Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mars 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í býin við Sosialinum Í BýIN Eirikur Lindenskov Vit eru farin undir ein nýggjan tátt áí Sosialinum í samband við teigin »Í býin«. Fyri at gera teigin eitt sindur áhugaverdari, verður farið »í býin« kring alt landið, og síðani verður skrivað um, hvussu hetta royndist – hvønn hósdag. Á henda hátt sleppur les- arin at vitja tey støð, farast kann í um vikuskiftið, og tá vit vilja hugna okkum annars um alt landið. Greinarnar, sum verða skrivaðar, fara at snúgva seg um alt møguligt. Tað kann verða reportasja fra einum matstað, vit hava roynt, ummæli av eini kon- sert, vit hava verið til, ella tað kunnu vera tíðindi um støð og tiltøk, sum vit kunnu royna um vikuskift- ið. Síðsta hósdag skrivaðu vit um, tá vit vóru inni á gólvinum hjá Café Natúr, og næsta hósdag kunnu tit lesa um, hvussu vitjanin á Hereford í Klaksvík royndist. Hetta verður ummæli av upplivinigin sum heild, møguliga onkur kendur gestur er við hesuferð, hvør veit? VIÐMERKINGAR Rás Klaksvík Marita Matras, Klaksvík Tá eg hyggi út gjøgnum stovuvindeygað, síggi eg eina parabol. Tað órógvar meg ikki sum so, men tað er bara eitt gott dømi um, hvussu støðan er í Klaksvík. Parabolir standa á mest sum hvørjum húsaveggi í býnum, á hjallum og í havum, og tað er als einki prýði í hesum parabol- um, sum gerast alsamt fleiri í tali. Hevði tað ikki verið eitt nógv betri hugskot, at vit høvdu eina kommu- nala skipan við fylgi- sveinasjónvarpi, eins og tey hava í Havn. Tað hevði verið at giv- ið borgarunum í býnum eina góða tænastu og hevði ivaleyst forðað fyri, at fólk, sum enn ikki hava fingið sær eina parabolskipan, fóru at seta parabolir á húsa- veggin ella á hjallin. Jón Tyril Ætlar landsstýrið at boða altjóðasamfel- agnum frá, at føroy- ingar eru serstøk tjóð við sjálvsavgerðar- rætti? Føroyingar eru ein tjóð (eitt serstakt fólk). Hesum ivast føroyingar ikki í, heldur ikki politiska andstøðan. Til tjóðarhugtakið knýta seg ávís rættindi eins og til menniskjahugtakið manna- rættindi. Í báðum førum eru hesi rættindi altjóða- rættarliga staðfest, m.a. í samtyktum í Sameindu Tjóðum (ST). Millum rættindi tjóðanna eru (sambært Gudmundi Alfredssyni í frágreiðingini til Føroya Landsstýri) m.a. staðfest, at: Tjóðir hava altjóðarættar- ligt virkisføri, og tjóðir hava sjálvsavgerðarrætt. Tað merkir, at tjóðir hava rætt at samskifta við altjóða stovnar, eitt nú ST. Og tað merkir, at tjóðir hava rætt til sjálvar at avgera sína fólkarættarligu og statsrætt- arligu støðu. Í okkara føri kundu vit nýtt henda rættin til at verið samrunnin part- ur av DK, í frælsum felags- skapi við DK, ella at Før- oyar loystu frá DK. Nógv er skrivað um hesi viðurskifti og nevndu rætt- indi av fleiri altjóða viður- kendum serfrøðingum. Áðurnevnda frágreiðing er at finna í nýggja løgfrøði- liga ritinum „Føroyskt Lóg- arrit“ og á heimasíðuni www.fullveldi.fo/ undir tíð- indi. Í gjár ljóðaði so í ÚF, at løgmaður ætlaði ikki at leggja uppskotið um sjálvs- avgerðarrætt og tjóðskap føroyinga fyri tingið. Hetta grundgevur hann við, at andstøðan sigur seg ikki vilja atkvøða fyri uppskoti- num. Andstøðan sigur seg ikki atkvøða fyri, tí hetta málið og hesi viðurskifti eru so eyðsæð, og harnæst, tí eingin hevur sátt iva um okkara tjóðskap. Men eg má viðganga, at sum vanligur leikmaður kann stundum vera ilt at fylgja við. Er tað so eyðsæð, at vit eru tjóð við teimum rætt- indum, ið hoyra til, hví taka andstøðuflokkarnir so ikki undir við tí? Mannarættindi