Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-29, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. mai 2007síða 44

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 100 - 29. mai 2007 summarkapping 44 Í gjárkvøldið vóru Christian Nagata og Elin Winther Poulsen saman við døtrunum Evu og Mariannu og fingu sær ein bita í Hvonn Brasserie. At kalla alt er broytt á matstovuni eftir umbyggingina á Hotel Tórshavn, og tey fýra lótu væl at nýggju matstovuni. Til forrætt fingu Christian og Elin sær sushi og Bruschette, meðan genturnar fingu sær nachos og Buffalo chicken wings, og sum heild var forrætturin góður. - Ja, hetta var fínasta slag. Bæði sushi og bruschette smakkaðu væl, men sushi kundi smakkað nakað frískari, enn tað gjørdi, siga Christian og Elin. - Nachos og Buffalo wings hjá gentunum var eisini avbera gott, men osturin til nachos átti at vera eitt sindur heitari, siga tey. Eftir hetta kom døgurðin á borðið, og hetta dámdi teimum fýra avbera væl. Elin hevði keypt sær laks og havtasku, Christian hevði valt sær Indian curry, meðan genturnar høvdu biðið um ein burgara og eina pizza. - Hetta var alt fyrsta floks. Bæði fiskurin og indiski rætturin vóru sera góð, og tilrættisleggingin var júst, sum hon skuldi. Maturin hjá gentunum var eisini sera góður, og einasti lítli trupulleikin var burgarin hjá Eva. Hetta hevði verið ein avbera góður burgari fyri ein vaksnan, men hetta var bara ikki júst tað, sum hon hevði vænta, sigur Elin og Christian. Til síðst keyptu tey ís til dessert, og tá vóru øll samd um, at betri ís kundi man ikki fáa. Sum heild vóru tey avbera væl nøgd við bæði matin, umstøðurnar og serveringina. Tey hildu tó, at eitt fólk afturat átti at verið í arbeiði, tí tíðin hjá arbeiðsfólkunum var ikki nóg góð til at taka sær av øllum kundunum. Góður matur á Hvonn Brasserie Bæði Eva og Marianna dámdu væl matin á Hvonn Brasserie, men tað besta var tó, tá ísurin kom á borðið eftir høvuðsrættin     byrja summarið hjá okkum Bo Grønt urtagarðurin Kom sum Aladdin flúgvandi til Klaksvíkar Mánadag 8.12 (bert juni, juli, august) Mikudag 13.04 Fríggjadag 13.00 Sunnudag 13.52 Tyrlan flýgur Tórshavn – Klaksvík Norðoya Kunningarstova · Varpabrúgvin 1 · 700 Klaksvík Tlf 456939 · Fax.456586 · info@klaksvik.fo Halt frí tá tú hevur frí