sunnudagur 3. juni 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 103 - 1. juni 2007
– Tá ið samráðingar
verða við reiðararnar
í heyst, fara vit
at krevja, at hýru
prosentið verður
munandi hækkað,
sigur formaðurin í
Fiskimannafelagið
Manningarhýrur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Fiskimenn skulu nú hava
munandi meiri í inntøkum.
Tað verður eitt treytaleyst
krav frá Fiskimannafelag
num, tá ið samráðingar
verða aftur við reiðararnar í
heyst.
Sáttmálin millum Fiski
mannafelagið og Reiðarafe
lagið gongur út 30. novemb
er í ár og tá ið samráðingarnar
verða, fer Fiskimannafelag
ið at krevja munandi inn
tøkuhækkingar.
Jan Højgaard, formaður í
Fiskimannafelagnum, sigur,
at Fskimannafelagið fer at
krevja, at hýran skal hækka
fleiri prosent, annars verður
ein nýggjur sáttmáli ikki
góðtikin.
– Sjálvandi fara allir part
ar at gera sítt ítarsta fyri at
finna eina semju, tí endar
tað við at skipini verða
løgd, verður tað samfelag
num til stóran skaða, sigur
hann.
Kortini staðfestir hann, at
vilja reiðararnir ikki góð
taka, at hýruprosentið fer
munandi upp, er onki at
gera, uttan at leggja skip
ini.
Sostatt ásannar hann eis
ini, at fær Fiskimannafe
lagið eina munagóða ábót
hesuferð, er vandi fyri, at
fiskiflotin verður lagdur.
Hava givið reiðarum
milliardir
Formaðurin í Fiskimanna
felagnum heldur seg hava
góðar orsøkir til at seta
hørð krøv í næstu samráð
ingunum við reiðararnar.
– Í nítiárunum lækkaðu
hýruprosentini hjá manning
unum á fleiri skipabólkum
nógv.
Hann vísir á, at hýrupro
sentið hjá manningunum á
nótabátunum er nógv lækk
að og tað sama gjørdi pro
sentið hjá manningunum
við línuskipum, tá ið svøvla
línan kom umborð.
Men hesar lækkingarnar
komu ongantíð upp á hýru
prosentini aftur og sostatt
eru
fiskimenn
rættiliga
nógv afturúrsigldir og hýru
prosentini eru av tí sama
nógv lægri, enn tey eiga at
vera.
Jan Højgaard sigur, at
sostatt hava fiskimenn á
hendan hátt givið reiðarun
um eina gávu upp á hundr
aðtals
milliónir,
kanska
milliardir og tað er ikki
nógv galið, at vit í veru
leikanum hava goldið ein
stóran part av flotanum.
- Og nú er stundin komin
til at fiskimenn fáa hetta
aftur, leggur hann afturat.
Hann vil kortini ikki enn
siga, hvussu stór krøvini
verða.
– Men kravið er ein muna
góð hækking og í summum
førum er talan um, at hýru
prosentið skal hækka fleiri
prosent, sigur hann.
Reiðarar keypa-
fiskimenn betala
Men nú hava skipara-og
Navigatørfelagið og Maskin
meistarafelagið staðfest í
eini frágreiðing, at reiðarar
rógva frammundir, at pro
sentbýtið ímillum skip og
manning verður broytt. Tað
kann bara merkja, at mann
ingarhýrurnar skulu lækka.
Orsøkin til tað er helst, at í
summum førum eru skip og
fiskirættindi keypt so dýrt,
at tað tyngir munandi um
raksturin.
Merkir
Fiski
mannafelagið
nakað
til
hetta?
– Hetta merkja vit eisini.
Í løtuni merkja vit tað mest
við tað, at í summum førum
royna reiðarar at snúgva
sær uttanum sáttmálan fyri
at spara útreiðslur. Tað fara
vit sjálvandi heldur ikki at
góðtaka. – Men eg vóni
heldur ikki, at reiðarar hava
keypt skipini fyri ovurhonds
upphæddir í eini vón um, at
teir kunnu koma til fiski
menn við rokningini.
– Vit hava longu givið
teimum milliardir og geva
teimum ikki meiri. Teir
skulu ikki spenna seg fyri
hundraðtals milliónir og
lata tað ganga útyvir fiski
mannin.
– Vit fara ikki at góðtaka
grundgevingar frá reiðarum
um, at tað er so tungt at
reka skipini, at teir hava
ikki ráð at hækka hýrurnar.
Teir skulu ikki seta seg fyri
dýrari skip enn at teir klára
at betala fiskimonnum eina
hóskandi hýru.
– Fiskimenn eru ein týð
andi partur í samfelagshjóli
num og vit hava heilt
avgjørt ongan áhuga í at ein
stórur partur av vinningin
um endar á útlendskum
hondum ígjøgnum føroysk
ar stráðmenn.
– Tí fara vit at royna at
varðveita sum mest í umfari
í Føroyum og tað er ein
orsøk afturat til at krevja, at
hýrurnar skulu hækkast.
