týsdagur 29. mai 2007síða 43
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sum bústaður telist
Billund millum teir gomlu
í Danmark, men navnið er
nógv yngri og stavar - sera
hóskandi - frá einum
flogkykti
Billund
Árni Joensen:
arni@sosialurin.fo
Tað eru mong, eisini danir, sum
ikki vita, hvaðani býurin Billund
hevur sítt navn, og tað eru eisini
mong, sum spyrja - og tað av røtt-
um, um navnið skal stavast Bil-
lund ella Bilund.
Á heimasíðuni hjá kommununi
skrivar søgumaðurin Peter Jensen,
at tað finnast tvey dømi um staðar-
navnið Billund. og bæði eru í
Jyllandi. Tað Billund, sum vit
kenna í dag, er minst 450 ára gam-
alt sum staðarnavn, skrivar hann,
men sum bústaður er staðið nógv
eldri enn so, tí har eru funnur lut-
ir, ið stava frá steinøldini.
Sum so mangir aðrir danskir
býir hevur Billund sum uppruna í
landbúnaðinum, og í skjølum frá
1780-unum sæst, at tá vóru átta
bóndagarðar í bygdini. Bøndurnir
dyrkaðu rug, men teir høvdu
eisini neyt og seyð. Vanligt var, at
ungir dreingir sótu hjá seyðinum
fyri at verja hann ímóti teimum
villu úlvunum, og soleiðis var tað
til 1813, tá tann seinasti villi úlv-
urin bleiv skotin.
Men bøndurnir høvdu eisini
eina aðra vinnugrein, og tað var at
ala býflugur. Hetta var ein týðandi
inntøkukelda
hjá
bøndrunum,
sum fingu pengar burtur úr hún-
anginum frá býflugunum.
Býflugualingin var ein týðandi
partur av gerandisdegnum í Bil-
lund til fyri umleið hundrað árum
síðani, og í 1930-árunum fór hend-
an sermerkta vinnugreinin fyri
bakka. Men tá hevði býflugan
havt so stóran týdning fyri bygd-
ina upp ígjøgnum øldir, at býurin
fekk navn eftir hesum surrandi
flogkyktinum.
Men hvussu stavast navnið so?
Almenna stavsetingin er sum
kunnugt Billund, men navnið er
kortini ikki sett saman av orðunum
bil og lund, sum stavsetingin
kundi bent á. Út frá staðfestingini
av, at navnið stavar frá býfluguni,
skuldi tað bara havt eitt l, og í
einum kongaligum skjali frá 1637
stendur eisini, at bygdin eitur
Bilund.
Og tað hevði ivaleyst verið tað
rætta.
Løgd saman
Billund kommuna er ein av teim-
um smáu kommununum í Dan-
mark, um støddin verður mett eft-
ir fólkatalinum.
Tá Fólkatingið samtykti at
skerja kommunutalið munandi
við at leggja kommunur saman í
størri eindir, slapp Billund komm-
una heldur ikki undan broytingum.
Hon varðveitti kortini navnið,
men bleiv løgd saman við granna-
kommununi Grindsted frá 1. jan-
uar í ár. Í vídd er Billund kommuna
540 ferkilometrar, og nú 1. mai
búðu 26.146 fólk í kommununi.
Sum í so nógvum øðrum komm-
unum í Miðjyllandi er Vinstri
sterkur í Billund kommunu, og á
seinasta kommunuvali fekk flokk-
urin meiri enn helmingin av teim-
um góðkendu atkvøðunum. Borg-
arstjóri er vinstramaðurin Ib Krist-
ensen.
Í dag er Billund ein nútímans
danskur býur við alskyns tilboðum
innan útbúgving, ansing, mentan,
almannaveitingar og á øðrum økj-
um. Men tað eru floghavnin og
vinnulívið, sum hava sett býin á
Danmarkar- og Evropakortið, og
tað venda vit aftur til í komandi
bløðum.
Flogbýurin sum fekk
navn av flogkykti
Puntur nummar 15 av 23