Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-04, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. juni 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 104 - 4. juni 2007 19 tíðindi da bygdin í Eysturoy frá umverðini. Hevur tú ørindi hjá læknanum í Runa­ vík – ella tú skalt til Havnar at vitja familju, noyðist tú hvørja ferð at biðja vinir ella kenningar um “fart” heim á Toftagjógv ­ og útaftur á Nes, tá tú kemur heimaftur. Eldri og illa gongd fólk hava ongan møguleika at ganga niðan Heygabrekkuna og longu leiðina út á Nes. ­ Teinurin av Toftagjógv og niðan til okkara man vera stívliga ein kilometur, og teinurin eystur í Líð er í minsta lagi tvífalt so langur. So, her er einki annað at gera hjá okkum eldru og gomlu, sum hava ørindi innanfyri, enn at “plága” onkran, vit kenna, um at koyra okkum fram og aftur. Hans Jakku sigur, at tað var nógv størri nytta í buss­ inum og almennu farleiðini, tá tey kundu koyra av Nesi og heimaftur. ­ Ein av rutunum um morgunin passaði væl til læknan, sum hevur viðtalu hvønn morgun og til labora­ toriið á læknamiðstøðini í Runavík, sum er opið fyrra­ part týsdag. Nú hevur hesin møguleiki verið burtur í tveimum teimum seinastu ferðaætlanunum hjá Bygda­ leiðum. Góðir møguleikar Nesmaðurin heldur, at nú nýggjur vegur er bygdur uppi á Gadd, hevði ligið sera væl fyri at skipa eina góða tænastu fyri fólk í bygdini. ­ Tá Gaddavegurin er asfalteraður, kundi bussurin fyrst koyrt eystur í Líð og heimaftur, og síðan niðan eftir Agninum og heimeftir nýggja Gaddavegnum. Tá høvdu vit havt eina góða tænastu, tí tá hevði almenna farleiðin rokkið flestu hús í bygdini, sigur hann. Hans Jakku undrar seg yvir, at bygdin Nes hevur so lágan prioritet hjá teim­ um, sum stinga almennu ferðsluna út í kortið. ­ Her búgva hóast alt eini 200­300 fólk, og nógv nýggj hús eru og verða bygd, ikki minst fram við Gaddavegnum. Hetta svarar til eina hampiliga stóra bygd í Føroyum. Kortini steðgar almenna tænastan á Toftagjógv – og síðan noyð­ ast vit at finna út av “restini” sjálvi, sigur hann. Tann 84 ára gamli heldur ikki, at henda tænasta er nóg góð, nú vit skriva 2007, og alt samferðslukervið – bæði á landi og sjógvi – er so nógv útbygt. ­ Hjá okkum er tænastan so bara versnað, og hetta harmast vit um hvønn dag, sigur Hans Jakku á Gadd. Keypa á vegnum Ferðin heim úr Havn saman við teimum báðum, Hans Jakka og Onnu, líður nú móti endanum. Vit eru nú komin heim á Toftagjógv. Tað eru nakrir dagar, síðan tey gomlu fóru frá húsum, og okkurt vantar heima við hús, eitt nú breyð og mjólk og kanska okkurt annað í kuldaskápið. Anna er røsk at baka. Hon eigur altíð okkurt aftur við einum drekkamunni, og tí nýtist tí gamla slett ikki at hugsa um tað. Hans Jakku ger seg til reiðar at fara úr bilinum. Hann loysir trygdarbeltið, og Anna heldur fyri, at nú er so langt síðan, at hon var inni í handlinum hjá Pidda. ­ Eg haldi, eg komi við innar, sigur hon. Eg biði tey bara geva sær góðar stundir, tí eg kann roykja mær eina sigarett í túninum, meðan tey keypa. Tey eru inni eina góða løtu og koma síðan útaftur við tveimum fullum beri­ posum. Tey vita jú ikki, nær tey sleppa inneftir aftur, tí tey hava einki busssamband, eingin hýruvognur er í bygd­ ini, og einasta dóttirin býr í Havn. Kaffi og køkur Í hugnaliga heiminum á Nesi ger Anna skjótt ein kaffimunn