hósdagur 8. mars 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagin fór USA
aftur í skelk, tá ein
fimtan ára gamal
drongur myrdi tveir
skúlanæmingar og
særdi 13 aðrar á
skúlanunum, hann
gekk á.
Niclas Johannesen
So hendi tað aftur. Mána-
morgunin skeyt 15 ára
gamal drongur við skørp-
um móti sínum skúla-
kammeratum á Santana Há-
skúlanum í einum forstaði
uttan fyri San Diego í Cali-
fornia. Við einum smíli á
varrunum
sóu
vinirnir
Williams fylla revolvaran í
minsta lagi fýra ferðir við
kúlum og síðani at skjóta í
eyst og vest. Tveir næming-
ar doyðu og 13 blivu særd,
áðrenn alvápnaðir løg-
reglumenn herjaðu á skúlan
og handtóku tann framveg-
is smílandi Williams á
dreingja wc’inum.
Happaður
Hóast USA er eitt ræðandi
dømi um harðskap og skot-
girnd millum ungdómar,
sum í mongum førum ikki
eru so frægt sum hava
grulvað
um
kriminella
aldursmarkið, so tóktust øll
í hesum friðaliga forstaðn-
um til San Diego at vera í
kollektivum sjokki.
CNN var á staðnum alt
fyri eitt. Samstundis sum
ógreiða var á, hvussu nógv
vóru deyð, úttalaði ein
klassavinur seg um, hvussu
hon slettis ikki kundi
ímynda sær, at Williams
kundi finna upp á nakað so
ræðuligt. Hann var altíð so
smílandi.
– Hann var fittur og stutt-
ligur og kundi aldrin funnið
upp á nakað slíkt, segði
fimtan ára gamla Shannon
Durret, ið hevur kent Willi-
ams síðani september í fjør.
Ein skelkað móðir segði,
at hon júst hevði sett búgv
her, tí at kriminaliteturin
var metlágur. Nú hevði hon
fingið nakað at hugsa um.
Tað kom eisini fram, at
Williams er ein happaður
drongur, ið hevur livað
einsamallur saman við páp-
anum. Hinir næmingarnir
vóru eftir honum, tí hann
var so lítil av vøkstri og
ikki varð mettur at vera
millum tey snildastu. Men
hann tók altíð alt spott og
spá á seg við einum smíli.
Inntil mánamorgunin.
Hótti frammanundan
CNN fekk eisini skjótt
fatur á einum manni – faðir
at einum øðrum næmingi á
skúlanum – ið kundi greiða
frá, hvussu Williams hevði
sovið hjá teimum júst farna
leygarkvøld, og hvussu
hann tá í spølni hevði sagt,
at hann fór at skjóta á skúl-
anum. Men hetta var skjótt
sligið upp í glens, og Willi-
ams segði, at tað kundi
hann aldrin funnið uppá.
Men mánadagin gjørdi
hann tað so kortini. Og øll
tey klassisku tekini vóru
har frammanundan. CNN
kunngjørdi, hvussu ein
kanning av teimum mongu
skotræðuleikunum á amer-
ikanskum skúlum seinastu
árini vísir at allarflestu
gerningsmenninir
boða
vinum frá teirra ætlan –
men ongin trýr teimum, tí
tey halda, tað er so langt
úti.
Broyta vápnalóg
Nú verður so aftur dúgliga
kjakast um vápnalógina í
landi, har skotvápn er undir
næstan hvørjum kodda. Ein
lækni á sjúkrahúsinum, har
næmingarnir blivu við-
gjørdir, duldi ikki sína
hugsan á Larry King Live.
Hann segði, at nú mátti
Amerika vakna og lætta at-
gongdin til vápn hjá ung-
um, illum tannáringum
steðgast. Hann helt, at hag-
tølini søgdu sína ræðandi
søgu.
Nývaldi forsetin George
W. Bush kallaði sorgarleik-
in eina skammiliga og
feika gerð. Forsetin vildi
ikki siga nakað annað enn,
at hansara bønir fóru til
Santana Háskúlanum og
fyrst skuldu fólk sleppa at
syrgja, áðrenn politiskar
avgerðir skuldu takast.
Skeptikarar haldar kort-
ini ikki, tað er serliga sann-
líkt, at fría amerikanska
vápnalógin verður herd
undir verandi forseta – eitt
nú, tí republikanararnir
fingu so dyggan fíggjarlig-
an stuðul frá vápnaídnaðin-
um til valið í fjør.
