sunnudagur 3. juni 2007síða 34
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 103 - 1. juni 2007
35
Fyrsta summar
stevnan er byrjað,
og um vikuskiftið
fara hópurin av
fólki at leita sær
til Klaksvíkar, nú
lokala tjóðarhátíðin
– Norðoyastevnan - er
á skránni. Ella fara
tey?! Eitt stórt arbeiði
er aftur í ár gjørt til
tess at fyrireika hesa
stevnuna. Spurn
ingurin er bert, um
hetta er nóg mikið
til tess at draga teir
stóru skararnir
norður gjøgnum
Norðoyatunnilin
Norðoyastevna
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Klaksvík: »Á Norðoya
stevnu koma fólk fyrst og
fremst saman um tað fólks
liga, har tey sjálvi føla seg
sum ein part av tí, sum
gongur fyri seg«.
Soleiðis tók mentanarleið
arin í Klaksvíkar kommunu,
Dávur Winther til í eini
samrøðu í Sosialinum und
an Norðoyastevnu í fjør.
Nú stendur aftur ein
stevna fyri framman – nr. 2
síðani Norðoyatunnilin lat
upp í fjør. Fyrr samtalaðu
fólk um, hvussu nógvar
liggjandi gestir tey fingu til
stevnuna. Í dag er alt hetta
broytt: Fólk koma koyrandi
gjøgnum “bakdyrnar” til
Klaksvíkar og hvørva aftur,
uttan at so nógv hava lagt
hetta til merkis.
Hóast tað er lættari hjá
fólki at koma til býin, er
stóri spurningurin kortini,
um fólk tíma at gera hetta
longur í sama mun sum
áður: Talið av stevnum er
vaksandi. Tær líkjast alt ov
nógv. Landsdystur er móti
heimsmeistarunum úr Italia
leygarkvøldið. Er stevnu
skráin nóg spennandi mót
vegis hesum?
Tað eru so nógvar aðrar
stevnur í at velja, og tja, er
nakað serligt at fara eftir í
Klaksvík, - nakað sum líkist
burtur úr øðrum stevnum?
– Vit mugu fyrireika eina
spennandi skrá, soleiðis at
fólk beinleiðis velja at
koma á Norðoyastevnu og
verða verandi her. Í aðrar
mátar koma tey ikki, siga
fólk.
Living ella yvirliving
Fyri klaksvíkingar og norð
oyingar var óhugsandi, um
ein ikki hevði eina slíka
stevnu á hvørjum ári. Hetta
er jú at meta sum lokala
tjóðarhátíðin í Klaksvík.
Hetta er jú fyrsta stevnan
á summarinum. Hetta er
samstundis fyrsti møguleik
in hjá kappróðrarmanningu
num at seta seg í respekt og
vísa hinum, hvørja styrki
tey hava.
Tað eru tó kortini tey –
bæði klaksvíkingar, norðoy
ingar og onnur – sum halda,
at stevnan hevur yvirlivað
seg sjálva. Ja, ein hoyrir
beinleiðis fólk siga, at Norð
oyastevnan hevur einki at
týða longur.
Her er ikki bert talan um
yngri fólk, men eisini fólk
sum eru komin væl upp í
árini. Fyrr løgdu summi av
teimum eldru uttanlandsferð
sína eftir, nær Norðoyastevn
an var á skránni. Tey fóru ann
aðhvørt avstað, so tey vóru
aftur áðrenn, ella tey bíðaðu
til stevnan hevði verið.
Í dag hoyrir tú somu fólk
siga, at tey tað sama kundu
farið í summarhús hinumeg
in undirsjóvartunnilin ella
til handils í Havn. Var
streymurin ikki so høgur
um vikuskiftið, fór helst
onkur teirra á flot eisini!
Midnátt ov tíðliga
Nógv er broytt í viðurskift
unum kring stevnuna, og
fólk spyrja um ikki onkur
broyting er væntandi – ella
um fyrireikararnir í ár
munnu hava funnið uppá
okkurt spildurnýtt.
Fleiri tiltøk eru, sum fólk
gleða seg til á hvørjum ári.
Her man serliga midnáttar
samkoman standa ovarlaga
á skránni. Hetta er eitt av
hæddarpunktunum á Norð
oyastevnu,
men
mong
halda, at tiltakið líkist tí
sum varð hildið árið fyri,
og at tað tí er rættiliga
fantasileyst.
Fleiri fólk halda, at ein
kundi ment hesa løtuna enn
meiri. Løtan varir alt ov
stutt, og tað vísir seg, at
fólk ikki koma oman í Vágs
tún fyrrenn røðarin er farin
á pallin ella er komin væl
áleiðis í røðu síni.
Ein møguleiki var at gjørt
hesa løtuna munandi longri
og við fleiri punktum á
skránni,
millum
annað
soleiðis hon annaðhvørt
byrjaði við eini sangløtu,
kanska longu kl. 22 – ella
at hon endaði við eini slík
ari løtu.
Hetta við felagssangi eitt
slíkt kvøld er nakað, sum
ólavsøkan er kend fyri.
Kundu klaksvíkingar – teim
um so líkt - ikki funnið
uppá okkurt serstakt og
originalt?!
Kappróður í
tríggjar tímar
Tað er kortini ikki bert mid
náttarsamkoman ið treingir
til eina bøtandi hond:
Kappróðurin, sum áður
var ein savnandi depil, er
nú í stórari afturgongd. Í ár
er so illa statt, at tað var um
reppið at allir róðrar verða
avgreiddir ímorgin, tí ov
fáir bátar eru meldaðir til.
