Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mars 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 47 - 8. mars 2001 11 10 Nr. 47 - 8. mars 2001 AUTO - Dag sum nátt - - skjótt og gott - Skalt tú bil hýra - so er tað 311234 BENZIN DIESEL KIOSK - ALT DØGNIÐ - AUTO 311234 AUTO NÁTT- BUSSURIN hjá Øssuri Christiansen Leygarkvøldið: • Úr Vestmanna kl. 24 • Úr Tórshavn kl. 01 • Úr Vestmanna kl. 04 • Úr Tórshavn kl. 05 (Koyrt verður um Kvívík og Kollafjørð, tá fráboðan fyriliggur) Onnur kvøld kann koyrast eftir avtalu Tlf. 424254 Bussarnir: Tlf. 287752 • 286254 Streymoy Mat- seðilin Hósdagin 8. mars: Hakkibúff Fríggjadagin 9. mars: Kalkunsnitzel Leygardagin 10. mars: Nakkafilét Mánadagin 12. mars: Lasagne Týsdagin 13. mars: Fiskafrikadellur Mikudagin 14. mars: Bankikjøt Kostnaður 32,- kr. *** Seinnaparts- TILBOÐ frá kl. 14.00: Juniorburgari 14,95 Maxiburgari ella Búffsandwich 19,95 Matstovan í Hoyvík Kaggin Moonshot Kaggin Kaggin Kaggin www.kaggin.fo Fr’ggja-og leygarkv¿ldiÝ sp¾la Sosialurin - 311820 Fr’ggjakv¿ld Leygarkv¿ld Sunnukv¿ld er Fimmari fr‡ kl. 17 - 20 Moonshot Tinghœsvegur ¥ T—rshavn ¥ Tlf. 31 56 28 HESA VIKUNA Fr’ggjakv¿ldiÝ Leygarkv¿ldiÝ Ottar ’ Funnings. 14,95 pr. eind fr‡ 22.00 til 00.30 14,95 pr. eind fr‡ 22.00 til 00.30 CafŽ'in hevur opiÝ m‡n.-fr’. 17.00-24.00 og leyg.-sun. 14.00-24.00 FîTBîLTUR ç STîRSK GGJA Club 20 CafŽ Piparbœffur bert v/salat, chips & pipars—s 69,- TANN BESTI ê LANDINUM Sunnukv¿ldiÝ ÈKARAOKEÇ ladies night H—skv¿ldiÝ 14,95 pr. eind fr‡ 21.00 til 22.00 K‡ri Annand Ottar ’ Funnings. K‡ri Annand -tað loysir seg www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo Tlf. 31 26 25 PITABREYÐ 49,- v/oksakjøti ella tunsalat SESAM SANDWICH Skinka & salat: 45,- miracel whip, ananas, majs, piparfrukt, agurk & bacon. SNACKS Nachos: Cheese ella Mexican v/avocado dip ella tza tzi ki 20,- Á matarseðlinum livandi tónleikur Livandi tónleikur FRÁ 8. TIL 18. MARS syngur og spælir enski vísusangarin og undirhald- arin Doc á caféini. Við Sosialinum Í BÝIN Komandi hósdag vitja vit matstovuna HEREFORD í Klaksvík Og tú sleppur at fylgja við hvussu hetta spælir av Les í býin næsta hósdag ! Les í býin næsta hósdag ! Norðoyggjar VikuskiftistilboÝ Fr’ggjakv¿ldiÝ 9 og Leygarkv¿ldiÝ 10 mars 3 r¾ttir fyri einans kr. 175,- B’legging ‡ tlf 31 75 00 Til almenna dansin leygarkvøldið spæla COCTAIL KLUBBADANSUR Sosialurin - 311820 Høgaból • 600 Saltangará • Tel. 44 75 60 • Fax 44 84 60 Blomberg pyrolyse komfýrur Blomberg pyrolyse komfýrur Mest framkomni á marknaðinum reinsar seg sjálvan Tú fært tað besta hjá www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo Sosialurin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Tiltøk Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið Sosialurin - 311820 Dr. Jacobsensgøta 18 • 100 Tórshavn • Tel./Fax 316610 Vit hava eisini korsilett í stórum støddum Vit hava BH í støddum úr 65 til 110 cm í ummáli, og frá AA til H skál. Stóra bringu ella lítla? Ert tú ein av teimum 80%, ið ganga í skeivari BH-stødd? Støkk so inn á gólvið hjá okkum og vit hjálpa tær at finna júst tína stødd. – Píning av kvinnum kring allan heimin Píning av kvinnum og gent- um heldur á dag og dagliga kring allan knøttin, sigur Amnesty International í dag í eini nýggjari frágreið- ing um píning av kvinnum. Heitið á frágreiðingini er: Sorlaðir kroppar og sundur- skræddar sálir. Hon lýsir eina heimsfevnandi ment- an, sum noktar kvinnum javnrættindi við menn, og sum loyvir harðskap móti kvinnum. »Yvirgangsmenninir eru umboðsmenn fyri státin og vápnaðar bólkar. Men oft- ast eru teir