mánadagur 4. juni 2007síða 29
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 104 - 4. juni 2007 ]
Stigini
telja
Italski landsliðs
venjarin tók á
ongan hátt undir
við, at lið hansara
ikki spældi nóg
væl móti lítlu
Føroyum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hóast italska pressan
ikki var mjúk mótvegis
heimsmeistarunum, so
staðfesti
venjarin,
Roberto Donadaoni, at
teir fingu tað sum teir
komu á Tórsvøll eftir.
Tað, sum hevur týdn
ing, eru stigini. Vit
høvdu eisini møguleikar
at skora okkurt málið
afturat, men móti enda
num gjørdist tað eitt
sindur trupult. Men vit
fingu
stigini,
segði
Donadoni.
– Tað er trupult at
spæla slíkar dystir, tí
mótstøðan hevur alla
tíðina nógv fólk aftan
fyri bóltin. Samstundis
er italska kappingin lið
ug, og tí eru spælararnir
kanska ikki heilt 100%
konsentreraðir.
Og hóast miðlarnir
tóktist vera á einum
máli um, at tað bert var
e i n m a n s h e r i n u m
Inzaghi at takka, at sig
urin varð fingin til høld
ar, so vildi Donadoni
als ikki gera viðmerk
ingar til hetta.
Italia spælir mikudag
in á útivølli móti Litava,
og tað er ein dystur,
sum skal geva ein sigur,
siga italska miðlarnir,
samstundis sum teir
vísa á, at hetta krevur
nakað væl betri spæl,
enn teir sýndu á Tórs
vølli.
Italski landsliðsvenjarin
helt fast um, at stigini
í sjálvum sær vóru tað,
sum teir komu til Føroya
eftir
Mynd: Álvur Haraldsen
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
– Vit vita, at føroyingar áður hava fingið góð og óvæntað úrslit,
og eg tað skuldi undra meg nógv, um Føroyar ikki vinna onkran
dyst í hesi undankappingini
Marco Materazzi
Nógv bendir á, at Jón
Rói Jacobsen ímóti
Skotlandi noyðist
at fara úr sessinum
í miðverjuni, og at
Fróði Benjaminsen
verður undir liðini á
liðformanninum Óla
Johannesen
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tað ber ikki til at nýta vend
ingina, at eitt lið, sum hevur
vunnið, skal ikki broytast.
Men á mangan hátt kendist
framúr avrikið ímóti Italia
sum ein sigur fyri føroyskan
landsliðsfótbólt. Sæð frá tí
sjónarmiðnum er eingin
orsøk at broyta føroyska lið
ið, sum mikukvøldið skal í
eldin aftur, tá ið Skotland
fer at vitja á Svangaskarði.
Men tað liggur fast, at onk
ur verður noyddur at víkja
fyri Fróða Benjaminsen,
sum er sjálvskrivaður ímill
um teir fyrstu ellivu.
Á middegi í dag fóru Jógv
an Martin Olsen og hansara
menn undir fyrireikingarnar
til Skotlands dystin. Eftir
venjing
sunnumorgunin
fingu spælararnir frí. Teir,
sum vóru við í stórdystinum
leygarkvøldið, høvdu lætta
venjing, meðan tað varð
koyrt meiri á hinar.
Allir spælararnir eru fram
vegis í føroysku leguni.
Fróði Benjaminsen var leik
bannaður ímóti Italia, og
Kári Nielsen og Bergur
Midjord vórðu settir út mill
um áskoðararnar, tí tað er
ikki pláss fyri fleiri enn
átjan á dómaraseðlinum.
Í dag eru tvær venjingar á
skránni, og í morgin verður
vant eina ferð.
Tíðin inntil mikukvøldið
klokkan 17.15, tá ið fyrsta
bríkslið verður á Svanga
skarði, fer eitt nú at verða
nýtt til at kanna Skotland
og eisini út frá tí at leggja
taktikk.
Tvær
upptøkur
verða nýttar í tí sambandi
num. Onnur er av EM und
ankappingardystinum, tá ið
Italia á heimavølli vann 20
á Skotlandi, og hin er av
vinardystinum í síðstu viku,
tá ið Skotland á útivølli
vann 10 á Eysturríki.
Hesa seinnu upptøkuna
fáa vit í dag. Hina upptøkuna
havi eg hugt at. Men tað
verður ikki fyrrenn í dag, at
vit rættuliga fara at savna
okkum
um
uppgávuna
ímóti Skotlandi, sum verður
stór avbjóðing. Eftir venj
ingina fyrrapartin í gjár
fóru vit allir til hús. Vit
trongdu til at fáa dystin
ímóti Italia eitt sindur frá
okkum, sigur Jógvan Martin
Olsen, landsliðsvenjari.
Avrikið ímóti Italia er
góð barlast at savnast til
fyrireikingarnar til miku
dagin?
Tað kanst tú ætla. Við tí
avrikinum og úrslitinum í
huga er tað hugaligt at fara
undir nýggjar fyrireikingar.
Men talan verður altso um
heilt aðra uppgávu, stað
festir venjarin.
Trongligt í miðverjuni
Jógvan Martin Olsen undir
strikar, at hann hevur ikki
lagt seg á, hvussu liðið fer
at síggja út mikudagin.
Tað valdast um, hvussu
spælararnir eru fyri, og um
hvussu taktiska uppleggið
fer at verða, sigur venjarin.
Síðsta heyst segði venjar
in, at Fróði Benjaminsen nú
skuldi verða stýrimaður í
miðverjuni. Einki er broytt
hesum viðvíkjandi, og tí
tykist tað vera heilt víst, at
Óli Johannesen ella Jón Rói
Jacobsen, sum vóru mið
verjar ímóti Italia, ikki
verða í miðverjuni ímóti
Skotlandi.
Einki bendir á, at ætlanin
er at skifta liðformannin
Óla Johannesen út. Hóast
hann spælir í næstbestu
deildini, so spældi hann seg
ikki av liðnum leygarkvøld
ið, og liðformaðurin verður
roknaður sum ein av teim
um, ið gongur undan undir
venjingunum.
Tí verður tað Jón Rói,
sum fer at víkja úr miðverj
uni. Spurningurin er so, um
superligu spælarin verður
settur út á beinkin, ella um
hann verður settur aðra
staðni á vøllinum. Jón Rói
hevur viðhvørt verið vong
verji í AaB.
Í fjør vóru trupulleikar á
vongverjuplássunum.
So
leiðis var tað ikki leygar
kvøldið. Atli Danielsen hev
ur funnið seg til rættis á
høgra vongverja. Marni
Djurhuus hevur verið rokn
aður sum neyðloysn á
vinstra vongverja. Avrikið
leygarkvøldið hjá unga EB/
Streyma manninum var so
mikið sannførandi í verju
partinum, at eingin orsøk
tykist vera at skifta Marna
út.
Marni Djurhuus hevur
leingi verið álitismaður í
EB/Streyma verjuni. Botn
støðið hjá honum er høgt.
Tað var tað eisini leygar
kvøldið, tá ið eg var stak
væl nøgdur við hansara
avrik, sigur Jógvan Martin
Olsen.
Stór kapping
í miðverjuni
Óli Johannesen tykist vísur í sínum sessi. Men spurningurin er, hvussu sessirnar kring liðskiparan verða mannaðir
Mynd: Álvur Haraldsen
29