hósdagur 8. mars 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
–Ætlanin er at fara úr
Noregi í morgin og at
leggja at í Havnini
leygarmorgunin
BRIMIL
Áki Bertholdsen
Nú kemur nýggja vaktar-
og bjargingarskipið, Brim-
il, loksins til Føroya.
Av Vaktar og Bjargingar-
tænastuni verður upplýst, at
ætlanin er at fara úr Noregi
seinnapartin í morgin og at
koma á Havnina leygar-
morgunin.
Síðani Løgtingið i farnu
viku avgjørdi lønartrætuni
hjá skipara og stýrimanni á
Brimli við lóg, eru yvir-
menninir farnir yvir, og
hesa vikuna hava teir gjørt
klárt at loysa. Annars hava
nakrir av manningini verið í
Noregi alla tíðina og hildið
skipið viðlíka.
Tað var alla tíðina greitt,
at tað fór at taka nakrar
dagar at gera skipið sigling-
arklárt, tí nú tað hevur ligið
í meiri enn fýra mánaðir,
skal útgerðin og allar skip-
anir umborð gjøgnumgang-
ast av nýggjum, fyri at fáa
vissu fyri, at alt riggar, sum
tað skal, áðrenn loyst verð-
ur.
Johan Simonsen á Vakt-
ar- og Bjargingartænastuni,
segði í gjáramorgunin, at
alt vísti seg seg rigga sum
tað skuldi og at miðað verð-
ur eftir at verða í Føroyum
leygardagin.
Móttøka umborð
Eftir ætlan skal Brimil
koma til Havnar klokkan
10 leygarmorgunin.
Vaktar og Bjargingartæn-
astan sigur, at tá er tað ætl-
anin, at tað skal bera til hjá
almenninginum at koma
umborð at síggja skipið.
Havnar Hornorkestur fer
at spæla, tá ið Brimil leggur
at, og onkrar røður verða
hildnar, eitt nú fer fiskis-
málaráðharrin
at
halda
røðu.
Men annars er ikki ætl-
anin at gera so nógv burtur-
úr at Brimil kemur, nú hann
er so nógv seinkaður. Brim-
il var liðugur seinast í okto-
ber og tá var var ætlanin, at
hann skuldi sigla bygd av
bygd, so at fólk skuldu fáa
høvið at síggja nýggja
flaggskipið hjá Vaktar- og
Bjargingartænastuni. Men
tað verður nú av ongum, í
hvussu so er fyri fyrst.
Nú, hann er so nógv
seinkaður, er ætlanin at fáa
hann í tænastu sum skjót-
ast.
Johan Smimonsen sigur,
at nú Brimil er komin, skal
Tjaldrið á beding at gera
ymsar umvælingar og til
eftirsýn.
Hetta skuldi verið gjørt,
men er útsett inntil Brimil
kom.
Tá ið Brimil kemur, er
hetta fyrstu ferð síðani
Ólavur Halgi varð seldur í
1997,
at
arbeiðið
hjá
Vaktar- og bjargingartæn-
astuni liggur í eini fastari
legu. Síðani Ólavur Halgi
varð seldur, hevur talan
bara verið um lappaloysnir,
sum ikki hava verið nøkt-
andi. Fyrst varð Nim leig-
að, men hon varð vrakað, tí
tað larmaði ov illa umborð.
Síðani varð Gorm leigaður,
men hansara virkisøki var
avmarkað, tí hann var so
lítil. Tí var tað kærkomið,
at Brimil varð bygdur.
Brimil til Havnar leygardagin
Í gjáramorgunin
bendi alt á, at
Brimil loysir úr
Noregi seinnapartin
í dag. Í morgin fer
tað at bera til hjá
fólki at síggja tað
avbera snotiliga
skipið
Ellintur umborð aftur á Tjaldrið
– Hann skal mynstra
umborð á Tjaldrinum
í dag, men hann hevði
vónað at hann slapp
við Brimli
MYNSTRING
Áki Bertholdsen
Nú fer Ellintur Abraham-
sen, formaður í Skipara-og
Navigatørfelagnum aftur til
sjós.
Hann er skipari hjá Vakt-
ar- og Bjargingartænastuni
og í dag skal hann mynstra
sum skipari umborð á
Tjaldrinum.
Hann viðgongur, at hann
er eitt sindur vóbrotin av, at
hann ikki fekk møguleikan
umborð á nýggja skipinum,
Brimli.
