Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-04, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. juni 2007síða 28

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 104 - 4. juni 2007 tíðindi sansir.fo Tak eina avbjóðandi og fjølbroytta útbúgving í Tryggingarfelagnum Føroyum. Vit leita eftir hugagóðum og dugnaligum næmingum, sum tora at taka ábyrgd og vilja hava ávirkan. Tryggingarfelagið Føroyar P/F hevur høvuðsskrivstovu á Kongabrúnni í Havn og 5 deildir kring landið. Í felagnum starvast 120 fólk. VILT TÚ VERÐA NÆMINGUR HJÁ OKKUM? Vit sóknast eftir næmingum, ið tora at ganga á odda og eru fúsir at vera partur av eini fyritøku, sum í fullari ferð stevnir ímóti avbjóðingum á altjóða støði. Tryggingarfelagið Føroyar er nýhugsandi, framsøkið og høgt í metum. Hevur tú árræði, kanst tú vera við til at mynda felagið. Fíggjarútbúgvingin er ein tvey ára útbúgving, sum fevnir um ein praktiskan og ein teoretiskan part. Fíggjarútbúgvingin gevur tær góðar starvsmøguleikar innan tryggingar- og bankaverðina. Sum næmingur í Tryggingarfelagnum Føroyum fært tú ein hollan kunnleika um tryggingar og lærir millum annað um løgfrøðina aftanfyri. Tú arbeiðir eitt skifti í senn á ymiskum tryggingarøkjum, og soleiðis fært tú innlit í fjøltáttaða arbeiðið í eini stórari fyritøku við 120 starvsfólkum. Tú fært teoretiskan førleika gjøgnum undirvísing og uppgávur, sum skulu gerast við jøvnum millumbilum. Útbúgvingin gevur tær góðar møguleikar fyri framhaldandi tryggingarútbúgving til eitt nú tryggingarráðgeva ella skaðaviðgera. Næmingatíðin mennir teg og tínar førleikar og er eitt avgerandi stig á tíni yrkisleið. Tú verður ein partur av einum toymi við sera dugnaligum starvsfeløgum og fært møguleika at ávirka og seta dám á tína deild. Á www.trygging.fo kanst tú lesa meira um Tryggingarfelagið Føroyar og okkara virksemi. Vilt tú vita meira, ert tú eisini vælkomin at ringja til Starvsfólkadeildina á tel 345600 ella skriva til starvsfolkadeild@trygging.fo Tað er ein treyt, at tú hevur studentsprógv, HF, HH ella líknandi. Um tú tekur prógv í summar, ert tú eisini vælkomin at søkja. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 11. juni 2007. Avrit av prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast til: Tryggingarfelagið Føroyar Starvsfólkadeildin Postsmoga 329 FO-110 Tórshavn ella fyllast út á www.trygging.fo Herfyri vóru um hálvt­hundrað fólk samlað á Lands­ sjúkra­húsinum til eitt grundskeið í psykiatri, sum Psykiatriski Depilin skipaði fyri. Lutt ak­arar vóru fak­fólk, sum á yms­ um økjum ar­beiða við fólki, ið hava sálarligar trupulleikar Psykiatri Snorri Brend Havn: Psykiatriski depilin arbeiðir við ymiskum tiltøk­ um fyri at menna fakligu vit­ anina hjá starvs­fólkunum. Eitt av hesum tiltøkum er at skipa fyri grundskeiðum og eftirútbúgvingum í psykiatri. Líknandi grundskeið hev­ ur verið hildið áður, men var tað tá við útlendskum fyri­lestrarhaldarum. Hesa­ ferð vóru allir undir­vís­ar­ar­ nir fólk ið starvast á psykiatriska deplinum. Skeiðið vardi alla vikuna og skráin var fjølbroytt og umfatandi. Endamálið var at geva luttakarunum eina breiða grundvitan, og sam­ stundis at virka sum ástøði­ ligt “brush-up” fyri tey, sum hava arbeitt innan fak­ ið eina tíð. Áhugin fyri at luttaka á skeiðnum var rættuliga stórur. - Vit høvdu væntað eini 40-50 luttakarar, men tá til­ meldingarfreistin var úti, høvdu um 100 fólk meldað seg til, siga fyrireikararnir. Avgjørt var tí at skipa fyri tveimum grundskeiðum, har tað fyrra hevur verið og seinna skeiðið av sama slagi verður hildið um miðjan juni. Breið grundvitan í psykiatri Tey høvdu bert væntað 50, men tá avtornaði boðaðu 100 fólk frá luttøku til skeiðið. Her síggjast tveir teirra Høvuðsevnini á skeið­num vóru hesi: • psykiatrisk hugsan og viðgerð í søguligum ljósi • lívfrøðiligir, sálarfrøðiligir og sosialpsykiatriskir viðgerðarhættir • diagnosteringsskipanir við høvuðsdenti á ICD-10 • psykotisk eyðkenni • skizofreni • persónsmenskutrupul- leikar • affektivir trupulleikar • nervaveikindi, OCD, angist • psykiatrisk rehabilitering • dupultdiagnosur • børn og ung við psykiatriskum trupulleikum