skyldmenn, arbeiðsfelagar ella limir úr hennara egna samfelagi. Fyri nógvar kvinnur er heimið eitt stað, har yvir- gangur verður framdur«. »K« úr lýðveldinum Congo var gift við einum vápnaðum heryvirmanni, sum regluliga píndi hana, ofta framman fyri børnun- um. Hann neyðtók hana ferð eftir ferð, smittaði hana við kynssjúkum og hótti hana ferð eftir ferð við at drepa hana við eini byrsu. Undir einum av hes- um tilburðunum slóg hann eina tonn út hjá henni, slóg kjálkabeinið úr lið og slóg hana so hart í eygað, at hon mátti hava fleiri pentur og fekk áhaldandi trupulleikar við nøs, hálsi, høvdi, ryggi, mjødn og fóti. »K«, sum at enda søkti um friðskjól í USA, segði, at tað var nyttuleyst at fara til løgregluna, bæði tí at maður hennara var so væl við ráðandi familjuna, men eisini tí at »kvinnur eru onki í Congo«. Ein amerik- onsk dómaranevnd fyri inn- flytarar lýsti misbrotini, hon hevði liðið, sum »skemdargerðir«, men noktaðu henni uppihalds- loyvi, ein avgerð, sum fekk viðhald í hægri rætti fyri innflytarar. Frágreiðingin er ein part- ur av heimsumfatandi átak- inum hjá Amnesty Inter- national móti píning og heitir inniliga á stjórnir um at plikta seg til at verja kvinnur og gentur móti pín- ing. Stjórnir, sum systemat- iskt lata vera við at gera nakað fyri at forða fyri og verja kvinnurnar móti yvir- gangi í heiminum og í sam- felagnum, hava meðábyrgd fyri píning og harðskapi »Státir hava sambært al- tjóða lóg skyldu til at forða fyri og fyribyrgja píning og í øllum førum at reagera ímóti píningartilburðum. Men alt ov ofta hava stjórn- ir, beint tvørturímóti at skipa fyri neyðugari vernd av kvinnunum, neyvt sam- band við brotsgerðirnar, hava fjalt yvir tær, hava givið seg til tols við tær, og latið tær hildið fram ótarn- aðar Harðskapur í heiminum fer sanniliga fram alla- staðni. Sambært hagtølum hjá Heimsbankanum hava minst 20% av kvinnum ver- ið fyri likamligum ella kynsligum misbrotum. Al- mannakunngjørdar frá- greiðingar úr USA siga, at ein kvinna verður bukað 15. hvørt sekund, og 70.000 verða neyðtiknar hvørt ár. Úr India verður sagt, at meira enn 40% av giftum kvinnum verða sparkaðar, slignar ella kynsliga mis- nýttar. Orsøkirnar kunnu vera, at maðurin er mis- nøgdur við matin ella rein- gerðingina ella, at hann er øvundsjúkur. Úr Egypta- landi verður sagt, at 35% av kvinnunum verða bukaðar av monnunum. Nakrir bólkar av kvinn- um verða serliga fyri píning og harðskapi og øllum sløgum av diskriminatión. Tær verða ikki bert píndar, tí at tær eru kvinnur, men eisini orsakað av rasu, etn- iskum uppruna, kynsligari orientering, samfelags- støðu, stætti og aldri. Nógv tænastufólk eru útlendingar og verða ofta illa viðfarin av arbeiðsgev- arunum. Tey hava ilt við at fáa nakrar sømdir orsakað av teirra uppihaldsstøðu. Nasiroh, ein ung indon- esisk kvinna fór at arbeiða í Saudi Arabia í 1993. Hon segði Amnesty Internation- al, at hon varð kynsliga misnýtt av arbeiðsgevaran- um, rangt ákærd fyri drápið av honum og síðani pínd og kynsliga misnýtt av løg- reglumonnum tey bæði árini, hon sat í varðhaldi. Embætisfólk frá hennara egnu ambassadu vitjaðu hana ikki eina einastu ferð. Rættargongdin hjá henni gekk so skjótt fyri seg, at hon visti ikki, at hon varð dømd sek, og enn veit hon ikki, hvørja »brotsgerð« hon sat fyri í fimm ár. Sagt er frá »æru misbrot- um« so sum píning og harðskapið úr mongum londum, teirra millum Irak, Jordan, Pakistan og Turka- landi. Gentur og kvinnur í øllum aldri eru ákærdar fyri at gera familjuni ella sam- felagnum fyri skommum við teirra atferð. Tað kann vera frá at tvætla við