Fleiri hundrað næmingar
og arbeiðsfólk blivu eisini
avhoyrd mánadagin, ein
næmingur hevði enntá tikið
myndir og filmað meðan
skotið var inni í skúlanum.
Løgreglan hevði lagt hald á
alt tað tilfarið.
Fimtan ára gamli Willi-
ams verður ákærdur í rætt-
inum sum ein vaksin og
ikki sum eitt barn. Hann
varð eisini sendur til sálar-
kanningar mánadagin, sum
er vanligt í slíkum førum,
men seint mánakvøldið
vildu myndugleikarnir onki
siga um úrslitið av hesi
kanning. Williams er eisini
undir 24 tímars varðhaldi
og eftirsýni, tí myndugleik-
arnir vilja tryggja sær, at
hann ikki ger enda á sær
sjálvum.
Aftur eitt skot-drama á skúla í USA
Dánjal J. Hansen
Norðoyri 20/2 2001
Tað sigst at hornasteinurin í
einum
demokratiskum
samfelag er tann frælsa
pressan. Ein fræls pressa
kann halda eyguni við
makthavarum so at teir ikki
sleppa væl frá at misbrúka
sítt vald. Pressan kann
fylgja við so at einki verður
dult fyri fólkinum og at
upplýsingar sum koma
fram til fólkið umframt at
vera rættir, eisini eru full-
fíggjaðir.
Helst
hevur
pressan eisini arðar upp-
gávur, og um hon røkir allar
hesar uppgávurnar má hon
sigast at vera verja fólksins
eins og hon gerst ein týð-
andi partur í einumhvørjum
almennum kjaki.
Í Føroyum hava vit í
prinsippinum eina frælsa
pressu, men her nýtir press-
an sítt frælsi til at leggja seg
at snorksova. Tey bæði
stóru bløðini eru lítið annað
enn talurør hjá Javnaðar-
flokkinum og Sambands-
flokkinum. Umframt les-
arabrøv og greinar sum pol-
itikkarar hava skriva, eru
bara einstakir smávegis tíð-
indastubbar. Blaðfólkini, ja
sjálvt Óli P., gerast bara
papageykar hjá teimum
báðum flokkunum. Ovast á
breddanum
á
Dimmu
stendur at hon er óheft og
álítandi. Og helst er hon
álítandi. Hon skal bara end-
urgeva tær innsendu grein-
arnar og lesarabrøvini rætt,
so lýgur hon ikki meir enn
henni er logi. Óheft er hon
so aldrin í verðini.
Tað at bløðini eru heft at
sínum polittisku flokkum
er so tað tað er. Vit vita tað
og so kunnu vit leggja upp
fyri tí. Og er tíðindaflutn-
ingurin og journlistikkurin í
lakara lagi so kunnu vit
bara lata vera við at keypa
tey og so er ikki meira um
tað. Verri er við teimum
elektronisku
miðlunum.
Tveir av hesum, teir størstu,
eru almennir, public ser-
vice miðlar, og skulu, um-
framt at vera óheftir, eisini
halda eitt ávíst journalist-
iskt støði. Tað verður sagt
frá fleiri síðum at fólk eru
ørkymla í fullveldismálin-
um. Jamen er tað so løgi?
Politikarar frá bæði sam-
gongu og andstøðu sleppa
at snara úttalilsum, bein-
leiðis lúgva, møsna, broyta
síni sjónarmið í einum and-
arhaldi, skáka sær undan
spurningum, og annars til-
passa sær úttalisir hjá teim-
um sjálvum eins og ørðum,
uttan at »journalistarnir«
geva tí nakran stórvegis
ans. Reint mikrofonhaldarí.
Sjálvandi eru fólk ørkymla.
Eingin setir politikarnar
uppá pláss og forðar fyri at
kjakið fer av sporinum. Hví
verða
politikarar
sum
Høgni Hoydal og Jóanes
Eidesgaard, Emund Joen-
sen og Anfinn Kallsberg
ikki tiknir inn í útvarps-
stovuna og endavendir nak-
rar ferðir? Hví vera teir ikki
konfronteraðir við upptøk-
ur av andsøgnum í tí teir
hava sagt og tráspurdir um
veruligar ætlanir, heldur
enn at teir sleppa púra
ótarnaðir at kasta runu eftir
hvørjum ørðum og harvið
púra avskepla tað kjak sum
er so sera tíðandi í einari
demokratiskari gongd? Ein
sending sum kallast Kjak-
torgið er fastur táttur í út-
varpinum. Sendingin 14.
februar var um skrivingina
í Ekstrablaðnum um undir-
grundina. Eg legði fleiri
ferðir til merkis at verturin
tók dik á seg til at siga okk-
urt, men tað bleiv ikki til
meira enn eitt »Øh« so varð
hann avbrotin av polittikar-
unum sum so sluppu at
halda á við runukrígnum.
