Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mars 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Føroyar millum fimm bestu leitiøki í heiminum BP raðfestir Føroyar sera høgt og fyrsti brunnurin, sum felagið fer at bora á landgrunninum í juli, telist millum teir fimm best lovandi í øllum heiminum SAMRØðA VIð BP STJÓRA Jan Müller úr London – Hetta eru sera spennandi tíðir fyri BP á Atlantsmóti- num, og tað er eingin loyna, at vit í BP ætla at endurtaka væleydnaðu úrslitini vestan fyri Hetland á føroyska landgrunninum eisini. Sig- ur Scott D. Urban, sum er varastjóri í eini av heimsins størstu fyritøkum, oljuris- anum BP. Scott Urban var millum mongu bretsku gestirnar, sum høvdu leitað sær á móttøkuna í London, sum Anfinn Kallsberg, løg- maður skipaði fyri undir vitjan síni í Bretlandi í farnu viku. Scott Urban sigur seg vera sera væl nøgdan við úrslitið av arbeiðinum vest- an fyri Hetland, har BP í dag er fyristøðufelag fyri báðar framleiðandi olju- keldurnar, Schiehallion og Foinaven. –Vit hava funnið stórar oljugoymslur, og vit hava fingið bilbukt við tí annars sera harðbalna um- hvørvinum úti á víðum havi. Og tað eru hesar royndir, sum vit nú taka við okkum inn á føroyskt øki, tá vit fara at bora fyrsta brunnin í juli í ár. Vit halda, at vit fara at hava eydnuna við okkum longu í hesum árinum, og finna vit eina stóra oljukeldu, sum vit hava góðar vónir um, so fara vit undir eina »apprai- sal« boring longu í hesum árinum. Hetta eru brunnar, sum skulu siga nakað um støddina á feltinum. BP-stjórin ivast onga løtu í týdninginum, sum leitingin við Føroyar, hevur fyri fel- agið. –Hyggja vit at øllum okkara leitimøguleikum í dag, so er brunnurin vit skulu bora við Føroyar ein av teimum fimm bestu í øllum heiminum. Vit hava longu peikað út staðið, har vit fara at bora, og tað sær út til at goyma stórar nøgdir av olju. Scott Urban sigur, at støddin á feltinum teir eru eftir við síni fyrstu bor- ing við Føroyar, kann vera millum 500 milliónir til eina milliard tunnur av olju. Tvs. um somu stødd sum Schiehallion ella tvær fer- ðir so stórt. Hetta er tað, sum oljufeløg vanliga kalla ein elefant. At tað eru borað meira enn 150 brunnar vestan fyri Hetland og bert tvær keldur eru í framleiðslu sær Scott Urban ikki sum nakað ringt tekin. –Tvær báðar keldur, sum framleiða, standa vit í BP fyri og báðar eru í sama øki nærhendis føroyska landgrunninum, har vit nú fara at leita. Scott Urban sigur annars, at teir eru í ferð við at knýta fleiri minni »fylgisveinakeldur« til stóru feltini. Tá tíðin er búgvin fara teir eisini at seta á Suilven-feltið, sum liggur nakað norðan fyri verandi keldur. Eisini fara teir at taka endaliga støðu í seinni helvt av hesum ári- num til at lata upp fyri stóra Clairfeltinum, sum liggur longur eysturi, og sum varð funnið í 78. Tætt samstarv Scott Urban sigur annars, at útlit eru til, at tað kann blíva eitt tætt samstarv í øllum oljuøkinum millum Føroyar og Bretland í fram- tíðini. Her sipar hann til ein felags infratstruktur tvs. m.a. rørleiðing, ið kann brúkast bæði av olju- og gasskeldum á føroyskum og á bretskum øki. Eisini síggja teir møguleikar fyri felags útgerðarhavn og –virksemi til alt økið, báðu- megin markið. Og koma framleiðslukeldurnar at liggja nær hvørjari aðrari, eru eisini møguligar fyri at útbyggja hesar í felag báðu- megin markið. Uppá fyrispurning hvat vil vera best fyri Føroyar, um olja verður funnin, ant- in at flyta oljuna til lands