– Fyrr ella seinni endar
trupulleikin hjá mann
ingunum. Men so leingi
hesar garvillu skipasølur
nar ikki halda uppat,
kemur ikki upp á tal at
slaka, sigur formaðurin
í Skipara-og Navigatør
felagnum
Manningarhýrur
Áki Bertholdsen
– Fyrr ella seinni endar trupul
leikin hjá okkum.
Eyðstein Djurhuus, formaður í
Skipara-og Navigatørfelagnum, er
alt annað enn fegin um gongdina í
fiskivinnuni.
Tað er serliga hesir ovurdýru
skipahandlarnir, hann hugsar um.
Hann vísir á, at tað eru nógv
dømi um, at skip og fiskirættindi
verða keypt so dýrt, at tað er ógvu
liga torført at fáa skilagóðan rakst
ur burturúr.
Tú ivast hann ikki í, at fyrr ella
seinni fara reiðarar at krevja, at hýr
urnar hjá manningunum skulu
lækka fyri at fáa bíligari rakstur.
Hann sigur, at hetta er ein gongd,
sum tey longu merkja.
– Í okkara dagliga samskifti við
reiðarar fáa vit í heilum at vita frá
teimum, hvussu tungt at tað er reka
skipini.
Kortini staðfestir hann, at í teim
um samráðingum, sum hava verið
við reiðararnar, eru enn ongi form
lig krøv komin um at lækka hýrur
nar.
Men hann er púra sannførdir um,
at fyrr ella seinni endar hesin trupul
leikin á samráðingarborðinum, tí
rokningin skal jú gjaldast og tað er
onki at ivast í, at hon verður bara
skumpað niður ígjøgnum skipanina,
so at hon til seinast at enda hjá
manningini.
Hinvegin ger hann eisini púra
greitt, at tað verður av ongum.
– So leingi hesir garvillu skipa
handlarnir fara fram, kemur ikki
upp á tal at slaka fyri krøvum frá
reiðarum um at lækka hýruprosentið,
sigur Eyðstein Djurhuus.
Ongin viðmerking til lønarkrøv
Formaðurin í Reiðarafelagnum hevur onga
viðmerking um lønarkrøvini frá Fiskimanna
felagnum
Manningarhýrur
Áki Bertholdsen
– Ongin viðmerking.
Jákup Sólstein, formaður í Reiðarafelagið hevur als onga
viðmerking til krøvini, sum formaðurin í Fiskimannafelagnum
boðar frá í aðrari grein her á síðuni.
Men hann staðfestir, at tað er ikki almenna áskoðanin hjá
Reiðarafelagnum, at býtið ímillum skip og manning skal
broytast, soleiðis sum Skipara- og Navigatørfelagið og Maskin
meistarafelagið boða frá í eini viðmerking til lógina um
vinnuligan fiskiskap.
– Hvat onkur einstakur reiðari kanska hevur sagt ella ikki,
kann Reiðarafelagið onki gera við, sigur Jákup Sólstein.
– Vit hava ikki boðað frá okkara støðu til hýruprosentini fyri
nakran skipabólk og tað ætla vit heldur ikki at gera, fyrrenn
samráðingar verða, sigur Jákup Sólstein.
Svartiper endar hjá okkum
Fiskimenn og reiðarar:
Brynja seg til
harðan dyst
- Reiðarar skulu ikki halda, at teir kunnu keypa skip fyri
hundraðtals milliónir fyri síðani at koma til fiskimannin at
biðja um pengarnar. Vit hava longu givið reiðarunum fleiri
milliardir og tað skulu vit nú hava aftur sigur Jan Højgaard,
formaður í Fiskimannafelagnum
Siga frá fongulsmissión
í Rumenia
Frá 31. mai til 7. juni vitjar danin Thorkil Jørgensen saman við Hans Jacob á
Lava í Føroyum. Teir fara at hava møtir kring landið, har teir greiða frá
arbeiði teirra fyri fangum í Rumenia. Vanliga vitja teir í fongslunum einar
seks ferðir um árið, og meta teir seg hava tosað Guds orð fyri eini 40.000
fangum íalt. Møtiskrá teirra er henda: Byrjað varð í gjárkvøldið í Oasuni í
Hoyvík, í kvøld verða teir í Hebron í Leirvík og leygarkvøldið í Kelduni í
Skálafirði. sunnudagin luttaka teir við trý møtir – kl. 11 í Filadelfia í Vágum,
kl. 18 í Evangeliihúsinum í Havn og kl. 22 luttaka teir á útimøti á Vaglinum.
Vinnuvitan nr. 100
Í gjár kom blað nummar 100 út hjá Vinnuvitan. 2. desember
í 2004 kom Vinnuvitan út fyri fyrstu ferð, og 31. mai 2007
útgáva nummar 100 á hillunum. Í oddagrein í nýggjastu
útgávu fegnast blaðstjórin Óli á Deild Olsen, um at føroyska
samfelagið, og ikki minst vinnulívið, sum tikið verður til,
hava tikið blaðið til sín. Á Vinnuvitan fegnast tey um at hava
prentað 100 útgávur av blaðnum. Í farnu viku var fagnaðurin
í Vágsbotni stórur, tá Sosialurin fylti 80 ár. Útvarp Føroya
hátíðarhelt hálvthundrað ára dag teirra í fjør, og næsta ár
fyllir Dimmalætting 130.