hósdagur 8. mars 2001síða 11
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 47 - 8. mars 2001
23
22
Nr. 47 - 8. mars 2001
LASTBILUR TIL SØLU
1lastbilur av merkinum MAN 8F L2 er til sølu.
Er skrásettur fyrstu ferð 09/95 og hevur koyrt 216.000 km.
Lastievnið er 4.000 kg. Síðst sýnaður 02/00.
Er útgjørdur við 1,5 t Z-lift og prosendingskassa við lúkum og alu-dørki.
Er í sera góðum standi.
Áhugaði kunnu ringja til Strandfaraskip Landsins
á tlf. 213061 ella 213046
mentamálastýrið
Vinnu- og miðnámsskúladeildin
UPPTØKA
TIL JOURNALIST-
ÚTBÚGVING
Tey,ið ætla sær til upptøkuroynd til útbúgving á Dan-
marks Journalisthøjskole, fáa umsóknarblað og fald-
arar við at venda sær til Mentamálastýrið, telefon
355050.
Umsóknarblaðið og avrit av dóps- ella navnsbrævi
skal vera Danmarks Journalisthøjskole, Olof Palmes
Allé 11, DK-8200 Århus N, í hendi sum skjótast og í
seinasta lagi 15. mars 2001.
Raðfestingarblaðið (prioritetsskema) skal sendast tí
skúla, sum umsøkjarin setur sum 1. raðfesting.
Upptøkuroyndin verður 5. mai 2001, kl. 08.00 á Før-
oya Handilsskúla, Marknagilsvegi 77, 100 Tórshavn.
Mentamálastýrið
Postrúm 3279 • 110 Tórshavn
Telefon 35 50 50 • Telefax 35 50 55
F
Ø
R
O
Y
A
L
A
N
D
S
S
T
Ý
R
I
i
Sosialurin
LesiÝ Sosialin
-taÝ loysir seg!
Nor›urlandahúsi›
í Føroyum
Sí SVF tekstvarp
s. 650
Stjóri
til Matrikulstovuna
Við hesum verður søkt eftir stjóra til Matrikulstovuna.
Matrikulstovan
Matrikulstovan er stovnur undir Vinnumálastýrinum.
Matrikulstovan skal, sambært lóg, hava fullfíggjaða skráseting av øllum føstum ognum
í Føroyum - matrikulin, og vera før fyri at seta mark millum fastar ognir út frá
skrásettum mørkum, matrikulkortum og málibløðum. Grundarlagið undir hesum er
fikspunktnetið, sum stovnurin umsitur og røkir.
Matrikulstovan umsitur eisini altjóða netini í samstarvi við KMS (Kort- og Mat-
rikelstyrelsen). Harumframt skal Matrikulstovan, sambært lóg, útinna tað arbeiði,
henni verður álagt av útskiftingini í sambandi við broytingar til bata fyri jarðarbrúkið.
Starvið
Stjórin hevur ábyrgdina av at leiða, reka og menna stovnin, og skal fremja tær
uppgávur og ætlanir, sum eru lagdar til Matrikulstovuna.
Førleiki
Vit vænta okkum av umsøkjarum, at teir hava:
· Viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni, eitt nú landinspektør,
útskiftingarkandidatur, løgfrøðingur, verkfrøðingur ella tílíka
útbúgving
· Leiðsluroyndir frá almenna og/ella privata arbeiðsmarknaðinum
· Góð samstarvsevni og mennandi leiðslustíl
Førleikakrøv
Vit vænta okkum, at umsøkjararnir m.a. hava:
· Hægri útbúgving innan løgfrøði, búskaparfrøði, umsiting e.l.
· Royndir á økinum ella sum heild innan almenna og/ella privata
fyrisiting
· Góð samstarvsevni, umframt mennandi leiðslustíl
Setanarviðurskifti
Talan er um tænastumannastarv 37. lønarflokki. Starvsheiti er stjóri, og tænastustað-
urin er fyribils Matrikulstovan. Setanarøkið er Vinnumálastýrið og stovnar undir tí.
Umsókn
Umsókn við prógvum, starvsroyndum o.ø. verður send til:
Vinnumálastýrið
Postrúm 377
FO-110 Tórshavn
Umsóknin skal verða Vinnumálastýrinum í hendi í seinasta lagi 26. mars 2001.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Arna Poulsen, aðalstjóra í
Vinnumálastýrinum, tel 35 60 60.
85
31 65 11
V I N N U M Á L A S T Ý R I Ð
Álítandi starvsfólk
m/k til
klædnahandil í
Til klædnahandil í Tórshavn søknast vit eftir einum
álítandi persóni uml. 25-45 ár, tó eingin treyt, at
byrja skjótast til ber.
Vit ynskja, at tú ert sjálvbjargin, sølumentaður,
kundavinarligur og áhugaður í klædnamótanum í
síni heild.
Vit bjóða tær eitt sjálvstøðugt arbeiði, har tú kem-
ur at taka tær av dagliga rakstrinum, í einum
spennandi umhvørvi har nakað hendir.
