Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-03, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 3. juni 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 103 - 1. juni 2007 ] Hóast dysturin neyv­ an verður lætt­ur, so heldur lands­lið­s­ven­ jarin, at hansara upp­ gá­va í nógvar mátar er lættari hesaferð, enn hon so ofta hevur ver­ið Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eins og spælararnir, so stend­ur Jógvan Martin Ol­sen leygardagin fyri síni størs­tu uppgávu nakrantíð. Hós­kvøld­ið spurdu vit lands­ liðs­ven­jaran, hvussu hann á nakran hátt kann fyri­rei­ka seg og liðið til set­ n­ing­in, har heims­meis­tar­ar­ nir standa fyri framman. - Tað er ein góður spurn­ ing­ur. Men eg haldi nú ikki, at tað ávirkar meg so øgiliga nógv øðrvísi, enn allir aðrir dys­t­ir. Onkursvegna er tað so, at spælararnir eru nógv mei­ra konsentreraðir, og tú merk­ir týðiliga, at allir vilja slep­pa inn á vøllin til hand­ an dystin. Ger tað kanska tína upp­ gá­vu lættari? - Á ein hátt verður hon nógv lættari. Men sam­stund­ is ger tað tað nógv truplari, at einir tríggir spælarar sku­ lu sáldast frá. Tí tað er eing­ in, sum fellur ígjøgnum und­ir venjingunum. So tyngsta uppgávan verð­ ur kanska at siga nøkrum, at teir ikki skulu byrja in­ni? - Ja, tí teir hava allir lagt nógv fyri og gjørt tað gott und­ir venjingunum. Skulu tora Sjálvandi hava føroysku spæl­ar­ar­n­ir staðið fyri stór­ um uppgávum fyrr, og tí held­ur Jógvan Martin, at het­ta er enn eitt fet í so má­ta. Eins og spælararnir tá hava roynt seg móti øllum teim­um bestu, sum eru í heim­in­um. - Tað skuldi líka verið, um vit fingu Ongland í næs­ ta lutakastinum. - Men vanliga stúri eg ik­ ki heilt so nógv fyri teimum heilt stóru fót­bólts­lond­un­ um, sum eg geri fyri so­nevn­ d­u millumtjóðunum. Ofta sígg­ja vit, at liðið lyftur seg ey­ka nógv og faktiskt yvir­ præs­ter­ar í slíkum dystum. Og tað vóni eg í øllum før­ um eisini verður støðan hesa­ferð. Og tað verður kanska ei­si­ n­i neyðugt? - Tað verður tað. Men sam­stu­nd­is sum vit helst sku­lu arbeiða enn harðari, enn vit vanliga gera, so verð­ur tað serstakliga týd­n­ ing­ar­mik­ið, at vit eisini hal­ da upp á bóltin. Tað trúgvi eg er lykilin til, at vit ikki ko­ma undir óneyðuga nógv trýst. Vit skulu tora at spæla fót­bólt. Eisini tá vit spæla móti Italia, eru boðini frá lands­ liðs­ven­ja­ra­num. Noyðist at skuffa nakrar Tað tykist upplagt, hvør­j­ir ellivu skulu á vøllin, og hvørjir teir tríggir eru, sum eru tætt at teimum fyrs­ tu ellivu, men sum lands­liðsvenjarin í kvøld fer at siga, at teir skulu sita á bein­ ki­num Fótbóltur Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Fyri fyrstu ferð nakrantíð sku­lu Føroyar klokkan 19.45 leygarkvøldið stríðast ímó­ti fótbóltsliði, sum er heims­meis­­tari. Tað hava verið veldugar av­bjóð­ing­ar, tá ið Føroyar í undan­kapp­ing­ardystum ha­va staðið andlit til andlit við nakrar av heilt stóru eu­ro­peisku fót­bólts­tjóð­un­ um. Her verður hugsað um Span­ia, Týskland og Frak­ land. Spania hevur ongantíð ver­ið heilt uppi á altjóða lands­ liðs­tindinum, men tal­ an var um stórar stjørnur úr eitt nú Real Madrid og Bar­ ce­lo­na. Týskland, sum Før­ oy­ar vóru um reppið at fáa stig ímóti bæði á útivølli og heima­vølli, var varða­heims­ meis­ta­ri, eins og Frakland var tað, tá Føroyar seinast spæl­du móti teimum. Nú er avbjóðingin upp­aft­ ur størri. Italia er heims­ meis­ta­ri, og trettan av spæl­ ar­un­um, sum síðsta summar eft­ir brotssparkskapping vun­nu HM finaluna ímóti Frak­lan­di, vóru í italska ferða­lag­num, sum í gjár­ kvøld­ið lendi í Vágum. Tað kemur ógvuliga sjáld­ an fyri, at Føroyar leygardag ik­ki spæla landsdyst fyrrenn klokk­­an 19.45. Sport Five eig­­ur sjónvarpsrættindini. Teir hava selt rættindini at sjón­var­pa til Italia. Sum í øðr­um londum við Mið­al­ hav­ið eru tey í Italia von við at fara til fótbólt, tá ið dagurin er vorðin meiri sval­ ur. Tí verður fyrsta bríks­lið á Tórsvølli ikki fyrr­enn eftir nátturða. Millum allar teir føroysku spæl­ar­ar­nar, sum hava fing­ ið landsliðsboð, livir vónin um at sleppa upp í part. Sum­m­ir spælarar eru full­ vís­ir í at verða millum teir fyrs­tu ellivu. Aðrir vita, at teir hava møguleika fyri at stan­da inni á vøllinum, tá ið tjóð­sangirnir verða spældir, og