Hann vísir á, at skipið,
sum hann var skipari á
Ólavur Halgi, var skipið,
sum varð lagt, tá ið Brimil
skuldi byggjast.
Hann hevur siglt við
Vaktar- og Bjargingartæn-
astuni í 25 ár og tí er hann
eitt sindur vónsvikin av, at
hann ikki fekk kansin við
Brimli.
Eg havi siglt við øllum
einum gonlu skipunum hjá
teimum og eftir so nógv ár í
tænastuni, hevði eg vónað
at sloppið umborð á eitt
nýtt skip, sigur hann.
Skiparar á Brimli vera
Óla Jákup Muller og Jan
Christoffersen.
Ellintur
Abrahamsen
fer nú aftur
umborð á
Tjaldrið,
men hann
hevði vónað
at fingið
kansin við
Brimli
Nevndin ikki sett
Enn er nevndin ikki sett,
sum skuldi ásta lønina hjá
skiparunum og yvirmonnu-
num umborð á nýggja vakt-
ar og bjargingarskipinum,
Brimli.
Tað var í farnu viku, at
Løgtingið samtykti at enda
tað fimm mánað lngu træt-
una um lønina hjá skiparu-
num og stýrimonnunum á
Brimli við lóg.
Løgtingið avgjørdi at tað
skal setast ein fýra manna
nevnd, sum skal áseta løn-
ina. Fíggjarmálastýrið og
Skipara- og Navigatørfel-
agið skulu velja hvør sínar
tveir limir í nevndina.
nevndin skal vera liðug 1.
mai.
Semjast nevndarlimirnir
ikki um lønina, skulu teir
velja ein uppmann at skera
ígjøgnum. Semjast teir ikki
um uppmanninm , skal sor-
inskrivarin útnevna hann.
Nr. 47 - 8. mars 2001
5
4
Nr. 47 - 8. mars 2001
Heilsa, Trygd og Umhvørvi - HTU
Modul 1: Kunning um lóggávuna um heilsu, trygd og
umhvørvi í leitiskeiðinum
Endamálið við skeiðinum er at geva luttakarunum innlit í mest týðandi
partarnar av regluverkinum, ið stýra heilsu, trygd og umhvørvi í
kolvetnisvinnuni á føroyska landgrunninum, t.e. løgtingslógin um
kolvetnisvirksemi, viðmerkingarnar til útbjóðingarlógina o.a. Nomið
verður við samspælið ímillum krøvini, sum myndugleikar seta HTU
og eginkrøvini, ið oljufeløgini seta til HTU og hvussu hesi krøv eisini
gerast galdandi fyri veitararnar hjá oljufeløgunum.
Skeiðið er skipað í samstarvi millum Føroya Handilsskúla og
Handilsskúlan BI í Stavanger.
Innihald:
- Gongdin at fyrireika oljuleiting á føroyska landgrunninum
- Rættarliga reglugeringin av kolvetnisvirkseminum í
fólkarættarligum høpi
- Loyvisskipanin í regluverkinum, standardloyvi, heimildir hjá
løgtinginum og landstýrismanninum
- HTU-hugtakið í Føroyum og grannalondunum, hugtøk og
prinsippir
- HTU-lóggávan, ymiskir hættir at regulera HTU
- Hvør hevur ábyrgd av, at virksemi er ráðiligt við atliti at HTU
- Virðishugtøk í sambandi við oljuvirksemi
- Tilbúgving, greiningar, ætlanir, tiltøk og fráboðan
- Uppgávu- og ábyrgdarøkið hjá myndugleikunum á HTU-
økinum
- Krøv til eftirlit við HTU
- Løgfrøðiligir møguleikar at stýra HTU
Dagar:
27.,28.,29. og 30. mars 2001. Allar dagar: kl. 09.00-16.45
Skeiðleiðari:
Anna á Hædd, løgfrøðingur í Oljumálastýrinum
Kostnaður:
Kr. 2.000,00 fyri hvønn, íroknað frálæru, tilfar og mat.
Tilmelding:
Í seinasta lagi 20. mars 2001
Skeiðið er ætlað øllum, ið ætla sær at starvast innan frálandavinnuna og
teimum í starvast innan vinnur, ið ætla sær at veita tænastur til frálanda-
vinnuna. Vert er at geva gætur, at eitt av 5 krøvum til virkir, sum ætla sær í
oljuvinnuna, er at tey skulu hava eina skipan við atliti at heilsu, trygd og
umhvørvi.
