Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-03, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 3. juni 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 103 - 1. juni 2007 ] verð­ur á miðvøllinum, og tí verð­ur Atli Danielsen, sum of­ta tey seinastu árini, á bakk­in­um í høgru. Marni Djurhuus hevur sein­as­tu ferðirnar verið roynd­ur á vinstra bakki, sum tað hevur verið ivamál um, síðani avloysarin hjá Øss­uri Hansen, Súni Olsen, varð fluttur fram á mið­vøll­ in. Landsliðsvenjarin hevur onk­ra ferðina meiri enn spælt við møguleikan at fly­ ta Christian Høgna Jacobsen aft­ ur á bakkin. Hetta hevur hann ikki roynt seinastu ferð­ir-nar, og tað er neyvan hepp­ið at fara undir nýggja roynd, tá ið Italia er mót­ støðu­ lið­ið. Miðvøllur og álop 50 dystar maðurin Jákup á Borg er sjálvskrivaður á mið­vall­ar­plássi í høgru. Sím­­un Samuelsen hevur flei­­ri ferðir fingið mø­gu­leik­ an í vinstru. Ímóti Ukraina á heimavølli í mars varð hann skiftur út við Christian Lam­hau­ge Holst miðskeiðis í 2. hálvleiki, og á útivølli í Georg­ia varð hann bara á vøll­in­um í yvirtíðini. Símun hev­ur staðið seg væl í fyrstu um­før­unum í íslendsku kapp­ing­ini. Hóast hann higar­til í landskappingini ik­ki hevur verið so sann­før­ an­di í HB, sum hann var tað í NSÍ í fjør, so liggur tað til, at Christian Høgni Jacobsen he­sa ferð verður ytstur í vins­tru. Fróði Benjaminsen er leik­ban­nað­ur. Mikkjal Thoma­s­sen tykist upplagdur til annað sentrala mið­vallar­ pláss­ið. Súni Olsen er ikki í op­ti­mal­ari dystarvenjing, men hann verður torførur at slep­pa uttanum. Ein mø­gu­ lei­ki er, at Atli Danielsen kann verða sentralur mið­ vall­­ari, og at Súni Olsen – or­sa­ka av ikki optimalari dyst­ar­ven­jing – verður bak­ k­ur í høgru. Tað plássið hev­ ur Súni ofta røkt í AaB. Rógvi Jacobsen eigur heilt víst pláss millum teir fyrs­tu ellivu. Ivaleyst verður tað sum næstfremsti maður. And­rew av Fløtum er mø­gu­ lei­ki í fremstu ódnini. Men mei­ri sannlíkt er tað, at Chris­ti­an Lamhauge Holst, ið er liðf ormaður og lyk­la­ spæl­ari í Lyngby, sum er á veg upp í superliguna, verð­ ur fremstur. Christian hevur ver­ið serliga væl upplagdur í vár, meðán Andrew ikki hev­ur átt fast pláss á liðnum hjá Fremad Amager. Teir tríggir, sum í kvøld fa­ ra at fáa boð frá ven­ja­ra­ num um, at tað ikki er pláss fy­ ri teimum, verða eftir hes­ um at døma Mortan úr Hørg, Símun Samuelsen og And­rew av Fløtum. Teir ellivu, sum ivaleyst fa­ ra at ganga inn á vøllin sam­an við italsku heim­s- meis­tar­unum í annaðkvøld, verða Jákup Mikkelsen – At­li Danielsen, Jón Rói Ja­cob­sen, Óli Johannesen, Mar­ni Djurhuus – Jákup á Borg, Mikkjal Thomassen, Sú­ni Olsen, Christian Høg­ ni Jacobsen – Rógvi Ja­cob­ sen - Christian Lamhauge Holst. Á beinkinum saman við teim­um trimum omanfyri nevn­d­u og klárir at taka av mø­gu­leik­anum, um hann fer at vísa seg, fara at sita Mein­hard Joensen, Rasmus Nol­s­øe, Kári Nielsen, Pauli G. Hansen, Hjalgrím Elttør og Bergur Midjord. Tveir av hesum skulu tó sáldast frá, áðrenn dómaraseðilin verð­ur skrivaður. ð er valið ikki so torført Saviola gevst í Barcelona Javier Saviola heldur ikki fram í spanska stórfelagnum eftir hetta kappingarárið, sum endar um góðar tríggjar vikur. Kviki argentiski áleyparin hevur ikki fingið nógva leiktíð í FC Barcelona í ár, og hann verður nú biðin um at finna sær nýtt felag til komandi kappingarár. Hann hevur tvey tey undanfarnu kappingarárini verið útleigaður til Monaco og síðan Sevilla, men tað tykist greitt, at talan hesaferð verður um eina sølu. Real Madrid og Manchester City sigast bæði hava áhuga í 25 ára gamla áleyparanum. U-21 liðið á vøllin Føroyska U21-landsliðið skal fyri fyrstu ferð í altjóða dyst, tá teir í morgin skulu spæla móti Kroatia. Fyrrakvøldið kom føroyska ferðalagið til Zagreb, og síðani hava spælararnir fyrireikað seg til stóru avbjóðingina. Venjarar hjá liðnum eru Bill McLeod Jacobsen og Heðin Askham, og teir siga, at veðrið ikki er heilt so heitt, sum vandi var fyri. Hesar báðar seinastu dagarnar hava hitastigini verið eini 15-20 í tali. Fyrr í vikuni hava tey annars verið 35. Men lætt verður tað tó ikki móti Kroatia, sum verður mett at hava eitt av sterkastu U21-landsliðunum í Europa. Nógv bendir á, at Christian Lamhauge Holst hesa ferð fær møguleikan frá fyrsta bríksli. Nakað sum hann ikki hevur roynt í landsliðshøpi áður. Fróði Benjaminsen er leikbannaður Mynd: Álvur Haraldsen