verða av flestu londum í vesturheiminum søgd at vera eyðsædd. Skulu lond- ini vestanfyri so ikki at- kvøða til tess at staðfesta tey, um tey verða løgd fyri á fundi í ST? Tá andstøðan harafturat sigur, at eingin hevur sáað iva um, at vit eru tjóð við sjálvsavgerðarrætti, so er hetta als ikki rætt. Danski uttanríkismála- ráðharrin skrivaði í brævi til Sameindu Tjóðir og løgmans hin 23. august 2000, at føroyingar hava „ingen kompetence til at optræde på det folkeretlige plan“. (Stutt eftir hetta varð eisini noktað løgmanni at hitta Nato aðalskrivaran.) Henda próvførslan hjá danska uttanríkismálaráð- harranum byggjur á ta for- treyt, at føroyingar ikki eru tjóð, ikki hava sjálvsav- gerðarrætt og ikki hava al- tjóðarættarligt virkisføri. Lítil ivi kann tískil vera í, at ivi av sonnum er sáddur um okkara støðu og rættindi sum tjóð _ og at hesin ivi er sendur víðari til ST. Eg skal eisini leggja afturat, at tá landsstýrið sleit samráðingarnar við danir hin 26. oktober, stóð í tíðindaskrivinum frá lands- stýrinum: „Danska stjórnin hevur eisini boðað frá, at hon heldur fast um, at hon ikki viðurkennir føroyingar sum eina tjóð. Forsætisráð- harrin heldur fast um, at føroyingar og danir eru ein og sama tjóð og viður- kennur tí ikki, at Føroya fólk hevur sjálvsavgerðar- rætt.“ Víðari stendur í skrivinum: „…Løgmaður fer eftir viðgerð í Uttan- landsnevnd løgtingsins at boða ST frá sjálvsavgerðar- rætti føroyinga“, og aðra- staðni stendur … „tí hevur løgmaður handað stjórnini skjal um, at føroyingar eru tjóð. Hetta skjal verður eftir viðgerð í uttanlandsnevnd løgtingsins fráboðað al- tjóða samfelagnum.“ 1. Havandi alt hetta í huga, hvussu ber tað tá til, at andstøðan førir fram, at eingin hevur sátt iva um okkara støðu sum tjóð? 2. Og hvussu ber tað til, tá andstøðan førir áður- nevnda fram, at Føroya Landsstýri ikki átalar hetta og leggur neyðug skjøl á borðið til tess at prógva tað, sum sagt varð í tíðinda- skrivi hin 26. oktober? 3. Og er tað ikki ein vánalig grundgeving at siga, at uppskotið verður ikki lagt fyri tingið, tí at vissa ikki er fyri, at and- støðan tekur undir við tí? (Skuldi samtyktin um mannarættindi ikki verðið løgd fram fyri ST, tí at ávís limalond ikki tóku undir við henni?) 4. Er ognarrættur m.a. í undirgrundini ikki eisini tengdur tætt saman við sjálvsavgerðarrætti tjóð- anna? 5. Er ikki júst spurning- urin, hvørt vit eru tjóð ella ikki, eisini avgerandi fyri, um samráðingar við danir eru innanhýsis danskt mál ella mál við altjóða áhuga? Og er ikki júst hesin sami spurningur avgerandi fyri, hvørt vit kunnu krevja at hava eygleiðarar við til samráðingar ella ikki? Og er tað ikki júst hesin spurn- ingurin, hvørt vit eru ser- støk tjóð, sum er orsøkin til, at vit yvirhøvur hava heimastýri, og at vit fóru í samráðingar við danir á hesum sinni? Og var tað ikki júst hetta, at vit eru tjóð við teimum rættindum, sum hoyra til, aðaltátturin í tí sam- starvsskjali, sum allir tríggir samgonguflokkar skrivaðu undir, tá teir valdu at skipa stjórn? Tað, sum kanska er mest umráðandi í øllum hesum, er, at Føroya Landsstýri sum umboð fyri Føroya fólk hevur boðað frá, at tað fer at senda altjóðasamfel- agnum fráboðan um, at vit eru tjóð. Hetta er alneyðugt at gera, til tess at orðini hjá danska uttanríkismálaráð- harranum og danska for- sætismálaráðharranum um, at vit ikki eru føroyingar, men danir, ikki standa ósvarað. Eg má siga, at tað undrar meg almikið, at Føroya Landsstýri og Føroya Løg- ting ikki taka henda spurn- ing í størri álvara, og eg vóni at fáa svar upp á teir spurningar, eg her havi sett fram. Fyri mær eru rættindi hjá eini tjóð mótvegis øðrum tjóðum at líkna við rættindi hjá einstaklingi millum einstaklingar, og tá Føroya Landsstýri ikki letur Før- oya Løgting samtykkja okkara støðu og rættindi sum tjóð, so sýnir hetta eftir mínum tykki tvørrandi virðing fyri mannarætt- indum føroyinga í altjóða høpi. Opin spurningur til Føroya Landsstýri Nr. 47 - 8. mars 2001 15 gult cyan magenta svart 14 Nr. 47 - 8. mars 2001 Sangur Tónleikur Skemt Nostalgi Ørskapur Atgongumerki fáast í 3-aranum í SMS og í Kunningarstovuni í Havn Í SJÓNLEIKARHÚSINUM Í HAVN Hóskvøldið 8. mars kl. 20.00 Leygarkvøldið 10. mars kl. 21.00 Í nýggjastu TÜV Auto- Report, ið er almanna- kunngjørd í týska bil- magasininum Auto Bild, eru Toyota á odda, hvat viðvíkur kvaliteti, trygd og fyri at vera álítandi. Kelda: Toyota Danmark A/S ÚT AT KOYRA BILAR Magnus Gunnarsson Við Ditech modellinum kemur Aprilia á marknaðin við heilt nýggjari tøkni- frøði, sum teir hava sam- starvað við Orbital í Au- stralia og Siemens í Týsk- landi um, við tí endamáli at minka um brúki av brenni- evni og at dálkingin verður so lítil sum til ber. Beinleiðis innspræning Fyritøkurnar Orbital og Siemens hava saman við Aprilia, gjørt tað møguligt at tann mest framkomna tøknin, kann verða til taks á vanligum skutarum, og kann keypast til kappingar- føran prís. Aprilia SR50 Ditech hevur vatnkøldan motor. Navnið Ditech stendur fyri (Direkt in- jection technology), so her er talan um elektroniskt stýrda beinleiðis innspræn- ing. Elektronikkurin fær sínar upplýsingar frá m.a. snúningstalunum á motor- inum, og hitanum á vatn- inum. Lítil dálking Tað sermerkta við Aprilia SR50 Ditech, er at skutarin er sera umhvørvisvinarlig- ur, við tað at oljunýtslan og dálkingin eru sera lág. Mongdin av skaðiligum evnum í útstoytinum er minkað við upp til 80 pro- sent, og brennievninýtslan er 1.9 litur fyri hvørjar 100 km, sum má sigast at vera sera gott. BILAR Magnus Gunnarsson Chrysler hava í fleiri ár slóða fyri, við at hava spennandi og avbjóðandi konseptbilar á bilafram- sýningini í Detroit. Bilar sum Dodge Viper, Ply- mouth Prowler og Chrysler PT Cruiser, eru allir byrj- aðir sum konseptbilar í Detriot. Nútímans bilur Í ár varð tað so hesin Dod- ge Super 8 Hemi, sum vakti miklan ans í Detroit. Bilurin ið er ein sport- coupé við fýra hurðum og panoramarúti framman, líkist einum amerikanara frá 50´unum. Hóast bilurin minnir um ein bil frá 50´- unum er hann ein nútímans bilur við øllum tí sum hartil hoyrir. Enn er tó ongin avgerð tikin um hann verður framleiddur. Kelda: FDM / Motor Dodge Super 8 Hemi í Detroit Renault á Nissan verksmiðju Renault, sum eiga 37 prosent av Nissan, eru farnir at framleiða Re- nault bilar á eini Nis- san bilverksmiðju í Mexico. Ein Renault Kangoo við Nissan bú- merkjum er á veg til Evropa. Kelda: Bilen Motor & Sport Mazda 626 Ein nýggjur Mazda 626 stationvognur er komin á marknaðin í Japan. Bilurin er sera væl útgjørdur, og fæst við tveimum motor- støddum, 2.0 litur við 136 hk, og 2.5 l V6 við 200 hk. Kelda: Motor Magasinet Toyota á odda Aprilia SR50 Ditech Motorurin: 1 syl. 2-takt 50 cc Kompressión: 12,5:1 Injector: Automotive (EFI) type Gearkassin: Automatisk variator Bremsur: Skivur framman og aftan Vekt: 90 kg Prísur: kr. 24.498 Søluumboð: AD-IMPORT N.Finsensgøta 12 FO-100 Tórshavn Tlf. 32021 Aprilia SR50 Ditech – ein umhvørvisvinarligur skutari Tað sermerkta við Aprilia SR50 Ditech, er at skutarin er sera umhvørvisvinarligur, við tað at oljunýtslan og dálkingin eru sera lág