Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-04, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. juni 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 tíðindi Nr. 104 - 4. juni 2007 Karmarnir um eina munadygga ferðavinnu eru nú til staðar í Nólsoy, og tey, sum hava við vinnuna at gera, eru avgjørd í, at hetta skal gerast ein lønandi vinna FERÐAVINNA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Fólk vóru »vilt imponerað« av øllum tí, ið Nólsoy hevur at bjóða ferðandi. Ikki bara útlendingum, men so sanni­ liga eisini føroyingum. – Tit hava einki at smæð­ ast burtur fyri. Hetta er líka hugtakandi sum tað, tey kunnu bjóða í Blásastovu ella í Kirkjubø! Orðini eigur Jógvan Arge, varaborgarstjóri í Tórs­havn­ ar Kommunu, eftir at hann og restin av tí áleið 25-30 fólk stóra fylginum úr Havn komu út aftur úr varðveittu húsunum í Brunn. Og rætt er tað. Nólsoy hevur mangt og mikið av gomlum at bjóða fram til øll ferðandi, her av landi ella fremmandafólk. Morgunin byrjaði av álv­ ara, tá Silja Star stutt fyri hálvgum níggju gjáramorg­ un­in kom til Nólsoyar við hópinum av umboðum fyri bæði Tórshavnar býráði og ferðavinnuni í Føroyum. Har var borgarstjórin, Heð­ in Mortensen, varaborgar­ stjórin, Jógvan Arge og Elin Lindenskov, forkvinna í ment­anar- og umhvørvis­ nevnd­ini hjá býráðnum. Um­framt eitt fleirtal av um­sitingini í býráðnum, teirra millum eisini kunn­ ingarstjórin, Edvard í Skor­ ini Joensen. Leiðarin av kunningar­ stov­uni í Havn, Ingigerð á Trøðni, fekk ikki komið saman við hinum, men hon kom kortini eitt lítið sindur seinkað, og kundi eisini verða við til sjálva mót­ tøkuna. Nógv forvitnisligt Tá Silja Star hevði »av­lever­ að« sína dýrabæru last á molanum í Nólsoy, bjóðaði Nicolaj Falck – sum saman við unnustuni Sonju Herits­ dóttir fer at standa fyri kunn­ ingarstovuni – vælkomin og leiddi ferðalagið á eina lítla rundferð í bygdini, so tey kundu síggja, hvat for­ vitnisligt nólsoyingar hava at bjóða teimum vitjandi. Byrjað var í Avhalds­húsi­ num, har Guðrun Hansen greiddi frá ætlanunum við hesum húsi. Avhaldshúsið skal gerast karmur um vitj­ anir uttanífrá av serliga barna­gørðum og frítíðar­ skúl­um, men eisini van­lig­ um skúlaflokkum. Ein ør­grynna av slíkum vitja í Nólsoy um sumrarnar, men higartil hevur trupulleikin verið, at tey ongastaðni hava havt at halda til, meðan tey hava verið í bygdini. Nú skal Avhaldshúsið so gerast tann karmurin, og umframt leikur til bæði uttan- og inn­ andura syrgir kunningar­ stov­an eisini fyri bæði mat­ pakka og »millummála« til tey vitjandi. Somuleiðis verð­ur eisini møguleiki hjá familjum at taka seg saman og vitja í Nólsoy um viku­ skiftini innan somu karm­ ar. Í sambandi við stóru ætlanina er eisini latin upp ein heimavirkissøla. Hetta er í Pakkhúsinum, har Edvard Hansen, sáli, í fleiri ár hevðí handil – heilt fram til 1980. Inni har fer at bera til at keypa ymiskt, sum nólsoyingar sjálvir hava virkað til. Hagani gekk leiðin um gamla posthúsið, ið fram­ vegis er í nýtslu, til urta­ garð­in í bygdini, har Jens Kjeld Jensen hevur plantað hópin av »føroyskum« trø­ um. Hetta greiddi hann ferða­lagnum frá, og hóast trøini upprunaliga eru inn­ flutt, so hava vit megnað at ment hesar urtir soleiðis, at tær standa seg í føroyska veðurlagnum og við nógva saltinum, sum havið sprænir inn yvir okkum. Og so stóð vitjan í Brunn- húsunum á skránni. Her hevur Anna Thomsen verið ein rættilig eldsál, og tað er ikki minst henni at takka, at húsini í dag standa so væl verðveitt við øllum sínum gomlu lutum, sum í veru­ leik­anum eru mentanar­skatt­ ir. Øll vóru bergtikin av Ferðavinnan skal Kunningarstovan hevur opið frá kl. 10 til 19 hvønn dag í vikuni fram til 1. September Kunningarstovan skipar fyri gongutúrum og tiltøkum Kunningarstovan finst á alnótini undir heitinum. HYPERLINK ”http://www.visitnolsoy.fo” www.visitnolsoy.fo Kunningarstovan hevur telefonnr. 327060 FAKTA Finnur Fríði fulla last Um tvey tíðina sunnunáttina kom Finnur Fríði á Fuglafjørð. Hann hevði fulla last av svartkjafti, sum er umleið 2500 tons. Teir fóru at landa beinanvegin, og Finnur Fríði fór nýggjan túr longu sunnukvøldið. Umborð á Finni Fríða mynstraðu teir 21. mai, sum var næstsíðsta hósdag. Teir leitaðu eitt sindur, áðrenn teir fóru í íslendskan sjógv. Har hevur fiskiskapurin hilnast hampiliga væl. Teir hava ligið um hálvt triðja hundrað tons um samdøgrið. Vaknaði eftir 19 ár í koma Eftir at hava ligið 19 ár í koma, er 65 ára gamli Jan Grzewski úr Póllandi vaknaður til demokrati, marknaðarbúskap, fartelefonir og 11 abbabørn. Tað skrivar Ekstra Bladet, sum heldur, at tað ikki er so undarligt, um Jan Grzewski er eitt sindur ørkymlaður um dagarnar. Læknarnir góvu honum nøkur heilt fá ár at liva í, eftir at hann varð árendur av einum toki í 1988. Tá hevði hann fýra børn, men nú hann er vaknaður, hevur hann 11 abbabørn. Hetta er undarligt, hevur Jan Grzewski sagt við pólskt sjónvarp, men tað mest skelkandi er sambært honum, at Pólland nú er vorðið demokratiskt. Tríggjar av drívandi kreftunum í arbeiðsbólkinum, sum nú kann hátíðarhalda, at kunningarstova er sett á stovn í Nólsoy. Frá vinstru: Guðrun S. Hansen, Jens Kjeld Jensen og vinnuráðgevin hjá Tórshavnar Kommunu, Randi Frederiksberg Eirikur Hansen saman við konuni, Lenu Joensen. Eirikur hevur verið helst størsta drívmegin aftan alla verkætlanina