Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-18, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mai 2007síða 28

‹ fyrra síða allar 176 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 94 - 18. mai 2007 lýsingar sansir.fo Tak eina avbjóðandi og fjølbroytta útbúgving í Tryggingarfelagnum Føroyum. Vit leita eftir hugagóðum og dugnaligum næmingum, sum tora at taka ábyrgd og vilja hava ávirkan. Tryggingarfelagið Føroyar P/F hevur høvuðsskrivstovu á Kongabrúnni í Havn og 5 deildir kring landið. Í felagnum starvast 120 fólk. VILT TÚ VERÐA NÆMINGUR HJÁ OKKUM? Vit sóknast eftir næmingum, ið tora at ganga á odda og eru fúsir at vera partur av eini fyritøku, sum í fullari ferð stevnir ímóti avbjóðingum á altjóða støði. Tryggingarfelagið Føroyar er nýhugsandi, framsøkið og høgt í metum. Hevur tú árræði, kanst tú vera við til at mynda felagið. Fíggjarútbúgvingin er ein tvey ára útbúgving, sum fevnir um ein praktiskan og ein teoretiskan part. Fíggjarútbúgvingin gevur tær góðar starvsmøguleikar innan tryggingar- og bankaverðina. Sum næmingur í Tryggingarfelagnum Føroyum fært tú ein hollan kunnleika um tryggingar og lærir millum annað um løgfrøðina aftanfyri. Tú arbeiðir eitt skifti í senn á ymiskum tryggingarøkjum, og soleiðis fært tú innlit í fjøltáttaða arbeiðið í eini stórari fyritøku við 120 starvsfólkum. Tú fært teoretiskan førleika gjøgnum undirvísing og uppgávur, sum skulu gerast við jøvnum millumbilum. Útbúgvingin gevur tær góðar møguleikar fyri framhaldandi tryggingarútbúgving til eitt nú tryggingarráðgeva ella skaðaviðgera. Næmingatíðin mennir teg og tínar førleikar og er eitt avgerandi stig á tíni yrkisleið. Tú verður ein partur av einum toymi við sera dugnaligum starvsfeløgum og fært møguleika at ávirka og seta dám á tína deild. Á www.trygging.fo kanst tú lesa meira um Tryggingarfelagið Føroyar og okkara virksemi. Vilt tú vita meira, ert tú eisini vælkomin at ringja til Starvsfólkadeildina á tel 345600 ella skriva til starvsfolkadeild@trygging.fo Tað er ein treyt, at tú hevur studentsprógv, HF, HH ella líknandi. Um tú tekur prógv í summar, ert tú eisini vælkomin at søkja. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 11. juni 2007. Avrit av prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast til: Tryggingarfelagið Føroyar Starvsfólkadeildin Postsmoga 329 FO-110 Tórshavn ella fyllast út á www.trygging.fo