Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-29, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. mai 2007síða 43

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sum bústaður telist Billund millum teir gomlu í Danmark, men navnið er nógv yngri og stavar - sera hóskandi - frá einum flogkykti Billund Árni Joensen: arni@sosialurin.fo Tað eru mong, eisini danir, sum ikki vita, hvaðani býurin Billund hevur sítt navn, og tað eru eisini mong, sum spyrja - og tað av røtt­ um, um navnið skal stavast Bil­ lund ella Bilund. Á heimasíðuni hjá kommununi skrivar søgumaðurin Peter Jensen, at tað finnast tvey dømi um staðar­ navnið Billund. og bæði eru í Jyllandi. Tað Billund, sum vit kenna í dag, er minst 450 ára gam­ alt sum staðarnavn, skrivar hann, men sum bústaður er staðið nógv eldri enn so, tí har eru funnur lut­ ir, ið stava frá steinøldini. Sum so mangir aðrir danskir býir hevur Billund sum uppruna í landbúnaðinum, og í skjølum frá 1780-unum sæst, at tá vóru átta bóndagarðar í bygdini. Bøndurnir dyrkaðu rug, men teir høvdu eisini neyt og seyð. Vanligt var, at ungir dreingir sótu hjá seyðinum fyri at verja hann ímóti teimum villu úlvunum, og soleiðis var tað til 1813, tá tann seinasti villi úlv­ urin bleiv skotin. Men bøndurnir høvdu eisini eina aðra vinnugrein, og tað var at ala býflugur. Hetta var ein týðandi inntøkukelda hjá bøndrunum, sum fingu pengar burtur úr hún­ ang­inum frá býflugunum. Býflugualingin var ein týðandi partur av gerandisdegnum í Bil­ lund til fyri umleið hundrað árum síðani, og í 1930-árunum fór hend­ an sermerkta vinnugreinin fyri bakka. Men tá hevði býflugan havt so stóran týdning fyri bygd­ ina upp ígjøgnum øldir, at býurin fekk navn eftir hesum surrandi flog­kyktinum. Men hvussu stavast navnið so? Almenna stavsetingin er sum kunn­ugt Billund, men navnið er kortini ikki sett saman av orðunum bil og lund, sum stavsetingin kundi bent á. Út frá staðfestingini av, at navnið stavar frá býfluguni, skuldi tað bara havt eitt l, og í einum kongaligum skjali frá 1637 stendur eisini, at bygdin eitur Bilund. Og tað hevði ivaleyst verið tað rætta. Løgd saman Billund kommuna er ein av teim­ um smáu kommununum í Dan­ mark, um støddin verður mett eft­ ir fólkatalinum. Tá Fólkatingið samtykti at skerja kommunutalið munandi við at leggja kommunur saman í størri eindir, slapp Billund komm­ una heldur ikki undan broytingum. Hon varðveitti kortini navnið, men bleiv løgd saman við granna­ kommununi Grindsted frá 1. jan­ uar í ár. Í vídd er Billund kommuna 540 ferkilometrar, og nú 1. mai búðu 26.146 fólk í kommununi. Sum í so nógvum øðrum komm­ unum í Miðjyllandi er Vinstri sterk­ur í Billund kommunu, og á seinasta kommunuvali fekk flokk­ urin meiri enn helmingin av teim­ um góðkendu atkvøðunum. Borg­ arstjóri er vinstramaðurin Ib Krist­ ensen. Í dag er Billund ein nútímans danskur býur við alskyns tilboðum innan útbúgving, ansing, mentan, almannaveitingar og á øðrum økj­ um. Men tað eru floghavnin og vinnulívið, sum hava sett býin á Danmarkar- og Evropakortið, og tað venda vit aftur til í komandi bløðum. Flogbýurin sum fekk navn av flogkykti Puntur nummar 15 av 23