sunnudagur 3. juni 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 103 - 1. juni 2007
Lágargarður við
nýggjum leiðara
Um akkurát ein mánað, 1. juli, tekur Meta av Fløtum,
sjúkrasystur, við starvinum sum dagligur leiðari á Lágar
garði. Tað upplýsir nevndarformaðurin fyri Lágargarð
Ronald Poulsen, fyri Dimmalætting. Marjun Smith hevur
sitið sum leiðari síðani stovnurin lat upp fyri 20 árum
síðani, men fer frá 27. juli. Soleiðis fara Meta av Fløtum
og Marjun Smith at arbeiða saman í ein mánað. Fimm
umsóknir vóru til starvið sum leiðari fyri Lágargarð.
500 kr í bót fyri at koyra útav
Ein ungur maður var í rættinum í morgun, ákærdur fyri »uagtsom kørsel på
grund af søvnmangel«. Ungi maðurin búði um tað mundið í Havn, men
arbeiddi inni í Eysturoynni, og koyrdi tískil ímillum. Hendan morgunin fyri
meiri enn einum ári síðani endaði hann við síðuna av vegnum, og sambært
politifrágreiðingini komst hetta av, at maðurin var ovbyrjaður og leið av
svøvnmangli. Hetta vildi maðurin tó ikki vera við, og tá einki kundi
prógvast hesum viðvíkjandi fráfall ákæruvaldið hendan partin av
skuldsetingini. Maðurin misti tí ikki koyrikortið, men fekk í staðin eina bót
áljóðandi 500 krónur, umframt eitt gjald til ávísta sakføraran.
Torleif Sigurðsson
er størsta einstaka
orsøkin til, at føroy
ingar í morgin
kunnu fara á vøll at
møta sjálvum heims
meistarunum. Hann
fekk nógv skotið í
skógvarnar – og alla
aðrastaðni við – tá
hann sum formaður
í FSF limaði Føroyar
inn í UEFA og FIFA
FÓTBÓLTUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Ágangurin var ógvusligur,
tá Torleif Sigurðsson seinast
í 80-árunum gekk á odda
sum formaður í FSF at veita
Føroyum altjóða limaskap í
UEFA og FIFA.
Flestu miðlarnir vóru á
gosi, og yvirskriftir sum
»Skammleys hugmóð« vóru
ógvuliga umboðandi fyri,
hvussu helst størsti parturin
av føroyingum mettu um
hesa djarvu gerð. Men und
antøk vóru, og FSF-formað
urin fekk dyggan stuðul frá
leikarunum, sum bakkaðu
fult upp um hesa avgerðina.
Sjálvur er Torleif Sigurðs
son væl nøgdur við ta
avgerð, hann – sjálvandi
saman við restini av nevnd
ini í FSF – tók.
- Sannleikin er tann, at
tóku vit ikki av, tá vit fingu
møguleikan, so vænti eg
ikki, at vit høvdu sloppið
upp í »fína selskapið«
seinni. Okkara ríkisrættar
liga støða hevði stutt sagt
forða fyri hesum, sigur
Torleif Sigurðsson.
Hann vísir á, at eftir at øll
tey nýggju eystanlondini
eru komin »raplandi« inn í
UEFA og FIFA, eru lógirnar
broyttar, tí fleiri av hesum
londunum hava ein ivasam
an status sum sjálvstøðug.
Føroyar nevndar
Stóru dagarnir í føroyskari
fótbóltssøgu í so máta vóru
fyrst 2. juli í 1988, tá Føroy
ar vórðu limaðar inn í
alheims fótbóltsfelagsskap
in FIFA, og seinni, hin 18.
apríl 1990, tá Føroyar gjørd
ust limir í UEFA.
Fyrsti altjóða skrásetti
landsdysturin hjá Føroyum
var móti grannnunum fyri
norðan, Íslandi. Dysturin
varð leiktur á Akranesi, og
vertirnir vunnu 1-0.
Vit luttóku fyrstu ferð í
einari undankapping til EM
í 1990-91, og sum øll vita
skrivaðu vit fótbóltssøgu við
12. september 1990 at vinna
1-0 á Eysturríki, við máli,
sum Torkil
Nielsen
úr
Sandavági skoraði. Í 1992-
93 luttóku vit so í undan
kapping til HM, og síðani
hevur tað gingið slag í slag.
Men alt hetta hevði ikki
verið møguligt, var tað ikki
fyri framskygni og dirvi hjá
einum ágrýtnum og eld
hugaðum klaksvíkingi. Og
í dag eru fýra lond nevnd í
lógunum hjá altjóða felags
skapunum sum lond, ið eiga
limaskap, tó at tey ikki lúka
treytirnar sum sjálvstøðugar
tjóðir.
