Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-07, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. mars 2001síða 11

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 46 - 7. mars 2001 21 20 Nr. 46 - 7. mars 2001 VIÐMERKINGAR Marjus Dam Løgtingsmaður Óført verður klandrast í samgonguni í løtuni. Ong- antíð hava so mong kroko- dillutár runnið her á landi, sum seinastu dagarnar av loysingarflokkunum. Samgongan hevur ein trupulleika - og hann er, at ein stórur meiriluti av før- oyingum als ikki vilja hava loysing. Tað hava vit alla tíðina sagt. Og seinasta veljarakanning sýnir, at so er. Vit í andstøðuni hava ongar trupulleikar av fólka- atkvøðuni Nei í Mei. Upp- aftur betri hevði verið um fólkaatkvøðan um loysing varð 14.septembur. Hana vinna vit nevniliga so sann- førandi, at Sjálvstýris- flokkurin hvørvur úr før- oyskum politikki, Fólka- flokkurin minkar nógv, eins og Tjóðveldisflokkurin, við 7 tumma seymi fáa staðfest, at føroyingar vilja hava framburð her á landi í Ríkisfelagsskapi ímillum javnbjóðis partar í Ríkis- felagsskapinum. Hvør veit, um Ríkisfelagsskapurin ikki gerst so góður, at Íslendingar pikka á dyrnar, at bøta um feilin, teir gjørdu, tá teir loystu á sinni? Og møguliga fara teir at sleppa uppí aftur, um teir reka ein skilagóðan fíggjarpolitikk! Er samgonguskjalið brot- ið: Als ikki á ríkisrættarliga økinum! Orðarætt stendur: “Tá sáttmálin millum Før- oyar og Danmark er gjørdur og samtyktur á Føroya Løgtingi, verður hann lagdur til fólkaatkvøðu”. Ongin sáttmáli er gjørdur ímillum Føroyar og Dan- mark, tí tað hevur loys-ing- arsamgongan heldur ikki megna at samrátt seg til. So onki er at at atkvøða um, sambart samgongu- skjalinum. So einkult er tað! Eg eri púra vísur í, at um Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin og helst eisini Fólkaflokkurin (Mið- flokkurin og Sjálvstýris- flokkurin) høvdu gjørt eina breiða samgongu, við støði í hvat ein meiriluti av før- oyingum vilja, nevniliga eina framtíð innan ríkis- felagsskapin, so høvdu vit kunna lagt ein sáttmála fyri føroyingar innan 6 mdr eftir at samgonga varð skipað. Ein sáttmála, ið ikki merkti hóttafall og fráflyting fyri føroyska fólkið. Men er samgonguskjalið brotið annars? Til tað kann svarast eitt stórt ja: Úr rúgvuni kann takast “Miðað verður eftir at linka skatta og avgjalds- trýstið á húsarhald og framleiðslu, so kappingar- førið vinnulívsins batnar og megnar at bera landsins felags húsarhaldi”. Tað hava føroyingar onki sæð til. Hví ikki rumbla við hesum broti av samgongu- skjalinum? Er t.d. oljuav- gjaldið ikki hækkað? Ong- antíð í føroya søgu er tikið so nógv í skattum og av- gjøldum i Landskassan sum júst undir hesi sam- gongu! Realpolitikkur gagnligari enn nationalromantisma Um realpolitikkur valdaði heldur enn nationalro- mantisma, skuldi, ístaðin fyri at gjara út við óreal- istiskum skattalætta, staðið í samgonguskjalinum: “Miðað verður eftir at hækka skatta og avgjalds- trýstið á húsarhald og framleiðslu, orsakað av minkandi ríkisveitingini. Miðað verður eftir hóp- uppsagnum á almennum arbeiðsplássum, orsaka av neyðugum skerjingum á almennum arbeiðsplássum. Arbeiðslegur verða gjørdar, so heimleysir føroyingar fáa tak ivir høvdið” Tað stendur ikki. Tí er samgonguskjalið í stríð við seg sjálvan. Tað ber ikki til at tosa um loysing og skattalætta. Millum annað av hesi orsøk kann siga, at loysingin byggir á eina stóra lygn. Hvørki meir ella minni.! Ella verður tilvita roynt at fjala, hvat loysing- in fer at føra við sær fyri alt føroya fólk? Er samgonguskjalið brotið? Ólavur Hátún Góði Eyðun! Tað er altíð hugvekjandi, tað