ella flyta hana til oljutermi- nalar aðrastaðni sigur Scott Urban, at tað enn er ov tíð- liga til at taka støðu til slíkt. Fyrst má ein vita, um olja er her, og so eiga føroyingar at taka ta avgerð, sum er skilabest fyri Føroyar. Hvat viðvíkur tí stóra økinum, sum liggur fjalt undir basalti, so heldur Scott Urban, at hetta verður ein komandi avbjóðing fyri oljufeløgini. –Men lat okk- um nú fyrst finna olju í teimum økjum, sum eru lutað út. Finnur tú olja her, so verður tað munandi lætt- ari at fara víðari norður og vestur eftir undir basaltið. BP-stjórin er sera væl nøgdur við tiltakið í Lond- on og høvi at hitta bæði løgmann og oljumálaráð- harran. –Eg síggi fram til eitt sera gott samstarv við føroyingar í framtíðini. Verður nógv gass funnið við Føroyar, so ber til at knýta eitt føroyskt gassfelt til komandi gassleiðing, sum í næstum verður lagd- ur á havbotnin vestan fyri Hetland. Scott Urban, varaforseti í BP her saman við Anfinn Kallsberg, løgmanni, Eyðun Elttør, oljumálaráðharra og Hjarnar Djurhuus, stjóri hjá BP í Føroyum. Mynd Jan Müller Scott Urban, varaforseti hjá BP her saman við løgmanni Anfinn Kallsberg og Hjarnar Djurhuus, stjóri hjá BP í Føroyum. Mynd Jan Müller Nr. 47 - 8. mars 2001 3 2 Nr. 47 - 8. mars 2001 gult cyan magenta svart Brœktir bilar til s¿lu www.ivan.fo Verksmiðjumerki km. mán. árg. søluprísur Sosialurin - 311820 www.ivan.fo Ford Fiesta 1,3 3h 129.500 Nov. 1988 12.500,- MMC Lancer stw. 1,8D 225.500 Mai. 1987 29.900,- Citroen BX 1,6 Selection 5h 55.000 Aug. 1992 50.000,- Ford KA 1,3i 3h 38.000 Mai. 1998 69.000,- Ford Transit 2,5TD 188.000 Mai. 1993 72.000,- Citroen ZX 1,9D stw. 84.500 Nov. 1995 85.000,- Citroen ZX 1,4 Image 5h 83.500 Mars 1996 85.000,- Renault 19 5h 85,500 Mars 1996 89,000,- Citroen ZX 1,9 stw. 75.500 Nov 1995 89.000,- MMC Galant 2,0 GLSI 5h 186.500 Juni 1991 89.900,- Citroen ZX 1,4 5h 39.000 Apríl 1997 91.000,- Renault Megane 1,6e 5h 36.000 Nov. 1996 109.000,- Toyota Corolla 2,0D stw. 95.500 Des. 1996 119.900,- Citroen Xantia 1,9TD stw. 85.500 Mars 1996 125.000,- Nissan Primer 2,0SLX 4h 25.000 Aug. 1997 139.000,- MMC Carisma 1,8GDI 4h 32.000 Juni 1998 139.900,- MMC Galant 2,0 GLS 4h 70.000 Mai 1999 170.000,- Sýnaður 12/00 Sýnaður 12/00 Sýnaður 03/01 Sýnaður 02/01 Sýnaður 12/00 opið verður leygardagin 10.03 frá kl. 11.00 til kl. 15.00 Oljuvirksemið, ið nú tekur seg upp í Føroyum, setur stór krøv til heilsu, trygd og umhvørvi (HTU). Handils- háskúlin BI í Stavanger hevur saman við Føroya Handilsskúla tikið ímóti hesi avbjóðing og gjørt eina útbúgvingarskrá í modul- um. Útbúgvingarskráin er ætlað øllum teimum, ið beinleiðis ella óbeinleiðis koma í samband við nýggju lóggávuna, sum er gjørd til at varða um HTU í sam- bandi við leitivirksemi á føroyska landgrunninum. Skráin er serliga ætlað teimum, ið arbeiða ella ætla sær at arbeiða hjá oljufel- øgum ella veitarum undir teimum. Útbúgvingarskráin svarar til 30 ECTS-stig*) og er býtt í fimm modul. Modul 1: Lóggávan um HTU í leitiskeiðinum Modul 2: Leiðsla og stýring av HTU í oljuvirkseminum Modul 3: Leiðsla og stýring av HTU í oljuvirkseminum, framhald Modul 4: Umhvørvi Modul 5: Heilsa og arbeiðsumhvørvi Í 1. moduli fáa luttakar- arnir innlit í mest týðandi partarnar av oljulóggávuni, ið stýra heilsu, trygd og umhvørvi, t.e. løgtings- lógin um kolvetnisvirk- semi, kunngerðin um heilsu, trygd og umhvørvi í leitiskeiðinum, viðmerk- ingarnar til útbjóðingarlóg- ina v.m. Nomið verður við