fríggjadagur 18. mai 2007síða 28
‹ fyrra síða allar 176 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 94 • 18. - 20. mai 2007
Vikuskifti
20
Gaddavegur 10, 655 Nes
Húsini eru í 2 hæddum - hvør hæddin 130 fermetrar -
samlað búvídd 260 fermetrar. Grundøkið er 584
fermetrar. Byggiár 1990. Húsini standa omanfyri
vegin, men tú kanst ganga beint inn frá vegnum
bæði oman/ og niðanfyri. Partur av niðari hæddini er
innrættaður sum íbúð. Í erva er durur, 2 baðirúm,
gongd, køkur, grovkøkur, hjallur, stova, hjúnarrúm og
3 kømur. Í íbúðini í neðra er køkur/- stova, 2 stór
kømur, gongd, og baðirúm. Umframt hetta er
kjallararúm/-fýrrúm, goymslurúm og garaga. Lagaður
garður við suðroyargróti er runt húsini. Húsini standa
nær við hagan, og ánna og er sera barnavinarligt
umhvørvi.
Garðsvegur 16, Viðareiði
Húsini eru í 3 hæddum - samlað búvídd uml. 288
fermetrar. Grundøkið 1350 fermetrar. Byggiár: 1981.
Tú hevur sera gott útsýnið. M.a sært tú Kalsoynna,
Kunoynna, Borðoynna og Svínoynna úr stovuvindey-
ganum. Fleiri umvælingar eru gjørdar við húsini tey
seinastu árini, m.a. eru vindeyguni í miðhæddini skift,
vindeyguni í ovastu hæddini verða skift, og gólvini í
stovuni, gongini, ketilin og oljutangin eru eisini skift. Í
miðhæddini er durur, gongd, baðirúm, køkur, stova,
vaskirúm og hjallur. Í ovastu hæddini er gongd, 4
kømur, baðirúm og goymslurúm. Í niðastu hæddini er
garaga, kjallararúm/- fýrrúm. Húsini standa í sera
hugnaligum og barnavinarligum umhvørvi, mitt í
bygdini. Húsini verða seld, um hóskandi boð fæst.
Hetlandsvegur 6, Tórshavn
Húsini eru í tveimum hæddum, hvør uml. 110
fermetrar - íalt uml. 220 fermetrar. Grundøkið er 372
fermetrar. Byggiár: 1964. Ymiskar ábøtur eru gjørdar
innan, men nøkur vindeygu mugu skiftast. Av tí at
einki er gjørt runt húsini, eru góðir møguleikar at seta
sín egna dám á møguligan urtagarð. Í erva er
durur/gongd, baðirúm, køkur, stova, hjúnarúm og 3
kømur. Í neðra er sjálvstøðug íbúð. Húsini standa í
veðurgóðum, friðarligum og barnavinarligum
umhvørvi miðskeiðis í býnum.
Atgongumerkir eru enn at fáa fyri 590,-
Teltpláss kann keypast fyri kr. 150/persón
Runavíkar
Kommuna
Charizma
Brian Littrell
frá bólkinum Backstreet Boys
ein festivalur fyri øll
23.-25. august 2007
Jerusalem