hósdagur 8. mars 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 47 - 8. mars 2001
Tveir
løgreglumenn
úr
Manilla handtóku seint um
kvøldið eina 18 ára gamla
gentu, sum var undir ill-
gruna fyri at flakka. Í staðin
fyri at taka hana á løgreglu-
støðina, noyddu teir hana
inn í ein jeep, sum stóð
nærhendis støðini, og sam-
an við einum triðja manni
neyðtóku teir hana. Teir
vórðu uppdagaðir av bilán-
aranum, sum eisini var løg-
reglumaður.
Ein 17 ára gomul genta,
sum sat í fongsli, ákærdi
fangavørðin og 11 vaktar-
menn fyri at hava neyðtikið
hana og hótt hana við byrs-
um. Royndir hennara at
klaga vóru afturvístar, til
hon varð innløgd til við-
gerðar, tí hon var smittað
við kynssjúku.
Ein 24 ára gomul kvinna
í Manilla varð handtikin av
trimum narkotikaløgreglu-
monnum. Hon varð leyslat-
in uttan ákæru, aftaná at
teir høvdu noytt hana at
verða við til oralsex í ein-
um løgreglubili og hava
hótt hana og rænt frá henni
eina stóra peningaupp-
hædd, sum teir høvdu
tvungið hana til at taka út
úr einum banka. Løgreglu-
mennirnir, sum fingu ávíst
nýtt arbeiði aftaná tilburð-
in, vóru framvegis leysir
fleiri vikur seinni, tó at teir
vóru ákærdir fyri neyðtøku
og rán.
Hesar ræðandi søgurnar
um neyðtøku og kynsmis-
nýtslu, framdar av stjórnar-
innar umboðsmonnum, eru
bert nakrar fáar av teimum,
sum filippinsku fjølmiðlar-
nir hava sagt frá. Í juni
mánaða í 2000 staðfesti ein
fyrrverandi
filippinskur
senatorur, at 12 løgreglu-
menn vóru ákærdir fyri
neyðtøku seinastu 10 mán-
aðarnar. Vegna manglandi
systematiskt
eftirlit,
er
trupult at meta um, hvusu
víttfevnandi trupulleikin er,
men kvinnuligir sakførarar
og felagsskapir, sum arb-
eiða við kvinnurættindum í
Filippinunum eru samd um,
at tað er ógvuliga átroðk-
andi at virka fyri, at kvinn-
ur, sum sita í fongslum,
verða vardar móti misbrot-
um.
Sagt er eisini frá kvinn-
um, sum hava verið fyri
aðrari píning og ringari við-
ferð, meðan tær hava sitið
inni. Talan er um hóttanir,
sløg, stoytir og sparkan.
Tær, sum eru í størsta
vanda fyri at verða misnýtt-
ar, eru tær, sum eru ringast
fyri í samfelagnum: prosti-
tueraðar, gøtubørn (sum
ofta eru rýmd heimanífrá
fyri at sleppa undan harð-
skapi og misbrotum í fa-
miljuni), evnismisnýtarar
og tær fátøku. Í mongum
førum nýtir løgreglan lóg-
ina ímòti flakkan - ein lóg
sum serliga diskriminerar
tey fátøku og heimleysu -
fyri at fremja kynsmisbrot
móti kvinnum og noyða
pengar frá teimum.
Um ein kvinna er kyns-
liga misnýtt av einum løg-
reglumanni, ella tað veri
seg einum hvørjum manni,
sum hevur vald, er tað
henni ómetaliga trupult at
koma við eini ákæru móti
teimum. Vandin fyri hevnd
forðar mongum kvinnum í
at melda, og tað er staðfest,
at offur hava verið noydd til
at taka ákæruna aftur.
Mong fólk í Filippinunum
eru óttafull, tí tey vita, at
løgreglan er uppií krimi-
nellum virksemi, muturi og
píning av ákærdum, kanska
tí at løgreglumenn ikki
vænta, at ákærur móti teim-
um verða tiknar í álvara.