Skrivlig umsókn,har tú sigur nakað um teg sjálvan,
verður at senda til:
Bill. mrk. 4720
Aðalfundur
Aðalfundurin verður í Norðurlandahúsinum
leygardagin tann 7. apríl 2001 klokkan 13.30 við
hesi skrá:
1. Frágreiðing frá virki felagsins í farna ári
2. Grannskoðaður rokniskapur verður lagdur fram
3. Val av tveimum nevndarlimum og trimum
eykalimum
4. Val av grannskoðara
5. Ásetan av limagjaldi
6. Innkomin mál
7. Ymiskt
Gestarøðarar í ár verða: Doreta Bloch og Kristian
Loftson.
Aðalfundurin er almennur.
Gjørt verður vart við, at mál, sum ynskjast við-
gjørd sambært punkt 6, skulu vera nevndini í
hendi í seinasta lagi 7 dagar fyri aðalfundin.
Høvi er altíð hjá áhugaðum at gerast limir í
»Grindamannafelagnum«.
Nevndin fyri
»Grindamannafelagið«
Fútalág 40, 100 Tórshavn
Fakligur skrivari
til sjúkrasystra-
felag Føroya
Søkt verður eftir fakligum skrivara til skrivstovu
felagsins at byrja 1. apríl 2001, ella eftir nærri
avtalu, til 31. mars 2002.
Okkum tørvar eina sjúkrasystir, sum
•
hevur áhuga at verða við til av menna Sjúkra-
systrafelagið bæði yrkisliga og fakfelagsliga
•
hevur holla vitan um heilsu- og sjúkrarøkt
•
møguliga hevur víðari útbúgving
•
kann arbeiða sjálvstøðugt
•
hevur góð samstarvsevni
Starvið er uppá niðursetta tíð.
Nærri upplýsningar um starvið fáast við at venda
sær til forkvinnu felagsins á tlf. 311309
Umsókn við avriti av prógvi og autorisatión, skulu
verða felagnum í hendi 23. mars kl. 14.00.
Sjúkrasystrafelag
Føroya
Skrivstovu-/
Teknistovuhølir
Góð og ljós skrivstovuhølir/teknustovuhølir til
leigu.
Talan er um 150m2 í einari hædd við fundarhøli,
skrivstovum, køki go tveimum toilettum. Góð
parkeringspláss.
Nærri upplýsingar á tlf. 311139 og 315380 ella
311071.
Norðurbryggjan –
Hugskotskapping
Norðurbryggjan er verkætlan um eina felags
grønlendska, íslendska og føroyska umboðs- og
mentanarmiðstøð. Til hetta endamál verða
innrættað eini uml.200 ára gomul, stór pakkhús í
Keypmannahavn, sum upprunaliga vóru nýtt í
sambandi við samhandil millum Grønlands,
Íslands, Føroyar, Finnmarkar og Danmarkar.
Vegna Løgmansskrivstovuna verður við hesum
boðið til almenna hugskotskapping um innrætt-
ing av føroyska partinum av Norðurbryggjuni.
Kappingartilfar fæst við at venda sær skrivliga til:
LV- Arkitektadeildin
Tinghúsvegur 5
Postsmoga 78
110 Tórshavn
e-post: olej@lv.fo
ella til kappingarskrivaran: tl@tst.fo
Seinasta freist at biðja um kappingartilfar er
mikudagin 14. mars 2001.
ARKITEKTAFELAG FØROYA
Dagrøktarmammur
Dagrøktarskipanin í Viðareiðis Kommunu søkir
eftir dagrøktarmammum at byrja 01.04.2001,ella
sum skjótast.
Møguligar umsóknir verða at senda til Dag-
røktarskipanina innan 15.03.2001.
Dagrøktarskipanin
750 Viðareiði
Tlf. 451241
Frá Føroya
Psoriasisfelag
Nýggj viðgerðarferð
til Bláalónið í Íslandi
verður frá 27.04. til 25.05.
Tey, ið hava tørv á viðgerð og ynskja at verða við
á omanfyrinevndu viðgerðarferð, verða biðin um
at fara til egnan kommunulækna at fylla út um-
sóknarblað. Umsóknarblaðið skal vera húðlækn-
anum í hendi í seinasta lagi 12.03. Kommunu-
læknin sendir umsóknarblaðið til húðlæknan.
Húðlæknin viðger allar umsóknir og fáa umsøkj-
arar boð frá honum at møta til viðtalu.
Føroya Psoriasisfelag
Tlf. 424179
Bilur við skaða
til sølu
Ein Toyota Yaris 1,0 Sol 5 hurðar.
Bilurin hevur skaða í vinstru síðu og verður seldur
fyri hægsta boð sum hann stendur við skaða.
Skrásettur fyrstu ferð 15.11.2000.
Km. 2.500
tlf. 313040 · lokal 20-27
ORKU TIL VØDDARNAR - KROPPIN Í JAVNVÁG
HITA · MASSAGU · LINNA
Elin Danielsen
Útb. fysioterapeutur
Dr. Jakobsensgøta 22
100 Tórshavn
Tlf. 21 44 77
Eingin sáttmáli er við Sjúkrakassan
stephanssons hús
Ársaðalfundur
Eysturoyar Fólkaflokksfelag hevur ársaðalfund á
restaurant Muntra í Fuglafirði hóskvøldið 22. mars
2001 kl. 19.30.
Eysturoyar Fólkaflokksfelag