mánadagur 4. juni 2007síða 30
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 104 - 4. juni 2007 ]
Heimsins besta troyggja
Tað er vanliga ein stór uppliving, um tað eydnast at fáa fatur á
eini av troyggjunum hjá útlendsku stjørnunum, tá hesar vitja.
Pól Nolsøe Mikkelsen eigur tó nakrar av slagnum, sum pápin
hevur fingið til høldar, men leygardagurin var kortini serligur í
so máta. Tí tað er nú ikki hvønn dag, at troyggjan hjá heimsins
besta málverja kann skaffast. Enn tá uttan at hon er turkað
fyrst. Og heima sleppur hon so upp at hanga saman við
troyggjum hjá eitt nú Schmeichel, Van der Saar, Kahn og
øðrum. Og man ikki troyggjan hjá pápanum, Jákup, eisini
hanga onkra staðni á vegginum.
B71-venjarin sagt seg frá
B71 skal leita sær eftir nýggjum venjara, nú Dusan Mokan hevur sagt
seg úr starvinum. Ítróttarliga hevur gongdin annars verið heilt góð hjá
B71, og tað eru neyvan úrslitini á hesi síðuni, sum hava við málið at
gera. Nevndin hjá B71 sigur í tíðindaskrivi, at venjarin hevur handað
teimum uppsøgnina, sum er grundað á persónlig viðurskifti, og at
hendan er tikin til eftirtektar. Fyribils verður tað Eli Hentze, sum fer at
standa fyri venjingini.
Regin Egholm,
nevndarlimur hjá 12.
manni, staðfestir, at
tað avgjørt ikki var
teirr a ætlan at geva
nøkrum nakrar sum
helst trupulleikar
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tjaldið við Tórsvøll leygar
dagin var eitt av størru til
tøkunum, sum føroyski 12.
maður hevur staðið fyri.
Sum heild riggaði tiltakið
eisini framúr, og bæði fyri
sitingarliga og fíggjarliga
var talan um gott hál hjá før
oyska áskoðarafelagnum.
Tí mundi tað eisini kenn
ast hugstoytt, tá tað ljóðaði,
at FSF beinleiðis skuldi ar
beiða ímóti hesum, og Reg
in Egholm, nevndarlimur í
12. manni, sigur avgjørdur,
at teir á ongan hátt vilja
leggja seg í stríð við tær
reglur, sum FSF hevur at
arbeiða eftir.
- Vit hava so ikki verið
nóg væl kunnaðir um hasar
reglurnar, tí sjálvandi fara
vit ikki við vilja at skapa
FSF nakran trupulleika. Og
er ein loysn, at tjaldið verð
ur flutt til t.d. ovara vøll, so
er tað væl nakað, sum vit
fara at tosa um, heldur
hann.
Og hóast hann ikki vil
leggja seg í nakað rús
drekkapolitiskt orðaskifti,
so heldur hann, at slík
skeinking neyvan broytir
nakað til tað verra til ein
landsdyst.
- Tað er leygarkvøld, og
so er einki at siga til, um
fólk kanska hava eina lítla
kenning, tá tey fara til dyst
in. Tað fær tey aloftast bara
at rópa nakað meira. Og
hóast vit ikki skonktu, so
vildi neyvan verið minni
drukkið fyri tað. Tú hevur
jú áður sæð, at fólk koma
dragsandi við posum og
ryggsekkum til dyst, og tað
sleppur tú so undan við
einum slíkum tjaldi. At fólk
so ganga ímillum, sleppur
tú neyvan undan. Heldur
ikki, um tjaldið stóð longur
burtur. Og so slettis ikki ein
slíkan dag sum leygardagin,
har tað regnaði, meðan dyst
urin var.
- Og í tí sambandi vil eg
fegin veita øllum teimum,
sum hjáptu til við tjaldinum
leygardagin,
eina
stóra
tøkk.
Bæði
býráðnum,
Gundadalshøllini og øðrum.
Hetta tiltakið hjá okkum
vildi als ikki borið til uttan
stóru hjálpina, sum vit
fingu, heldur Regin.
Riggaði framúr
Um dystin leygardagin sig
ur Regin annars, at talan í
allar mátar var um eitt til
tak, sum riggaði framúr
væl.
- Tað kostar sjálvandi nak
að at leiga eitt slíkt tjald,
men ølsølan bar kostnaðin
av hesum. Og alt annað
varð skrætt burtur. Vit hava
snøgt ongar skreytlutir eftir,
so mikið nógv varð selt
leygardagin.
Vil tað siga, at tit ikki
hava nakra sølubúð miku
dagin?
Ja, og tað er stórt spell.
