Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-18, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mai 2007síða 32

‹ fyrra síða allar 176 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 94 • 18. - 20. mai 2007 Vikuskifti 24 átrúnaður Lagt til rættis: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Alt yvir­skotið til missión Heimamissiónin: Fyrr í mánað­ i­num hittust heimamissiónsfólk til ársmøti í Nesvík. Íalt mundu eini 3500 vera í leguhúsinum hetta vikuskiftið, ársmøtið vardi. Umframt møtir, bíbliutímar og sang, var eisini frágreiðingar frá formanninum Thomasi Dam, aðalskrivaranum Vagn Foldbo og fíggjarleiðaranum, Jørmund Foldbo. Hesin seinasti vísti á, at Heimamissiónin hevði eitt lítið yvirskot í 2006 - góðar 260.000 krónur. Orsøkin til hetta var m.a. at gávurnar vóru øktar og at sparingar høvdu verið í lønar­ útreiðslunum. Hann vissaði tó fólkið um, at yvirskotið fór at verða brúkt á skilagóðan hátt. – Tað verður, eins og higartil nýtt til at fremja missión, segði hann.   Øðrvísi útferð í Hoyvík Lívdin: Leygardagin skipar sunnudagsskúlin í samkomuni Lívdini í Hoyvík fyri “innferð” í Hoyvíkshøllina. Á skránni verður felags­sang­ ur, spøl og okkurt til matna. Tiltakið byrjar kl. 15:30 og varir í einar tveir tímar.   Tey støku tosa um lívs­inni­hald Vatnsoyrar: Hetta vikuskiftið skipar Zarepta fyri eini legu, sum vendir sær til tey støku og tey sum eru 30 ár og eldri. Á leguni verða ymisk tiltøk, m.a. bíbliutímar, fyrilestrar, gongutúrar og ymiskt fyri børnini. Høvuðsevnið sum verður gjøgnumgingið um vikuskiftið er um lívsinnihaldið hjá tí einstaka. Nýggj for­ kvinna í KFUK Klaksvík: Eftir aðalfundin her­fyri hendu broytingar í nevndunum í feløgunum KFUM&K, harav annað felagið fekk nýggja forkvinnu. Forkvinna í KFUK eitur ikki longur Hilda Viderø, men Simona Johannesen. Í KFUM heldur Petur Martin Glerfoss fram sum formaður. Guds ráð við tær  ”Men fariseararnir og hinir lógkønu gjørdu Guds ráð við teimum sjálvum til einkis…” Lukas 7,30   Gud skapti okkum øll til ævigt samfelag við seg. Men syndafallið oyðilegði hetta samfelagið. Syndin er ein múrur, sum skilir okkum øll frá Gudi. Men við at lata Sonin taka allar syndirnar hjá okkum øllum á seg, gjørdi tann tríeindi Gud samfelagið okkara millum møguligt aftur. Við trúgv á Jesus og hansara fullgjørdu frelsu eru vit aftur sameind við skapara okkara. Guds ráð er enn í dag, at eg og tú og øll menniskju taka ímóti tí frelsu, sum Jesus bjóðar okkum fyri einki, og støðugt halda okkum til hansara. Men Gud noyðir ongan at hava samfelag við seg, tí kunnu vit vraka Jesus. Men harvið gera vit Guds ráð við okkum sjálvum til einkis. Tað var syndarliga støðan hjá farisearunum og teimum skriftlærdu. Og tað kann eisini verða okkara støða. Tí tá ganga vit okkara egnu leiðir, bæði nú og í ævinleikanum. Bíbilska læran um æviga glatan er ógvuliga beisk at svølgja, um vit hugsa hana at enda. Men líka satt er tað, at eingin glatast, tí Gud ikki vil bjarga. Tí Guds ráð er greitt og loysnin er Jesus! Og tann loysnin er fullgóð! Støða okkara til Jesus er avgerandi spurningurin. Ger ikki Guds ráð við tær til einkis! orðið Hesa vikuna: Øssur Kjølbro, Klaksvík Tey seinastu mongu árini hevur danin Thorkil Jørgensen vitjað regluliga í rumenskum fongslum. Nú fáa føroyingar høvið at hoyra meiri um hetta arbeiðið Rumenien: “At tala til fangarnar var ikki lætt. Tað var trupult at bróta ígjøgnum, og tað var eins og at tosa við ein múr. Men so við og við kom Heilagi Andin okkum til hjálpar, og vit sóu nú, at lív kom í eyguni á fangunum”. Soleiðis greiðir Thorkil Jørgen­ sen frá eftir eina av ferðum sínum í hesum eystureuropeiska landinum. Ein av teimum, sum hevur verið á ferð saman við honum í Rumenien, er havnarmaðurin, Hans Jacob á Lava sum nú er búsitandi í Danmark. Seinni í mánaðinum koma teir báðir til Føroyar at greiða meiri frá hesum arbeiðinum. – Vit gleða okkum at hitta fólk úr fleiri samkomum, sigur Hans Jacob á Lava undan vitjanini. Menniskju, – ikki fangar Í løtuni er Thorkil farin á enn eina ferð suður í Europa. Teir løgdu í roynd og veru til brots tíðliga í morgun úr danska býnum Kolding og væntaðu at vera í rumenska býnum Cluj í morgin. Har er ætlanin at hava eitt ungdómsmøti sama kvøld, áðrenn lagt verður til brots við fongsulsvitjanini. – Í boðskapi okkara leggja vit stóran dent á, at Guds kærleiki til fangarnar er persónligur, og at Hann ikki sær teir sum fangar, men sum menniskju, sigur Thorkil Jørgensen. Hesa komandi vikuna verður vitjað í fleiri fongslum og samkomum í Rumenien, áðrenn teir leggja leiðina aftur til Danmarkar komandi leygardag. Eftir heimkomuna verður beinanvegin farið undir at fyrireika ferðina til Føroyar, her teir steðga í døgunum 31. mai til 7. juni. Tað verður tí talan um eina feska frágreiðing úr rumensku fongslunum, sum teir hava við sær til Føroyar. Net-kirkjan hjá donsku fólka­kirkj­ uni, tann sonevnda Cyber-kirkjan, hevur ikki rokkið málum sínum. Eftir at hava verið virkin í tvey ár er dreymurin um eina fólkakirkju á netinum ikki vorðin veruleiki. Upprunaliga vóru eini 40 sjálv­bodnir prestar, sum skuldu taka sær av hesi net-kirkjuni, men nú eru bert 20 teirra eftir. Í veruleikanum hevur hetta ført við sær, at kirkjan bert hevur verið opin í 20 tímar, meðan endamálið var at vera opin alt samdøgrið. Sóknarpresturin, Poul Bo B. Sørensen sum var ein av stigtakarunum, heldur at donsku biskupparnir eiga at skipa so fyri, at fast vaktarhald verður í net- kirkjuni. Biskuppurin í Roskilde, Jan Lindhart heldur hinvegin ikki, at tað er gjørligt at áleggja prestunum enn fleiri uppgávur enn teir hava frammanundan. Hann heldur tað vera óneyðugt at hava net-kirkjuna opna á nátt. Tungt hjá danskari net-kirkju Lív kom í fangaeyguni Teir rumensku fangarnir fegnast um vitjanirnar. Her hevur ein teirra fingið eina Bíbliu. Mynd: rescue-mission.dk