við onkrum góð­ um afturvið. Prátað verður um nýtt og gamalt, og sum sjómaður í mong ár, veit Hans Jakku um nógvar søgur at siga. Hann er uppvaksin í smáu húsunum á Gadd, har tey vóru 14 fólk í húsi, tá tey vóru flest. Anna er uppvaksin á Skarvanesi. Húsini á Gadd eru bygd á klett. Tey eru eini 160 ára gomul, eru sett í stand og eru í dag í varðveitslu hjá fornminnisfelagnum í Nes kommunu. Tað er Hans Jakku fegin um, tí varð hond ikki tikin um tey tá, vóru tey niðurdottin, heldur hann fyri. ­ Vit høvdu langan veg í skúla, og vit gingu ígjøgnum bøin. Skúlin var beint oman fyri Toftagjógv. Ofta vart tú dýggjvátur, tá tú komst í skúla. Tá vóru eingi regn­ klæði, og vanliga vóru vit í stuttum brókum. Á veg útaftur úr heiminum hjá Hans Jakku og Onnu eftir góðan kaffimunn og køkur, tekur hin 84 ára gamli afturíaftur: ­ Kanst tú nú ikki skriva okkurt um gloymdu bygdina á Nesi? Vit eru nógv, sum harmast um støðuna, ið ser­ liga kemur dátt við hjá eldri fólki. Stórur saknur er í hesi rutu. Meðan flestu partar av landinum hava fingið eitt betri ferðasamband, bæði landvegis og sjóvegis, eru vit gloymd burtur her úti, so vit hvørki sleppa frá húsum, ei heldur til húsar aftur við almennu farleiðini, sigur Hans Jakku á Gadd. Tá Gaddavegurin er asfalteraður, kundi bussurin fyrst koyrt eystur í Líð og heimaftur, og síðan niðan eftir Agninum og heimeftir nýggja Gaddavegnum. Tá høvdu vit havt eina góða tænastu, tí tá hevði almenna farleiðin rokkið flestu hús í bygdini, sigur Hans Jakku á Gadd Hans Jakku vaks upp í gomlu Gadda-húsunum, har tey vóru 14 fólk í húsi, tá tey vóru flest. Húsini eru bygd á klett. Tey eru eini 160 ára gomul, eru sett í stand og eru í dag í varðveitslu hjá fornminnisfelagnum í Nes kommunu Samband við út- jaðaran Sosialurin fer í eini aðrari grein at spyrja við Bygdaleiðir, hvørjar ætlanir stovnurin hevur til tess at veita bygdum og økjum, sum liggja eitt sindur avsíðis, eina betri tænastu. Hjá teimum, sum hava bil, eru slíkir trupulleikar, sum hesi bæði hjúnini nerta við í greinini, lættir at loysa. Er eingin at heita á - og eingin h‡ruvognur er at uppspora - kann skjótt tað minsta ørindi gerast ein trupulleiki. Italia fleyg við Atlantic Italsku heimsmeistararnir komu til Føroya hósdagin, og fóru heimaftur sunnukvøldið. Tað var Atlantic Airways, sum stóð fyri flutninginum av heimsmeistarunum, og tað er væl hugsandi, at føroyska flogfelagið eisini skal flúgva italska landsliðið seinni aftur. – Italiumenn vóru vælnøgdir og vit hava røtt um framhaldandi samstarv í øðrum sambondum eisini, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflog. Høvuðssæti hjá italska fótbóltssambandinum liggur í Firenze, og flogvøllurin har hevur ávísar avmarkingar, men hóskar væl til flogførini hjá Atlantic, sum í næstu viku eisini flyta skotska landsliðið til Føroya. Børn ótrygg tá mamma koyrir Sambært bretskari kanning, eru børn meiri ótrygg í bilinum, tá mamman situr við róðrið, enn tá babba ger tað. Tað skrivaði Nyhedsavisen um dagarnar. 500 børn vórðu spurd eftir og 47 prosent svaraðu, at tey kendu mest ótrygg, tá mamma koyrdu, meðan 39 prosent svaraðu, at tey føldu meiri ótrygg við pápanum sum førara. Við Nyhedsavisen sigur Jesper Sølund, sum dokumentationschef í Ráðnum fyri størri ferðslutrygd, at hetta helst kemst av, at páparnir koyra oftari enn mammurnar.