Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-08, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mars 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIÐMERKINGAR Skrá í tólv tættum til forðing fyri píning Píning er grundleggjandi brot móti mannarættindum og er bannlýst av aðalfundi sameindu tjóða sum brot móti menniskjavirðum, einsvæl og bannað sambært tjóðarrætti og altjóða lóg. Hóast hetta, vera menn- iskju dagliga pínd um allan heimin. Amnesty Internat- ional hevur tær royndir, at ikki er nóg mikið við lógar- banni. Neyðugt er beinan- vegin at fara í stríð móti píning og aðrari grimari, ómenniskjansligari og niðr- andi viðferð ella revsing, sama hvar tær verða framd- ar, til tess at útrudda tey fullkomiliga. Amnesty International heitir á allar stjórnir um at seta hesa skránna í verk til tess at útrudda píning. Áhugaðir einstaklingar og felagsskapir verða bodnir við at fremja ætlanina. Am- nesty International heldur, at verður hendan skráin sett í verk, ber tað boð um, at stjórnirnar eru sinnaðar at taka av píning og at virka fyri at hetta verður gjørt um allan heimin. 1. Almenn avsøgn av pín- ing Ovastu myndugleikarnir í øllum londum eiga at sýna teirra fullu andstøðu móti píning. Teir eiga at gera øll- um embætisfólkum, ið hava til starv at halda lóggávuna uppi, greitt, at píning verð- ur ikki told undir nøkrum umstøðum. 2. Avmarking av fongs- ling í avbyrging Fólk verða ofta pínd, meðan tey sita avbyrgd í varðhaldi, og ikki fáa sett seg í samband við nakran uttanfyri at fáa hjálp ella fáa at vita, hvat fer at henda teimum. Stjórnirnar eiga at skapa trygd fyri, at tílík av- byrging ikki gevur møgu- leika fyri, at fangar verða píndir. Tað er av størsta týdningi, at allir fangar verða settir fyri ein dómara beinanvegin eftir, at teir eru handtiknir, og at skyldfólk, sakførarar og læknar uttan drál fáa regluliga atgongd til teirra. 3.Eingi loynilig fongsul Í summum londum verða fólk pínd í loyniligum varð- haldum eftir at tey eru »horvin«. Stjórnirnar eiga at tryggja, at fangar verða havdir í alment viðurkend- um støðum, og at sannar upplýsingar verða givnar skyldfólki og sakførarum teirra. 4. Trygdartiltøk undir av- hoyring og í varðhaldi Stjórnirnar eiga regluliga at endurskoða manna- gongdirnar fyri varðhaldi og avhoyringum. Allir fangar eiga beinanvegin at fáa at vita, hvørji rættindi teir hava, heruppií eisini rætt til at klaga um ta viðferð, teir fáa. Regluligt eftirlit av óheftum eftirlits- fólkum eigur at vera við varðhaldsstøðum. Ein týdn- ingarmikil trygd móti pín- ing er, at teir myndugleikar, ið hava ábyrgdina av varð- haldi og avhoyringum, eru sínámillum óheftir. 5. Óheftar kanningar av frágreiðingum um píning Stjórnirnar eiga at tryggja, at allar klagur og frágreiðingar um píning verða gjølla kannaðar av óheftum fólki. Kanningar- háttur og úrslit eiga at verða kunngjørd. Tey, ið klaga, eins og vitni eiga at verða vard móti yvirgangi. 6. Frágreiðingar, givnar undir píning, mega ikki verða brúktar Stjórnirnar eiga at tryggja, at játtanir um at vera sekur ella onnur prógv, fingin til vega undir píning, ongantíð verða brúkt í rættarmálum. 7. Píning eigur at verða bannað við lóg Stjórnirnar eiga at tryggja, at píning er revsi- verd sambært revsilógini. Sambært altjóðarætti má bann móti píning ikki verða sett úr gildi undir nøkrum umstøðum, eiheldur í krígs- tíð ella í undantaksstøðu. 