Hesi lond eru Skotland,
Wales, Norðurírland – og
Føroyar. Okkum er tískil til
skilaður rættur at vera limur
í hesum felagsskapum við
positivt og beinleiðis at vera
nevndar í teirra lógum.
Máttu taka støðu
Torleif Sigurðsson sigur, at
teir kallaðu inn til eykaaðal
fund, fyri at vita, hvat lim
irnir í FSF, feløgini, hildu
um spurningin um limaskap
í FIFA, men tað tóktist, sum
feløgini heldur enn at taka
støðu vildu eftirrationali
sera. Hvat, um nú...
- Men vit vóru soleiðis
fyri, at vit máttu taka eina
støðu, og tað gjørdu vit so,
sigur Torleif Sigurðsson.
Tað vóru nógvir, sum
vóru ímóti tá, men fyrrver
andi formaðurin heldur tað
vera hugvekjandi, at somu
persónar í dag látast at hava
verið dyggir stuðlar at lima
okkum inn í FIFA og
UEFA.
Undir øllum umstøðum
man tað neyvan vera nakar,
sum í dag harmast um ta
framskygnu
og
djørvu
avgerð, ið varð tikin seinast
í 80-árunum.
Ein avgerð sum merkir, at
føroyingar í annaðkvøld
kunnu uppliva italsku heima
meistararnar
á Tórsvølli
móti okkara egnu monnum.
Gott umdømi
Ein stór orsøk til, at før
oyskur fótbóltur fór at
mennast av álvara, var stuð
ulin frá landinum upp á
300.000 krónur, ið var
avsettur til útbúgving av
venjarum og dómarum.
- Hetta eru bestu pengar,
ið nakrantíð eru lætnir ítrótt
inum, tí tá fór fótbólturin at
menna seg av álvara. Og
skjótt fylgdu hinar ítróttar
greinirnar við, tí tá fóru tær
at góðtaka, at fótbólturin
var størsta drívmegin innan
føroyskan ítrótt, sigur Tor
leif Sigurðsson.
Hann heldur eisini, at vit
eru komin munandi longri
ítróttarliga enn vit eru
politiskt.
- Fótbólturin hevur gjørt
Føroyar kendar. Hvar tú
ferðast í heiminum, so fara
fólk beinanvegin at tosa um
fótbólt, tá tú nevnir, at tú
kemur úr Føroyum. Fótbólt
urin hevur stutt sagt gjørt,
at fólk vita, hvat og hvar
Føroyar eru, sigur fyrr
verandi FSF-formaðurin.
Hann sigur, at tá hann
legði frá sær sum formaður
í FSF, so var tað ein avgerð,
ið var gjølla umhugsað. Tað
var ikki nakað, sum hendi
frá degi til dags. Og hartil
legði hann dent á, at tá hann
legði frá sær, skuldi tað
verða fult og heilt.
- Eg gjørdi teimum greitt,
at teir ikki skuldu velja meg
til nakað sum helst innan
FSF, tá eg legði frá mær
sum formaður. Tað hevði
ikki verið fair, hvørki móti
eftirfylgjandi formanninum
ella mær sjálvum, sigur Tor
leif Sigurðsson.
Tað, sum nú ræður um, er
at hava so gott skil á sum
møguligt, og ikki geva
FIFA og UEFA nakað høvi
til at tveita okkum úr felags
skapunum.
- Men tað skuldi ikki
verið nakar vandi fyri tí. Í
hvussu er ikki sum nú er, tí
Føroyar hava gott umdømi í
FIFA og UEFA-regi fyri at
hava gott skil á og góða
umsiting,
sigur
Torleif
Sigurðsson.
Hann verður við til dystin
leygardagin. Hann verður
altíð boðin við, tá landsdyst
ir eru. Og tað er jú ikki so
undarligt, tí hann er av sonn
um »the Grand old Man«
innan føroyskan fótbólt –
tað prógvar eisini hansara
heiðurslimaskapur í UEFA.
Slóðbrótarin innan føroyskan fótbólt:
Tað var tá ella ongatíð
Føroyar fingu eina flúgvandi byrjan í EM- og HM-høpi, tá vit
púra óvæntað vunnu 1-0 á Eysturríki í Landskrona, við máli
sum Torkil Nielsen skjeyt. Ein sensatión á hædd við, tá USA
vann 1-0 á Onglandi við HM í 1950 – metti størsti danski
fótbóltsblaðmaðurin nakrantíð, Per Højer Hansen
Torleif Sigurðsson er størsta
einstaka orsøkin til, at vit í
annaðkvøld kunnu uppliva
heimsmeistararnar frá Italia
á Tórsvølli móti okkara egnu