fríggjadagur 18. mai 2007síða 32
‹ fyrra síða allar 176 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 94 - 18. mai 2007
tíðindi
Hesa ferð vóru
meistararnir ávaraðir,
og so hevði AB ikki
stórvegis at skula sagt
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hóast setningurin avgjørt
var, at AB ikki skuldi
undirmetast, so loyvdi HB-
venjarin sær at gera onkrar
broytingar í mun til hópin,
sum mánakvøldið vant
burtur úr oddaliðnum, EB/
Streymi.
Hesa ferð fingu Milan
Kuljic og Emil N. Leifsson
møguleikan frá byrjan, men
tá hugburðurin var tann
rætti, so kostaði hetta
einki.
Longu eftir góðum
minutti hevði Tór-Ingar
Akselsen sent bóltin í netið,
og so gekk at kalla bert ein
veg. At kalla, tí AB stutt
eftir hetta hevði bóltin í
H B - m á l i n u m ,
m e n
linjuverjin hevði tó flaggið
á lofti ta ferðina.
Kanska var hetta ávaring-
in, sum skuldi til, og í øllum
førum hevði HB ikki stór-
vegis trupulleikar eftir
hetta. Talan var um langt og
støðugt trýst, og tvær ferðir
fekk HB eisini úrtøku úr
hesum.
Eftir steðin kundi heima-
liðið taka tað heilt róligt.
Útskiftingar vórðu eisini
gjørdar fyri at spara spæl-
arar, men kortini høvdu teir
fult tamarhald á. AB slapp
tó fram til onkrar møgu-
leikar, tá HB í løtum var
heldur óansið í verjupart-
inum, men tá teir ikki megn-
aðu at fáa úrtøku fyri hetta,
var eingin vandi. Í hinum
endanum var størsti spurn-
ingurin, um Christian
Høgni Jacobsen skuldi fáa
gongd á málskjótingina,
men hóast nógvar og góðar
royndir, so kom hann ikki
nærri, enn einum skoti á
stólpan. Móti endanum
fekk innskifti Rókur av
Fløtum Jespersen seinasta
orðið, og sum heild mundu
øll í HB vera fegin. Bæði
um sigurin, men eisini tí
hesin kom í land uttan
stórvegis hóvasták og
møguligar skaðar ella
leikbann.
Skála hevur møgu
leika at vinna steypa
kappingina fyri fyrstu
ferð, meðan steypa
tapið ber við sær, at
KÍ einki gull fer at
vinna í ár
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
KÍ vinnur einki gull í ár.
Tað varð greitt, tá ið 16 ára
gamli Skála málverjin Hans
Jørgensen tveitti seg rætta
vegin og við aðrari hondini
vardi fyri sættu brotssparks-
royndini hjá KÍ. Skála skor-
aði upp á øll síni seks brots-
spørk, og allir klaksvík-
ingarnir høvdu skorað, áðr-
enn miðverjin Jan Andrea-
sen – mest eyðsýndi heima-
maðurin - royndi seg.
Eftir vanliga leiktíð var
málleyst, og heldur ikki í
longdu tíðini kom nakað
mál. Skála spældi stóran
part av longdu tíðini við
tíggju monnum, eftir at
innskifti Poul N. Poulsen
hevði sæð púra óneyðugt
reytt kort.
Hóast skálamenn vóru
undirmannaðir, so megnaðu
teir síðstu løtuna at syrgja
fyri, at bólturin fyri tað
mesta var á KÍ hálvuni.
Men málmøguleikarnir
vóru fáir og smáir. Mynstrið
í uppspælinum hjá Skála
kendist fjøltáttari og
skilabetri enn tað hjá
heimaliðnum, men tyngdin
og broddurin restaðu.
Klaksvíkingar sýndu góð-
an hugburð, men teir evn-
aðu illa at spæla seg til upp-
lagdar málmøguleikar.
Kristian á Lakjuni varð
skaddur undir upphitingini,
og tí fekk unglingaspælarin
John Hammer fyri fyrstu
ferð møguleikan á sentrala
miðvøllinum.
- Hetta var spennandi,
men eg haldi ikki, at fót-
bóltsspælið var nakað ser-
ligt. Vit fáa ongantíð rættu-
liga glið á. Hjá KÍ er tað
kanska eitt sindur frægari.
Tá ið tað kemur til brots-
spørk, eru tað nervarnir og
hepni, sum spæla inn, og í
dag fall tað okkara veg,
staðfesti Skála venjarin
John Petersen.
Síðani John Petersen tók
við ábyrgdini á Skála, hevur
liðið vunnið fýra landskapp-
ingardystir og spælt ein
javnan. Í Klaksvík vunnu
teir eftir longda leiktíð
fyrsta steypadystin. Harvið
hevur Skála framvegis
møguleika at røkka steypa-
finaluni, sum teir ongantíð
áður hava verið í.
Ein av profilunum á
Skála liðnum er 16 ára
gamli málverjin Hans Jør-
gensen. Hann hevur vart
málið seks ferðir, og sunnu-
dagin var fimta ferðin, at
einki mál fór ígjøgnum hjá
honum:
- KÍ hevði meiri trýst,
men vit í verjuni gjørdu
okkara, og eg kann ikki
siga frá, hvussu gott tað
kendist at bjarga brots-
sparki, segði ungi maðurin,
sum liðfelagarnir lyftu og
lættu, tá ið hann hevði bjarg-
að síðsta KÍ brotssparkin-
um.