Tað tekur ofta fleiri ár,
áðrenn mál, sum fara fyri
rættin, verða liðug, og
dómarar taka ofta mál aftur,
lutvíst tí at offurið verður
hildin at vera prostituerað. í
1999 stóð at lesa í eini
leiðandi ávís, at ein dómari
hevði víst aftur eini ákæru
móti einum løgreglumanni,
sum varð ákærdur fyri at
hava neyðtikið eina 13 ára
gamla gentu, sum sat inni
fyri stuldur. Í úrskurðinum
kallaði dómarin gentuna:
»Eina kvinnu í einum
barnakroppi. Í hesum føri
er hon nógv eldri enn svar-
andi til aldurin. Hon hevur
jú viðgingið, at hon ikki er
jomfrú, og man allarhelst
sjálv hava funnið uppá hesa
eggjandi søguna um girnd
og neyðtøku.«
Í 1997 vórðu tríggir løg-
reglumenn dømdir til deyð-
is fyri at hava neytikið ein
kvinnu, sum var við barn,
og sagt er frá fleiri øðrum,
sum bíða eftir at verða
dømdir. Kortini hava deyða-
revsing og avrættingar havt
lítla og onga ávirkan á ut-
breiðsluna av neyðtøkum,
sum eru framdar av løgreglu-
monnum. Fleiri kvinnu-
felagsskapir í Filippinunum
halda, at nýtslan av deyða-
revsing – sum í sjálvum sær
er brot á grundleggjandi
mannarættindini – heldur
forðar enn fremur rættvísari
rættarsókn.
Skrivað til myndugleikarn-
ar í Filipinunum:
Secretary of Interior and
Local Government
Department of the Interior
and Local Government
EDSA cnr. MapagmahalSt,
Barangay, Pinyahan
Diliman 1100, Quezon City
Philippine
ella, Director General
Philippine National Police
National Headquarters
Camp Crame
EDSA, cor. Santolan Road
Quezon City, Philippines
Brævadømi:
Dear sir,
I am writing to express
concern at reports that
women have been subject-
ed to rape and sexual vio-
lence in custody.
I urge you to send a clear
and public message to the
police and all other law
enforcement officials that
rape and sexual violence in
custody is always an act of
torture or ill-treatment, and
that those carrying out such
offences will be brought to
justice.
I ask you to ensure that
female security personnel
are present during the inter-
rogation of women, and
that all male staff who sup-
ervise women are accom-
panied by female staff.
Katrin Dahl Jakobsen,
løgtingskona
Harragud fólk hava verið
tolin og góð at fáast við,
undir hesi »tilgongdini«,
sum ongantíð bleiv nøkur
gongd, enn minni gonga.
Minnir ikki sørt um, tá hesi
fittu børnini plagdu at
syngja í Barnaútvarpinum:
»Her eru vit, hvar eru tit«?
Tí, hvar hava teir verið,
okkara valdsharrar í Nesin-
um? Hvat hava tey fatlast
við?
Hóttafall
Fullveldismálið er sjúkt. So
sjúkt, at alt fleiri standa
sum ryssa yvir deyðum fyli
og skoða hetta »missing
linkið«- skilja ikki petti av
øllum jánkasligu royndun-
um, ferð eftir ferð at blása
nýtt lív í næsarnar á hesum
eftirhondini trænaða?? og
vitaminfátæka skapningi.
»Blásið nú, hinir gomlu«,
hevur ljóðað frá Vara úr
Nesinum í samfull 3 ár. Og
tey hava blást, Helena og
Anfinn bæði, stundum í
annan endan, stundum í
hin, og ansað eftir at hava
sjúklingin
liggjandi
í
læstari liðlegu, at tryggja
fríar luftrásir soleiðis javn-
an. Lívsblásturin og heili-
vágurin hevur verið upplýs-
ing og aftur upplýsing, sum
skuldi takast so ofta, sum
høvið beyðst, fyriskrivað av
»Vara«. Helst dagliga,
hevði borið til at sett hátal-
arar upp á hvørjum geilar-
horni við fyrimynd frá lítla
runda manninum úr Kina á
sinni.
