mánadagur 4. juni 2007síða 28
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 104 - 4. juni 2007
tíðindi
sansir.fo
Tak eina avbjóðandi og fjølbroytta útbúgving í Tryggingarfelagnum
Føroyum. Vit leita eftir hugagóðum og dugnaligum næmingum,
sum tora at taka ábyrgd og vilja hava ávirkan.
Tryggingarfelagið Føroyar P/F hevur høvuðsskrivstovu á Kongabrúnni í Havn og 5 deildir kring landið. Í felagnum starvast 120 fólk.
VILT TÚ VERÐA
NÆMINGUR HJÁ OKKUM?
Vit sóknast eftir næmingum, ið tora at ganga á
odda og eru fúsir at vera partur av eini fyritøku,
sum í fullari ferð stevnir ímóti avbjóðingum
á altjóða støði. Tryggingarfelagið Føroyar er
nýhugsandi, framsøkið og høgt í metum. Hevur tú
árræði, kanst tú vera við til at mynda felagið.
Fíggjarútbúgvingin er ein tvey ára
útbúgving, sum fevnir um ein praktiskan
og ein teoretiskan part. Fíggjarútbúgvingin
gevur tær góðar starvsmøguleikar innan
tryggingar- og bankaverðina. Sum næmingur í
Tryggingarfelagnum Føroyum fært tú ein hollan
kunnleika um tryggingar og lærir millum annað
um løgfrøðina aftanfyri. Tú arbeiðir eitt skifti í
senn á ymiskum tryggingarøkjum, og soleiðis fært
tú innlit í fjøltáttaða arbeiðið í eini stórari fyritøku
við 120 starvsfólkum.
Tú fært teoretiskan førleika gjøgnum
undirvísing og uppgávur, sum skulu gerast
við jøvnum millumbilum. Útbúgvingin gevur
tær góðar møguleikar fyri framhaldandi
tryggingarútbúgving til eitt nú tryggingarráðgeva
ella skaðaviðgera. Næmingatíðin mennir teg
og tínar førleikar og er eitt avgerandi stig á tíni
yrkisleið. Tú verður ein partur av einum toymi
við sera dugnaligum starvsfeløgum og fært
møguleika at ávirka og seta dám á tína deild.
Á www.trygging.fo kanst tú lesa meira um
Tryggingarfelagið Føroyar og okkara virksemi. Vilt
tú vita meira, ert tú eisini vælkomin at ringja til
Starvsfólkadeildina á tel 345600 ella skriva til
starvsfolkadeild@trygging.fo
Tað er ein treyt, at tú hevur studentsprógv, HF, HH
ella líknandi. Um tú tekur prógv í summar, ert tú
eisini vælkomin at søkja.
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi
11. juni 2007. Avrit av prógvum og møguligum
viðmælum skulu sendast til:
Tryggingarfelagið Føroyar
Starvsfólkadeildin
Postsmoga 329
FO-110 Tórshavn
ella fyllast út á www.trygging.fo
Herfyri vóru um
hálvthundrað fólk
samlað á Lands
sjúkrahúsinum
til eitt grundskeið
í psykiatri, sum
Psykiatriski Depilin
skipaði fyri.
Luttakarar vóru
fakfólk, sum á yms
um økjum arbeiða
við fólki, ið hava
sálarligar trupulleikar
Psykiatri
Snorri Brend
Havn: Psykiatriski depilin
arbeiðir við ymiskum tiltøk
um fyri at menna fakligu vit
anina hjá starvsfólkunum.
Eitt av hesum tiltøkum er
at skipa fyri grundskeiðum
og
eftirútbúgvingum
í
psykiatri.
Líknandi grundskeið hev
ur verið hildið áður, men
var tað tá við útlendskum
fyrilestrarhaldarum. Hesa
ferð vóru allir undirvísarar
nir fólk ið starvast á
psykiatriska deplinum.
Skeiðið vardi alla vikuna
og skráin var fjølbroytt og
umfatandi. Endamálið var
at geva luttakarunum eina
breiða grundvitan, og sam
stundis at virka sum ástøði
ligt “brushup” fyri tey,
sum hava arbeitt innan fak
ið eina tíð.
Áhugin fyri at luttaka á
skeiðnum
var
rættuliga
stórur.
Vit høvdu væntað eini
4050 luttakarar, men tá til
meldingarfreistin var úti,
høvdu um 100 fólk meldað
seg til, siga fyrireikararnir.
Avgjørt var tí at skipa fyri
tveimum grundskeiðum, har
tað fyrra hevur verið og
seinna skeiðið av sama slagi
verður hildið um miðjan
juni.
Breið grundvitan í psykiatri
Tey høvdu bert væntað 50,
men tá avtornaði boðaðu 100
fólk frá luttøku til skeiðið. Her
síggjast tveir teirra
Høvuðsevnini á
skeiðnum vóru hesi:
• psykiatrisk hugsan og
viðgerð í søguligum
ljósi
• lívfrøðiligir,
sálarfrøðiligir og
sosialpsykiatriskir
viðgerðarhættir
• diagnosteringsskipanir
við høvuðsdenti á
ICD10
• psykotisk eyðkenni
• skizofreni
• persónsmenskutrupul
leikar
• affektivir trupulleikar
• nervaveikindi, OCD,
angist
• psykiatrisk
rehabilitering
• dupultdiagnosur
• børn og ung við
psykiatriskum
trupulleikum