mánadagur 4. juni 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 104 - 4. juni 2007
Mótmæltu fyri deyvum oyrum
Dimmalætting skrivar, at eingin løgtingslimur kom út, tá ið
mótmælisgongan hjá musikklærarunum steðgaði við Løgtingið fríggjadagin.
Ætlanin var at siga tinglimunum, at musikklærarar vilja hava tíma- og
dagpening fyri tíðina, teir ferðast millum skúlarnar. Á leið 30 musikklærarar
gingu mótmælisgongu og steðgaðu uttan fyri tinghúsið, har ætlanin var, at
Sunleif Rasmussen, formaður, skuldi halda røðu og greiða løgtingslimunum
frá misnøgdini hjá musikklærarunum. Men tá eingin tinglimur kom út, varð
eingin røða hildin.
Pedagogar hildu
føðingardag
Fríggjadagin 1. juni fylti Føroya Pedagogfelag 25 ár.
Dagurin var hildin við mótøku í felagshølunum í Havn og
við størri og smærri tiltøkum kring landi. Tá felagið varð
stovnað fyri 25 árum síðan, vóru bert á leið 40 limur.
Jarvin Feilberg Hansen, formaður í felagnum, sigur at í
dag eru tey 1840 limir. Talan er um bæði útlærd fólk og
fólk uttan útbúgving. Sosialurin hevur í morgin eina stóra
myndafrásøgn frá bæði móttøku og barnagarðstiltøkum.
- John Johannessen
hevur ikki hugflog
til at hugsa um
perspektivini í
at lækka prísin á
luktilsi, sigur Anfinn
Kallsberg
Samgongustev
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Lækka vit avgjaldið á
luktilsi, fara inntøkurnar
hjá
landskassanum
at
hækka kortini.
Tað ivast Anfinn Kalls
berg ikki í.
Sum tað sæst á greinini
omanfyri, er John Johannes
sen rættiliga óður inn á sam
gonguna fyri ætlanina um
at lækka avgjøldini á luktilsi
og á lampum.
Og hann leggur serliga
Fólkaflokkin undir at ganga
á odda at fáa hesi avgjøldini
lækkað.
Men tað var Anfinn Kalls
berg ikki keddur av at fáa
ábyrgdina fyri.
Formaður fólkafloksins
helt, at tað, sum feilar John
Johannessen, er, at hann
hevði ikki hugflog til at
síggja perspektivini í at
lækka avgjøldini á luktilsi.
- Veruleikin er jú tann, at
lækka vit avgjaldið, kemur
meiri peningur í kassan, tí
fólk fara at keypa meiri. Tá
ið vit lækkaðu avgjøldini á
sjónvarpstólum, kom kort
ini nógv meiri í landskassan,
tí fólk fóru at keypa meir
Hann vísti eisini á, at
nógv tað mesta, sum føroy
ingar keypa av luktilsi,
verður keypt uttanlands ella
tollfrítt í flogfari ella skipi.
- Tað kemur ikki eitt oyra
í landskassan.
Anfinn Kallsberg sigur,
at verður avgjaldið á luktilsi
lækkað, kunnu vit fáa ein
dynamikk og ein handil í
Føroyum av hesum vørum
og hann var sannførdur um,
at endin verður, at lands
kassin fer at fáa nógvar
ferðir meir í landskassan,
hóast avgjaldið lækkar.
Í løtuni fer landskassin
fýra milliónir í inntøkum av
avgjaldið upp á luktilsi.
Verður avgjaldið lækkað,
fer inntøkan at fýrafaldast,
er hann vísur í.
Hann helt eisini, at tað
var nógv fyri at hoyra John
Johannessen tosa um al
heimsgerð, samstundis sum
hann ikki so mikið sum at
klárar at hugsa hendan
tankan.
- Samgongan vil
heldur lækka prísin
á luktilsi enn hækka
pensjónirnar og
stuðulin til stakar
uppihaldarar. John
Johannessen er so
vindandi óður inn á
restina á samgonguni,
at hann heldur, at tað
er betri at løgmaður
útskrivar val
beinanvegin
Samgongustev
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Kemur ikki skil á politikkin
hjá samgonguni, tímir John
Johannessen ikki at vera í
samgongu leingi afturat.
Hann er so óður inn á
samgonguna, at hann hóttir
við at taka stuðulin til sam
gonguna aftur.
