Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-04, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. juni 2007síða 29

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 104 - 4. juni 2007 ] Stigini telja Italski landsliðs­ venjarin tók á ong­an hátt undir við, at lið hansara ikki spældi nóg væl móti lítlu Føroyum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hóast italska pressan ikki var mjúk mótvegis heimsmeistarunum, so staðfesti venjarin, Ro­berto Donadaoni, at teir fingu tað sum teir komu á Tórsvøll eftir. Tað, sum hevur týdn­ ing, eru stigini. Vit høvdu eisini møguleikar at skora okkurt málið afturat, men móti enda­ num gjørdist tað eitt sindur trupult. Men vit fingu stigini, segði Dona­doni. – Tað er trupult at spæla slíkar dystir, tí mót­støðan hevur alla tíð­ina nógv fólk aftan fyri bóltin. Samstundis er italska kappingin lið­ ug, og tí eru spælararnir kanska ikki heilt 100% konsentreraðir. Og hóast miðlarnir tókt­ist vera á einum máli um, at tað bert var e i n m a n s h e r i n u m Inzaghi at takka, at sig­ ur­in varð fingin til høld­ ar, so vildi Donadoni als ikki gera viðmerk­ ing­ar til hetta. Italia spælir miku­dag­ in á útivølli móti Litava, og tað er ein dystur, sum skal geva ein sigur, siga italska miðlarnir, sam­stundis sum teir vísa á, at hetta krevur nak­að væl betri spæl, enn teir sýndu á Tórs­ vølli. Italski landsliðsvenjarin helt fast um, at stigini í sjálvum sær vóru tað, sum teir komu til Føroya eftir Mynd: Álvur Haraldsen SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf. 341800 ítróttur – Vit vita, at føroyingar áður hava fingið góð og óvæntað úrslit, og eg tað skuldi undra meg nógv, um Føroyar ikki vinna onkran dyst í hesi undankappingini Marco Materazzi Nógv bendir á, at Jón Rói Jacobsen ímóti Skotlandi noyðist at fara úr sessinum í miðverjuni, og at Fróði Benjaminsen verður undir liðini á liðformanninum Óla Johannesen Fótbóltur Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Tað ber ikki til at nýta vend­ ingina, at eitt lið, sum hevur vunnið, skal ikki broytast. Men á mangan hátt kendist framúr avrikið ímóti Italia sum ein sigur fyri føroyskan landsliðsfótbólt. Sæð frá tí sjónarmiðnum er eingin or­søk at broyta føroyska lið­ ið, sum mikukvøldið skal í eldin aftur, tá ið Skotland fer at vitja á Svangaskarði. Men tað liggur fast, at onk­ ur verður noyddur at víkja fyri Fróða Benjaminsen, sum er sjálvskrivaður ímill­ um teir fyrstu ellivu. Á middegi í dag fóru Jógv­ an Martin Olsen og hans­­ara menn undir fyrireik­ingarnar til Skotlands dyst­in. Eftir venjing sunnu­morg­unin fingu spælararnir frí. Teir, sum vóru við í stór­dystinum leygarkvøldið, høvdu lætta venjing, meðan tað varð koyrt meiri á hin­ar. Allir spælararnir eru fram­ vegis í føroysku leguni. Fróði Benjaminsen var leik­ bannaður ímóti Italia, og Kári Nielsen og Bergur Mid­jord vórðu settir út mill­ um áskoðararnar, tí tað er ikki pláss fyri fleiri enn átjan á dómaraseðlinum. Í dag eru tvær venjingar á skránni, og í morgin verður vant eina ferð. Tíðin inntil mikukvøldið klokkan 17.15, tá ið fyrsta bríkslið verður á Svanga­ skarði, fer eitt nú at verða nýtt til at kanna Skotland og eisini út frá tí at leggja taktikk. Tvær upptøkur verða nýttar í tí sam­bandi­ num. Onnur er av EM und­ ankappingardystinum, tá ið Italia á heimavølli vann 2-0 á Skotlandi, og hin er av vinardystinum í síðstu viku, tá ið Skotland á útivølli vann 1-0 á Eysturríki. - Hesa seinnu upptøkuna fáa vit í dag. Hina upptøkuna havi eg hugt at. Men tað verður ikki fyrrenn í dag, at vit rættuliga fara at savna okkum um uppgávuna ímóti Skotlandi, sum verður stór avbjóðing. Eftir venj­ ing­ina fyrrapartin í gjár fóru vit allir til hús. Vit trongdu til at fáa dystin ímóti Italia eitt sindur frá okk­um, sigur Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari. Avrikið ímóti Italia er góð barlast at savnast til fyri­reikingarnar til miku­ dag­in? - Tað kanst tú ætla. Við tí avrikinum og úrslitinum í huga er tað hugaligt at fara undir nýggjar fyrireikingar. Men talan verður altso um heilt aðra uppgávu, stað­ festir venjarin. Trongligt í miðverjuni Jógvan Martin Olsen undir­ strikar, at hann hevur ikki lagt seg á, hvussu liðið fer at síggja út mikudagin. - Tað valdast um, hvussu spælararnir eru fyri, og um hvussu taktiska uppleggið fer at verða, sigur venjarin. Síðsta heyst segði venjar­ in, at Fróði Benjaminsen nú skuldi verða stýrimaður í miðverjuni. Einki er broytt hesum viðvíkjandi, og tí tykist tað vera heilt víst, at Óli Johannesen ella Jón Rói Jacobsen, sum vóru mið­ verj­ar ímóti Italia, ikki verða í miðverjuni ímóti Skot­landi. Einki bendir á, at ætlanin er at skifta liðformannin Óla Johannesen út. Hóast hann spælir í næstbestu deild­ini, so spældi hann seg ikki av liðnum leygar­kvøld­ ið, og liðformaðurin verður roknaður sum ein av teim­ um, ið gongur undan undir venjingunum. Tí verður tað Jón Rói, sum fer at víkja úr mið­verj­ uni. Spurningurin er so, um superligu spælarin verður settur út á beinkin, ella um hann verður settur aðra staðni á vøllinum. Jón Rói hev­ur viðhvørt verið vong­ verji í AaB. Í fjør vóru trupulleikar á vongverjuplássunum. So­ leið­­is var tað ikki leygar­ kvøldið. Atli Danielsen hev­ ur funnið seg til rættis á høgra vongverja. Marni Djur­huus hevur verið rokn­ aður sum neyðloysn á vinstra vongverja. Avrikið leygarkvøldið hjá unga EB/ Streyma manninum var so mikið sannførandi í verju­ part­inum, at eingin orsøk tykist vera at skifta Marna út. - Marni Djurhuus hevur leingi verið álitismaður í EB/Streyma verjuni. Botn­ støðið hjá honum er høgt. Tað var tað eisini leygar­ kvøld­ið, tá ið eg var stak væl nøgdur við hansara av­rik, sigur Jógvan Martin Olsen. Stór kapping í miðverjuni Óli Johannesen tykist vísur í sínum sessi. Men spurningurin er, hvussu sessirnar kring liðskiparan verða mannaðir Mynd: Álvur Haraldsen 29