Doping
Fólk hava verið mødd og
dopað við eini yvirakadem-
iskari ikki fólksligari upp-
lýsing. Dýr hevur hon ver-
ið- so svínadýr, fíggjað við
»betroede midler« hjá fólk-
inum. Bæði teimum, sum
vildu fullveldi og ikki. Fínir
farvuladufaldarar hava lig-
ið og rikist millum re-
klamubløð frá »Sengelars-
en« um boxmadrassur og
undirløg, tí valdsharrarnir
komu eftir, at ikki øll
høvdu teldur og internet. Tí
mátti boðskapurin sendast
út í øll hús, so ikki bara elit-
an fekk »dyggað« um sína
egnu dygdargóðsku. Ein
boðskapur, við bæði spurn-
ingum, svari og hópin av
juristaríi. Nógv juristarí,
men vakur tanki! Alt virk-
aði so smart. So nýtt, sum
um lívið nústaðni byrjaði.
Gud viti hvat fólk mundu
halda
seg
hava
gjørt
frammanundan? Fjant og
fjas, mundu summi halda.
Men nú skuldi fólkið reisa
seg stolt, íbundið reim og
seðlum! »Loysing« broytt-
ist til »skipað loysing« til
»fullveldi« til »fullveldis-
tilgongd« til »sjálvsstýris-
tilgongd« til »tilgongd«-
you name it! Alt hetta er í
dag kókað saman til ullar-
lagdin »málið«. Man var
samdur um málið, uttan tó
at nakar teirra í dag er førur
fyri at greiða frá, hvat tað
er.
80 ára gomul einsamøll
ábyrgd av javngomlum
sinilum og hjálparsleysum
makum.
Her eru vit, hvar eru
tit?
Harragud fólk hava verið
tolin og góð at fáast við,
undir hesi »tilgongdini«,
sum ongantíð bleiv nøkur
gongd, enn minni gonga.
Minnir ikki sørt um, tá hesi
fittu børnini plagdu at
syngja í Barnaútvarpinum:
»Her eru vit, hvar eru tit«?
Tí, hvar hava teir verið,
okkara valdsharrar í Nesin-
um? Hvat hava tey fatlast
við? Hvussu skulu fólk
skilja alla gremjanina um
blokkin, sum hann eftir-
hondini meira vulgert verð-
ur róptur. Gremjanina, ser-
liga frá tjóðveldsku polit-
isku entreprenørunum og
oraklunum, um somu tíð,
sum 80 ára gomul einsa-
møll hava ábyrgd av javn-
gomlum sinilum og hjálp-
arsleysum makum, sum
treingja til 100% ansing og
røkt allan sólarringin? Ella
tey, sum verða skrivað út av
sjúkrahúsinum í einsemi
uttan hjálp av nøkrum slag?
Ella einsamallir tímaløntir
uppihaldarar, sum ikki hava
ráð at fylla sær oljutangan?
Hvussu kunnu øll hesi
skilja og virða sjónarmið,
sum siga, at blokkurin er av
tí ónda, um somu tíð, sum
eingin av teim ráðandi vil
av við hann ella lata oyra úr
kassanum at bøta um teirra
kor? At vit hava ov nógv og
tó ov lítið? Kreppan ella
80`ini? Tað keypir eingin
longur! Kreppuna hava
hesir dyrkað sum undan-
førðslu fyri einki at gera
nóg leingi. Hví er alt so tru-
pult júst nú?
Valdið á undirgrund-
ini eisini ein trupul-
leiki?
Sjálvt tað, at vit hava
bæði lóggávu- og umsiting-
arvald yvir ráðevnunum í
undirgrundini, er nú ein
trupulleiki! Sum um tað var
betri, at so var ikki. Trupul-
leikar dala niður av himli.
Trupulleikar, sum fólk flest
bólka í luksusklassan.
Dialogurin millum fólkið
og teir ráðandi hevur hesi 3
árini verið so mikið ping
pong kent, at ásannast má,
at tey hava ikki tosað sama
mál.
Automatiseraður
blástur
Heldur enn sjálvi at blása
nýtt lív í »málið« nú, frættu
vit í SVF fríggjakvøldið, at
bæði tað og entreprenørar-
nir sjálvir eru lagdir í respi-
rator. Um tey sjálvi hava
fingið í so nógv av hesum
heilivági, soleiðis at hann
er vorðin teimum tað ram-
asta drøgg, er ilt at siga.
Vanlig fyrstahjálp man
muna lítið til nakað, sum er
so ússaligt og illa farið. Tað
er vist.
Nú er nokk!
Tó eru tað tey ótroyttiligu
sum halda, at nú er nokk!
