fríggjadagur 18. mai 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 176 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 94 • 18. - 20. mai 2007
Vikuskifti
6
- Eg kann ikki hava vindeygu í
atelierinum.
Kári Svensson stendur mitt
inn í tí stóra bygninginum, hann
hevur bygt við síðuna av húsunum
hjá sær á Velbastað. Hølini eru
stór og ljós, og stórir og smáir
málningar standa upp móti veggu
num í rúminum. Summir teirra eru
júst lidnir, aðrir mangla seinastu
strokini, og onkrir hava staðið
lidnir í eina tíð.
- Eg havi vindeygu í takinum,
so at eg fái dagsljós úr eystri,
og har niðri í horninum eru tvey
vindeygu, men har havi eg altíð
persiennur fyri.
- Útsýnið her á Velbastað er
so stórsligið, at tað hevði als ikki
borið til hjá mær at mála her, um
eg hevði eina flotta útsikt. Tað
hevði blivið til ov nógv inntrykk,
og tað hevði órógvað meg, sigur
Kári Svensson.
Hann býr í Havn, men bygdi
sær fyri hálvum triðja ári síðani
hús og atelier á Velbastað, og har
arbeiðir hann nú við sínari list.
- Tað hevur verið mín dreymur
í eini 20 ella 30 ár at fáa eitt
slíkt atelier. Tá ið tú ikki hevur
títt egna, veist tú ongantíð heilt,
hvar tú flýtur, og tað hava verið
nógvar flytingar gjøgnum árini.
Onkrastaðni havi eg ongan hita
havt, so her eru umstøðurnar
heilt øðrvísi, sigur Kári Svensson
og viðurkennir, at atelierið hjá
honum eisini er ein staðfesting
av, at hann er blivin meira
etableraður sum listamaður.
Øll kalla seg listafólk
53 ára gamli Kári Svensson
byrjaði sum heilt ungur at mála,
og hann var bert 16 ára gamal,
tá ið hann hevði sínar fyrstu
málningar við á eini framsýning.
Síðani er nógv vatn runnið í ánni,
og tað eru liðin eini 16 ár, síðani
Kári gjørdist listamálari burturav.
- Eg havi viljað hetta allatíðina,
men tað er ein long og strævin
tíð at fara ígjøgnum, áðrenn tú
heldur, at tú ert komin nakran veg
sum málari og kanst fara at kalla
teg listamálara.
- Í dag eru orð sum listaverk,
listamaður og listaframsýning
Kári um at seta prísin
Eg geri ikki virðið á einum málningi upp eftir, hvussu
nógva tíð, eg havi brúkt upp á hann, tí tað kann
vera sera ymiskt, og so verða fólk helst eitt sindur
forvirrað, um eitt lítið malarí kostar nógv meira enn
eitt stórt. Tí seti eg vanliga prísin eftir støddini av
málninginum.
Kári um tónleik
Tónleikur er jú næstan sum at mála
– bara við nótum – og mær dámar
væl at koyra tónleik hart frá, tá ið eg
máli. Við hvørt vil eg gjarna hava frið,
men til aðrar tíðir verður tónleikurin
drønaður frá. Eg lurti eftir ymiskum
tónleiki, men ofta er tað jazztónleikur,
sum verður koyrdur frá.
At mála er sum
- Við hvørt komi eg væl upplagdur
her um morgnarnar og eri klárur at
mála, men eg fái einki burturúr.
Aðrar dagar gongur tað sera væl. At
mála er sum at fara á flot. Tú veitst
ongantíð, hvat tú fært heimaftur við
tær, sigur listamálarin Kári
Svensson, sum hevur bygt sær
atelier á Velbastað. Har er útsýnið
framúr gott, men Kári vil ikki hava
vindeygu í sínum atelieri
Samrøða
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo