Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-08, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mars 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vísa ongum frá sær Tað er ikki rætt, at Hotel Føroyar vísir fólki frá sær, sigur Áki Jespersen á Smyril Line í viðmerking til grein í blaðnum týsdagin FERðAVINNA Edvard Joensen Í grein í blaðnum týsdagin varð sagt, at ferðafólk, sum komu til Hotel Føroyar og Vallarheimið Tórshavn, kundu risikera at verða burturvíst, um tey ikki vóru komin til Føroya við Norr- ønu. Í greini týsdagin er onkur misskiljing komin fyri, og skal blaðmaðurin taka á seg, at eg eftir øllum at døma ikki havi skilt Áka Jespersen rætt. Í greinini varð sagt, at ferðafólk, sum komu til Føroya við flogfari, kundu koma út fyri at verða avvíst á Hotel Føroyum og Vall- araheiminum Tórshavn, sum Smyril Line eigur, um tey ikki vóru komin til Før- oya við Norrønu. Hetta er ikki rætt skilt, sigur Áki Jespersen, ferða- fólkaleiðari á Smyril Line, í viðmerking við Sosialiin. Hann sigur, at hotellið setir øll pláss, sum ikki eru seld ein mánað fram í tíð- ina, leys. Sostatt er altíð møguleiki at fáa innivist á hotellinum, um ikki er fysi- skt útselt, og allar sengur fullar, sigur hann. Men fyri vallaraheimið er tað soleiðis, at bert verða hýst inn ferðandi sum koma við Norrönu. Tó er møgu- leiki hjá øðrum - tey sum á fakmáli verða nevnd walk- in – at bíleggja sær pláss sama dag sum tey koma, sigur Áki Jespersen. Hetta er tó bert galdandi í summarsiglingarskeiðnum hjá Norrönu – aðrartíðir av árinum takað vit ímóti øll- um bíleggingum. Vit biða Smyril Line orskað misskiljingina og vænta hervið, at hon er rættað. Sjórøvarar í Vágahavinum Í seinastu viku varð herverk framt móti línureiðskapinum hjá útróðrarbátinum Volunteer, meðan línan stóð vestanfyri SJÓRØVARAR Edvard Joensen á Toftum: Útróðrarbáturin Volunteer av Toftum kundi komið illa fyri vestan fyri í seinastu viku. Meðan línan stóð, hevði onkur skorið eina boyu oman av og skotið hol á tríggjar aðrar. Fingu teir enda, kundu teir mist út- gerð fyri út móti 100.000,- krónum. Jack Højgaard, skipari á Volunteer, sigur, at hann ongantíð hevur verið út fyri slíkum øll tey mongu árini, hann hevur róð út. Og held- ur ikki hevur hann hoyrt um tað fyrr. Hann metir hend- ingina so álvarsliga, at hann hevur meldað hetta til løg- regluna. Hann vendi sær eisini til Vaktar- og Bjarg- ingartænastuna og boðaði frá tí, sum hent var. Løgreglan í Runavík váttar, at teir hava fingið fráboðanina og meta málið sum herverk. Av løgreglu- støðini verður sagt, at teir hava ongantíð havt slíkt mál fyrr. Jack Højgaard sigur frá, at teir høvdu sett vestur úr Høvdanum, sum so mang- an. Teir høvdu 8 miðurúm standandi. Vanliga er lína, sum svarar til eina sjey stampar í hvørjum miðu- rúmi, og so boya á. Volun- teer hevur egningarma- skinu og setir av stokkum. Miðuboyurnar eru júst ætlaðar sum ein trygd, um teir fáa enda. Men tá hend- an trygdin verður oyðiløgd av reinum ólevnaði, kann tað gerast álvarsligt, um línan slitnar. Tíbetur var eingin endi hendan dagin, og Volunteer fekk alla lín- una aftur. Jack Højgaard sigur, at endaboyan stóð, meðan tann seinasta miðuboyan var skorin omanav. Stong við boyu og forgangara. Alt skorið burtur. Síðan vóru nummar tvey og trý skotn- ar. Tann næsta aftur stóð, meðan so aftur ein, sum var skotin. Boyurnar, sum hava verið fyri herverki, eru skotnar við vanligari høglbyrsu. Hol er á boyuni, og høglini liggja inni í boyuni. Sosialurin skilir, at tað dámar ikki øllum snellu- monnunum, at línubátar seta á leiðum, sum snellu- menninir líkasum kanna sær. Hvussu tað skal skilj- ast, undrast fleiri á. Hendan dagin var Volunteer einar 10 fjórðingar úr landi, og tað er so eingin óvanlig línuleið. Hinvegin kenna lín- umenn einki til, at havið er fest, soleiðis at summir partar av flotanum eiga ávísar leiðir. Av Vaktar- og Bjarging- artænastuni verður váttað, at tey hava fingið fráboðan- ina frá Volunteer, men kunnu einki gera annað enn at biða skipini halda eyguni eftir slíkum, meðan tey sigla runt. Hinvegin ber illa til at ákæra nakran fyri at hava skotið boyur, uttan at hava sæð tað, sum hent er. Tað eydnaðist ikki, áðr- enn blaðið fór til prenting- ar, at finna nakran løgfrøð- ing, sum kundi siga okkum, hvar ein møgulig revsing fyri slíkt mál kann væntast at liggja. Nr. 47 - 8. mars 2001 13 12 Nr. 47 - 8. mars 2001 Jústinus Leivsson Eidesgaard Ikki færri enn 21 skip seldu á telefonuppboðssøluni hjá Fiskamarknaði Føroya mikudagin. Bestu einstøku søluna hevði Norðleivur FD 659, hann seldi 2,760 kilo fyri 66,978 krónur. Miðal- prísurin var 24,27. Næst bestu einstøku søluna hevði Skarðhamar úr Skopun, sum seldi 6.590 kilo fyri 156.668 krónur. Miðal- prísurin var kr. 23,77. Miðalprísurin á toski var 20,68, á hýsu kr. 15,70 og á upsa 5,45. 94 tons á gólvsøluni í gjár Gott veður var týsdagin og mikudagin var nógvur fiskur á gólvsøluni. 94 tons vóru seld. harav 48 tons á Toftum, 40 tons í Klaksvík, 4,6 tons á Tvøroyri og gott hálvt tons í Vágum. Av teimum 94 tonsunum var mesti parturin, 84 tons toskur. Rignaprísurin er nú komin upp um 50 krónur fyri kiloið og í gjár vóru 4,462 kiloav rogni á uppboðssøluni. je Syslunummar Skipanavn kilo FD 18 SIRIÐ 77 FD 79 HAVØRNIN 134 FD 117 GERÐISBÁTURIN 37 FD 123 RIDDARIN 147 FD 138 BYRGI 1.289 FD 15 ANNA MARIA 1.494 FD 183 VÍGDIS 47 FD 193 MARNA 1.643 FD 222 GAMLI EDVARD 1.049 FD 229 CAMILLA 1.269 FD 256 AÐNASKER 55 FD 263 RÚNI 856 FD 283 ÁLITIÐ 1.104 FD 312 BRODDUR 196 FD 316 ANNFRÍÐ 518 FD 324 VÁTANES 158 FD 377 JULIA 1.365 FD 406 ALMA-J 161 FD 428 MARGIT J 196 FD 437 MUNKURIN 3 738 FD 460 SAFIR 1.875 FD 512 NABBI 990 FD 557 FISKIVARÐI 143 FD 67 HULDUSTEINUR 1.075 FD 68 ROYNDIN FRÍÐA 478 FD 753 MARIA 125 FD 761 GUNNVÁ 1.876 FD 775 LANGANES 1.039 FD 784 VÓNIN 1.765 FD 842 NICOLINA 54 FD 865 BÁRAN 309 FD 89 HØVDIN 1.265 FD 905 TRÚGVI 145 FD 954 VØRÐAN 138 FD1096 RINGLASTEINUR 47 FD1098 BYLGJAN 47 FD1108 LUNA 310 FD1110 ARCTIC 16 FD1130 SJÓBÚGVIN 1.917 FD1140 EYÐIN 1.459 KG 101 NEVIÐ 1.064 KG 112 BLÁABERG 713 KG 123 HÁENNI 2.477 KG 125 BJARNABERG 331 KG 127 SKURÐAKLETTUR 1.749 KG 129 BRATTABERG 668 KG 143 KALLANES 38 KG 170 ELJAN 877 KG 276 SKORHAMAR 645 KG 288 HELTNIN 992 KG 296 GLÆMAN 510 KG 301 MÁSASTEINUR 655 KG 323 TURIÐ 2.748 KG 378 SKØRIN 190 KG 430 BÁRAN 689 KG 444 HEIÐABRÚGV 805 KG 45 RANDI 540 KG 452 BEINISSVØRÐ 91 KG 480 HVÍTABRÚGV 934 KG 514 DÚGVAN 736 KG 575 BIRGIT C. 663 KG 587 REYNSMÚLI 3.374 KG 6 JENS CHR. SVABO 92 KG 601 STEINSBRÚGV 21 KG 608 HERDIS 346 KG 63 POLLUR 172 KG 640 HANSA 725 KG 661 RÝPAN 255 KG 666 SJÓVARFOSSUR 340 KG 708 VÁRSÓL 767 KG 743 ELSA 1.083 KG 744 OSLA 4.282 KG 79 NEVIÐ REYÐA 2.252 KG 832 BORGIN 1.503 KG 92 ØLDAN 1.133 SA 280 SNIGÁLVUR 894 SA 350 HVESSINGUR 901 TG 178 MAJ 77 TG 20 HEIMDAL 1.241 TG 267 HVÍTIKLETTUR 739 TG 284 HAMRABERG 2.075 TG 303 RICHARD Í SMIÐJUNI 826 TG 310 SJÓRIDDARIN 973 TG 360 RANKIN 81 TG 376 DÚGVAN 2.107 TG 397 KVIKK 365 TG 495 EGIL M 460 TG 528 GRANI 481 TG 562 TODNES 1.005 TG 597 TORSTEIN 1.725 TG 622 VARÐIN 1.689 TG 63 TURIÐ 35 TG 670 VÍKABERG 2.143 TG 731 ANNIE M/B 718 TG 744 MARJUN 441 TN 119 PAX 32 TN 213 LÍRABERG 273 TN 325 RÁDNI 963 TN 381 SANCY 553 TN 422 NÓN 2.129 TN 805 ANNA 110 TN 91 LÓMUR 353 TN 964 HVÍTIFOSSUR 572 TN1053 KJÓGVIN 466 VA 141 ÁLKUKLETTUR M/B 404 VA 164 NIKLÁI 125 VA 269 ANNA MARIA M/B 842 VA 28 ÁLITIÐ 337 VA 324 SKARVUR 917 VA 34 DUNGA HANS M/B 292 VA 367 MIÐHAV 724 VA 60 DÁVA DÁNJAL 860 VA 717 STÍGANES 163 VN 125 ÆGIR 183 VN 152 SJÓARFOSSUR 931 VN 408 JÓNVØR 1.519 VN 430 RUÐITANGI 451 21 skip á telefonupp- boðssøluni Íslendski nótabáturin Beitir er á veg á Fuglafjørð full- lastaður av lodnu. Hann hevur 1100 tons av lodnu. Hann hevur fiskað lodnuna á Eysturlandinum. Í ár er hent tað óvanliga, at lodnan hevur tikið seg upp bæði á Eysturlandinum og á Vest- urlandinum í senn. Lodnan á Vesturlandinum gýtir í løtuni, meðan tann á Eyst- urlandinum er ikki komin so langt enn. Christian í Grótinum var á Fuglafirði týsdagin og landaði 2000 tons av svart- kjafti. Teir royna í løtuni vestanfyri Írland. Krúnborg var mánadagin á Fuglafirði við 22 tonsum av svart- kjafti, sum er fingin á somu leið. je Íslendsk lodnuskip á Fuglafjørð FISKIVINNUTÍÐINDI