so eru tað teir, sum heilt víst vita, at teir fara at man­ na beinkin. Hesir vóna, at teir sleppa upp í part eina lø­tu. Felags fyri allar hesar er, at teir vita, at tað er góð­ ur møguleiki fyri, at teir ik­ki sleppa upp í part. Jógvan Martin Olsen hev­ ur undir fyrireikingunum sagt, at tað er so mikið av kapp­ing um plássini, at tað eru fjúrtan spælarar, sum kun­nu manna tey fyrstu ell­i­ vu plássini. Tað er tí, at lands­ liðs­venjarin sigur seg vi­ta, at tað verður vónbrot hjá trimum at fáa at vita, at tað ikki er pláss fyri teim­ um. Verjan Eingin ivi er um, at Jákup Mikk­el­sen fer at verja mál­ ið. Tað er heldur eingin ivi um, at Óli Johannesen og Jón Rói Jacobsen fara at man­na miðverjuna. Óli eig­ ur landsliðsmetið og fast pláss í miðverjuni, inntil hann sjálvur gevst ella spæl­ ir seg rudd uliga av. Jón Rói Ja­cob­sen er rættuliga komin fyri seg eftir drúgvan skað­a­ steðg. Hann venur við sup­ er­li­ga liðnum hjá AaB, sum hann fleiri ferðir hevur spælt við seinastu vikurnar, og tí er hann sjálvskrivaður á landsliðnum. Mortan úr Hørg og Atli Dan­i­el­sen hava verið nevnd­ ir sum evni til høgra bakk. Tað verður serliga ver­ju­ kend­ar dygdir og taktisk til­ vit­an og ikki framrættað vong­ver­juspæl, sum tað verð­ur brúk fyri ímóti Italia. At­li Danielsen hevur í vár ver­ið fastur maður á Frem mið­vøll­inum. Spurningurin er ikki, um Atli skal spæla, men hvussu hann skal verða part­ur av kabalini. Tað er ik­ki so sannlíkt, at hann Hesa ferð Hóast tummilsreglan sig­ur, at ein og hvør dyst­ur er ein nýggj upp­gá­va, so er eingin loy­na, at upp­liv­ingin leyg­ar­dag­in er serstøk hjá fót­bólts­lands­lið­ num Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Sjálvt veteranurin og stýri­ mað­urin á føroyska liðnum, Óli Johannesen, staðfestir, at tað er meira enn »bara« ein vanligur landsdystur, nú tal­an er um heims­meis­tar­ar­ nar. Eisini hóast fyri­reik­ing­ ar­­nar í størst møguligan mun eru tær somu, sum tær van­li­ga eru. - Vit kunnu sjálvandi roy­ na at fáa ta hvíld, sum vit sku­lu. Kanska meira vætu og betri føði, so vit fáa tey fáu prosentini eyka. Og so sku­lu vit sjálvandi eisini ve­ra topp-motiveraðir, nú tað eru sjálvir heims­meis­tar­ a­nir, sum vit skulu stríðast við. Nú hevur tú verið við í fyri­reik­ing­unum til 80 lands­d ys­tir ella so. Er tað mun­ur á teimum undanfarnu 80 og so hesum eina dyst­in­ um móti liðnum, sum er best í heiminum? - Tað merkir man týðiligt. Tað verður tosað nógv mei­ ra um mótstøðuna. Hvørjir teir eru, og nær teir koma. Og venjingarnar sjálvar eru nógv meira intensar. So het­ ta er heilt víst ein serstakur dyst­ur fyri okkum allar í hóp­in­um. Størsti dysturin nakrantíð Wardum-brøður til Kyndils- kvinnur Komandi kappingarár verða tað brøðurnir Uni og Hannis Wardum, ið verða venjarar hjá fremsta kvinnuliðnum hjá Kyndli. Uni og Hannis hava báðir drúgvar royndir sum venjarar, bæði í fremstu deildunum, har teir millum annað hava staðið á odd a fyri fremsta mansliðnum hjá H71, umframt at teir í nógv ár eisini hava verið ungdómsvenjarar. Báðir hava teir eisini í nógv ár sjálvir verið leikarar á besta mansliðnum hjá Kyndli. Afturat sær hava venjararnir Hans Mikkelsen, fysiskan venjara, og kvinnurnar eru longu farnar í gongd við fysisku venjingina. Hyypia heldur fram í Liverpool Eitt sera gott kappingarár hjá danska Daniel Agger hevur kostað Sami Hyypia plássið í miðverjuni hjá Liverpool. Vanliga verjan var Hyypia og Carragher, men nú hevur 22 ára gamli danin tikið yvir. Hyypia verður stórt sæð bara nýttur, tá ið ein av hinum tørva ein steðg, og hetta hevur fingið søgurnar at ganga um at Hyypia var á veg úr felagnum. Hesum søgum vísur venjarin hjá liðnum, Rafael Benitez, nú aftur. Hann sigur seg hava tosað við ljóshærda verjuleikaran um málið, og báðir eru samdir um, at hann skal halda fram komandi kappingarár. 33 ára gamli Sami Hyypia hevur leikt í Liverpool síðan 1999, tá ið hann kom til felagið frá hollendska Willem II. Spenningurin er sera stórur í landsliðsleguni, nú heimadysturin móti heimsmeistarunum er á skránni. Eisini hjá veteraninum og liðformanninum, Óla Johannesen Mynd: Álvur Haraldsen Hóast uppgávan á pappírinum er meira ræðandi, enn hon nakran tíð hevur verið, so tykist hon kortini lættari enn vant hjá venjaranum Mynd: Álvur Haraldsen