Nú er nóg mikið slakað! Av
sínum eintingum taka tey
til vápnini, sum í hesum
landinum tíbetur bara er
orðið, at blása nýtt lív, við tí
úrslitið, at Vara slakaði
bara. Tað eru tey, sum av
øllum alvi alment royna at
krossfesta. Jú grovari, jú
betri. Ikki eru tað tey ungu,
sum enn ikki hava runnið
hornini av sær. Tey, sum eru
ímyndin av protest. Nei,
hetta eru tey væletableraðu.
Ein teirra plagdi at smyrja
ketsjup í eitt hjørn. Nú
smyr hann alment runu á
landsins hægstu tign- áður
tænti hann hesum sama.
Ella mentaðar røddir, sum
til dømis CHEbjørn og Jen-
sen. Oratoriskir torubjølgar
eru góðir til at taka, men lat
meg nú ikki fara sama veg.
Ella, sum klaksvíkskonan
segði á sinni, tá prestastríð-
ið leikaði í, og fundamenta-
listisku hógvarnir stóðu
beint upp í rógv-tá óttaðist
hon fyri, at fólk vórðu præ-
dikaði út úr kirkjuni. Skal
hetta vera lagið og stílurin
at vera samd ella ósamd,
fara fólk ikki at torga at
hoyra um sjálvstýri av
nøkrum slag.
Evnini til, í øðrum lagi at
hava orkað allar hesar aka-
demisku háfloygdu útgrein-
ingarnar, sum fakfólkið
sínámillum eru ósamd um,
og so tað primitiva, tá
fremstu mentafólk fer upp
at rópa og eggja til vápnað
stríð fyri sakina, man vera
at finna í ovurhonds stórum
humoristiskum sansi hjá
fólki flest. Tí onkursstaðni
har ímillum munnu tey
flestu vera.
VIÐMERKINGAR
Málið fór í respirator og samgongan við
Neyðtiknar av løgreglumonnum, sum sluppu snikkaleysir
Nr. 47 • hósdagur • 08. mars 2001 • 75 árgangur • www.sosialurin.fo
Grand–Prix í
badminton
Leygardagin 3. mars leiktu
yngru leikararnir seinastu
umfarið í Grand-Prix kapp-
ingini hetta kappingarárið.
Leikt varð í einmansleiki í
høllini í Vestmanna.
Hetta var seinasta av
teimum seks Grand-Prix
kappingunum í vetur, og
sostatt ber nú til at gera
endaligu støðuna í kapp-
ingin upp.
Niðanfyri verða nøvnini
á trimum teimum fremstu
leikarunum í hvørjum bólki
prentað.
Gentur 11 ár
1
Brynhild Carlsson
HBF
1500
2
Konni Kass Jacobsen
HBF
1350
3
Hanna Elisa Óladóttir Arge
HBF
1255
Dreingir 11 ár
1
Jan Ellingsgaard
ÍF
1415
2
Fríði Lamhauge
HBF
1390
3
Heri Nesá
ÍF
1260
Gentur 13 ár
1
Ulla í Dávastovu
VÍF
1470
2
Rannvá á Rógvu
VÍF
1365
3
Christina Eriksen
VÍF
1295
Dreingir 13 ár
1
Niclas Eysturoy
HBF
1500
2
Hilmar Kass Jacobsen
HBF
1350
3
Reidar Luid
HBF
1255
Gentur 15 ár
1
Tanja Lið Johansen
MBF
1380
2
Anna Kathrina Óladóttir Arge
HBF
1370
3
Elisabeth Petersen
VÍF
1215
Dreingir 15 ár
1
Thomas Rubeksen
HBF
1500
2
Gunnar Poulsen
HBF
1365
3
Jákup á Lakjuni
ÍF
1245
Kvinnuunglingar
1
Ida Holm Berner
HBF
1390
2
Guðrun Poulsen
VÍF
1330
3
Sára Óladóttir Arge
HBF
1160
Mansunglingar
1
Ragnar Isaksen
VÍF
1405
2
Dánial Pauli Joensen
ÍF
1187
3
Steingar Jacobsen
ÍF
995
Gentir 11 ár
Dreingir 11 ár
Gentir 13 ár
Dreingir 13 ár
Kvinnuunglingar
Mansunglingar