Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-08, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mars 2001síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Um tvær vikur hevur Norðoya Sparikassi ábyrgdarfund, har nógv verður gjørt burtur úr skránni TILTAK Eyðun Klakstein Klaksvík: Kunning og undirhald er á skránni, tá Norðoya Sparikassi fríggja- kvøldið 23. mars hevur ábyrgdarfund í KÍ-høllini í Klaksvík. Hetta er afturvendandi tiltak, sum sparikassin hev- ur havt annaðhvørt ár síð- ani 1995. Norðoya Sparikassa er sjálvsognarstovnur, og skipanin við ábyrgdarum er gomul. Ábyrgdararnir hava ávirkan á leiðsluna í stovn- inum, tí teir velja umboðs- ráðið, sum síðani setir leiðsluna í sparikassanum. Í 90’unum lat Norðoya Sparikassi meira upp fyri, at fólk gjørdust ábyrgdarar, og nú roynir sparikassin at fáa síni viðskiftafólk at verða ábyrgdarar. Gera nógv burtur úr Teir mongu ábyrgdararnir sleppa 23. mars á fund, og har fáa teir eina kunning um viðurskifti í sparikass- anum, men samstundis verður eisini nógv undir- hald. – Vit hava valt at lata okkara formligu kunning til ábyrgdararnar á ábyrgdar- fundinum, tá vit so sam- stundis gera nakað serligt burtur úr, sigur Gunnar Nolsøe, marknaðarleiðari í Norðoya Sparikassa. Durita Holm fer at halda fyrilestur um at ferðast kring knøttin, Ad Libitum, Vísumenn og onnur fara at hava tónleikaundirhald, og skemt er eisini á skránni. Seinast ábyrgdarfundur var, vóru eini 650 fólk á fundi. Tekniski skúli í Klaksvík bjóðar sum einasti skúlin í land- inum tekniska studentsútbúgving Síðani 1993 hava føroyskir ungdómar havt møguleikan at taka miðnámsútbúgving á Tekniska skúla í Klaks- vík. Talan er um tekniskar studentar, har undirvísingin er ein blanding av bóklig- um og verkligum læru- greinum. Ein triðingur av frálæruni fer fram á einum av verkstaðunum á skúlan- um. Útbúgvingin tekur trý ár. Í løtuni er ein flokkur í hvørjum árgangi, og tilsam- ans eru 22 næmingar í holt við útbúgvingina. Tekniska studentsút- búgvingin gevur teir somu møguleikarnir fyri víðari útbúgving sum tilsvarandi útbúgvingar – HF, student og handilsskúli. Munur á útbúgvingum Næmingarnir, sum ganga á Tekniska skúla í Klaksvík, koma úr øllum landinum, og møguleiki er at búgva á skúlaheiminum, sum hoyrir til skúlan. Munurin millum tekn- isku studentsútbúgvingina og hinar miðnámsútbúgv- ingarnar er, at størri dentur verður lagdur á verkligu lærugreinarnar. Næming- arnir sleppa at royna seg við timbri, el, á maskin- verkstaði og í starvsstovu. Næmingarnir hava stóra ávirkan á, hvussu útbúgv- ingin fer fram, tí tað eru nógvir valmøguleikar. Skúlin leggur dent á, at næmingarnir sleppa at royna seg, og at teir fáa møguleikan at menna seg. Skúlin leggur upp til, at næmingarnir sleppa at brúka bæði bókligu og handaligu vitanina í tvør- fakligum uppgávum. Leygardagin hevur Tekn- iski skúli í Klaksvík opið hús, og tá ber til at hyggja eftir umstøðunum og at kunna seg við viðurskiftini á skúlanum. Gera nógv burtur úr ábyrgdarafundi Norðoya