Sjálvandi eru fólk ørkymla.
Umframt at vera í iva um
hvørja støðu tey skulu taka
til spurningarnar sum skora
á, mugu tey eisini sjálvi
leita gullkornini burturúr
øllum tí skarni og óruddi
sum er sloppið ígjøgnum
»journalistisku mylluna«
uttan serligar viðmerkingar.
Fimmarin 21. februar um
privatisering av Strand-
ferðsluni var aftur ein send-
ing har tað æviga sjabbið
millum samgongu og and-
støðu, høgra og vinstra, pri-
vat og alment var í centr-
um. Helt meg hoyra at lurt-
arar kundu ringja inn. Men
so vítt eg hoyrdi var ongin
lurtari inni. Um tað var tí at
teir ikki sluppu framat fyri
Bjarna og Dan ella um tað
var tí at Fimmarin er vorðin
so keðiligur at ongin tímir
at ringja inn, veit eg ikki,
men eitt er vist. Journalist-
iska íkasti til sendingina
varð hildi á einum mini-
malum støði. Sama gamla
runukríggji átti sendingina
við høvd og gørnum. Eg
kenni nógv fólk sum eru
øgiliga misnøgd við tað
tænastuna sum Strand-
ferðslan veitir, og eg kenni
fólk sum eru væl nøgd við
sama stovnin. Tey hava
hvør sín tørv, hvør sínar
royndir og hvør sínar um-
støður at taka støðu út frá.
Reidar Nónfjall man hava
kett seg øgiligt í munn-
høggarínum. Hann man
vita at veruligu trupulleik-
arnir og loysnirnar munnu
liggja onkustaðni ímillum
ideologiirnar hjá teimum
báðum polittikarunum. Teir
nýttu sjálvandi ein part av
sendingini til at leggja
hvønn annan undir at síggja
problemið gjøgnum tær
ideologisku brillurnar. Jú,
jú. Verturin lá skerflatur
afturá og bíðaði.
Nú hevur Útvarp Føroya
fingið toyggi, men veru-
leikin er at Sjónvarpið er
nógv verri, tí har eru at
kalla ongar sovorðnar dags-
aktuellar sendingar, tíð-
indasendingin undantikin.
Og har verða, eins og í út-
varpinum, bara fittir spurn-
ingar settir. Næstan ongir
illavorðnir. Teir fáu sum
koma eru ofta so illa fyri-
reikaðir at syndarin sleppir
snikkaleysur undan við at
geva í besta føri eitt ófull-
fíggjað svar. Snaringar,
skeiklingar, møsn osfr.
osfr. er tað mest vanliga.
Vit velja tó at trúgva at tá ið
sjónvarpið fær meira peng-
ar at arbeiða við verður
betri.
Í hesum døgum við
stjørnarkreppu og full-
komnum ruðulleika, har ið
fullveldismálið,
sum
Landsstýrið hevur lagt eina
øgiliga orku í tey seinastu 3
árini, liggur í andaleypi, er
ein gyltur møguleiki hjá
pressuni at vísa at hon er
ein fræls og kompetent
pressa. Enn hevur hon so
ikki gjørt nakað stórvegis
útyvir tað vanliga mikro-
fonhaldaríi og endurgev-
ingar av tí sum politikarar
og onnur hava sagt, men tað
kemur kanska.
Skulu vit nakrantíð fáa
nakað veruligt, og fyri
demokratiið so alneyðugt,
kjak um so stór mál sum
t.d. fullveldi og undirgrund,
so má pressan vakna og
fara til arbeiðis. Ikki fyri at
verja ávis politisk áhuga-
mál, ikki fyri at fylla
skránna hjá út- og sjónvarp-
ið og blaðsíðurnar hjá bløð-
unum, men fyri at syrgja
fyri at fólk, umframt at fáa
viðkomandi og áhugaverd
tíðindi, eisini fáa verulig
ting at taka støðu til og at
tey hava rættar og fullfíggj-
aðar upplýsingar at taka
støðu út frá. Ùtskammaða
danska Ekstrablaði (sum eg
sjálvur heldur ikki havi
nakra serliga virðing fyri)
ger so hóast alt eitt upp-
søkjandi arbeiði. Taka vit
sølufremjandi gølufabrik-
atiónina burturúr skriving-
ini um føroysku undir-
grundina, stendir eftir at
teir hava reist eitt kjak sum
føroyska pressan ikki hevur
megna nakrantíð, uttan tá
ið Høgni Hoydal og arðir
gjørdu
sendingina
um
bankamálið á sinni.