loyvisskipanina, HTU-hug- tøkini, tilbúgvingarspurn- ingar, HTU við atliti at virðishugsanini hjá feløg- um og samfelagnum, á- byrgd og uppgávur hjá myndugleikum og oljufel- øgum o.a. Í 2. og 3. moduli fáa lut- takararnir innlit í grund- leggjandi hugtøk sum góð- tøkumerki, ALARP, váða- og tilbúgvingargreiningar, virðishugsan, trygd og ó- vissa, avleiðingar v.m. Nomið verður við grund- leggjandi mál og ætlanir, ið eru týdningarmiklar í sam- bandi við at leggja virk- semið til rættis við atliti at HTU. Í 4., og 5. moduli verður dentur lagdur á evni, ið knýta seg at heilsu og ar- beiðsumhvørvi hjá teimum, ið arbeiða í oljuvinnuni, so sum vernd móti geisla- virkni og krabbameinselv- andi tilfari, lutfallið millum arbeiðið og frítið o.a. Í um- hvørvismodulinum verður nomið við ivamálsorðingar so sum, hvat er eitt reint umhvørvi, hvat tolir um- hvørvið, stýringsskipanir sum stýra óynsktum ávirk- anum, viðgerð av burtur- kasti, basan av bráðfeingis dálkingum o.a Vert er at geva gætur, at eitt av 5 krøvum til virkir, sum ætla sær í oljuvinnuna, er, at tey skulu hava eina skipan fyri heilsu, trygd og umhvørvi. Tað fyrsta skeiðið verður 27., 28. 29., og 30 mars 2001 á Hotel Føroyum Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Skeið- tænastu Handilsskúlans, tlf. 31 88 13 *) ECTS er »European Credit Transfer System« Tíðindaskriv: Útbúgvingarskrá í Heilsu, Trygd og Umhvørvi Klorane hártilbúningarnir innihalda plantuúrdráttir, sum t.d.: myrtu, havru, brenninotu, fruktir frá Schlercheratrøum, kornblómum, kinabørki og baldursblómum. Lise-Lotte, serfrøðingur frá Pierre Fabre, verður at hitta á apotekinum í Tórshavn mánadagin 12. mars og týsdagin 13. mars og í Apoteksútsøluni í Runavík mikudagin 14. mars og hósdagin 15. mars. Tjaldurs Apotek - R. C. Effersøesgøta 31 - 100 Tórshavn - Tlf. 341100 Tær nýtist ikki at líkjast øðrum fyri at fáa tað betri… www.hth-kokar.com ... tú fært tað munandi betri hjá Køksmiðstøðini Soft lud Tú sært skjótt, at HTH ikki eru sum hini. Tí við 30 ára royndum hava vit uppbygt ein heilt serligan kunnleika um at virka úr viði, um snið og funktión, hvussu vit tryggja eitt gott umhvørvi inni – og ikki minst hvussu tú ómakaleyst fært ein nýggjan køk, sum tú ert nøgd/ur við. Stutt sagt: Tú fært tað munandi betri hjá Køksmiðstøðini. Køksmiðstøðin Á Hálsi • FO-100 Tórshavn • Tel. 314949 • Fax 311330 • E-mail: hthdul@post.olivant.fo Leygardagin hevði Starvs- mannafelagið sín 40. aðal- fund Starvsmannafelagið hevði ársaðalfund leygar- dagin 3. mars í Havnar Klubba. Hetta var 40. aðalfundur felagsins. Umleið 1700 limir eru nú í Starvsmanna- felagnum. Rættuliga nógv fólk var á fundi, og vórðu vanlig fel- agsmál til viðgerðar. Nevndarval var eisini á skránni og stóðu John Kjær og Marin Katrina Frýdal fyri vali. Marin Katrina bar seg undan afturvali, og í hennara stað varð Selma Ellingsgaard val, meðan John Kjær varð afturvaldur. Hinir nevndarlimirnir eru: Gunnleivur Dalsgarð, formaður, Heini Joensen og Ingun Olsen. Tiltakslimirnir eru Suni Selfoss (afturvaldur) og Gunnvá Hansen (nývald). Efirlønargrunnur Starvs- mannafelagsins hevði aðal- fund beint aftaná, og varð sitandi nevnd: John Kjær, Jákup Danielsen og Gunn- leivur Dalsgarð afturvald. Grunnurin er væl fyri og samtykt varð at fara undir at útbyggja tryggingarskip- anina við trygging í sam- bandi við hættisligar sjúk- ur, sigur Starvsmannafel- agið í tíðindaskrivi. Tíðindaskriv frá Starvsmannafelagnum: Nógv fólk at aðalfundi