Ikki minst, tí har koma so
nógvir skotar. Teir plaga
ofta at keypa nógv frá okk
um, og høvdu vit eitt tílíkt
tjald til dystin á Svanga
skarði, so ivist eg heldur
ikki í, at nógv øl varð selt.
Tað var ikki í tráð við
UEFA-reglugerðir,
tá útskeinking fer
fram so nær stadion,
at hetta kann metast
sum partur av
stadionøkinum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Fyri fyrstu ferð slapp før
oyski 12. maður at gera
nýtslu av nýggju regluni í
rúsdrekkalógini, har loyvi
kann gevast til skeinking til
ávís tiltøk.
Leygarkvøld var, áðrenn
dysturin móti Italia varð
blástur ígongd, og tí vóru
ivaleyst fleiri, sum fegnað
ust um, at tjald við tónleiki,
sølu av skreytlutum og sølu
av øli var sett upp við
Gundadalshøllina. Og skal
metast eftir fólkamongdini
inni í stóra tjaldinum, so
var talan um eina brakandi
succés, sum við hesum varð
stáplað upp á beinini.
Tjaldið var partur
av stadion
Tað vóru tó ikki øll, sum
vóru eins fegin um hetta.
Ein av hesum var aðalskriv
arin í FSF, Ísak Mikladal,
sum bæði yvir fyri loyvis
nevndini
og
løgregluni
gjørdi vart við, at hetta ikki
er í tráð við UEFA-reglu
gerðir.
- Lat meg fyrst siga, at eg
so avgjørt ikki havi nakað
ímóti, at fólk fylkjast áðr
enn ein landsdyst, soleiðis
at lagið kring stadion verður
av tí besta. Og vit í FSF eru
eisini sera fegin um tann
stuðul og tey tiltøk, sum 12.
maður skipar fyri.
- Men júst tjaldið til dyst
in leygardagin kann geva
okkum trupulleikar. UEFA
reglugerðirnar
fyriskriva
púra greitt, at útskeinking á
leikvøllinum til dystin ikki
er loyvd. Hetta tí fótbóltur
og alkohol ikki á nakran
hátt eiga at tengjast saman.
Sjálvandi sært tú til dystir
uttanlands, at barrir eru
beint við stadion, og at
áskoðarar sita har undan
dystinum. Men tað eru
ymisk kriterium, sum verða
nýtt, tá metast skal um,
hvørt hesi eru partur av
stadion ella ikki. Millum
annað er tað ein grundregla,
at tað ikki skal bera til hjá
fólki at fara út í hálvleikinum
at keypa sterkan løg, fyri
síðani at koma innaftur á
stadion. Kunnu tey tað, so
er skeinkistaðið at meta
sum partur av stadionøki
num.
- Og tað var eisini hetta,
sum meiningin var at gera
vart við. Bæði mótvegis
loyvisnevndini og mótvegis
løgregluni. Talan var als
ikki um at melda nakran til
løgregluna ella at senda
nakra
innberætning
til
UEFA, men vit hava kannað
málið hjá UEFA og er teirra
niðurstøða í trá við okkara.
Tað er mín skylda at rea
gera, um vandi er fyri at
brot verður framt á reglur
nar. Geri eg ikki tað, so
kundi FSF væl fingið ein
alvorligan trupulleika, held
ur Ísak.
Lætt at loysa málið
Og aðalskrivarin heldur, at
tað sum so kundi verið heilt
lætt at loyst málið, soleiðis
at hetta ongan tíð hevði ver
ið nakar trupulleiki.
- Serliga haldi eg, at
loyvisnevndin og løgreglan
kundu spurt FSF eftir í mál
inum. Tí hóast alt eru tað
vit, sum standa fyri lands
dystinum, og tí er tað væl
relevant, hvørjar altjóða
reglugerðir vit hava at
arbeiða eftir.
- Tá kundu vit í góðari tíð
fingið at vita, hvørjum
arbeitt varð við, og so
kundu vit sagt okkara hugs
an. Mín meting er annars,
at eitt slíkt tjald ikki má
liggja nærri enn umleið 5
minuttir gongd til leikvøllin.
Tá vildi fjarstøðan gjørt, at
tað ikki varð roknað sum
partur av stadion-økinum,
og so var eingin sum helst
trupulleiki. Og lat meg enn
eina ferð sláa fast, at vit í
FSF so absolutt einki hava
ímóti, at tiltøk verða skipað
fyri áskoðarunum.
Ynskja ongar trupulleikar
Skeinking í stríð við
UEFA-reglur
Lagið var framúr í tjaldinum hjá 12. manni, har áskoðararnir hitaðu upp undan stórdystinum móti heimsmeistarunum
30