Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-29, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. mai 2007síða 36

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 100 - 29. mai 2007 Námsfrøðingur til Frítíðarskúlan í Fuglafirði Frítíðarskúlin í Fuglafirði søkir eftir náms­ frøðingi, at arbeiða 30 tímar um vikuna, frá 14 august 2007. Frítíðarskúlin heldur til í skótahúsinum »Kambur«, á Kambsdali og er ætlaður børn­ um, sum ganga í 1. og 2. flokki. Vit bjóða: • áhugavert og avbjóðandi starv • rúm fyri nýhugsan • náttúruvakurt umhvørvi Vit vænta at tú: • kann taka ábyrgd • dámar væl at vera úti • dugir væl at samskifta og samstarva Lønin verður sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgev­ arafelag Føroya. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jógvan Philbrow leiðara telefon: 73 77 91. Umsóknir saman við avritum av prógvum og viðmælum skulu vera býráðsskrivstovuni í hendi í seinasta lagi 15. juni 2007 kl. 10.00. Umsóknir skulu sendast til: Fuglafjarðar Kommuna, Norður í Gerði 10B, FO­530 Fugla­ fjørður. Býráðið skilir sær rætt til at velja millum inn­ komnu umsóknirnar ella onga at taka. Fuglafjarðar Kommuna Felagið 25 ár Fríggjadagin 1.juni verður felagið 25 ár. Í sambandi við dagin hevur felagið móttøku í húsum felagsins í Tungugøtu 1 fríggjadagin 1. juni – kl.15.00 – 17.00 Nevndin Pedagogar til Dagstovnin á Flatinum Vit søkja eftir pedagogum til stovurnar: • á Túvu við 18 børnum í aldrinum 3 – 5 ár • á Mýru við 18 børnum í aldrinum 5 – 7 ár • á Bakka við børnum úr 1, 2 og 3 flokki at byrja 6. august ella eftir nærri avtalu. Størvini eru 30 – 35 t um vikuna og arbeiðstíðin er ímillum 7.15 og 17.15. Vit ynskja • at tú kanst skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, • at tú kanst taka ábyrgd og virka í góðum samstarvi við starvsfelagaðar og foreldur • at tú sært møguleikar og avbjóðingar, sum eru í náttúruni • at tú verður við til at mynda og menna okkara pedagogiska umhvørvið Vit kunnu bjóða eitt áhugavert starv, har tú fært møguleika at gera tína ávirkan galdandi og har tú saman við góðum pedagogum og hjálparfólkum ert við til at byggja upp eitt spennandi pedagogiskt um­ hvørvi á einum nýggjum stovni. Setanarviðurskifti: Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið á lønarstigi 11 – 17. Um ongin pedagogur søkir, verða hjálparfólk sett tíðaravmarkað. Meira fæst at vita: um størvini við at tosa við Rosu Prestá leiðara á tlf 471030/771030 ella Sólrún Dam varaleiðara á tlf 471034 Umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 14 juni 07 og sendast til Dagstovnurin á Flatinum Skúlavegur 9 400 Oyrarbakka Um stovnin: Vit eru 85 børn í aldrinum 0 – 10 ár og 23 starvsfólk. Stovnurin er skipaðar í 2 vøggustovur, 2 barnagarðsstovur og 1 frí­ tíðarstova. Umstøðurnar á stovninum eru sera góðar bæði innan og uttandura, hvør barnastova er ein sjálvstøðug vælútgjørd eind, umframt eitt stórt felagsrúm, viðtaluhølið, serstova og ymisk verkstøð. Økið uttanfyri er stórt við nógvum møguleikum, og stovnurin liggur sera væl fyri t.d. beint við haga og fjøru, við skúla, fimleikarahøll, svimjihøll og góðum busssambandi. Summarfrí Vegna summarfrí verður skrivstovan stongd frá 05. juni til 03. juli 2007. Suðuroyar Sunnari Sjúkrakassi 900 Vágur Várkappríðing Tilmelding til várkappríðingina 2. juni 2007 á tlf. 223022, 210737 ella 226616. Tøltkappingin byrjar kl. 13.00 og kappríðingin byrjar kl. 15.30 Við ríðingakvøðu Vága RíðingarFelag Varaskúlastjórastarv í Kollafjarðar skúla Eitt starv sum varaskúlastjóri í Kolla­ fjarðar skúla verður hervið lýst leyst til setan 1. august 2007. Søkt verður eftir varaskúlastjóra, sum: • undir ábyrgd og í samstarvi við skúlastjóran skal taka lut í teirri fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluni av virkssemi skúlans • hevur góð samstarvsevni og er fyrikomandi og loyalur • er fúsur at taka á seg uppgávur í samstarvi við og eftir fyriskipan skúlastjórans Harumframt skal varaskúlastjórin: • vera næsti medarbeiðari skúlastjórans • saman við skúlastjóranum átaka sær fyrisitingarliga ábyrgd • undir fráveru skúlastjórans hava ábyrgdina av leiðslu skúlans • vera førur fyri at loysa trupulleikar • saman við skúlastjóranum skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri medávirkan og medábyrgd Førleikakrøv: Umsøkjarin skal hava fólkaskúlalæraraútbúgv­ ing og starvsroyndir í fólkaskúlanum. Lønar­ og setanartreytir: Starvið verður lønt í lønarflokki 32.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag og verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at tann sum sett/­ur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Umsóknir: Umsóknir við c.v. og avriti av prógvum skal sendast til Kollafjarðar skúla att. Karin Hammer Botnavegi 2, 410 Kollafirði og skulu vera skúlaleiðaranum í hendi í seinasta lagi hósdagin 14. juni kl. 12.00. Nærri fæst at vita um starvi frá Karin Hammer, skúlaleiðara, á tlf. 302553 ella 221407 Kollafjarðar skúli hevur komandi skúlaár uml. 140 næmingar í 1. – 9. flokki og uml. 15 lærarar. lýsingar