Hetta er kortini ikki bert
ein gongd, sum ein sær í
Klaksvík. Árið í fjør prógv
aði til fulnar, at kappróðurin
er í afturgongd og at fólk
ikki hava sama áhuga fyri
hesi ítróttargreinini sum
áður.
Eitt undantak í so máta er
helst bygdin Árnafjørður,
sum á fyrsta sinni mannar
eitt spildurnýtt áttamannafar
kl. 13 leygardagin. Men
aðrastaðni gongur beinleiðis
trekt at manna bátarnar.
Klaksvíkingar hava sjálv
ir borið uppá mál, at ein átti
at gjørt hesa tjóðarítrótt
okkara
meiri
áskoðara
vinarliga. Tað er eingin
meining í, at fólk skulu
bíða ein heilan seinnapart,
frá tí róðurin byrjar og til
seinasta 10-mannafarið er
komið á mál.
- Tað eru fá sum tíma at
hyggja eftir kappróðri í
samfullar tríggjar tímar,
serliga ein dag har veðrið
ikki er til vildar. Og so tey
enntá standa úti alla hesa
tíðina, siga fólk.
Klaksvíkingar plaga kort
ini at vera uppfinnsamir, so
tað kundi meiri enn so hent,
at teir í ár koma við onkrum
góðum hugskoti til frama
fyri áskoðararnar – eitt hug
skot sum hini kappróðrar
feløgini kundu tikið til
eftirtektar í summar.
Fantasileys skrá
Stóra vandamálið við Norð
oyastevnuni er kortini tað,
at so nógv annað er í at
velja í summar. Norðoya
stevnan koyrir meiri í tóm
gongd enn nakað annað.
Sjálvir hava klaksvíkingar
gingið á odda, og hava sein
asta árið skipað fyri einum
hópi av tiltøkum, ið eisini
hava savnað ein hóp av
fólki – til dømis torradagar,
sjómannadag, stóra tiltakið,
tá Norðoyatunnilin lat upp
og ikki at gloyma Summar
festivalin.
Her varð lagt soleiðis til
rættis, at persónar við eld
huga, hugflogi og royndum
tóku sær av hesum tiltaki
num. Tá talan er um Norð
oyastevnuna er tað nevndin
í Norðoya Frítíðar- og Ítrótt
arfelag sum skipar fyri.
Tey hava sjálvandi lagt
sína stóru orku í stevnuna í
ár, eins væl og undanfarin
ár. Men tað eru kortini tey,
sum halda at hon hevur lítið
at siga fólki í dag. Norðoya
stevnan líkist hinum stevnu
num
ella
hinar
líkjast
hesari.
Tað er kanska so sum ein
klaksvíkingur sigur: - Um
tú kopierar skránna tey sein
astu fimm árini og bara
broytir dag og árstal, so er
stevnan líka so fantasileys
sum seinastu mongu árini.
- Skal stevnan ikki púra
doyggja út, er neyðugt at
stevnan endurnýggjar seg
sjálva, annars yvirlivir hon
seg sjálva!
Onkur helt fyri, at ein átti
at lagt bæði hesi stóru tiltøk
ini saman í eitt. Men hesum
eru fólk flest helst ósamd
um, tí tey hava hvør sítt
endamál og venda sær eisini
til hvønn sín málbólk.
Lokalur trivnaður
Hinvegin eru tað tey sum
halda, at Norðoyastevnan
eigur at síggjast í heilt øðr
um ljósi – at stevnan er
meiri av meta sum eitt fólks
ligt tiltak, heldur enn ein
profesjonell stevna.
Stevnan er ein partur av
lokalu søguni og nógv av tí
sum er á skránni, hevur
røtur í aldargomlum siðvenj
um. Neyðugt er at halda
fast við hetta og at standa
saman um at skapa og skipa
eina góða stevnu.
Hesi siga beinleiðis, at
markið millum tey sum
skipa fyri og tey sum taka
lut er sera lágt, og at tað er
júst soleiðis sum tað eigur
at verða: - Vit eru øll felags
um at skipa stevnuna.
Tað er jú í høvuðsheitum
áhugafeløg sum skipa fyri
og leggja eitt stórt sjálv
boðið arbeiðið, bæði í sam
band við stevnuna. Hetta er
kanska tann týdningarmesti
parturin handan Norðoya
stevnuna.
Her fáa familja og onnur
eitt ótrúliga gott høvi at
síggja, hvat tað er sum tey
ungu takast við og hvar tey
halda
til
í
framtíðini.
Mammurnar baka og pápar
nir hjálpa feløgunum at
rigga til. Hetta er alt við til
at skapa ein felags lokalan
trivnað í samfelagnum.
Skal
Norðoyastevnan
framvegis vera – og verða
– Norðoyastevna, er helst
neyðugt við broytingum,
millum annað at Klaksvíkar
kommuna letur meiri pen
ing til fyrireikingararbeið
ið.
Hetta fer aftur at gera sítt
til at Norðoyastevnan gerst
ein røtt og positiv mynd av
Klaksvík.
Góða Norðoyastevnu!
Lokal tjóðarhátíð
Midnáttarsamkoman dregur nógv fólk til sín. Myndin frá Norðoyastevnu í fjør prógvar hetta til fulnar
Mynd: Bárður Lydersen
”
Norðoyastevnan eigur at síggjast
í heilt øðrum ljósi – at stevnan er
meiri av meta sum eitt fólksligt
tiltak, heldur enn ein profesjonell
stevna