8. Tey, ið hava gjørt seg sek í píning, eiga at verða revsað Tey, ið hava framt píning, eiga at verða rættarsøkt. Hendan grundreglan eigur at verða fylgd, sama hvar brotsverkið varð framt og sama hvønn tjóðskap brots- maðurin ella ofrið hava. Tað eigur ikki at finnast nakar griðstaður fyri tílíkar brotsmenn. 9. Útbúgving At píning er brotsverk eigur at vera ein partur av upplæringini av øllum em- bætisfólkum, ið hava við varðhald, avhoyring og viðgerð av fangum at gera. Tey eiga at fáa at vita, at tey hava skyldu til at sýta fyri at líða boð um at pína fangarnar. 10. Endurgjald og upp- reising Offur fyri píning og teirra avvarðandi eiga at hava rætt til endurgjald. Ofrini eiga at fáa læknahjálp og uppreis- ing 11. Altjóða tiltøk Stjórnirnar eiga at sýta fyri øllum sambandi við stjórnir, ið nýta píning, ið kann tulkast sum at borið verður í bøtuflaka fyri teimum. Altjóða manna- gongdir eiga at verða skip- aðar og brúktar til bráð- feingis kanning av skuld- setingum um píning og munagóð fyribyrgingartil- tøk. Stjórnirnar eiga at tryggja sær, at veiting av hernaðar-, trygdar- ella løg- regluhjálp ella upplæring til onnur lond ikki kann med- virka til at píning verður framd. 12. Staðfesting av altjóða sáttmálum Allar stjórnir eiga at stað- festa sáttmálar, ið fremja trygd móti og fyribyrging fyri píning, heruppií Al- tjóða semingin um borgara- lig og stjórnmálalig rætt- indi og Valfrælsa gerða- skjalið til semingin, ið hev- ur reglur um einstaklinga kærurætt. Aftursvar til Kára Hansen Eivind Jacobsen Strendur Ætlaði ikki at svara aftur til grein hjá Kára Hansen keypmanni, men tá hann blandar P/F Strandamáling uppí, og heitur á fólk um ikki at keypa Stranda- máling, av tí at hann ikki dámar mín persón, havi eg avgjørt at svara aftur. Hetta svar verður eisini á hansara egna lága støði, sum annars átti at verðið uttan fyri tað, sum vanlig fólk seta sítt navn undir. Hetta verður gjørt út frá tí, at tað einasta sum slíkir persónar skilja er, tá teir verða settir upp á pláss. Eisini havi eg fingi áheitan frá fleiri strand- ingum um at svara aftur. Hetta svar hjálpir vónandi lesarunum at skilja, hví Kári Hansen ikki dámar undirritaða. Kári Hansen heitur á fólk um at lata verða við at keypa máling frá P/F Strandamáling. Í dag eigi eg umleið 20% av parta- peninginum í P/F Stranda- máling og arbeiði annars ikki á virkinum, tó at eg gerði okkurt arbeiði fyri P/F Strandamáling. Tí vil eg meina, at mín persónur ikki eigur at blandast sam- an við P/F Strandamáling. Kári Hansen heldur ógvu- liga lítið um meg, og tað skal hann sjálvandi hava loyvi til. Hetta verður ikki betri, tá kundarnir hjá Sp/f Hansen hava til fragd at standa í handlinum og rósa borgarstjóranum fyri »gott arbeiði«. Satt at siga, hevði eg vænta, at okkurt tílikt sum hetta lesarabræv fór at koma. Slík herindi koma á Kára við jøvnum millum- bilum. Serliga ger hetta seg galdandi, tá illa gongst í hond við handilsskapinum, og stress ger seg galdandi. Tá kemur andin yvir hann, og hann trívur í pennin. Møguliga er hetta við at henda í dag. Vit minnast tá arbeiðs- mannafelagið ikki vildi tekna partapening tá Kári skuldi keypa Roc Amadour. Tá fingu øll í arbeiðs- mannafelagnum bræv, har Kári segði teimum, at for- maðurin í Arbeiðsmanna- felagnum ikki hevði upp- funnið tann djúpa talerkin. Eisini minnast vit, at ein persónur sum arbeiddi hjá honum bleiv uppsagdur. Samstundis sendi hann ALS bræv, har hann skriv- aði at viðkomandi als ikki kundi brúkast til arbeiðis og als ikki tímdi at arbeiða. Úrslitið var, at viðkomandi fekk trupulleikar við ALS. Líknadi bræv er eisini sent til Føroya Banka. Annars er Kári best kend- ur fyri ikki at gjalda rokn- ingar. 13. november 1998 sóu vit á forsíðuni á Oyggjatíðindi, at hann skyldaði meir enn 300.000 krónur til Strandafaraskip Landsins. Men tá SL ikki tímur at koyra hann í rættin, sleppur hann undan at gjalda. Sum premiu sam- ráðist Strandfaraskip Landsins við sama mann um at reka Skálafjarðarsigl- ingina. Orsøkin til at Kári Han- sen ikki dámar Eivind er, at Eivind ikki letur Kára, og heldur ongan annan, sleppa undan at gjalda sína skuld. Kári tolur ikki, at nakar set- ur hann upp á pláss, og tí fær man ein fígginda, um so verður gjørt. Tá als eing- in vilji er til at finna eina loysn, verða eftirstøður sendar til sakførara. Tí havi eg hótt Kára við konkurs ella húsagangi nakrar ferð- ir. Soleiðis var Kári tríggjar tímar frá at verða uppsagd- ur í Langanesi. So komu pengarnir. Hansen Seafood fekk 5 daga freist, ella varð felagið koyrt konkurs. Tá komu pengarnir. Sp/F Grunningur havi eg havt í rættinum, og verður úttøka gjørd í nærmastu framtíð. Eisini eigi eg pant, sum dómur er fyri, í sethúsunum hjá Kára Hansen, og tá Kári ikki vil gjalda, hevur sak- førarin fingið boð um at lýsa hús hansara á tvings- ilssølu eftir vanligari mannagongd. Kári finnur altíð pengar- nar í seinastu løtu. So eini góð ráð til tykkum, sum eiga pengar til góðar hjá Kára Hansen eru at hótta við húsagangi. Tann sum rópar hart fær sínar pengar. Hetta er ikki populert, men hví ikki krevja sínar peng- ar, heldur enn at lata Kára Hansen spæla kong gularót við okkara pengum. Eg ætli mær als ikki at svara nøkrum at pástandun- um hjá Kára Hansen ella at kjakast við hann. Lesarin kann sjálvur gera sær sína meting. Í juli 1996 varð tann 26- ára gamla Kajal Khidr handtikin av 6 limum úr familjuni hjá mannin- um. Hetta hendi nær- hendis býnum Rania í irakiska Kurdistan. Tey løgdu hana undir ótrúskap, hóast hon var við barn, píndu og løst- aðu hana. Tey skóru eitt petti av nøsini og søgdu henni, at hon fór at verða dripin, tá barnið var føtt. Aftaná viðgerð á sjúkrahúsi í Rania, megnaði hon at flýggja og fekk viðgerð í 3 mán- aðir afturat á einum sjúkrahúsi í býnum Suli- maniya, har hon var vard av løgregluni. Síð- ani goymdi hon seg í eitt ár, áðrenn hon fann verju í einum kvinnu- varðhaldi í Sulamaniya. Tað eydnaðist Kajal Khidr at flýggja til Sýria í februar 1999, tí hon fekk hjálp frá manna- rættindaatgerðarfólki á staðnum. Hon varð hild- in fyri at vera ein flótta- kvinna úr United Nati- ons High Commissioner fyri flóttafólk. Í juli 2000 búsetti hon seg aftur í einum triðja landi, har hon nú býr saman við dóttir sínari, sum í dag er 4-ára gom- ul. Tveir av monnunum, sum píndu Kajal Khidr, vórðu tiknir av myndug- leikunum í umráðnum, sum er undir eftirliti av Patriotic Union of Kurd- istan (PUK), men vórðu latnir leysir innan 24 tímar vóru farnir, tí tað varð hildið fast við, at teir høvdu gjørt hetta fyri at verja familjuheið- urin. Teir verða ongantíð ákærdir. Á hvørjum ári, alla- staðni í verðini, verða gentur og kvinnur álopnar og dripnar – vanliga av limum í teirra egnu familjum – vegna »heiðurin«. Tær verða skuldsettar fyri at gera familjuni og samfelagn- um fyri skommum við teirra atburði. Hetta er frá bert at tosa við ein granna til at hava sexuelt samband uttanfyri hjún- arlag. Kvinnur, sum eru mis- tonktar, hava ongan møguleika at verja seg og menn eru eggjaðir til at taka burtur »skomm- ina« á teirra æru við at loypa á kvinnuna. Irak - Kurdistan Nr. 47 - 8. mars 2001 19 18 Nr. 47 - 8. mars 2001 gult cyan magenta svart ÚT AT KOYRA BILAR Magnus Gunnarsson Hyundai Elantra, ið nú er komin á marknaðin, ein nýggjur bilur frá innast til uttast. Modellið er bæði nú- tímans og klassiskt, eins og nógv er gjørt burturúr at bilurin skal vera rúmligur. Satsa uppá Evropa Hyundai verksmiðjan í Suðurkorea er ein av heimsins størstu. Í 1998 keyptu teir Kia bilverk- smiðjuna og framleiddu teir tilsamans yvir 2.8 milliónir bilar í fjør. Nú teir hava tikið eina stóra miðstøð í brúk í Frankfurt, er ætlanin veruliga at satsa uppá Ev- ropa. Teir hava sum mál at blíva ein av heimsins før- andi bilaverksmiðjum. Størri og rúmligari Hyundai Elantra er nógv betraður og nútímansgjørd- ur í mun til forgangarin, og verður hesin gjørdur sum 4/h sedan og 5/h hatchback. Bilurin er størri og rúmlig- ari enn áður, og er nú í somu stødd sum t.d. Nissan Primera, Mazda 626 og Opel Vectra, sum ætlanin er at hann skal kappast við. Byrjunarhugskotið var at geva bilinum eitt nútímans og klassiskt design, við framtíðini í huga, og ein bil sum kundarnir um allan heimin fóru at taka væl ímóti. Aircondition standard Í menningini av nýggja Elantra, hevur nógv verið gjørt burturúr innrættingini av bilinum, bæði sum fam- iljubilur, og sum firmabil- ur, tá hann verður brútkur sum dagligt arbeiðspláss. Setrini eru nýggj og eru ergonomiskt rætt formaði, og geva góðan stuðul undir koyring. Instrumentini eru løtt at avlesa og funktionel. Aircondition er standard útgerð í øllum útgávunum. Tvær motorstøddir Elantra fæst vi tveimum motorstøddum – annar er ein 1.6 litur við 107 hk, og hin er ein 2.0 litur við 141 hk. Felags fyri báðir mot- orarnir er at teir larma lítið og eru sera orkusparandi og umhvørvisvinarligir. Bilurin er sera væl út- gjørdur, og næstan alt er standard, hann hevur til dømis: 4 airbags, ABS bremsur við EBD, elektron- iska startsperru, el-síðurút- ar framman og aftan og sentrallás, umframt nógva aðra útgerð. Hyundai Elantra – nútímans og klassiskt design Hyundai Elantra 2.0 GLS 4/h Motorurin: 2.0 litur 16V 141 hk 0-100 km/t: 9.1 sek. Bensinnýtsla: 12,5 km/l Dekkstødd: 185/65-15 Stødd og vekt Longd 449,5 cm Breidd 172,0 cm Hædd 142,5 cm Eginvekt 1250 kg Totalvekt 1800 kg Viðførisrúm: 415 litrar Prísur: 2.0 GLS kr. 179.750 (1.6 GL frá kr.161.750) Søluumboð: Nordbil v/Oyggjarvegin FO-100 Tórshavn Tlf. 313707 Nordbil við Oyggjarvegin umboðar Hyundai í Føroyum Nýggi Hyundai Elantra er sera væl útgjørdur og næstan alt er standard, hann hevur til dømis: 4 airbags, ABS bremsur við EBD, elektroniska startsperru, el-síðu- rútar framman og aftan og sentrallás, umframt nógva aðra útgerð