Journalistisk armóð
VIÐMERKINGAR
Nr. 47 - 8. mars 2001
7
6
Nr. 47 - 8. mars 2001
Lítil áhugi fyri
kommunusamanlegging
Føroysku kommun-
urnar hava lítlan
áhuga í kommunu-
samanleggingum.
Hóast ongar ætlanir
eru um at noyða
kommunur at leggja
saman, so halda tær
lítið um eitt uppskot
frá landsstýrinum um
sjálvbodna
kommunusaman-
legging.
SJÁLVBðIN
SAMANLEGGING
Magnus Dam
Landsstýrið skal ikki gera
av, at kommunur skulu
leggja saman, og myndug-
leikarnir skulu heldur ikki
gera av, hvørjar kommunur
skulu leggja saman.
Hetta tykist vera hugsan-
in í flestu kommununum,
sum hava sagt sína hugsan
um eitt uppskot hjá lands-
stýrismanninum í lógar-
málum
um
sjálvbodna
kommunusamanlegging.
Høgni Hoydal, varaløg-
maður, legði uppskotið
fram leygardagin, og tað
sæst í viðmerkingunum frá
kommununum, at fleiri
teirra eru ikki serliga heitar
fyri uppskotinum.
12 kommunur hava givið
sína støðu til kennar, og tað
er bert Tórshavnar komm-
una, sum uttan treytir tekur
undir við uppskotinum.
Hinar 11 hava allar síni
fyrivarni.
Við lógini verður stað-
fest, at ein og hvør komm-
unusamanlegging er sjálv-
boðin, og hetta er uttan iva
nakað, sum hóvar kommu-
nunum væl. Eingin vil hava
eina avgerð um samanlegg-
ing kroysta oman yvir seg.
Men tað, sum hóvar komm-
ununum minni, er, at lands-
stýrið í uppskotinum ger av,
hvørjar kommunur kunnu
leggja saman. Uppskotið
sigur, hvørji mørk ein
kommuna skal halda seg
innanfyri, um hon ætlar at
leggja saman við einari aðr-
ari.
Sjey eindir
Landsstýrið sigur í upp-
skotinum, at kommunu-
samanlegging kann fara
fram innan sjey eindir.
Norðoyggjar, Vágar og
Mykines, Sandoyggin og
Suðuroyggin eru hvør sín
eind og kommunurnar í
hvørjari av hesum oyggjun-
um kunnu sostatt velja at
leggja saman í eina komm-
unu. Suðuroyggin hevur
kortini valið millum at ger-
ast ein eind ella tvær.
Allar kommunurnar í
Eysturoynni uttan tær í
Sundalagnum kunnu velja
at leggja saman í eina
kommunu. Men viðvíkj-
andi Eysturoynni eru kort-
ini fleiri valmøguleikar.
Fuglafjarðar, Leirvíkar og
Gøtu kommunur kunnu
velja at gerast ein eind, og
Nes,
Runavíkar,
Skála
Sjóvar, og Oyndarfjarðar
kommunur kunnu velja at
gerast ein eind. Sundalagið
er ein eind, og afturat sær
kunnu tær fáa Funning og
Elduvík, sum kunnu velja
millum fleiri av hesum
eindum.
Kommunurnar, sum síð-
ani eru eftir í Streymoynni
og Nólsoyar og Hests
kommunur eru ein eind, og
tær kunnu sostatt velja at
leggja saman í eina komm-
unu.
Ongan skund
Lógaruppskotið hjá lands-
stýrinum staðfestir, at allar
kommunusamanleggingar
eru sjálvbodnar. Tað kemur
kortini fram í uppskotinum,
at fólkatalið helst skal fara
upp um 2000 í teirri saman-
løgdu kommununi.
Men líkt er ikki til, at tað
júst er hetta lógaruppskot-
ið, sum kommunurnar hava
sitið og bíðað eftir fyri at
kunna fara í gongd við eina
samanlegging.