SKEIÐTÆNASTA HANDILSSKÚLANS * STH
Tel: 318813, Fax: 313374, T-postur: fh-sth@post.olivant.fo
STH
Útbúgvingarskrá í 5 modulum.
Fyrsta trý ára starvs-
lønin, sum Mentanar-
grunnur Landsins let-
ur, fer til Alexandur
Kristiansen. Í trý ár
fer hann at arbeiða
við sjónleiki og yrk-
ingum
MENTAN
Birgir Kruse
Týsdagin gjørdi nevndin í
Mentunargrunni Landsins
av, at Alexandur Kristian-
sen fær trý ára starvsløn,
við støði í reglugerð gruns-
ins. Tvær eitt ára starvsløn-
ir vórðu eisini latnar. Onnur
fer til Hanus Kamban.
Alexandur Kristiansen er
lærari í Fuglafirði og er
kendur sum ein av bestu
týðarum okkara, tá umræð-
ur yrkingar. Av týðingum
kunnu nevnast Lógvalestur
í 1996, Anadyomena í 1997
og Veingir, sum kom í fjør.
Sjálvur hevur Alexandur
eisini givið út egin yrkinga-
søvn m.a. Staksteinar í
1990 og Odysseus í hjart-
anum árið eftir.
Sangbókin Kannubjøllu-
vísur frá 1977 varð útseld
beinanvegin og fyrrárið
kom fløgan við sangum frá
Grísaflísa
Pæturi,
sum
upprunaliga komu út í bók í
1992.
Tá Føroya Lærarafelag,
eitt av elstu fakfeløgum í
landinum, fylti hundrað,
skrivaði Alexandur kantatu
til felagið. Pauli í Sanda-
gerði tónsetti og framførsl-
an var í Læraskúlahøllini í
oktober 1998. Í bókini, sum
lýsir hundrað ára søgu Lær-
arafelagsins, er teksturin
prentaður.
Í stuttum viðtali miku-
morgunin sigur Alexandur
úr Fuglafjarðar skúla, at
hann aldri hevði roknað við
hesum. – Væntaði kanska
okkurt, sigur hann, Men
hetta hevði eg ikki trúð. Eg
ætli mær at fáa okkurt
skrivligt frá hondini, sigur
Alexandur lítillátin. – Sjón-
leikur og egnar yrkingar,
verður tað.
– Lesi beint nú leikin um
Nólsoyar Páll, sum Stein-
bjørn skrivaði til leikrita-
kappingina. Eg ætli at fara
longur aftur í tíðina , heilt
aftur til Alexandur Mikla.
Hann var eitt genialt menn-
iskja, sigur navnin í Fugla-
firði. – Uppá ymsar mátar.
Hann stuðlaði gransking í
gamla Grikkalandi, og tað
ætli eg mær í leikinum at
binda eitt sindur saman við
okkurt í nútíðini. Altso,
skifta millum tað heilt
gamla og so nútíðna.
Hugskotið til henda sjón-
leik um Alexandur Mikla
fekk eg, tá kapping varð út-
skrivað nakað herfyri, sigur
Alexandur. – Longu tá byrj-
aði eg at hugsa um at vera
við í kappingini, men eg
kom aldri so langt og luttók
ikki, men hugskotið fekk
eg tá, sigur Alexandur.
Eg gjørdist púra ovfarin,
sigur Alexandur um boðini,
hann týskvøldið fekk frá
formanninum í Mentunar-
grunni Landsins. – Eg havi
ikki fata tað ordiliga enn.
Og so er hetta eitt ordiligt
álit at fáa, skoytir hann uppí
úr skúlanum í Fuglafirði,
har tey júst nú hava roynd.
– Og hetta verður so mín
roynd, at royna at liva upp
til tað álit, eg havi fingið.
Tað havi eg so 3 ár til at
prógva.
Rithøvundurin
Hanus
Kamban fær starvsløn í eitt
ár. Hann hevur verið í Dan-
mark eitt skeið og flytir nú
heim aftur. Hanus fer fyrst
og feremst at skriva um
skaldið H. A. Djurhuus.
Umframt Hanus, fær ein
annar føroyingur stravsløn í
eitt ár. Allar hinar játtaninar
eru fyri stytri tíðarskeið, frá
hálvum árið til tveir mán-
aðir.
Tilsamans 37 umsóknir
vórðu viðgjørdar á fundin-
um týsdagin og samlaða
upphæddin at lata út varð
hálv onnur millión. Mánað-
arlønin til tey, sum søkja
starvsløn, verður sett eftir
læraralønunum í fólkaskúl-
anum á lønarstigi 21.