Sparikassi hevur formliga kunning, fyrilestur, tónleik og annað undirhald á ábyrgdarfundinum, sum verður 23. mars Tann øðrvísi møguleikin Arbeiðið at gera eldraíbúðir undir Kráarbrekku í Klaksvík er nú boð- ið út ÚTBJÓÐING Eyðun Klakstein Klaksvík: Sjálvsognar- stovnurin undir Kráar- brekku hevur nú boðið arbeiðið at gera eldra- íbúðir út alment. Arbeiðið er boðið út í sjey pørtum – Jørð, klo- akk- og betongarbeiði, Timbur- og snikkaraar- beiði, múraraarbeiði, málaraarbeiði, gólvar- beiði, HVS-arbeiði og el-arbeiði. Útbjóðingartilfarið fekst frá Fuglø Arkitekt- um til í gjár. Lisitatiónin verður hildin mánadagin 2. apríl. Tá verða boðini latin upp, og tey, sum hava bjóðað, kunnu verða hjástødd. Leiðslu og eftirlit av arbeiðnum hava Fuglø Arkitektar, Sámal Johannesen, Sofus M. Jakobsen og Oddbjørn Vágslíð. Bjóða Kráar- brekku út Nr. 47 - 8. mars 2001 9 8 Nr. 47 - 8. mars 2001 Hugskotskapping um Norðurbryggjuna Skrivað er nú út almenn hugskots- kapping um føroyska partin av umboðs- og mentanardeplinum, Norðurbryggjuni, í Keypmannahavn MENTAN Turið Kjølbro Ætlanin um norðurlendska miðdepilin á Den Grøn- landske Handels Plads í Keypmannahavn, Norður- bryggjan sum depilin eitur, er komin enn eitt stig long- ur. Arkitektafelag Føroya boðar nú til almenna hug- skotkapping, har føroyski parturin av Norðurbryggini skal innrættast. Norðurbryggjan er verk- ætlan um eina felags grøn- lendska, íslendska og før- oyska umboðs- og mentan- armiðstøð. Danski staturin hevur latið verkætlanini 7000 fermetra stóra pakk- húsið frá 1763, sum verður mett til 40 mió. krónur, á Den Grønlandske Handels Plads við teirri treyt, at nevndin fyri verkætlanina megnar at útvega restina av peninginum, sum verkætl- anin kostar. Fyrst í hesum árinum kunngjørdi for- kvinnan í nevndini, Vígdis Finnbogadóttir, fyrrverandi forseti í Íslandi, at verkætl- anin er tryggjað búskapar- liga og at hon nú hvílur í sær sjálvari. Hetta kemst av, at grunnurin hjá A.P. Møll- er,»A.P. Møller og Hustru Chastine Mærsk-McKinn- ey Møllers Fond til Almene Formaal«, hevur játtað verkætlanini 20 mió. krón- ur í stuðli. Somuleiðis stjórnirnar í Íslandi, Føroy- um og Grønlandi hava játt- að at latið pening til enda- málið. Samstundis hevur nevndin fingið tilsøgn um lán til umvælingarnar, sum eru mettar at kosta 50 mió. krónur. Samhandil Pakkhúsið á Den Grøn- landske Handels Plads varð upprunaliga nýtt í sam- bandi við samhandil mill- um Grønland, Ísland, Før- oya, Finnmarkar og Dan- markar. Her eru turri fisk- urin og hvalirnir skipaðir inn. Skip hava lagt at, og tað krevur ikki nógv hug- flog at ímynda sær tann ruðuleika av lívi og handli, sum er farin fram har. Sjálvt pakkhúsið er væl hildið við líka takkað verið góða viðinum og byggisiði- num, sum var tá. Tað hevur staðið tómt síðani fyrst í áttati árunum, tá ið tann kongligi grønlendski hand- ilin fór út og tók síðstu vør- urnar í stóra goymslubygn- inginum við sær. Tá ið umvælingarnar eru fingnar frá hondini skuldi hesin stóri bygningurin staðið klárur at hýst øllum