Sum skilið er nú, dugir
hann ikki at síggja nakra
sum helst orsøk til halda
fram í samgonguni.
Tí heldur hann, at tað er
líka frægt, at samgongan
leggur frá sær nú og at Løg
maður útskrivar Løgtingsval
beinanvegin.
Tað verður meiri og meiri
skilligt, at ávísir limir í
samgonguni duga illa at
dansa saman og tá ið
Løgtingið uppundir viku
skiftið umrøddi eitt uppskot
um at lækka avgjøldini á
hvítvørum til húsarhaldið
og á lampum og ljósketum,
kom rættiligur eldur í sam
gonguna.
Í hesum sambandi mælti
ein meiriluti í fíggjarnevnd
ini av sínum eintingum til
eisini at lækka avgjøldini á
luktilsi.
Hetta gjørdi tann eina
tinglimin í samgonguni,
John Johannessen í Javnað
arflokkinum, so vindandi
óðan, at hann hótti við at
taka stuðulin til samgonguna
aftur.
Púra gak-gak
Hann helt at tað var nógv
fyri, at samgongan vildi
heldur lækka prísin á lukt
ilsi, lampum og ljósketum,
enn at hon vil hækka pen
sjónirnar og stuðulin til
stakar uppihaldarar
- Tað má vera ein mark
fyri útgjaring og onkur
avgjøld mugu vera fyri at
fíggja vælferðina, segði jok
arin hjá Javnaðarflokki
num.
- Hetta er tann reini
ørskapur og tá má steðgast,
legði hann afturat.
Hann helt, at tað hol í
høvdið at smalka skatta
grundarlagið.
- Hvat skal so henda, tá
ið fiskaprísirnir aftur lækka,
skal so avgjaldið á luktilsi
aftur hækka fyri at fíggja
vælferðina.
Hann helt, at hetta var
tekin um, at valstríðið var
longu byrjað.
- Hetta er fullkomiliga
gak, gak.
Samgongan til hús
Hann helt, at skal hetta vera
politikkurin framyvir, skal
samgongan heldur leggja
frá sær so at løgmaður kann
útskriva val beinanvegin.
- Hetta tími eg ikki leingi
afturat.
John Johannessen helt, at
samgongan hevði nógvar
veldugar
trupulleikar
at
taka sær av, men tað gekk
ómetaliga strilti at loysa
teir.
Hann vísti, hvussu illa
tað gekk at hækka fyritíðar
pensjónir og stuðulin til
stakar forsyrgjarar.
- Og ung húski hava at
kalla ongan møguleika at
seta føtur undir egið borð, í
hvussu so er í høvuðsstað
num.
- Men hesar trupulleik
arnar hava vit ikki stundir
at taka okkum av. Vit hava
allar undanførslur fyri at
sleppa frá at loysa hesar
álvarsamu trupulleikarnar,
tí tað er meiri umráðandi at
lækka prísin á luktilsi, segði
ein
týðiliga
fortørnaður
løgtingsmaður.
- Hava vit ikki annað at
gera framyvir, er óneyðugt
at halda fram við hesi sam
gonguni segði hann, sam
stundis sum hann staðfesti,
at annars hevði samgongan
fingið væl burturúr.
- Hetta sirkussið tími eg
ikki at vera við til leingi aft
urat, endaði John Johannes
sen hesa salvuna til sínar
starvsfelagar í samgonguni.
Hann minti eisini á, tá ið
vektgjaldið á bilum hækk
aði.
Tá var tað gjaldið hjá
teimum minstu og bíligastu
bilunum, sum brendu minst
orku og sum vóru teir bil
arnir,
sum
pensjónistar
høvdu ráð til at koyra í, sum
hækkaðu
mest,
men
avgjøldini á teimum stóru
dýrunum hækkaðu at kalla
slett ikki.
– Skriva út nýval,
løgmaður
John hevur onki hugflog
Tað er nógv fyri at hoyra John Johannessen tosa um
alheimsgerð, samstundis sum hann ikki so mikið sum at klárar
at hugsa um møguleikarnar í at lækka avgjaldið á luktilsi,
heldur Anfinn Kallsberg
- Hetta er fullkomiliga gak, gak og hetta sirkussið tími eg ikki
leingi afturat, sigur John Johannessen, løgtingsmaður, sum ikki
dylir ,hvussu óður hann er inn á restina av samgonguni