Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-03, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 3. juni 2007síða 33

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 103 - 1. juni 2007 tíðindi Útibarnagarðinum í Æðuvík fer eisini at markera, at Peda­ gogfelagið fyllir 25 ár í dag. – Vit liva tætt at náttúr­uni, og tí læra vit nógv um tað ymiska, sum hvør árstíð hevur við sær, til dømis fugla­sløg, reiður, egg, plantu­sløg, ymiskt í fjør­uni og nógv annað, siga tey í barnagarðinum Barnagarður Lagt til rættis: Snorri Brend Æðuvík: Útibarnagarðurin “Víkin” læt upp mars 2002. Síðan tá hava umleið 100 børn gingið í Útibarna­garði­ num. Barnagarðurin heldur til í Missiónshúsinum í Æðu­vík. Vanliga letur barnagarð­ urin upp klokkan 7.45. Børnini fáa morgunmat um tey ynskja tað, meðan onnur spæla við ymist. Umleið klokkan 10 er ein samling har tey syngja, hoyra søgu og fáa frukt. Aftaná byrja tey at gera seg klár at fara út. - Vit lata okkum í eftir veðri­num, og vit fara út so gott sum í øllum veðri, verð­ ur sagt úr barnagarðinum. Sjórænarasteinur Tá tey fara út verða børnini býtt sundur í tveir bólkar, við 12 í hvørjum. Tey hava matpakkar, mjólk og vatn við. - Tað er ordiliga deiligt at eta úti. Onkur finnur sær ein góðan stein at sita á, með­an onkur annar setur seg á bøin. Meðan børnini eta, hoyra tey teir ymisku fuglarnar syngja fyri teimum. Og tey síggja smálombini leita eftir mammu síni. Børnini og starvsfólkini fara somuleiðis ymiskar túr­ ar, til dømis oman í fjøruna har tey fanga og fiska krabb­ ar, marflugur og annað liv­ andi. Niðri í fjøruni er eisini ymiskt sum skolar upp, so har verður mangt og hvat funnið. Hagin verður ofta vitjað­ ur, har børnunum dáma væl at klatra á ymsum stórum steinum. - Børnini hava haraftrat givið teimum nøvn, so sum Tarvasteinurin og Sjórænara­ steinurin, verður sagt. Tarvasteinurin hevur eitt band bundi um seg, soleiðis at børnini kunnu klintra upp á hann. Grillin verður ofta tikin við, og tað halda børnini er sera stuttligt. - Nú tá vit hava verið í haga­num hava vit funnið nógv tjaldursegg og likku­ egg. Vit gleða okkum eisini til spógva-, mýrisnípu- og æðureiðrini fara at koma, siga starvsfólkini í útibarna­ garðinum. Alt hetta er kortini bert ein partur av tí, sum tey gera í Æðuvík. Børnunum dáma sera væl at spæla á einum staði, ið kallast í Promsgili og við Fossdalsá. - Vit ganga eisini niðan til myllurnar, og hava vit hug og orku verður eisini farið til tey trý vøtnini sum eru har uppi. Tey eita Nes­ vatn, Vøruvatn og Starvatn. - Og so gongur leiðin heim­aftur í Útibarnagarðin, har vit fáa millummála. So byrja foreldrini so líðandi at koma eftir børnunum, verð­ur sagt. Útibarna­garð­ urin letur aftur klokkan 17.15. Í dag hevur útibarna­garð­ urin eina myndaframsýning í kommunuskrivstovuni í Runavík við nøkrum av tí, sum tey takast við í Æðu­ vík. Náttúran er okkara barnagarður Eitt sunkist er altíð kærkomið eftir ein strævnan dag úti í spæli Tað ger einki um ein gerst vátur. Bara ein hevur tað stuttligt »Í ánni siglir skipið mítt«