tú hevur at bera fram um samfelagslig, søgulig og mentanarlig viðurskifti, vitandi sum tú ert, og so greitt og rámandi tú vanliga tekur til orða. Soleiðis var tað eisini sera áhugavert at hoyra og lesa tín fyrilestur herfyir um kristindóm og kvæða- yrking. Men móti endanum spennir tú upp til eina finalu við so høpisleysum pástandum, at tað ikki kann standa óátalað. Kirkjan og skúlin hava hjá okkum verið donsk, tað vita vit; men tað er ikki rætt at leggja hesar stovnar und- ir í meira enn hálvtannað- hundrað ár miðvíst at hava stríðst fyri at beina burtur føroyskt sang- og kvøð- ingarlag, soleiðis sum tú gert tað. Vit kundu ynskt, at okkara sermerkta kingo- sangi varð enn longri lív lagað, men vit mugu duga at skilja, at tað í ment- anarbyltingartíðini í 1800- talinum eisini tók seg upp ynski um ein meira ný- tíðarligan kirkjusang í Før- oyum. Og at greipa kingo- sang og kvøðing soleiðis saman og leggja orglunum til last, at kvøðingarlagið skal vera farið av lagi, sum tú sigur, tað er tað ikki grundarlag til. Tjóðskaparrørslan gekk so dyggiliga undan í at beina fyri og rudda burtur alt, ið kundi minna um gamla føroyska kvøðingar- og sanglagið«. Nýggjar tíðir bera broytingarhug við sær, og ikki var tað av vanvirðing fyri mentanarar- vinum, at ungu tjóðskapar- skøldini fram móti næst- seinasta aldarskifti høvdu hug at royna seg í øðrum ørindisløgum enn forna kvæðastevinum. Tað varð jú hesin skaldskapur, sum gjøgnum háskúlan breiddi seg út um landið og meira enn nakað koma til at birta upp undir tjóðskaparvek- ingina og gerast føroyskur sangsamleiki fram til dagin í dag. Nøkur andsøgn til kvøðingina var hesin nýggi sangur Føroya fólks ikki. Jógvan Waagstein, Hans J. Højgaard og landsum- fatandi musikkskúlaskipan- ina koyrir tú í ein posa sum partar í miðvísa strevinum at týna føroyska tónleika- siðvenju. J. Waagstein gjørdi songløg, sum tey gjørdu tað aðrastaðni í Europa í hansara tíð, tað er rætt; men í talu og skrift bar hann fram sína virðing fyri musikalska tjóðararvinum og tað er jú hann, sum meira enn nakar hevur fingið gomul føroysk sálmaløg, m.a. løg frá abba tínum Wenzel á Velbastað, til lívs aftur í okkara kirkj- um. At leggja H. J. Høj- gaard undir í sínari tón- leikaskapan ikki at vísa upprunaliga føroyska fólkatónanum ans er jú púra burturvið, og hví dregur tú musikskúlan so negativt inn í tína viðgerð av sang- og kvøðingarlag í Føroyum. Hansara uppgáva er ein heilt onnur, og eg kann neyvan hugsa mær, at tú helst vildi, at føroyskt tónleikalív ikki skuldu fatað um annað enn bara kvøðing og kingosang. »Á Føroya Læaraskúla verður undirvíst í øllum øðrum sløgum av musikki uttan tí føroyska« Hvat veitst tú um tað? Eg kann lata teg vita, at vit í sínari tíð bæði kvóðu og dansaðu dúgliga á læraraskúlanum, fóru dansiferðir til Nóls- oyar og Sumbiar og fingu gott dansifólk at vitja okk- um bæði av bygd og úr bý- num. Í seinni árum veit eg t.d. at eldhugaði idealist- urin Árni Dahl hevur framt og framvegis fremur dygd- argott verk til tess at vekja ans fyri føroyska dansinum bæði á Læraraskúlanum og saman við starvsfelagnum úti um landið. Okkum kórleiðarum, sum hava gjørt royndir við kvæðaløgum í kóri, gevur tú tað skoðsmál, at vit hava ikki skilt ella helst ikki vilja skilja føroyska musikalska móðurmálið, sum tú mál- ber teg. Tað er so tín dóm- ur; men mín sannføring er, at okkara kvøðingarlag væl kann gagna eisini føroysk- um kórsangi uttan at tað sakar dansinum nakað. At tað her tónleikatekniskt ræður um at fara varisliga fram er eyðsæð; men tað má undra, at tú gert teg so serkønan eisini um hesi viðurskifti. Og so leggur