týsdagur 29. mai 2007síða 36
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 100 - 29. mai 2007
Námsfrøðingur
til Frítíðarskúlan í Fuglafirði
Frítíðarskúlin í Fuglafirði søkir eftir náms
frøðingi, at arbeiða 30 tímar um vikuna, frá 14
august 2007.
Frítíðarskúlin heldur til í skótahúsinum
»Kambur«, á Kambsdali og er ætlaður børn
um, sum ganga í 1. og 2. flokki.
Vit bjóða:
• áhugavert og avbjóðandi starv
• rúm fyri nýhugsan
• náttúruvakurt umhvørvi
Vit vænta at tú:
• kann taka ábyrgd
• dámar væl at vera úti
• dugir væl at samskifta og samstarva
Lønin verður sambært sáttmála millum Føroya
Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgev
arafelag Føroya. Meira fæst at vita um starvið
við at venda sær til Jógvan Philbrow leiðara
telefon: 73 77 91.
Umsóknir saman við avritum av prógvum og
viðmælum skulu vera býráðsskrivstovuni í
hendi í seinasta lagi 15. juni 2007 kl. 10.00.
Umsóknir skulu sendast til: Fuglafjarðar
Kommuna, Norður í Gerði 10B, FO530 Fugla
fjørður.
Býráðið skilir sær rætt til at velja millum inn
komnu umsóknirnar ella onga at taka.
Fuglafjarðar
Kommuna
Felagið 25 ár
Fríggjadagin 1.juni verður felagið 25 ár.
Í sambandi við dagin hevur felagið móttøku
í húsum felagsins í Tungugøtu 1
fríggjadagin 1. juni – kl.15.00 – 17.00
Nevndin
Pedagogar til
Dagstovnin á Flatinum
Vit søkja eftir pedagogum til stovurnar:
• á Túvu við 18 børnum í aldrinum 3 – 5 ár
• á Mýru við 18 børnum í aldrinum 5 – 7 ár
• á Bakka við børnum úr 1, 2 og 3 flokki
at byrja 6. august ella eftir nærri avtalu.
Størvini eru 30 – 35 t um vikuna og arbeiðstíðin
er ímillum 7.15 og 17.15.
Vit ynskja
• at tú kanst skapa ein fjølbroyttan og tryggan
gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri tí
einstaka barninum,
• at tú kanst taka ábyrgd og virka í góðum
samstarvi við starvsfelagaðar og foreldur
• at tú sært møguleikar og avbjóðingar, sum
eru í náttúruni
• at tú verður við til at mynda og menna
okkara pedagogiska umhvørvið
Vit kunnu bjóða
eitt áhugavert starv, har tú fært møguleika at
gera tína ávirkan galdandi og har tú saman við
góðum pedagogum og hjálparfólkum ert við til
at byggja upp eitt spennandi pedagogiskt um
hvørvi á einum nýggjum stovni.
Setanarviðurskifti: Lønin er sambært sáttmála
millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala
Arbeiðsgevarafelagið á lønarstigi 11 – 17.
Um ongin pedagogur søkir, verða hjálparfólk
sett tíðaravmarkað.
Meira fæst at vita: um størvini við at tosa við
Rosu Prestá leiðara á tlf 471030/771030 ella
Sólrún Dam varaleiðara á tlf 471034
Umsókn við avriti av prógvi og møguligum
viðmælum, skulu vera okkum í hendi í seinasta
lagi hósdagin 14 juni 07 og sendast til
Dagstovnurin á Flatinum
Skúlavegur 9
400 Oyrarbakka
Um stovnin: Vit eru 85 børn í aldrinum 0 – 10 ár og 23 starvsfólk.
Stovnurin er skipaðar í 2 vøggustovur, 2 barnagarðsstovur og 1 frí
tíðarstova. Umstøðurnar á stovninum eru sera góðar bæði innan
og uttandura, hvør barnastova er ein sjálvstøðug vælútgjørd eind,
umframt eitt stórt felagsrúm, viðtaluhølið, serstova og ymisk verkstøð.
Økið uttanfyri er stórt við nógvum møguleikum, og stovnurin liggur
sera væl fyri t.d. beint við haga og fjøru, við skúla, fimleikarahøll,
svimjihøll og góðum busssambandi.
Summarfrí
Vegna summarfrí verður skrivstovan
stongd frá 05. juni til 03. juli 2007.
Suðuroyar Sunnari Sjúkrakassi
900 Vágur
Várkappríðing
Tilmelding til várkappríðingina 2. juni
2007 á tlf. 223022, 210737 ella 226616.
Tøltkappingin byrjar kl. 13.00 og
kappríðingin byrjar kl. 15.30
Við ríðingakvøðu
Vága RíðingarFelag
Varaskúlastjórastarv
í Kollafjarðar skúla
Eitt starv sum varaskúlastjóri í Kolla
fjarðar skúla verður hervið lýst leyst til
setan 1. august 2007.
Søkt verður eftir varaskúlastjóra, sum:
• undir ábyrgd og í samstarvi við skúlastjóran
skal taka lut í teirri fyrisitingarligu og
námsfrøðiligu leiðsluni av virkssemi skúlans
• hevur góð samstarvsevni og er fyrikomandi
og loyalur
• er fúsur at taka á seg uppgávur í samstarvi við
og eftir fyriskipan skúlastjórans
Harumframt skal varaskúlastjórin:
• vera næsti medarbeiðari skúlastjórans
• saman við skúlastjóranum átaka sær
fyrisitingarliga ábyrgd
• undir fráveru skúlastjórans hava ábyrgdina av
leiðslu skúlans
• vera førur fyri at loysa trupulleikar
• saman við skúlastjóranum skapa virðing fyri
skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri
medávirkan og medábyrgd
Førleikakrøv:
Umsøkjarin skal hava fólkaskúlalæraraútbúgv
ing og starvsroyndir í fólkaskúlanum.
Lønar og setanartreytir:
Starvið verður lønt í lønarflokki 32.1 sambært
avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya
Lærarafelag og verður sett sum sáttmálasett
starv, uttan so, at tann sum sett/ur verður, er
tænastumannasettur lærari frammanundan.
Umsóknir:
Umsóknir við c.v. og avriti av prógvum skal
sendast til
Kollafjarðar skúla
att. Karin Hammer
Botnavegi 2, 410 Kollafirði
og skulu vera skúlaleiðaranum í hendi í seinasta
lagi hósdagin 14. juni kl. 12.00.
Nærri fæst at vita um starvi frá Karin Hammer,
skúlaleiðara, á tlf. 302553 ella 221407
Kollafjarðar skúli hevur komandi skúlaár uml. 140
næmingar í 1. – 9. flokki og uml. 15 lærarar.
lýsingar