Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-04, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. juni 2007síða 30

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 104 - 4. juni 2007 ] Heimsins besta troyggja Tað er vanliga ein stór uppliving, um tað eydnast at fáa fatur á eini av troyggjunum hjá útlendsku stjørnunum, tá hesar vitja. Pól Nolsøe Mikkelsen eigur tó nakrar av slagnum, sum pápin hevur fingið til høldar, men leygardagurin var kortini serligur í so máta. Tí tað er nú ikki hvønn dag, at troyggjan hjá heimsins besta málverja kann skaffast. Enn tá uttan at hon er turkað fyrst. Og heima sleppur hon so upp at hanga saman við troyggjum hjá eitt nú Schmeichel, Van der Saar, Kahn og øðrum. Og man ikki troyggjan hjá pápanum, Jákup, eisini hanga onkra staðni á vegginum. B71-venjarin sagt seg frá B71 skal leita sær eftir nýggjum venjara, nú Dusan Mokan hevur sagt seg úr starvinum. Ítróttarliga hevur gongdin annars verið heilt góð hjá B71, og tað eru neyvan úrslitini á hesi síðuni, sum hava við málið at gera. Nevndin hjá B71 sigur í tíðindaskrivi, at venjarin hevur handað teimum uppsøgnina, sum er grundað á persónlig viðurskifti, og at hendan er tikin til eftirtektar. Fyribils verður tað Eli Hentze, sum fer at standa fyri venjingini. Regin Egholm, nevndar­limur­ hjá 12. manni, staðfestir­, at tað avgjør­t ikki var­ teir­r­a ætlan at geva nøkr­um nakr­ar­ sum helst tr­upulleikar­ Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tjaldið við Tórsvøll leygar­ dagin var eitt av størru til­ tøkunum, sum føroyski 12. maður hevur staðið fyri. Sum heild riggaði tiltakið eisini framúr, og bæði fyri­ sitingarliga og fíggjarliga var talan um gott hál hjá før­ oyska áskoðarafelagnum. Tí mundi tað eisini kenn­ ast hugstoytt, tá tað ljóðaði, at FSF beinleiðis skuldi ar­ beiða ímóti hesum, og Reg­ in Egholm, nevndarlimur í 12. manni, sigur avgjørdur, at teir á ongan hátt vilja leggja seg í stríð við tær reglur, sum FSF hevur at arbeiða eftir. ­ Vit hava so ikki verið nóg væl kunnaðir um hasar reglurnar, tí sjálvandi fara vit ikki við vilja at skapa FSF nakran trupulleika. Og er ein loysn, at tjaldið verð­ ur flutt til t.d. ovara vøll, so er tað væl nakað, sum vit fara at tosa um, heldur hann. Og hóast hann ikki vil leggja seg í nakað rús­ drekkapolitiskt orðaskifti, so heldur hann, at slík skeinking neyvan broytir nakað til tað verra til ein landsdyst. ­ Tað er leygarkvøld, og so er einki at siga til, um fólk kanska hava eina lítla kenning, tá tey fara til dyst­ in. Tað fær tey aloftast bara at rópa nakað meira. Og hóast vit ikki skonktu, so vildi neyvan verið minni drukkið fyri tað. Tú hevur jú áður sæð, at fólk koma dragsandi við posum og ryggsekkum til dyst, og tað sleppur tú so undan við einum slíkum tjaldi. At fólk so ganga ímillum, sleppur tú neyvan undan. Heldur ikki, um tjaldið stóð longur burtur. Og so slettis ikki ein slíkan dag sum leygardagin, har tað regnaði, meðan dyst­ urin var. ­ Og í tí sambandi vil eg fegin veita øllum teimum, sum hjáptu til við tjaldinum leygardagin, eina stóra tøkk. Bæði býráðnum, Gundadalshøllini og øðrum. Hetta tiltakið hjá okkum vildi als ikki borið til uttan stóru hjálpina, sum vit fingu, heldur Regin. Riggaði framúr Um dystin leygardagin sig­ ur Regin annars, at talan í allar mátar var um eitt til­ tak, sum riggaði framúr væl. ­ Tað kostar sjálvandi nak­ að at leiga eitt slíkt tjald, men ølsølan bar kostnaðin av hesum. Og alt annað varð skrætt burtur. Vit hava snøgt ongar skreytlutir eftir, so mikið nógv varð selt leygardagin. Vil tað siga, at tit ikki hava nakra sølubúð miku­ dagin? Ja, og tað er stórt spell. Ikki minst, tí har koma so nógvir skotar. Teir plaga ofta at keypa nógv frá okk­ um, og høvdu vit eitt tílíkt tjald til dystin á Svanga­ skarði, so ivist eg heldur ikki í, at nógv øl varð selt. Tað var­ ikki í tr­áð við UEFA-r­egluger­ðir­, tá útskeinking fer­ fr­am so nær­ stadion, at hetta kann metast sum par­tur­ av stadionøkinum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fyri fyrstu ferð slapp før­ oyski 12. maður at gera nýtslu av nýggju regluni í rúsdrekkalógini, har loyvi kann gevast til skeinking til ávís tiltøk. Leygarkvøld var, áðrenn dysturin móti Italia varð blástur ígongd, og tí vóru ivaleyst fleiri, sum fegnað­ ust um, at tjald við tónleiki, sølu av skreytlutum og sølu av øli var sett upp við Gundadalshøllina. Og skal metast eftir fólkamongdini inni í stóra tjaldinum, so var talan um eina brakandi succés, sum við hesum varð stáplað upp á beinini. Tjaldið var partur av stadion Tað vóru tó ikki øll, sum vóru eins fegin um hetta. Ein av hesum var aðalskriv­ arin í FSF, Ísak Mikladal, sum bæði yvir fyri loyvis­ nevndini og løgregluni gjørdi vart við, at hetta ikki er í tráð við UEFA­reglu­ gerðir. ­ Lat meg fyrst siga, at eg so avgjørt ikki havi nakað ímóti, at fólk fylkjast áðr­ enn ein landsdyst, soleiðis at lagið kring stadion verður av tí besta. Og vit í FSF eru eisini sera fegin um tann stuðul og tey tiltøk, sum 12. maður skipar fyri. ­ Men júst tjaldið til dyst­ in leygardagin kann geva okkum trupulleikar. UEFA reglugerðirnar fyriskriva púra greitt, at útskeinking á leikvøllinum til dystin ikki er loyvd. Hetta tí fótbóltur og alkohol ikki á nakran hátt eiga at tengjast saman. Sjálvandi sært tú til dystir uttanlands, at barrir eru beint við stadion, og at áskoðarar sita har undan dystinum. Men tað eru ymisk kriterium, sum verða nýtt, tá metast skal um, hvørt hesi eru partur av stadion ella ikki. Millum annað er tað ein grundregla, at tað ikki skal bera til hjá fólki at fara út í hálvleikinum at keypa sterkan løg, fyri síðani at koma innaftur á stadion. Kunnu tey tað, so er skeinkistaðið at meta sum partur av stadionøki­ num. ­ Og tað var eisini hetta, sum meiningin var at gera vart við. Bæði mótvegis loyvisnevndini og mótvegis løgregluni. Talan var als ikki um at melda nakran til løgregluna ella at senda nakra innberætning til UEFA, men vit hava kannað málið hjá UEFA og er teirra niðurstøða í trá við okkara. Tað er mín skylda at rea­ gera, um vandi er fyri at brot verður framt á reglur­ nar. Geri eg ikki tað, so kundi FSF væl fingið ein alvorligan trupulleika, held­ ur Ísak. Lætt at loysa málið Og aðalskrivarin heldur, at tað sum so kundi verið heilt lætt at loyst málið, soleiðis at hetta ongan tíð hevði ver­ ið nakar trupulleiki. ­ Serliga haldi eg, at loyvisnevndin og løgreglan kundu spurt FSF eftir í mál­ inum. Tí hóast alt eru tað vit, sum standa fyri lands­ dystinum, og tí er tað væl relevant, hvørjar altjóða reglugerðir vit hava at arbeiða eftir. ­ Tá kundu vit í góðari tíð fingið at vita, hvørjum arbeitt varð við, og so kundu vit sagt okkara hugs­ an. Mín meting er annars, at eitt slíkt tjald ikki má liggja nærri enn umleið 5 minuttir gongd til leikvøllin. Tá vildi fjarstøðan gjørt, at tað ikki varð roknað sum partur av stadion­økinum, og so var eingin sum helst trupulleiki. Og lat meg enn eina ferð sláa fast, at vit í FSF so absolutt einki hava ímóti, at tiltøk verða skipað fyri áskoðarunum. Ynskja ongar trupulleikar Skeinking í stríð við UEFA-reglur Lagið var framúr í tjaldinum hjá 12. manni, har áskoðararnir hitaðu upp undan stórdystinum móti heimsmeistarunum 30