teim mentanarligu brigdun- um úr Grønlandi, Íslandi, Føroyum og Danmark. Ætl- anin er, at vinnulívið skal vera primus motor í menn- ingini av húsinum, tá ið tað stendur liðugt. Nevndin roknar við, at umleið 75 prosent av húsinum verða leigað út til vinnulig enda- mál úr Norðuratlantshavi. Hini 25 prosentini av hús- inum skulu brúkast til fel- øg, søvn, stovnar og hvat ein annars kann ímynda sær av norðuratlantiskum fel- agsskapum, sum í løtuni eru spjaddir um alt Keyp- mannahavn. Her verður alt savnað. Umframt vera kaffistovur, framsýningar og serbúðir. Tað er Morten Meld- gaard, leiðari á Dansk Pol- arcenter, sum er upphavs- maðurin til verkætlanina. - Eg veit, at Norðurbryggjan í framtíðini fer at eiga ein stóran leiklut í menningini av teim sterku bondunum, sum eru millum okkara lond, sigur Vígdis Finnbogadóttir, forkvinna í nevndini fyri Norðurbryggjuna Tveir nýggir firvaldar funnir í Føroyum Tað eru teir báðir músarvongur og eikispannari, sum vórðu funnir ávika- vist í Hoyvík og Nólsoy seinasta heyst FIRVALDAR Turið Kjølbro Ikki færri enn 113 sløg av firvaldum halda til í Føroy- um. Hetta stendur í áhuga- verdari grein, sum stendur at lesa í ritinum hjá Føroya Fuglafrøðifelag, sum júst er útkomið. Greinina, ið er brot úr føroysku firvalda- søguni, hevur Annleyg Patursson skrivað. Har verður Leif Dahl nevndur. Hann starvaðist í Føroyum sum lækni í tvey tíðarskeið í fýrati- og fimti árunum, og var tann fyrsti, sum fór undir at kanna firvaldalív okkara. Í 1937 vóru 32 firvaldar skrásettir og í 1956 vóru 22 firvaldar komnir afturat. Alt bendir á, at Leif Dahl sjálvur setti føroysk nøvn á firvaldarnar. Í 1982 varð savnið hjá Leif Dahl ognað Føroya Náttúrugripasavni. Næstu 30 árini varð gott sum einki gjørt fyri at kanna føroyska firvaldalív- ið, men í nítiárunum vóru firvaldar aftur á skránni. Tá vórðu ljósfellur settar upp runt í landinum og fólk á staðnum tømdu tær eina ferð um vikuna. Danin dr. Svend Kaaber stóð fyri kanningini og í 1997 kunn- gjørdi hann ein lista. Aftur í 1998 varð ein listi gjørdur yvir firvaldarnar í Føroy- um, hesa ferð vóru tað Jens-Kjeld Jensen og Ann- leyg Patursson, sum gjørdu listan. Og á hesum listanum vóru tríggir firvaldar, sum ikki eru á listanum hjá Kaaber. Í fjør vóru tveir nýggir firvaldar funnir. Teir eru músarvongur, som kom í ljósfelluna hjá Annleyg Patursson í september, og eikispannari, sum Jens- Kjeld Jensen fangaði í Nólsoy á mikkjalsmessu. Talið á firvaldum í Føroy- um er sostatt 113. Annleyg Patursson sigur í greinini, at tað er forvitni- sligt at síggja, hvussu stór- ur munur er á hvørjir fir- valdar halda til á teimum ymsu plássunum. Tað eru heilt onnur sløg av firvald- um, sum eru vanlig í Sumba, enn norðanfjørðs. Eisini er stórur munur á, hvørji eru í Nólsoy og hvørjir eru í Hoyvík. Tað ger tað ivaleyst meiri spennandi at kanna og skrá- seta firvaldar í Føroyum. Músarvongur Eikispannari Eikispannari og músarvongur eita hesir báðir firvaldarnir, sum vóru funnir í fjør. Jens-Kjeld Jensen hevur tikið myndirnar