Fleiri
kommunur gera bart og
siga, at tær als ikki taka
undir við kommunusaman-
legging, meðan aðrar finn-
ast at teimum eindunum,
sum eru skotnar upp í upp-
skotinum.
Aðrar
halda
freistina at svara vera ov
stutta, og tí hava tær ikki
viðgjørt uppskotið enn.
Tórshavnar kommuna og
Vágs kommunur eru tær,
sum minst av øllum hava
nakað ímóti uppskotinum,
men fleiri nýggj sjónarmið
koma helst fram frá bæði
kommunum og einstakling-
um, tá løgtingið fer at við-
gera uppskotið ein av kom-
andi døgunum.
Kollafjarðar og Tórshavnar kommunur løgdu saman í eina kommunu 1. januar, og aðrar kommunur fáa skjótt møguleikan at
leggja saman. Eitt uppskot um sjálvbodna kommunusamanlegging er komið í løgtingið.
Føroya Banki skal fíggja kreppugrunn
Jenis av Rana hevur
nú lagt fram uppskot
um at stovna ein
grunn, sum skal
gjalda kreppuraktum
sethúsaeigarum end-
urgjald. Skattainn-
tøkur frá Føroya
Banka skulu fíggja
grunnin
ENDURGJALDS-
GRUNNUR
Magnus Dam
Hesi seinastu árini hava
verið góð við Føroya
Banka. Yvirskotini hava
verið upp í fleiri hundrað
milliónir krónur um árið,
og landskassin hevur fingið
sín ríkiliga part av av-
lopinum.
Ein partur av hesum
pengunum eigur at koma
teimum til góðar, sum
mistu húsini hjá sær í
kreppuárunum,
heldur
Jenis av Rana úr Miðflokk-
inum. Hann skjýtur upp at
stovna ein endurgjalds-
grunn fyri kreppuraktar set-
húsaeigarar, og stovnsfæið
skal vera ein partur av
skattinum, sum Føroya
Banki hevur goldið sein-
astu árini og fer at gjalda
komandi trý árini.
Síðani 1994 hevur Før-
oya Banki goldið 183 milli-
ónir krónur í skatti, og 10
prosent av hesum skulu
fara í grunnin, heldur Jenis
av Rana.
Hann vísir í viðmerking-
unum á, at tey flestu tykjast
at hava funnið stevið aftur
eftir kreppuna, men tað er
framveigs ein bólkur, sum
ikki er komin frá kreppuni í
øllum góðum.
– Hesin bólkur er teir set-
húsaeigarar,
sum
ikki
megnaðu at sita í egnum
húsum, teir mistu húsini og
sótu eftir við risaskuld utt-
an virði aftanfyri, sigur
Jenis av Rana, sum sam-
stundis spyr, hví landskass-
in skal bjarga einai heilari
bankaverð og stóru pen-
ingainnskotum teirra væl-
bjargaðu, samstundis sum
hesi omanfyrinevndu verða
gloymd.
Livdi ikki upp til
politisku ætlanirnar
Jenis av Rana heldur ikki,
at Føroya Banki livdi upp
til politisku ætlanirar, tá ið
bankin varð bjargaður. Av
hesi orsøk hevur hann havt
órímiliga stóran vinning av
afturvunnum avskriving-
um, sigur tingmaðurin. Tí
heldur hann tað vera rætt, at
stovnsfæið í endurgjalds-
grunninum kemur frá tí
skatti, sum Føroya Banki
hevur goldið.
Sambært uppskotinum
skal grunnurin kunna veita
teimum
sethúsaeigarum
endurgjald, sum heilt ella
lutvíst
mistu
húsini
í
kreppuárunum og komu at
sita við skuld, uttan at ogn
var aftanfyri. Grunnurin
skal hava eina trý-manna
nevnd, sum skal meta um
missin hjá teimum, sum
søkja um endurgjald, og
endurgjaldið skal svara til
tann staðfesta missin.
Jenis av Rana hevur onga
meting um, hvussu nógv
fólk kunnu hugsast at søkja
ella hava rætt til stuðul úr
endurgjaldsgrunninum.
Síðani 1994 hevur Føroya
Banki goldið 183 milliónir
krónur í skatti. Jenis av Rana
vil hava landsstýrið at seta
10 prosent av hesum pengu-
num í ein endurgjaldsgrunn
fyri kreppuraktar set-
húsaeigarar