Skála missir í summar
óføra málverjan:
- Í juli fari eg niður til
Fremad Amager. Eg síggi
fram til at fáa møguleikan
at menna meg sum mál-
verja, sigur 16 ára gamli
málverjin, sum aftur hós-
dagin royndist stak væl.
Hóast teir vórðu sendir
úr steypakappingini, so var
KÍ liðformaðurin Heðin á
Lakjuni ikki púra fyri
ongum:
- Eg haldi, at talan var
um uppreisn. Vit megnaðu
málleysan javnleik ímóti
Skála, sum seinastu tíðina
hevur verið sera væl fyri.
Vit stríddust og spældu
betri, enn vit hava gjørt
fleiri ferðir seinastu tíðina,
helt Heðin á Lakjuni, sum
ikki ynskti at gera stórvegis
viðmerkingar til venjara-
støðuna. Samstundis ásann-
aði hann, at tað sjálvandi
ávirkar, at støðan er, sum
hon er.
VB/Sumba-TB 3-1
(0-0):
Avgjørdu í
yvirtíðini
Tvey mál í
yvirtíðini sendu
VB/Sumba í hálv
finaluna í steypa
kappingini
Fótbóltur
Pætur Albinus
patur@sosialurin.fo
Tað eru nøkur ár síðani,
at VB/Sumba og TB
hava møtt hvørjum øðr-
um í einum skrásettum
kappingardysti. Hetta
varð tó veruleiki Kristi
himmalfartsdag, tá ið
liðini bæði møttust í
fjórðingsfinaluni í
kappingini um Løg-
manssteypið.
Fyrri hálvleikur
endaði málleysur, men
seinni hálvleikur hevði
hinvegin nógv mál at
bjóða uppá. Stutt eftir
steðgin skoraði Acu
Pandurovic til 1-0 til
VB/Sumba, tá ið hann
sendi eitt langskot í
netið. Seint í seinna
hálvleiki setti TB Óla
Johannesen í álopið, og
hetta gav úrslit. Sterki
landsliðsverjuleikarin
javnaði til 1-1, og eftir
hetta legði TB trýst á
vágbingar. Tað var tó
VB/Sumba, sum við
tveimum málum í
yvirtíðini streyk avstað
við sigrinum. Birgir
Jørgensen skoraði til 2-
1, áðrenn Jón Krosslá
Poulsen
staðfesti
sigurin.
VB/Sumba - TB 3-1
1-0: Acu Pandurovic,
50.
1-1: Óli Johannesen,
85
2-1: Birgir Jørgensen,
90.
3-1: Jón Krosslá
Poulsen, 90.
Byrsuliðið klárt
Føroysku skjúttarnir høvdu heiðursmerki við sær, tá teir
fyri tveimum árum síðani komu aftur úr Hetlandi. Hesa
ferð er tað Rhodos, sum er ferðamálið, og Byrsudeildin
hjá Skjótisambandinum hevur nú gjørt av, hvørji skjúttar
vera við. Tey fýra, sum fara til Rhodos eru Robert Hansen,
Norðskála, Rannvá Eiriksdóttir, Hvidovre, Marius Joensen,
Norðskála og Bergur Ingvarsson, Slangerup. Hesin seinast
nevndi skal royna seg í rifluskjóting.
FACup finalan leygardagin
Enska steypakappingin er kanska tann mest siðbundna av
øllum. Og við nýggjum Wembley sum undirlagi er lagt upp
til satt brak, tá Manchester United og Chelsea fara á vøllin
leygardagin. Chelsea hevur í ár “bert” vunnið Liga-cup
kappingina, og tað er alt ov lítið til bæði Abramovich og
Mourinho. Hjá Manchester droyma tey hinvegin um enn eina
greipu, sum skal undirstrika, at liðið nú aftur er toppurin
av enskum fótbólti.
Tað stóð nógv á, men í
evstu løtu eydnaðist VB/
Sumba at skjóta seg víðari
við tveimum málum
Mynd: Áki Bertholdsen
HB-AB 4-0 (3-0):
HB fekk lætt spæl
KÍ-Skála 6-5 eftir brotsspørk:
Skála sær steypið skyggja
KÍ-SKÁLA 0-0
Brotssparkskapping
0-1: Alexandur Johansen
1-1: Heðin á Lakjuni
1-2: Levi Hanssen
2-2: Kristoffur Jacobsen
2-3: Slavisa Kaplanovic
3-3: Símun Joensen
3-4: Rúni Rasmussen
4-4: Gunnar Nielsen
5-5: Rói Jacobsen
5-5: Meinhard Joensen
5-6: Pætur Dam Jacobsen
Jan Andreasen misnýtti.
FAKTA
HB-AB 4-0 (3-0)
1-0: Tór-Ingar Akselsen, 2.
2-0: Milan Kuljic, 37.
3-0: Tór-Ingar Akselsen, 44.
4-0: Rókur av Fløtum Jespersen, 83.
FAKTA