum so við tí partinum. Andersson fekk aftur he- sa ferð allar møguleikarnar í deyðbóltsstøðum. Eftir stórt korter var tætt við, at hann sendi fríspark í málið, men heldur ikki meiri enn tað. Miðskeiðis í 2. hálvleiki varð brasilski toppskjúttin feldur, tá ið hann sneiddi framvið B71 verjuni. Dóm- arin bríkslaði fyri brotsspar- ki, sum álopsspælarin sjálv- ur umsetti til mál. So var tað avgjørt, at øll stigini fóru at verða við Løkin. Tá ið tað restaði lítil løta skifti NSÍ venjarin tríggjar ungar spælarar inn. Hann skuldi kanska havt gjørt onkra av skiftingunum fyrri enn so. Øssur Dalbúð, sum hevur gott máltev og leygardagin hevði skorað á næstbesta liðnum, staðfesti heimasigurin í síðstu sekun- dunum, tá ið hann umvegis tvørtræið og eftir innlegg úr vinstru frá arbeiðssama Hjalgrími Elttør skoraði til 3-0. Tá høvdu sandoyingar longu pakkað saman og staðfest, at ímóti NSÍ tyk- jast teir fáa lítið burtur úr í ár. Tíðliga í ár mistu teir á heimavølli javnleikin á stokkinum, og hesa ferð høvdu teir einki at siga. Í NSÍ leguni var hugaliga staðfestingin, at tað nú bara er eitt stig upp á toppin. Tað stigið átti tað at verið møgu- leiki fyri at tikið, sum tað líður út á summarið! B71 NSÍ NSÍ-B71 3-0 (1-0): NSÍ sigursrøðin heldur fram 3KANSAVEGUR 0OSTRÞM &/ 4ØRSHAVN 4EL &AKS WWWTUNNILFOWWWSANSIRFO JUNIVER¡URNØGVBÓLIGARIATKOYRAGJ’GNUMUNDIRSJØVARTUNLARNARBÉ¡AR &ER¡ANDIÓ6ÉGA OG.OR¡OYATUNLINUM I¡FER¡ASTSTAKFER¡IRELLAVI¡KUBBA SKULUGJALDAUMLEI¡PROSENTMINNIFYRIFER¡IRSÓNARFRÉJUNI­RSHALDI¡LKKARPROSENTFRÉSAMADEGI !VSLÉTTURINERSJÉLVVIRKANDIFYRITEY I¡HAVAHALDFRAMMANUNDAN SOLEI¡ISATMINNIVER¡URTIKI¡FYRIHV’NNTÞRIN EFTIRATPRÓSURINERLKKA¡UR(ETTASVARARTIL ATFYRIHV’RJARTÞRAR I¡VØRUEFTIRÉKONTUNI VER¡URTÞRURLAGDURAFTURAT BÓLIGARI .OR¡OYATUNNILINOG6ÉGATUNNILIN 0RÓSTALVA /RSAKA¡AVEINARIVAKSANDIARBEI¡SBYR¡UHJÉAVGREI¡SLUOKKARA HAVANEVNDIRNARSAMTYKT ATAVGREI¡SLUGJ’LDSKULUTAKASTFYRIÉVÓSARTNASTUR .âGGJUAVGREI¡SLUGJ’LDINIERU sKRFYRIFYRIBILSmYTINGAVKUBBAMILLUMBILAR sKRFYRIAVGREI¡SLUAVTÞRUMHJÉBILUM SUMHAVAHALD MENHAVAKOYRTUTTANKUBBA ELLAHARHALDI¡HEVURVERI¡ÓEFTIRST’¡U sKRFYRIKONTUAVRITOGTÞRÞTSKRIFT /MANFYRISTANDANDIBROYTINGARERUFRAMDARÓVI¡SKIFTATREYTUMFELAGSINSOGERUGALDANDIFRÉJUNI3ÓEISINIVI¡SKIFTATREYTIRNARÉWWWTUNNILFO TÞRURKRTR    TÞRURKRTR        TÞRURKRTR        TÞRURKRTR     ­RSHALDKRM¡R    3’LUPRÓSURKR "ILARUPPTILKG STYTTRIENNM +OSTNA¡URFYRIHALD "ILARMILLUMOG M +OSTNA¡URFYRIHALD "ILARYVIR M +OSTNA¡URFYRIHALD $EPOSITUMFYRIKUBBA 'EVGTUR  3AMLA¡URPRÓSURFYRIHALDVI¡TÞRUM TÉI¡MÉNA¡ARAVSLÉTTURVER¡URROKNA¡URUPPÓ-ÉNA¡ARAVSLÉTTURKRVER¡URLATINPRIVATKUNDUM I¡KOYRAMINSTTÞRARÓEINUMKALENDARAMÉNA¡A VI¡SAMABILIÓSAMATUNLI3PARINGINERTÉ  3AMLA¡URPRÓSURFYRIÉRI¡(ALDI¡VER¡URTEKNA¡FYRIÉRÓSENNOGKANNIKKISIGASTUPP'JALDASTSKALMÉNA¡ARLIGAFORÞTGJ’GNUM'3 AVTALU­RSHALDVER¡URTEKNA¡FYRIHV’NNTUNNILINSR Øssur Dalbúð hevur júst økt um NSÍ leiðsluna til 3-0 ímóti B71. At talan er um nýtt NSÍ ættarlið sæst væl. Mynd: Jonhard Hammer