ein mannligan granna til kynsl- igt samband uttan fyri hjúnarlag. Bert tað, at hild- ið verður, at ein kvinna hevur gjørt familjuni fyri skommum, kann viðføra píning og ringa viðferð. Kvinnur, sum eru keyptar og seldar til tvingsulsar- beiði, kynsliga misnýtslu og tvungið hjúnarlag verða eisini lætt fyri píning. Menniskjahandil er triðja størsta inntøkukelda hjá al- tjóða skipaðum brotsliðum, beint eftir sølu av rúsevn- um og vápnum. Seldar kvinnur verða serliga fyri likamligum harðskapi, her- undir neyðtøku, ólógligari innilæsing, lóghaldi av samleikaprógvum og træla- haldi. Í vápnaðum bardøgum verða kvinnur ofta valdar burturúr til píning, vegna teirra leiklut sum uppalarar og sum ímynd av samfel- agnum. Tutsi kvinnurnar í fólkadrápinum í Rwanda í 1994 og muslimskar, serb- iskar, kroatiskar og alb- anskar kvinnur í fyrrver- andi Jugoslavia vórðu pínd- ar, tí tær vóru kvinnur av serligum uppruna, ella úr serligum tjóðskaparligum ella átrúnarligum bólkum. Kvinnur, sum hava verið píndar, kunnu líta fram í móti mongum forðingum, tá tær leita sær uppreisn. Forðingarnar umfata líka- sælu hjá løgregluni, mis- eydnaðar royndir hjá stjórnum at viðurkenna píning av kvinnum sum brotsgerð, órættvísar døm- ingar, tí allarflestu dómar- arnir eru menn, og rættar- skipanir sum darva rættvís- ari rættarsókn. 15 ára gomul var »G« av foreldrunum seld grannan- um til konu sum veðhald fyri bóndagarðin hjá teim- um í El Salvador. Maður hennara píndi og neyðtók hana javnan. So hon var so- mikið illa fyri, at hon mátti innleggjast á sjúkrahús. »G« fór tvær reisur til løg- røgluna fyri at biðja um hjálp, men fekk at vita, at trupulleiki hennara var per- sónligur. 20 ára gomul rýmdi hon við báðum børn- unum, men varð afturfunn- in av foreldrunum og manninum. Mamman helt henni, meðan maðurin buk- aði hana við einum stavi. »G« flýddi til USA, har hon bað um friðskjól, men hevur fingið at vita, at hon verður heimaftur send. Manga staðni í heiminum miseydnast tað løgregluni at eftirkanna misbrot, sum verða meldaði av kvinnum, og ofta sendir løgreglan kvinnurnar heimaftur til høpisleysu støðu teirra heldur enn at skráseta og kanna klagur teirra. Bert 27 lond í heiminum hava lóg- givið um neyðtøku, sum verður framd í hjúnarlagn- um. Um ein kvinna í Pakistan ikki kann prógvað, at hon ikki samtykti í kynsligum sambandi við ein mann, kann hon verða ákærd fyri zina (skøkjulevnað), eitt misbrot, sum verður revsað við steining til deyða ella almennari fleingjan. Í summum londum kunnu kvinnurnar ikki sjálvar fara í rættin, onkur maður í fam- iljuni má umboða tær. Kvinnur í Saudi Arabia, sum fara heimanífrá fyri at leita sær hjálp hjá løgregl- uni, váða at verða tiknar fyri at vísa seg alment uttan at vera saman við einum manni, tær eru skyldar við. Tað er tíð uppá, at stjórn- ir viðurkenna, at harðskap- ur í heiminum og í samfel- agnum ikki er ein privat søk, men dregur ábyrgdina hjá státinum inn. Altjóða standardir siga heilt klárt, at státir hava skyldu til at veita vissu fyri, at ongin nakrantíð verður fyri pín- ing ella ringari viðferð«, sigur felagsskapurin. »Um státir misrøkja hesa ábyrgd, hava teir meðábyrgd fyri tí líðing, sum tað ikki er eydnast teimum at fyri- byrgja.« Amnesty International gevur stjórnunum nágreini- lig tilmælir.Tey umfata: al- menna fordøming av harð- skapi ímóti kvinnum, krim- inalisering av harðskapi móti kvinnum, neyvari gransking av øllum ákær- um, og stevning og revsing av teimum, ið fremja mis- brotini. Meir tilfar um Amnesty og mannarættindi fæst á www.amnesty.fo Sorlaðir kroppar og sundurskræddar sálir