Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-03, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 3. juni 2007síða 35

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 103 - 1. juni 2007 lýsingar E n d u r lý s i n g eftir pedagogum og hjálparfólkið til Vípuna Sjálvsognarstovnurin Vípan søkir eftir 2 peda­ gogum 30 tímar og 1 hjálparfólkið 25 tímar, til at byrja 15. august 2007 ella eftir nærri avtalu. Vípan er ein barnagarður við børnum frá 3­7 ár. Eftir summarfritíðina fer Vípan at taka ímóti børnum frá 2­8 ár. Tað er fyrsta árið, Vípan fer at taka í móti frítíðarskúlabørnum og vøggustovu­ børnum. Arbeiðstíðinar eru skiftandi, frá 7.30­17.00. Vit bjóða eitt áhugavert starv: • hvar náttúran hevur stóran leiklut í gerandis­ degnum og hvar spæl fyllir nógv • hvar virðing og trivnaður hjá barninum er í hásætið • opinleika og ein jaligan hugburð fyri framtíðini • við broytingum hvar tú hevur tína ávirkan Vit vænta av tær: • At tú ert útbúgvin pedagogur/hevur royndir og fagliga vitan • At tú kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir • At tú ert opin fyri broytingum • At tú hevur góð samstarvsevnir yvir fyri børnum, foreldrum og starvsfelagum • At tú sært fyrimunir fram um vansar Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Eyð Skúvadal, leiðara á tlf 317535/ 287535 Umsókn saman við avrit av prógvum og viðmæl­ um, skal vera stovninum í hendi, seinasta lagi 17.06. 2007 Vípan Vípuvegur 3 100 Tórshavn Tlf. 317535/ 287535 Lærarastørv í vestmanna skúla lýst leys til setanar frá 1. august 2007 søkt verður eftir 5 lærarum, einum í føstum fulltíðarstarvi, trimum í tíðaravmarkaðum full­ tíðarstarvi og einum í tíðaravmarkaðum part­ tíðarstarvi , (um 10 – 12 tímar/vikuna) • fyri eftirløntan lærara, lærarar í farloyvi, lækkað tímatal, stuðulstímar og avlopstímar Søkt verður eftir lærarum, sum • undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans • duga at samstarva og eru fyrikomandi • eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum Harumframt skulu lærararnir hava førleika at átaka sær eina ella fleiri av hesum lærugreinum/lærugreinaøkjum: • undirvísa gentum og dreingjum í ítrótti og í svimjing, undirvísa á ítróttarbreyt og hava ítrótt sum linjulærugrein • undirvísa í týskum og enskum • undirvísa í náttúru/tøkni, alisfrøði og evnafrøði • undirvísa í træ- og jarnsmíð og motorlæru • undirvísa í handverk og list • undirvísa í tónleiki • kunna taka námsfrøðiligar stuðulstímar • vera flokslærarar Førleikakrøv: Læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi førleika í nevndu lærugreinum/lærugreinaøkj- um. Ynskiligt er, at umsøkjarar hava starvsroyndir í fólkaskúlanum. Tó kunnu læraralesandi, ið lúka prógv í summar, eisini søkja størvini. Lønar- og setanartreytir Setanarøkið er Vestmanna skúli. Tey, ið sett verða, eiga at tola broytingar starvinum við- víkjandi. Størvini verða lønt í lønarflokki 18.1 – 27.4 sam- bært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Størvini verða sett fyri skúlaárið 2007 - 2008. Umsóknir Umsóknir við c.v. og avriti av prógvum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi hósdagin 14. juni 2007, kl. 16.00. Fleiri upplýsingar um størvini fært tú við at ringja til Vestmanna skúla tlf. 470100, fartlf. 230100, til varaskúlastjóran fartlf. 230101 ella við at senda t-post til skúlastjóran olavur.winther@skulin.fo Vestmanna Skúli Toftavegur 12 · FO - 350 Vestmanna · Føroyar Tlf. 470100 · Fax: 470101 · vestmanna@skulin.fo Vestmanna Skúli hevur komandi skúlaár umleið 210 næmingar og um 20 lærarar. Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.skulin.fo/ves/. Vestmanna Skúli er kendur fyri at vera næm- ingavinarligur og grønur skúli. Skúlin arb­eiðir í løtuni við hesum evnum: at menna trivnaðin, b­yrj­anarundirvísingina, samstarvið við vinnulívið og at geva næmingunum fj­ølb­royttar avb­j­óðingar. T Ó R S H A V N A R K O M M U N A ÓLAVSØKAN 2007 ÓLAVSØKAN 2007 Øll søla og tiltøk, sum skulu vera á ólavsøku ella lýsast í ólavsøkuskránni í ár, skulu nýta serligt umsóknarblað. Umsóknarblaðið fæst í Snarskivuni og á heimasíðu kommununar. Freistin at flýggja inn umsóknarblaðið er sett til týsdagin 18. juni 2007 kl. 12.00. Umsóknir, sum koma inn aftan á 18. juni 2007 kl. 12.00, verða ikki við- gjørdar. www.torshavn.fo Stiftsfulltrúi Eitt spennandi og avbjóðandi starv sum stiftsfulltrúi við Stiftsstjórn Føroya er leyst at seta frá 1. august 2007. Umsøkjarin skal vera løgfrøðingur ella hava aðra samfelagsvísindaliga ella fyrisitingarfrøðiliga útbúgv­ ing við almennum rætti og fyrisitingarrætti. Í samstarvi við stiftsstjórnina skipar og leiðir stifts­ fulltrúin dagliga arbeiðið á stiftsumsitingini og er skrivari hjá stiftsstjórnini. Hann ráðgevur eisini biskupi í málum, sum viðvíkja embætisrøkt prestanna, kirkju­ ráðsvali, próstadømisráðsvali, bispavali, kirkjubóka­ føring, nýtslu av kirkjum v.m. Fólkakirkjan verður ætlandi yvirtikin á Ólavsøku, og tann, ið settur verður í starvið, kann tí vænta, at stórar, nýggjar og spennandi uppgávur eru fyri framman, eitt nú at vera við í arbeiðinum at tilevna føroyskar lógir og kunngerðir á kirkjuliga økinum. Tann, ið verður settur, kemur í stóran mun at mynda starvið saman við biskupi, men má eisini kunna tola broytingar í starvsviðurskiftunum. Góður málsligur førleiki er ein fyrimunur. Vit ynskja ein starvsfelaga, ið hevur góð samstarvsevni og hug at samskifta, og sum sær møguleikar heldur enn forðingar. Starvið verður sett og lønt eftir sáttmála við avvarðandi fakfelag. Umsókn við gjølligum upplýsingum um útbúgving og yrki higartil skulu saman við próvskjølum sendast Føroya Stiftsstjórn, J. Paturssonargøta 20, Postrúm 8, 110 Tórshavn. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Hans Jacob Joensen, tlf. 31 19 95. Umsóknarfreistin er úti fríggjadagin 15. juni 2007 kl. 12.000. Føroya Stiftsstjórn J. Paturssonargøta 20 Postrúm 8 110 Tórshavn