tú, Eyðun, eftir teimum, sum við frískum sinni, men eftir nútíðar fortreytum eru við at birta nýtt lív og skapa størri breidd í føroyska dansin – veit, at tað er dansifelagið »Tøkum lætt«, tú sipar til. Eitt einræddað kvøðingarkór, sum prógvar at burturbeiningarstrevið hevur borið frukt, sigur tú. Ikki kanst tu vænta at fáa tað ótilvitað fjølltáttaða kvøðingarlagið aftur til lívs, sum tú hevur upplivað sum smádrongur á Velba- stað, og sum eg minnist tað frá dansinum í Kvívík. Men er ikki t.d. einraddaða kvøðingin hjá sumbingum minst líka so mergjað og máttmikil sum tað kvøð- ingarlag, ið tú hevur í huga? »Jóannes Patursson var einasta tjóðskaparskaldið, sum yrkti eftir føroyskum ørindislagi, tí hann hevði ikki gingið á donskum háskúla«. Hvat sigur tú so um I.P.G., Kvívíksjógvan, Mikkjal á Ryggi, Andras Samuelsen, S. M. Zacha- riassen og aðrar fleiri, sum eisini yrktu til kvæðaløg. Og hinvegin høvdu, mær vitandi, tjóðskaparskøld sum Fríðrikur Petersen, Rasmus Effersøe, Hans A. Djurhuus o.a.fl., sum nýttu onnur ørindisløg, svensk og norsk eins væl og donsk, ikki fingið hugskot til tað á donskum háskúlum, sum tú soleiðis eisini prikar til. »Beint nú er eitt høv- uðsmál í musikkskúla- verkinum at fáa íslendskar sangarar at læra føroyingar at syngja, sum teir gera har og í kirkjuni at fáa danskar urguleikarar at læra før- oyingar at spæla, sum teir gera har…« Hvussu kann mentamaður sum tú avdúka slíkan sjónarring, at vit ikki á besta hátt skulu útbúgva okkum til at taka við tí ríkidømi, sum vestur- lendski tónleikaarvurin er? Nakað sermerkt íslendskt ella danskt er her jú ikki talan um. Og hvussu hevur tú, Eyðun, sum alternativ til almennu tónleikamenning- ina hugsað tær »at hava skeið fyri føroyingar í, hvussu vit hava sungið og kvøðið her«? Nøkur orð til Eyðun Andreassen Føroyskt fatøl fæst nú á Flat- londum Føroyar verða við- hvørt kallaðar tað svarta fárið í ríkisfel- agsskapinum. Men nú tykist tó sum danir kortini hava tikið hendan vargaseyðin til sín, tí herfyri rann føroyska ølið »Black Sheep« frá Føroya Bjór fyri fyrstu ferð úr einum donskum krana Tað myrka ølið »Black Sheep« frá Føroya Bjór, sum før- oyingar hava kunnað keypt í nøkur ár, er nú eisini at fáa á fati í Danmark. Tann 1. februar, á sjálvum degnum hjá h a l g i m e n n i n u m Brigidu, sum á sinni gjørdi vatnið til bjór, rann Black Sheep fyri fyrstu ferð úr krananum á Charlie’s Bar í Pilestræde 33 í Keypmannahavn. Black Sheep er bryggjað av malti, humlu og føroyskum vatni. Ølið er meira aromatiskt og hevur meira smakk enn tað vanliga veðraølið. Men veðrurin gongur aftur í navninum og merkinum, og nú er tann svarti seyðurin so eisini leysur í Keypmannahavn. Vinnumenn- ing á Sand- oynni TÍÐINDASKRIV Sandoyar Sýslu Vinnuráð (SSV) skipar fyri vinnu- fundi Mánadagin hin 12 mars kl. 19.30 á virkinum hjá Sandoy Seafood í Skopun. Ólavur Gregersen stjóri á TK-stovuni hevur framløgu undir heitinum. »Vinnumenning á Sandoynni – eisini ábyrgdin hjá tí ein- staka« Skráin fyri fundin verður annars henda: 1. Um TK Stovuna 2. Vinnurák framyvir við atliti til fram- leiðslu, fígging, sam- starv, leiðslu og marknað 3. Vinnumenning á Sandoynni – møgu- leikar sæð uttanífrá 4. Hvat halda sand- oyingar – sjónarmið og kjak 5. Samandráttur Ortopædkirurgiskur skómakari & bandagistur frá SAHVA verða á Klaksvíkar Sjúkrahúsi 03.