Henda mánaðarupphæddin
er í løtuni 17.876,26.
Starvsløn í eitt ár svarar til
214.515,12 kr og starvsløn
í 3 ár svarar til 643.545,36.
Søkjast kann um starvs-
løn frá Mentunargrunni
Landsins einaferð um árið.
Formaður í grunninum er
Rói Patursson og skrivari er
Paulivar Andreasen.
Sosialurin ynskir Alex-
anduri, Hanusi og teimum,
sum eisini hava fingið lut í
fyrstu starvslønum landins
tillukku og góða eydnu.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Marjun Dalsgaard marjun@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
John Johannessen john@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Mentan:
Birgir Kruse birgir@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1
700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Útgevari/uppseting:
Sp/f Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254mm breið og 346mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Ein heil síða í Sosialinum er 254mm breið og 348mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Løgmaður
í Bretlandi
NØVN Í VIKUNI
Í farnu viku var Anfinn Kallsberg, løgmaður á al-
mennari vitjan í Stórabretlandi. Innbjóðingin frá
Tony Blair, forsætisráðharra er skjótt tvey ára gom-
ul. At hon hevur verið útsett fleiri ferðir man uttan
iva vera av fleiri orsøkum. Bæði tað at bretskir
ráðharrar hava havt so nógv um at vera, og síðani
tær drúgvu samráðingar, sum hava verið millum
Danmark og Føroyar seinastu árini.
Tað er ikki gerandiskostur, at føroyskur løgmaður
er á almennari vitjan í londunum uttan fyri Norður-
lond. At leiðin skuldi ganga til Bretlands er heldur
ikki so løgið, tá hugsað verður um, at hetta stóra
land er okkara næsti granni umframt ein av okkara
mest týðandi handilspartnarum.
Undir vitjanini, har løgmaður hitti bæði skotskar og
bretskar ráðharrar, var tað serstakliga fiskivinnan,
sum varð umrødd og má sigast, at løgmaður fekk
umrøtt nógvar týðandi fiskivinnuspurningar við
ráðharrarnar. Eitt nú heitti løgmaður á bæði skotar
og bretar um at stuðla okkum í ynskinum um at fáa
hækkað loftini fyri útflutningi av bæði fiskafóðuri
og rækjum til ES. Spurningurin um felags fiska-
stovnar varð eisini á borðinum, og her mælti løg-
maður til, at føroyingar og bretar draga eina línu í
ásetanina av svartkjaftakvotu.
Nú ein komandi oljuleiting stendur fyri framman
bæði á føroyskum og bretskum øki var tað eisini
náttúrligt at taka henda vinnutáttin upp. Bretski
orkumálaráðharrin lovaði løgmanni, at teir vildu
hjálpa føroyingum, soleiðis at vit kundu byggja upp
eina oljuvinnu uttan tey stóru mistøkini teir høvdu
gjørt. Her var eisini hugsað um negativu árinini av
eini oljuvinnu.
Í hesum sama høpi var eisini spurningurin um ogn-
arrættin til tær stóru leiðirnar sunnan fyri Føroyar
og vestan fyri Bretland til umrøðu. Bretski varautt-
anríkisráðharrin helt fyri, at rætt var um serfrøð-
ingar úr báðum londum settu skjøtil á málið, nú
ikki færri enn fýra lond gera krav uppá økið. Hann
fegnaðist um, at markið innan fyri 200 fjórðingar
varð ásett, og metti tað at vera av stórum týdningi
fyri framtíðar íløguhugin hjá oljufeløgunum, at
eisini markið uttan fyri 200 fjórðingar kom uppá
pláss. Undir vitjanini varð eisini skipað fyri mót-
tøku, har umboð fyri føroyskt og bretskt vinnulív,
her bæði fiskivinnu- og oljuvinnu, kundu hitta hvør
annan. Á tí móttøkuni vórðu fleiri at oddafólkunum
í bretskari oljuvinnu.
Samanumtikið varð vitjanin hjá løgmanni í Bret-
landi væleydnað og vónandi ein nýggj byrjan í við-
urskiftunum millum londini.
Skúlaárið 1997-98 var Alexander Kristiansen vikarur á Kirkju. Her sæst hann á lendingini
saman við konuni Karolinu Matras. Í baksýni Másin
Mynd: Eirikur Lindenskov
Alexandur starvsløn í trý ár