–04.apríl 2001,og á Landssjúkrahúsinum 05. apríl 2001. Tíð fæst við at ringja á tlf. 455463, týsdag og mikudag kl. 10–12, í seinasta lagi mikudagin 28. mars 2001. Ársaðalfundur Ársaðalfundur verður í Bøgøtu 3 mánadagin 12. mars kl. 20.00. Skrá sambært lógum felagsins. Norðoya Tjóðveldisfelag Eykaaðalfundur hjá MB Eykaaðalfundur verður í MB-húsinum í Miðvági tann 15. mars 2001, kl. 19.30. Skráin er hendan: 1. Broyting av lóg felagsins 2. Ymiskt Nevndin DATANOM Tel: 317177, Fax: 313374 FØROYA HANDILSSKÚLI Aðalmarkmiðini við datanomútbúgvingini: Miðað verður ímóti at eftir- og framhaldsútbúgva tey, sum longu starvast í KT-vinnuni, og somuleiðis eisini at útbúgva fólk, sum hava áhuga at starvast í KT-vinnuni. Talan er sostatt um tveir liðir: Útbúgvingarliðin og eftirútbúgvingarliðin. Endamálið við datanomútbúgvingini er : at hava eina hond uppi í KT-verkevnum av ymiskum slag at arbeiða sjálvstøðugt við verkevnum, sum ikki endiliga eru væl útgreind at standa fyri tilskilaðum arbeiði, ið ein minni bólkur fær at gera at miðla fakligt upplýsingartilfar javnt til yrkislærd og óyrkislærd at laga seg eftir teimum skiftandi krøvum, sum broytingar í bygnaðinum hjá viðkomandi fyritøku hava við sær Byrjað verður í viku 11 og undirvíst verður frá 13.00 til 17.00. Seinasta freist at tekna seg er 9. mars. Kostnaður 2100. Meira fæst at vita við at ringja til skúlan tlf. 317177 ella at hyggja á heimasíðunum: www.hsh.fo www.vidar.dk http://heima.olivant.fo/~jonsen/datanom Í datanomútbúgvingini í vár verða hesi skeið útboðin: • Dátugrunnur 1 • Dátusamskifti • Forritamál 1 Landssjúkrahúsið Fo 100 Tórshavn Sjúkrasystrar/ radiografar/ almanna- og heilsu- atstøðingar/sjúkra- hjálparar/pleygarar Søkt verður eftir fulltíðar summarferiuavloysarar- um í blandaðum vaktum tíðarskeiðið frá 1.juni til 31. august 2001 • Dialysuambulatoriið og Røntgendeildina • Geriatri/rehabiliteringsdeildina • Skurðgongina og Skaðastovuna • Barnadeildina, kirurgisku og psykiatrisku seingjardeildirnar • ábyrgdarhavandi sjúkrasystir í dagvaktum í vikuskiftum, kvøld- og náttarvaktum (trissu- funktiónin) Vit ynskja starvsfólk við í minsta lagi 2 árs roynd- um. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Cecilia Vestureið, yvirsjúkrasystir á Skurðdeildini, telefon 31 35 40, lokal 127, Ása Poulsen, yvir- sjúkrasystir á Heiliráðdeildini,lokal 300, Bergit Weihe, yvirsjúkrasystir á Psyk.deildini, lokal 351, Ragna S. Reinert, deildarsjúkrasytir á Røntgen- deildini, lokal 149. Løn- og setanartreytir samb. sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálastýrið. Skrivlig umsókn við avriti av prógvum v.m. skal sendast til Almanna- og heilsumálastýrið Starvsfólkadeildin Eirargarður 2 100 Tórshavn Umsóknarfreistin er 30. mars 2001. Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 2548, Sp/f Alfa Seafood, 530 Fuglafjørður. Viðtøkur broyttar: 06.01.2001. Stjórn: Innkomin sum stjóri: Jón Nolsøe Olsen, 530 Fuglafjørður. Grannskoðari: Farin frá sum grannskoðari: Sp/f Grannskoðarastovan á Skála, 480 Skáli. Innkomin sum grannskoðari: P/F Grannskoðaravirkið Inpact, R. C. Effersøesgøta 26, 100 Tórshavn. Skráseting Føroya tann 5. marts 2001 Kristin Balle _____________________ frá Eysturoyar Javnaðarfelag Lýsti aðalfundurin verður í hølunum hjá Menningarfelagnum við Gøtugjógv 07. mars kl. 20.00. Við á fundinum væntast formaður og 2-3 tingmenn. Skrá sambært lógum felagsins. Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 2831, Sp/f Alfa Lline, 530 Fuglafjørður. Viðtøkur broyttar: 06.01.2001. Kapitalur: Hækking við kr. 500.000,00 til kr. 600.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 500.000,00 til kurs 300. Skráseting Føroya tann 5. marts 2001 Kristin Balle Konsert verður í Høllini á Hálsi 9. mars 2001 Atgongumerki á kr. 220,- fáast í Kunningarstovuni í Havn – sent verður um alt landið H.R. Booking michael learns to rock MLTR -har tað hendir